Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 244 - 19. desember 2002 Nr. 244 - 19. desember 2002 7 Nú verður ikki longur loyvt at roykja á kommunalum ar- beiðsplássum í Havn ROYKIPOLITIKKUR Áki Bertholdsen Tað verður vanligari og vanligari, at stovnar og fyri- tøkur seta roykipolitikk í gildi. Og nú hevur eisini Tórs- havnar Kommuna – kanska sum fyrsta kommuna í landinum – sett sín egna roykipolitikk í verk. Tað er ein trýmanna nevnd undir býráðnum, sum hevur orðað royki- politikkin. Og endamálið við at seta hann í verk, er at tryggja roykfrítt umhvørvi á øllum kommunalum ar- beiðsplássum, soleiðis at øll starvsfólk kunnu útinna sítt arbeiði og øll viðskifta- fólk kunnu avgreiða síni viðurskifti í einum royk- fríum umhvørvi. Í minsta lagi skulu ar- beiðshøli, felagshøli, av- greiðsluhøli og tænastubil- ar nú verða roykfrí øki. Sostatt verður royking einans loyvd í serligum hølum, sum eru ætlað at roykja í. Har eingi serlig høli eru tøk, verður roykt uttandura, helst undir taki, tá ið hetta ber til. Men allastaðni, har børn og ung verða ansað, verður bert roykt uttandura. Miðað verður eftir, at roykipolit- ikkurin eisini skal vera galdandi í fólkaskúlunum í kommununi. Á stovnum, sum eru eru heim hjá búfólki, eigur rætturin hjá búfólkunum at ráða í egnum heimi, at verða virdur, tó soleiðis, at tey ikki eru til ampa fyri onnur búfólk á stovninum. Á hesum stovnum eigur at verða skipað fyri uppi- haldsstovu ella rúmi til roykjarar, men tey skulu sjálvi ráða fyri, um tey roykja inni hjá sær sjálvum. Fólk, ið búgva styttri tíð á stovninum, hava ikki loyvi at roykja inni hjá sær sjálvum, men verða víst til roykirúmið. Fyri at tryggjað, at royki- politikkurin verður settur í verk, skulu tey ymsu ar- beiðsplássini lýsa við roykiforboði við uppsløg- um, skeltum ella á annan hátt og somuleiðis skulu ar- beiðsplássini vísa á, hvar ið tað er loyvt at roykja. Tey ymsu arbeiðsplássini skulu eisini upplýsa um vandan við royking, tað kann gerast við fundum, har uttanhysis ráðgevarar kunnu vera við og annars við skrivligum tilfari. Harafturat skal skipast fyri avvenjingarskeiðum við uttanhýsis ráðgevara, har kommunan betalir helvtina av kostnaðinum fyri starvsfólk, ið vilja hava slík skeið. Men býráðið ger samstundis vart við, at tað bara vil betala fyri eitt skeið til hvørt starvsfólk. Býráðið sigur eisini, at hetta er galdandi á øllum arbeiðsplássum, sum Tórs- havnar kommuna varðar av ella ber høvuðskostnaðin av. Tveir skipafelags- menn í Suðuroy vitstu av ongum, tá ið menn brádliga komu á dyr við blómum og gávum TRÚGV TÆNASTA Áki Bertholdsen Tá ið Tórheðin Jensen á Skipafelangum í Havn, seinnapartin týsdagin kom fullfermdur inn á avgreiðsl- una á Tvøroyri, var hann ikki ørindaleysur. Ørindini vóru at hitta tveir av monnunum, sum arbeiða í avgreiðsluni á Tvøroyri. Hann vildi takka teimum fyri trúgva tænastu hjá Skipafelagnum og við sær hevði hann blómur og gáv- ur til hesar báðar menninar. Teir báðir, Zacharias Bech og Delmar Joensen, vitstu av ongum og teir vórðu tiknir heilt á bóli, tá ið maðurin av høvuðsskriv- stovuni rópti teir inn á skrivstovuna. Í ár eru tað 30 ár síðani, at teir báðir komu í starv hjá Skipafelagnum. Síðani hava teir hingið í og tað vildi Skipafelagið geva teimum eina lítla viður- kenning fyri. Tórheðin Jensen takkaði teimum fyri arbeiðið øll hesi árini og handaði teim- um blómutyssi, hvør sína bók og okkurt gott at hugna sær á jólum við: Eina fløsku av reyðvíni og ein kekk uppá 5.000 krónur í part. Jólaaftan eru 30 ár síðani avgreiðsluleiðarin hjá Skipafelagnum í Suðuroy, Zacharias Bech, kom í starv hjá Skipafelagnum. – Tað eru nógv, sum hava undrast á, hvussu ein kann byrja eitt nýtt starv sjálva jólaaftan, men tað hevur sína søgu, greiðir Zacharias frá. Á sinni var hann stýri- maður við Sofíu Lassen, sum var farmaskip úr Klaksvík, har hann eisini var skipari viðhvørt. Men jólaaftan í 1972, yvirtók Skipafelagið bátin, tá vóru teir staddir í Impe- ria í Italia. Øll manningin fekk í boðið at fylgja við yvir á Skipafelagið og allir tóku av, minnist Zacharias Bech. Skipafelagið man hava havt eitt serligt álit á hon- um, tí so hvørt, felagið fekk nýggj skip, varð Zacharias Bech biðin um at fara umborð á tey. Sofía Lassen fekk navnið Svanur og honum var hann við, til Skipafelagið heitti á hann um at verða skipari á Ravni. Í 1978 stóð nýggi Lómur í gerð og har bleiv hann stýrimaður og onkun- tíð eisini, skipari. Og tá ið so Blikur varð bygdur í 1979, bleiv hann skipari har og tað starvið røkti hann til í 1987, tá ið hann fór í land og bleiv av- greiðsluleiðari hjá Skipa- felagnum á Tvøroyri. Og har hevur hann verið síðani. Delmar Joensen hevur ver- ið á goymsluni hjá Skipa- felagnum í 30 ár og teir eru báðir rørandi samdir um, at hetta hevur verið eitt sera gott arbeiðspláss. – Vit minnast ikki, at ein einasta mánaðarløn er kom- in ov seint, øll hesi 30 árini, siga teir báðir. Í løtuni arbeiða eini 250 fólk í Skipafelagnum, tá ið deildir í Føroyum, Dan- mark og skipsmanningar verða taldar við. Roykipolitikkur settur í gildi í Tórshavnar Kommunu Tórshavnar Kommuna tekur vandan við royking í álvara og setir nú forboð í gildi fyri at royka á arbeiðsplássum, sum kommunan varðar av, ella ber høvðuðskostnaðin av Heiðraðir fyri trúgva tænastu Tórheðin Jensen, høgrumegin, takkar Delmari Joensen, í miðjuni og Zacharias Bech fyri trúgva tænastu hjá skipafelagnum Um vikuskiftið varð skipað fyri móttøka í sambandi við, at flokkurin, ið lesur fjarlestur á Robert Gordon University umvegis Handilsskúl- an, hevur lokið fyrsta partin av útbúgving- ini FJARLESTUR Heri á Rógvi Um vikuskiftið varð skipað fyri móttøku og seinni døg- urða fyri flokkinum av fjar- lesarum á Føroya Handils- skúla. Ein flokkur við átjan – upprunaliga tjúgu – fólkum hevur síðani í mars gingið sum fjarlesarar á Robert Gordon University í Aber- deen. Útbúgvingin er løgd til rættis sum partíðarundir- vísing við fjarlestri. Talan er um eina master útbúgv- ing í virkisleiðslu við heiti- num Management Studies Course. Lesturin er nor- meraður til trý ár gevur rætt til master heitið. Næming- arnir eru fólk við útbúgving frá hægri lærastovni. Robert Gordon er ein lærdur háskúli í Aberdeen, ið serliga er kendur fyri at vera eitt olju-universitet. Upprunaliga er skúlin ein handilsskúli burturav, men hann hevur eisini tikið nátt- úruvísindagreinir upp í, og tað er ikki serliga olju- vinna, sum er dominerandi. Robert Gordon Universi- ty fast nógv við skipaðan fjarlestur umvegis teirra Virtual Cambus. Við stuðuli frá BP fóru Føroya Handilsskúli og Ro- bert Gordon undir eitt sam- starv fjarlestri. Talan er um fyrst um eina roynd, men báðir partar tykjast sinnaðir fyri at víðka um samstarvið. Hátíðarhaldið varð fyri- skipað í sambandi við, at flokkurin nú hevur skilt um fyrsta skerið, go próvtøku- uppgávan , sum markerar endan á fyrsta árinum, er latin inn. Flokkurin er kom- in á tað, tey kalla,Post gra- duate certificate level. Elsa Maria Olsen, sum hevur samskipað partin hjá Føroya Handilsskúla, sigur, at tað hevur gingið sera væl við flokkinum. –Úrslitini hava verið sera góð, og tað hava ikki verið nakrir trupulleikar av nøkr- um slag. Eisini á Rober Gordon eru tey bergtikið av føroysku næmingunum, sigur Elsa Maria Olsen. Til hátíðarhaldið vóru flest allir næmingarnir við. Eisini vóru umboð fyri Handilsskúlan, umboð fyri Robert Gordon University, bretski konsulin í Føroyum og Jan Christiansen, borg- arstjóri í Havn, í sambandi við, at Tórshavn og Aber- deen eru vinarbýir. Menna Handilsskúlan Føroya Handilsskúli hevur stórar ætlanir um at fara undir bjóða hægri útbúgv- ingar enn miðnámsútbúgv- ingar. Ein partur av hesum arb- eiðinum er at seta á stovn eina menningardeild, har Elsa Maria Olsen er sett sum deildarleiðari. –Tað eru nakrar formell- ar forðingar við ásenting- unum um, at tað er Fróð- skaparsetur Føroya, sum kann bjóða útbúgvingar av hesum slag. Vit vóna so at kunna samstarva við Fróð- skaparsetrið, sigur Elsa Maria Olsen. Føroya Handilsskúli og Robert Gordon University hava gjørt samstarvsavtalu, sum inniber, at átta av lær- arunum á Handilsskúlanum skulu á skeið hjá Robert Gordon, har m.a. fýra vikur verða í Aberdeen, har lær- ararnir kunnu fylgja undir- vísing á einum hægri stigi, enn tað, teir eru vanir við at undirvísa í. –Undirbúgvingarnar hjá lærarunum er eingin trupul- leiki, men teir skulu læra, hvussu teir skulu arbeiða við metodum, vegleiðing- um og øðrum á einum hægri stigi, sigur Elsa Mar- ia Olsen. Fjarlesararnir farnir um fyrsta skerið BP og Handilsskúlan: Tað er BP, sum fíggjar fjarlesturin sum part av førleikamenningini. Her verður sáttmálin undirskrivaður av Ragnari Magnussen, stjóri fyri Føroya Handilsskúla, og Hjarnar Djurhuus, stjóri fyri BP í Føroyum. Flokkurin við fjarlesarum á fyrsta skúladegnum í mars við skeiðleiðarum. C M Y K 7 6