Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 244 - 19. desember 2002 Nr. 244 - 19. desember 2002 5 Týsdagin var móttøka á Parnassinum á Hotel Hafnia í sam- bandi við, at bilstøðin Auto í Havn bleiv 50 ár. Bókin, AUTO - altíð til tænastu, varð løgd fram hendan dagin FØÐINGARDAGUR Eirikur Lindenskov Nógv fólk møttu til mót- tøkuna á Hotel Hafnia týs- dagin, tá bilstøðin Auto hátíðarhelt 50 ára føð- ingardagin. Umframt fam- iljur hjá teimum, sum hava koyrt á støðini og onnur vitjandi, vóru nakrir av stovnarunum, bilførarar og støðgentur, sum hava koyrt og arbeitt á støðini øll hesi mongu árini. Á móttøkuni varð bókin, AUTO - altíð til tænastu, fyrstu ferð løgd fram. Bókin er eitt 50 ára minnisrit um bilstøðina Auto og um hýruvogns- koyring í Havn og út frá Havnini. Í bókini er eisini nógv siðsøguligt tilfar. Fleiri enn 450 myndir og gamlar lýsingar eru í bók- ini, harav umleið helvtin eru myndir av bilførarum og støðgentum. Magnus Gunnarsson skrivaði bókina fyri P/F Auto. Fimmti ára føðingardagur við bókaútgávu Nevndin í P/F Auto: Atli Simonsen, nevndarformaður, Lina av Reyni, stjóri, og Johan Simonsen nevndarlimur Bókin, AUTO - altíð til tænastu, bleiv løgd fram fyrstu ferð á føðingardegnum hjá Auto. Á myndin eru f.v.: Johan Simonsen, Lina av Reyni, Atli Simonsen, Eigil Gunnarsson og Magnus Gunnarsson Um ynskið er at menna Elektron ella føroyskt telduvirk- semið, so gerst tað ikki við at leggja hesar fyritøkur í kuvøsu. Tað sigur Sparikassin í viðmerking til nógv umrøddu Gjald- skipanina. Spari- kassin kennir seg politiskt bakbundnan í málinum PENGAFLYTINGAR Ingi Rasmussen Fyri føroyskar peninga- stovnar er tað ein fullkomi- liga órímilig støða at vera í, um teir ikki sjálvir kunnu gera av, hvørjar skipanir teir vilja menna og nýta. Soleiðis sigur Sparikass- in, sum við einum brævi hevur givið Fíggjarnevnd- ini og harvið løgtinginum sína greiðu støðu til kennar í málinum um nýggju Gjaldskipanina, GS, hjá Elektron og peningastovn- unum. Høgni Hoydal, landsstýr- ismaður við lógarmálum, hevur boðað frá, at hann ætlar at herða kunngerðina um vernd av persónsupp- lýsingum, so Gjaldskipan- in, sum longu nú virkar, verður steðgað. Sparikassin førir fram, at um Høgni Hoydal ger álv- ara av sínari ætlan, so verð- ur forðað fyri, at peninga- stovnarnir hava ein effekt- ivan og kappingarføran rakstur. Aðrar tíðir Gjaldskipanin byggir á samstarv við danska PBS, sum føroysku peninga- stovnarnir eiga í. Stríðið hevur verið prinsipielt. Spurningurin er, um tað skal vera loyvt Elektron og harvið pen- ingastovnum at flyta per- sónsupplýsingar av land- inum. Tað krevur Gjald- skipanin, sum skal avgreiða sjálvvirkandi flytingar fyri fólk. Atlitini í málinum um Elektron eru eisini onnur. Tað hevur verið róð fram- undir, at óttin fyri Gjald- skipanini heldur snýr seg um at verja Elektron í eini roynd at fyribyrgja, at bankarnir flyta sítt edv- samstarv av landinum. Hesin hugburður var kanska skiljandi í kreppu- árunum, sigur Sparikassin, tí tá var føroyska samfel- agið í svárari kreppu, men nú er tíð at hyggja fram- eftir. Um forðað verður fyri samstarvi við fyritøkur uttan fyri Føroyar, so hongir tú ein mylnustein um hálsin á føroyskum fyritøkum og stovnum – og harvið eisini føroyska sam- felagnum. Málið um gjald- skipanina er eitt talandi dømi um hetta, fortelur Sparikassin okkara løg- tingsmonnum. Ongin kuvøsa Roynt verður eisini at sissa løgtingsmenn, sum stúra fyri framtíðini hjá Elektron. Peningastovnarnir brúka Elektron á tamb og hava ongar ætlanir at gevast við tí, verður sagt, men tørv- urin er so mikið stórur, at Gjaldskipanin hjá PBS má takast í nýtslu fyri at geva Elektron betri møguleikar at loysa aðrar átrokandi uppgávur. Um ynskið er at menna Elektron ella føroyskt telduvirksemi, so gerst tað ikki við at leggja hesar fyri- tøku í kuvøsu. Allar royndir vísa, at tað bert førir til framleiðslu, ið ikki er kappingarfør. Menning fæst fyrst og fremst við at luttaka í kapping, sigur Sparikassin í sínari verju- røðu fyri Gjaldskipanini. Frítt at fara Hvussu er og ikki. Málið snýr seg um persónligar upplýsingar um fólk, og tað er eitt kensluborið evni. Sparikassin ger vart við, at í hesum føri er ikki talan um at flyta, eymar kenslu- ligar upplýsingar av landin- um. Fluttar verða ikki navnaupplýsingar ella aðrar viðkvæmar upplýsingar um persónar, bara nakrar kotur, sum ongin kann brúka í sær sjálvum. Sparikassin vísir á, at hann hevur stuðlað tí gongd, sum hevur verið at avtaka allar avlagandi regl- ur. Tí heldur Sparikassin, at peningastovnarnir afturfyri skulu fáa frítt spæl uttan politiska uppíblanding. – Vit høvdu ikki væntað, at tá verjugarðurin úteftir varð tikin niður, skulu før- oysku peningastovnar taka dystin upp við bakbundn- um hondum. Í dag mugu vit staðfesta, at vit hava verri treytir í okkara egna landi, enn útlendsku kappingar- neytar okkara, sum frítt kunnu virka í Føroyum, sigur Sparikassin í sínari viðmerking til málið um Gjaldskipan. Ískoytið til kjakið var latið politikarum, tá Spari- kassin gjørdi sínar við- merkingar fyri fíggjarlóg- ina fyri 2003. Sparikassin bakbundin Ævintýrini um Snjóhvítu og Edlførið eru nú fløgutøk. Talan er um endurútgávu av kendu LP-plátuni, sum Herman Jacobsen so hegnisliga legði til rættis á sinni FLØGUR Dagfinn Olsen Tutl er í gongd við eina ætlan um endurútgávur á fløgu. Hetta eru plátur, sum skulu gerast fløgutøkar. Ævintýrplátan við Snjóhvítu og Eldførinum, sum hvørt mansbarn kendi fyri eini 20-25 árum síðani, er nú komin á fløgu. Tað var Herman Jacobsen, sáli, sum legði til rættis hesa væl eydn- aðu plátuútgávu. Tutl hevur nú, í sam- starvi við son Herman, Rúna, givið ævintýrini út á fløgu. Nú verður sostatt høvi at njóta frálíka ljóð- myndirnar fram aftur, hóast plátuspælarin er horvin av stovuhillunum. Við nýggju fløguni slepp- ur eitt nýtt ættarlið av føroyingum at eiga lut í meistarligu dramatiser- ingunum, har nøkur av Føroya bestu sjónleikar- um tóku lut. Eins og leik- stjórin og tilrættisleggja- rin, so eru fleiri teirra ikki millum okkum long- ur. Væl mannað Herman Jacobsen var maður við margfaldum listargávum og afturat sær á ævintýrútgávuni savnaði hann góða mann- ing. Við í Snjóhvítu leika Elin Mouritsen, Kristina Øster, Óli K. Hansen, Oliver Næs, Bjørgfinnur Nielsen, Hermann Jacob- sen, Kristian Samuelsen, Jan Bendtsen og Pauli Jacobsen. Marius Rein var tøkningur, Við í Eldførinum leiktu Kristina Øster, Oliver Næs, Elin Mouritsen, Rósa á Rógvu Joensen, Oskar Hermanson, Óli K. Hansen, Rólant Samuel- sen, Hermann Jacobsen. Fyri tónleikinum stóð Sven Brimheim og John Isholm var tøkningur. Bárður Jákupsson tekn- aði húsan. Fløgan við Snjóhvítu og Eldførinum fæst kring alt landið. Snjóhvíta fylgir við tíðini og fæst nú á fløgu C M Y K 5 4