hósdagur 19. desember 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 244 - 19. desember 2002
Nr. 244 - 19. desember 2002
11
Tann stóri toskurin er feitur
- Tað líkist ongum, at
kassar ikki skulu vera
til fiskin. Hetta ger, at
fiskurin ikki verður
skildur, og harvið
verður prísurin lægri,
sigur Sjúrður Joen-
sen, útróðrarmaður á
Skála
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Hjá einum tíðindamanni
við áhuga fyri fiskivinnuni,
kann tað saktans loysa seg
at vitja ein túr oman á
bryggjuna, tá ið bátar koma
aftur av útróðri og skip
liggja og landa. Ert tú
heppin, fært tú eina kenslu
av, hvat rørist ímillum út-
róðrarmenn, fiskimenn og
reiðarar beint nú. Onkur
landari, sum koyrir truck,
rópar kanska eisini á teg og
hevur eitthvørt at siga.
Torleif og Sjúrður
Soleiðis var týsdagin í vik-
uni, tá ið eg gekk framvið
við myndatólinum.
Á veg heim av blaðredak-
tiónini í Saltangará steðg-
aði eg fyrst við maskin-
verkstaðin,
Mekanik
í
Runavík, har eini trý skip
lógu fram við bryggju-
kantinum.
Eitt av hesum skipum, er
línuskipið, Pison úr Klaks-
vík.
Komin út á Toftir og om-
an á bryggjukantin framm-
anfyri
Fiskamarknaðin,
møtti eg reiðaranum á Pis-
on, Tórleifi Sigurðsson.
Hann spákaði sær fram við
nøkrum fiskakassum hjá
útróðrarmanninum, Sjúrða
Joensen av Skála, sum júst
var komin aftur av útróðri.
Torleif segði, at Mekanik
hevði Pison til árligt eftirlit,
og serliga er tað maskinan,
sum skal eftirhyggjast
Hann nevndi hýsuprísin,
sum var rættiliga lágur
hendan dagin - so lágur, at
Torleif tosaði um sonevnd-
ar minus prísir, sum stand-
ast av, at tann smáa hýsan
fer fyri nógv minni enn
minsta prísin, ið skipini
áseta.
Góður útróður
Vit høvdu eisini eitt lítið
prát við útróðrarmannin,
Sjúrð Joensen av Skála,
sum rør út við glastrevja-
bátinum, Falkinum.
Sjúrður hevur róð út
burtur av í hálvt annað ár,
men fyri ta tíð var hann sjó-
maður.
Einsamallur hevði hann
verið eystanfyri við línuni
og hevði gjørt ein góðan
dag - 4.000 pund av toski
og hýsu á 16 stampum!
Tað er óførur útróður.
Sjúrður fýltist á kassa-
trotið, sum er og segði, at
hetta gongur útyvir fiska-
prísin, tí ov lítið er av kass-
um at skilja fiskin uppí.
Eg vísti á, at Sosialurin
hevur skrivað um hendan
trupulleikan fyrr í ár. Tá
tosaðu vit bæði við Fiska-
marknaðin og við stjóran á
Kassamiðstøðini.
Fiskamarknaðurin ásann-
aði, at kassatrotið var ein
stórur trupulleiki - serliga í
vár, meðan stjórin á Kassa-
miðstøðini var meira trekur
at viðganga, at ov fáir kass-
ar eru í landinum. Hann
helt fyri, at tað er við kass-
unum sum við Smyrli.
- Skal Smyril altíð vera
nóg stórur, skal hann vera
ógvuliga stórur, sum hann
tók til.
Kassamiðstøðin keypir
fiskakørini úr Íslandi, og
fyrr í summar skiltist, at
tann stóra og umtalaða bí-
leggingin haðani var komin
í hús.
Men sambært Sjúrða er
framvegis okkurt, sum halt-
ar við hesi skipan; antin er
talið av kassum og kørum
og lítið - ella virkar skipan-
in ikki, sum hon skal.
Feitur toskur
Sjúrður Joensen letur ann-
ars væl av útróðrinum.
- Tað er nógvur fiskur at
fáa, tá ið roynandi er.
Týsdagin, tá ið Sosialurin
datt fram við, var slagið
umleið helvtarbýtt, toskur
og hýsa.
Sjúrður dróg nakrar stór-
ar toskar fram í kassanum,
meðan eg og Torleif hugdu
at.
- Tað skerst ikki burtur, at
tann stóri toskurin er bæði
feitur og góður, legði hann
dent á.
Sjúrður Joensen væntaði
annars, at prísirnir á hýsu
munnu fara at hækka seinni
í vikuni, tá ið meira hýsa
helst verður keypt til bein-
leiðis útflutnings.
Millum skipini, sum liggja við bryggjukantin frammanfyri maskinverkstaðin, Mekanik í
Runavík, er línuskipið Pison úr Klaksvík.
- Skipið er til árligt eftirlit, og tað er serliga maskinan, sum verður eftirhugd, sigur reiðarin.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sjúrður Joensen, útróðrar-
maður av Skála, gjørdi ein
góðan dag týsdagin. Hann
hevði heili 4.000 pund á 16
stampum!
- Tann stóri toskurin er bæði
feitur og góður, sigur hann.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Á bryggjuni frammanfyri Fiskamarknaðin á Toftum møttu vit eisini Torleifi Sigurðsson,
reiðara.
- Hýsuprísurin er ógvuliga lágur í løtuni, sigur hann.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Grindadráp
kosta arbeiðspláss
Grindadráp er ein
vaksandi trupulleiki
fyri føroyingar. Tað er
vorðið torførari at
selja føroyskar vørur
uttanlands, tí tær
verða útihýstar á
stóru marknaðunum.
Hetta kann kosta
nógv føroysk arbeiðs-
pláss við tíðini, sigur
Carl á Lag, stjóri í
stóru fyritøkuni SN
Global
GRINDABOÐ
Ingi Rasmussen
Hvussu nógv vilja vit offra
fyri at sleppa at drepa
grind?
Við hesum hárhvassa
spurningi verður stungið
hol í eitt eymt tabuevni hjá
føroyingum.
Tað er Carl á Lag, stjóri í
altjóða fiskafyritøkuni SN
Global, sum førir hval-
váknið.
Skulu vit tvíhalda um
okkara aldagamla grinda-
dráp, hóast tað fær avleið-
ingar fyri bæði fiskavirki,
arbeiðspláss og okkara
heilsu?
Carl á Lag saknar eitt
sakligt, fordómsfrítt og op-
ið orðaskifti í Føroyum um
grindadráp og tess avleið-
ingar fyri fiskafyritøkur og
harvið føroyingar.
Hann sigur ikki beinleið-
is, at vit eiga at gevast at
drepa grind, men hann
heldur, at føroyingar eiga at
gera sær greitt, at grinda-
dráp forðar okkum í at
virka á jøvnum føti við
onnur á stórum marknaðum
í Evropa.
Útihýsa føroyskt
Evropeiski
marknaðurin
hevur eftir øllum at døma
fingið nokk av føroyingum.
– Tað vísir seg, at vit als
ikki sleppa av við føroyskar
laksaportiónir í t.d. Týsk-
landi, tí brúkarin ikki vil
keypa føroyskt longur. Og
líkt er til, at hetta breiðir
seg til onnur fiskasløg eis-
ini. Hetta hevur onki við
tjóðskap at gera, men verð-
in rundan um okkum er
ímóti føroyskum grinda-
drápi. Hví skal brúkarin so
keypa føroyskt, tá hann fær
somu vørur úr eitt nú Nor-
egi og Kili? spyr Carl á
Lag.
Hetta er ikki hvør sum
helst fyritøka, sum kærir
sína neyð. Umsetningurin
hjá SN Global konsernini
er umleið 4.000 milliónir
krónur. Móðurfelagið held-
ur til í Japan, og tilsamans
starvast 3.000 fólk í fyri-
tøkuni. Evropeiska høvuðs-
sætið er í Føroyum, her
fyritøkan hevur verið síðstu
fimm árini. Føroyska felag-
ið hevur dótturfeløg í bæði
Fraklandi og Týsklandi, og
systirfeløg eru at finna
bæði í USA, Kili og Japan.
Miðvís ætlan
Tað er á størstu marknað-
unum hjá føroyingum í Ev-
ropa, at størstu trupulleik-
arnir eru.
Carl á Lag sigur, at ensk-
ar handilsketur hava ein
niðurfeldan politikk um
ikki at keypa føroyskar vør-
ur, og stóru týsku handils-
keturnar útihýsa somuleiðis
føroyskar vørur.
– Størsta týska handils-
ketan ALDI er dømi um ein
stóran avtakara av lidnum
fiskavørum, men hon krev-
ur, at tað mugu ikki vera
føroyskar vørur ímillum. Í
staðin noyðist man so at
selja t.d. norskar vørur til
ALDI, og tá er ongin trup-
ulleiki, sigur Carl á Lag.
Kostar arbeiðspláss
Lidnar føroyskar laksavør-
ur verða sostatt útihýstar
frá teimum stóru marknað-
unum. Og avleiðingin av
grindadrápinum er ræð-
andi, sambært Carl á Lag.
– Føroyingar noyðast at
selja sín laks sum rávøru til
eitt nú Danmark og Frak-
land, ið so virka vøruna
lidna. Hetta er ein stórur
trupulleiki, sum ger, at vit
ikki koma víðari við at
menna laksavirkini í Føroy-
um, sigur hann.
Sambært Carl á Lag
dragast fleiri føroysk virki
longu nú við avleiðingarnar
av, at vit tvíhalda um
grindadrap
í
Føroyum.
Okkurt er longu við at
stongja partvíst av hesum
ávum, og onnur arbeiðs-
pláss rúka helst í kjalar-
vørrinum.
–Vit eru noydd til at gera
okkum greitt, hvat grinda-
dráp kostar okkum, og síð-
an mugu vit taka eitt neyð-
ugt kjak um avleiðingarnar.
Er grindadráp so nógv vert
fyri okkum, at vit missa
arbeiðspláss, vælferð og
fáa verri heilsu? spyr Carl á
Lag.
Vit senda spurningin víð-
ari til teir føroyingar, sum
enn eta grind.
Carl á Lag, stjóri í altjóða fiskafyritøkuni SN Global, saknar eitt opið kjak um, hvørt føroyingar vilja gjalda prísin fyri at drepa
grind
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
11
10
www.sosialurin.fo