hósdagur 19. desember 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 19. desember 2002
9
- Skulu vit hava nakað
fakligt umhvørvi á lands-
sjúkrahúsinum, so krevur
tað tryggleika og skipað
viðurskifti. Tí nyttar einki
hjá mær at sita og hótta við
hópuppsagnum og umfat-
andi
afturlatingum
av
deildum. Í staðin vóni eg at
fáa ein positivan dialog við
politikarnar, og eisni kundi
eg hugsað mær at brúkara-
kanningar vóru gjørdar av,
hvussu fólk eru nøgd við
landssjúkrahúsið, greiðir
Poul Geert Hansen frá.
Nýggi bygningurin
Á fíggjarlógini fyri næsta
ár eru 40 milliónir krónur
settar av til nýbyggingina á
l a n d s s j ú k r a h ú s i n u m .
Sjúkrahússtjórin vísir á, at
skal byggiætlanin haldast
verður neyðugt við 45-46
milliónum krónum, um-
framt at neyðugt er við
pengum til tilrættislegging-
ar, so sum mest fæst burtur-
úr bygninginum. Eisini
hevði Poul Geert Hansen
vónað, at pengar vóru settir
av til at keypa tól inn í
bygningin, men har verða
eingir pengar settir av fyrr
enn í fyrsta lagi 2004.
Poul Geert Hansen sigur,
at bygginevndin á lands-
sjúkrahúsinum arbeiðir við
at fáa eina verklagslóg, ið
skal tryggja at tólini kunnu
keypast og leverast tíðliga í
2004. Talan eru um tól fyri
tilsamans
44
milliónir
krónur. Sum er kunnu tólini
ikki
bíleggjast,
áðrenn
pengarnir eru játtaðir, og tí
kann tað draga út, skal
sjúkrahússtjórin bíða eftir
pengum á fíggjarlógini fyri
2004, ið ikki verður sam-
tykt fyrr enn um eitt ár.
Eisini verður tørvur á
umleið 10 milliónum krón-
um til umbyggingar, so
gamli og nýggi bygning-
urin kunnu knýtast saman.
- Politikararnir mugu
gera sær greitt, at umframt
pengar til vanliga raksturin
verður neyðugt við umleið
40 milliónum krónum um
árið komandi tíggju árini til
neyðugar umvælingarnar
og umbyggingar á lands-
sjúkrahúsinum, sigur Poul
Geert Hansen, sjúkrahús-
stjóri.
Eftir at 8,3 milliónir eru
skornar av játtanini til
Landssjúkrahúsið næsta ár,
er Poul Geert Hansen,
sjúkrahússtjóri, farin at
endurskoða síni tøl.
Mynd: Jens Kr. Vang
9
8
Nr. 244 - 19. desember 2002
- Vit noyðast at hava
ein dialog við
politikar um, hvat vit
vilja við føroyska
sjúkrahúsverkinum,
hvat kann skerjast
burtur og hvar støðið
annars skal leggjast.
Tað sigur Poul Geert
Hansen, stjóri á
landssjúkrahúsinum,
eftir at játtanin til
landssjúkrahúsið er
skerd við 8,3
milliónum krónum.
Hann kann staðfesta,
at sum er fara seks
milliónir at mangla
til lønir næsta ár
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Jón Brian Hvidtfeldt
Eftir at løgtingið hevur
samtykt uppskotið til fíggj-
arlóg fyri 2003, er sjúkra-
hússtjórin Poul Geert Han-
sen, farin at endurskoða
síni tøl fyri næsta ár. Hann
gjørdist heldur kløkkur, tá
hann í álitinum frá meirilut-
anum í fíggjarnevndini
kundi lesa, at upprunaliga
játtanin var skerd við 8,3
milliónum krónum. Sostatt
er játtanin til landssjúkra-
húsið 259,3 milliónir krón-
ur í 2003.
Nógv tann størsti partur-
in av játtanini til lands-
sjúkrahúsið eru lønir. Á
fíggjarlógini fyri 2002 vóru
settar av 197,7 milliónir til
lønir, men nú árið fer at
halla, mangla góðar 12
milliónir krónur í til lønir.
Stívliga helvtin kemst av
sáttmálabundnum
lønar-
hækkingum, meðan 6,5
milliónir eru mettar við
síðuna av. Hetta vísa turru
tølini, hóast landssjúkra-
húsið í heyst setti fleiri
sparitiltøk í verk fyri at
tálma meirnýtsluni. Sostatt
er veruliga lønarútreiðslan
á landssjúkrahúsinum 210
milliónir.
Eisini næsta ár hækka
sáttmálabundnu lønirnar,
umframt at landssjúkra-
húsið hevur fingið álagt at
gera eina góðskutrygging
av røntgentólum, umframt
at fýra skrivstovufólk skulu
flytast úr Trivnaðarmála-
ráðnum til landssjúkra-
húsið. Tilsamans er talan
um níggju milliónir, ið
skulu leggjast afturat lønar-
útreiðslunum, sum sostatt
vera góðar 219 milliónir
krónur í 2003.
Men umframt at smærri
játtanir til ymisk nýggj
tiltøk á landssjúkrahúsinum
eru skornar burtur, so kann
sjúkrahússtjórin staðfesta,
at 7,8 milliónir krónur eru
skorðnar av lønarkontoini.
Nakað verður vunnið inn-
aftur, orsakað av at útreiðsl-
urnar til ALS-gjaldið og
Trygdargrunnin
lækka,
men tá hetta er tikið við,
mangla framvegis seks
milliónir.
Gongdin hevur verið tann
sama í fleiri ár, hóast fleiri
ársverk ikki eru sett á
landssjúkrahúsinum í fleiri
ár. Í 1998 lupu 5,4 milliónir
av á lønarkontoini hjá
landssjúkrahúsinum, ið síð-
an kundu brúkast til onnur
endamál. Síðan er avlopið
bara minkað, og í fjør
manglaði ein millión í til
lønir á landssjúkrahúsinum.
Í ár er negativa gongdin
hildið áfram, og 6,5 milli-
ónir mangla á lønarjáttan-
ini, og harumframt koma
sáttmálabundnar
lønar-
hækkingar. Pengarnir skulu
útvegast á eykajáttanarlóg,
sum í løtuni liggur í løg-
tinginum.
Frágreiðingin til negativu
gongdina er at lønirnar eru
hækkaðar, meðan játtanin
ikki er økt samsvarandi.
Krevur endurskoðan
Poul Geert Hansen, sjúkra-
hússtjóri, hevur lítlan hug
at tosa um, hvussu umfat-
andi sparingarnar koma at
merkjast, ei heldur hvussu
nógvar uppsagnir skulu til
fyri at fáa tølini at hanga
saman. Men hann ger sam-
tíðis greitt at stórar stórar
broytingar skulu gerast á
landssjúkrahúsinum, skal
tað eydnast at halda játtan-
ina.
- Eg sakni ein yvir-
ordnaðan dialog við polit-
ikararnar um, hvat vit vilja
við føroyska sjúkrahús-
verkinum, hvørji tilboð um
viðgerð vit skulu bjóða, og
hvat vit ikki skulu bjóða.
Sjálvandi ber til at spara
pengarnar, men so mugu vit
samtíðis gera okkum greitt,
hvørt vit vilja skerja heilar
funktiónir burtur, um vit
kunnu liva við at seingjar-
talið á landssjúkrahúsinum
verður skert munandi, ella
hvørja tilbúgving vit skulu
hava, spyr Poul Geert
Hansen, og leggur afturat:
- Men samtíðis mugu vit
gera okkum greitt, at um
funktiónir ella konsulentar
verða skornar burtur, so er
vandi fyri at játtanin til ser-
viðgerð uttanlands hækkar.
Og skulu vit finna sparing-
arnar við at skerja seingjar-
talið, so mugu vit gera okk-
um greitt, at heilar seingjar-
deildir mugu latast aftur.
Harumframt er neyðugt við
einum
minstamarki
av
sjúkrarøktarfrøðingum og
starvsfólki annars til ar-
beiðis, fyri at ein deild
yvirhøvur
kann
virka.
Grundleggjandi spurning-
urin er aftur: hvat støði
skulu vit leggja okkum á,
samtíðis sum tað er lækna-
frøðiliga forsvarligt.
Poul Geert Hansen sigur,
at á landssjúkrahúsinum
verður í løtuni arbeitt við at
gera tilfar um, hvat allar
funktiónirnar
á
lands-
sjúkrahúsinum kosta. Til-
farið skal nýtast í einum
dialogi við politikarar.
- Eg veit, at tað er ein
trupul diskussión. Men tá
pengarnir ikki eru til staðar,
so mugu politikarar gera
sær greitt, hvat vit kunnu
liva við, og hvat borgararnir
kunnu liva við, hvørt tað so
eru færri tilboð ella longri
bíðitíðir, sigur Poul Geert
Hansen. Hann sigur, at
málið hevur skund, og tí fer
hann longu í januar mánað
at leggja tølini fyri politik-
ararnar. Hetta er neyðugt,
so broytingarnar á lands-
sjúkrahúsinum
kunnu
koma í gildi so tíðliga sum
gjørligt.
Sum longu nevnt vil
sjúkrahússtjórn ikki í smá-
lutir við, hvussu umfatandi
broytingarnar fara at vera.
Hann vísir á, at fíggjarligu
karmarnir á landssjúkra-
húsinum eru so trongir, at
ikki ber til at klípa burtur
av her og har, og tí eftirlýsir
hann eina politiska støðu-
takan til málið. Poul Geert
Hansen leggur afturat, at
neyðugt er at broytingar,
sparingar og umleggingar
verða gjørdar undir skipað-
um viðurskiftum.
Sjúkrahússtjórin saknar
politiskar ætlanir
Í ár verður neyðugt við 12 milliónum í eykajáttan til
landssjúkrahúsið, tí pengar eru ikki til lønir. Og longu nú er
greitt, at seks milliónir fara at mangla til lønir næsta ár, og tí
vil Poul Geert Hansen hava at vita, hvat politikararnir vilja
við landssjúkrahúsinum í framtíðini.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
8