hósdagur 19. desember 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 244 - 19. desember 2002
Nr. 244 - 19. desember 2002
3
Vilhelm Nielsen,
fyrrverandi løgtings-
maður úr Sandavági,
andaðist mikumorg-
unin. Hann var 90 ára
gamal
Eina viku eftir, at fasta
sambandið um Vestmanna-
sund varð veruleiki, and-
aðist ein av fedrunum at
hesum sambandi, Vilhelm
Nielsen, fyrrverandi løg-
tingsmaður í Sandavági.
Hann er farin um breiðari
sund og er nú hjá fedr-
unum, sum skrivað stendur.
Vilhelm Nielsen var 90
ára gamal, nú hann and-
aðist. Hann fylti 90 ár tann
28. august, og fekk sama
dag tað upplivilsið at
sleppa at koyra gjøgnum
tunnilin undir Vestmanna-
sundi.
Hetta var nakað, sum
veruliga
frøddi
gamla
stríðsmannin, sum í sjeyti-
árunum saman við Haldori
Hansen, fyrrverandi løg-
tingsmanni, birti lív í
kjakið um fast smaband um
Vestmannasund. Tá varð
uppskot teirra mestsum
hildin fyri gjøldur. Men tað
gingu ikki 25 ár til ein
onnur
og
betri
ætlan
gjørdist veruleiki.
Ein bygdarmynd í Sanda-
vági er farin. Vilhelm og
Marianna, sum høvdu dia-
mantbrúdleyp í apríl í fjør,
hava spakað seinasta túrin
eftir
vegnum
út
eftir
Sondum. Tað er nakað
síðan, Vilhelm gavst at
koyra í lítla lastbilinum,
sum var vanlig sjón áv
vegunum í Vágum.
Vilhelm og Marianna
áttu fýra børn. Paula,
Sofus, Sólgerð og Onnu.
Umframt
at
Vilhelm
Nielsen var kendur sum
løgtingsmaður, man at kalla
hvørt mansbarn í Føroyum,
ið er komið nakað til árs,
kenna navnið Vilma, sum
var skinnvirkið, tey bæði,
Vilhelm
og
Marianna
høvdu í mong ár.
Vilhelm
Nielsen
var
útbúgvin skósmiður. Eisini
var hann á yngri árum, sum
føroyingar flestir, sjómað-
ur,
og
hevði
seinni
ábyrgdina av fiskturkingini
hjá bróðurinum, Zachariasi
Nielsen í Sandavági. Seinni
fór Vilhelm at handla, og
var hann tann fyrsti í Vág-
um, sum fór at selja eitt nú
el-lutir so sum útvarpstól
og ljósakrúnur.
Vilhelm Nielsen var í
mong ár deknur í Sanda-
vágs Kirkju.
ej
Tøkk
Eina hjartans tøkk til øll tykkum, ið fløvaðu hjørtu
okkara og hjálptu til á ymiskan hátt,
tá okkara kæri pápi, abbi og verfaðir
Jógvan Jallur Højgaard
andaðist og varð jarðaður.
Eingin nevndur eingin gloymdur.
Gleðilig jól og eitt signað nýggjár
Fyri tey avvarðandi
Húngunn
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum
komu inn á gólvið, og tykkum, sum á annan
hátt mintust til mín á 75 ára føðingardegn-
um.
Bestu heilsanir við ynski um eini gleðilig jól
og eitt gott nýggjár.
Daniel Jacob Nielsen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri hjálpsemi
og sýnda samkenslu, tá kæra kona, mamma,
vermamma, omma og systir okkara
Anna Dalsgaard
lá sjúk, andaðist og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á B6
fyri tykkara stóru umsorgan og røkt.
Familjunnar vegna
Jákup Dalsgaard
Vilhelm Nielsen farin
Vilhelm saman við soninum Paula og abbasoninum Vilhelmi tá hann í august fylti 90 ár og fekk ein túr ígjøgnum Vágatunnilin
í føðingardagsgávu
GYKLASKEIÐ
Leygardagin tann 28. de-
sember verður aftur møgu-
leiki at koma á eitt sokallað
gyklaskeið. Gykl er før-
oyskt fyri tað danska
„tryllekunst", og er tað júst
hetta sum verður á skránni.
Tey luttakandi á skeiðinum
verða undirvíst í nøkrum
kynstrum, ið síðani kunnu
brúkast at vísa fyri øðrum.
Meiningin við skeiðinum
er at geva luttakarunum
innlit í hesa "listagreinina",
og umframt at tey læra
nøkur kynstur, fáa tey eisini
møguleikan at upptraðka
fyri hvørjum øðrum á
skeiðnum.
Hetta er næsta royndin at
gera eitt slíkt skeið. Fyrsta
skeiðið var hildið á Strond-
um fyri einum mánaða
síðani, og var hetta eitt sera
væleydnað skeið. Teir 16
luttkararnir vóru sera væl
nøgdir bæði við undirvís-
ingina og fyri møguleikan
at upptraðka fyri hvørjum
øðrum og familju og vin-
um.
Enn er ikki avgjørt hvar
hetta næsta skeiðið verður
hildið, men tað verður í
hvussu so er eitt stað á
meginøkinum. Skeiðið er
fyri ungdómar í 6. flokki og
eldri. Vaksin eru eisini væl-
komin!!!
Einasta krav, ið sett
verður, er at tey, ið tekna
seg, eru áhugað í at læra
gyklakynstur á einum rími-
ligum støði.
Luttøkugjaldið er 250,-,
og tað ber til at tekna seg á
email:
stuttligt@hotmail.com
Avmarkað luttakaratal!
Tey sum tekna seg fáa
nærri at vita gjøgnum mail.
Enn eitt gyklaskeið
C
M
Y
K
3
2