hósdagur 19. desember 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 244 - 19. desember 2002
Nr. 244 - 19. desember 2002
13
Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin
og Sjálvstýrisflokkurin halda fram at senda Føroya
fólki fleiri ódámligar og asosialar jólapakkar:
- Færri pengar í samband við barsilsorlov!
- Endurgjaldið fyri barnapening skal burtur!
- Mjólkin skal gerast dýrari!
- Minstualøn fiskimanna skal skerjast!
- Dagpeningaskipanin skal ikki gjalda fyrsta
sjúkradagin!
- Játtanin til fólkapensjón skal lækkast!
Harafturat sendir Miðflokkurin – flokkurin við
trivnaðar- og familjumálum ovast á breddanum –
aftur í ár sinisveik heim av Deild 1. Ikki bara á
jólum. Nei, í 17 dagar, hóast jólahøgtíðin er tann
tyngsta fyri tey sinnisveiku!
Orðaskiftið á tingi týsdagin avdúkaði einaferð
afturat, at tann sosiala tilvitanin hjá samgonguni er
á einum ógvuliga lágum stigi. Ikki ein samgongu-
limur – heldur ikki tjóðveldiskvinnurnar – setti eina
atfinningarsama viðmerking til uppskotið hjá
Bjarna Djurholm og Vinnumálaráðnum at broyta
barnsburðarskipanina.
Skipanin skal broytast, hóast hon bara hevur virkað
í eitt ár, tí summar kvinnur fáa meira útgoldið í
barnsburðartíðini, enn tær vanliga forvinna. Orsøkin
er, at eitt seks mánaðarskeið verður brúkt sum
útrokningargrundarlag. Tað merkir, at hevur ein
kvinna t.d. fingið frítíðarløn og kanska nógva
yvirtíð útgoldið í einum tíðarskeiðið, so ávirkar tað
útgjaldið í barnsburðarfarloyvistíðini uppeftir, og
tað má ikki henda!
Men broytingin fær serliga avleiðingar fyri tey
tímaløntu. Í orðaskiftinum nevndi tingmaðurin
Marius Dam, sum sjálvandi veit tað frá læknastarvi
sínum, at flakakvinnur hava ofta sjúkradagar, meðan
tær eru við barn. Hetta hevur ta avleiðing, at tær
tíðarskeiðinum, sum liggur til grund fyri útrokn-
ingunum, hava eina lægri inntøku enn vannligt. Og
tað merkir, at tey fáa minni í barnsburðartíðini, tá
tey annars hava brúk fyri hvørjum oyra. V.ø.o.
merkir eisini hetta uppskotið hjá borgarliga
yvirtøkulandsstýrinum, at tað “vendir tann tunga
endan niðureftir”.
Tað er lítil uggi í viðmerkingunum til uppskotið at
leggja dent á, at barnsburðarfarloyvi skal leingjast
upp í 52 vikur – tó uttan peningaligt endurgjald – tá
útgjaldið verður minni hjá teimum tímaløntu
barnakvinnunum, sum frammanundan forvinna
minst, og sum hava mest brúk fyri einum sømiligum
útgjaldi. Men hvat, tjóðveldiskvinnurnar forvinna jú
meiri enn 30.000 kr. um mánaðin, so hví skulu
“bekymra” seg um henda spurningin? Aftur eitt
dømi um ein asosialan jólapakka frá landsstýrinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fleiri ódámligir jólapakkar
frá samgonguni
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Heri Mohr
…er mest sum ein býur
eysturi í Sibiria, tá ið talan
er um sparing av skatta-
pening í pinkulingaríkinum
einastaðni í Norðuratlants-
havinum á 62. breiddar-
stigi.
Her verður hugsað um
orðaskiftið, sum nú fer
fram á okkara høga løg-
tingi, um løgtingsfíggjar-
lógina 2003. Vit hava í 5 ár
upplivað eitt støðugt vaks-
andi bureaukrati, ið, sum
ein sníkur av versta slag,
sígur pening og lívsmegi úr
teimum, sum í ríkinum
balast. Í hesum nevnda
tíðarskeiði er umleið ein
milliard til tað almenna
løgd omaná byrðu á fólk-
sins krøkta rygg og smokk-
aðar heðrar. Men at brúka
pening, sum lógfest er
ætlaður ávís øki í samfelag-
num, til onnur endamál,
tykist ikki at volda sam-
vitskubit hjá teimum, sum
fyri borgum ráða: Av tí
sum eftir er av blokkinum
úr ríkiskassanum, ætlar
gevarin t.v.s. staturin, at
117 milliónir sambært lóg
skulu brúkast til serforsorg,
men hóast hetta, so ætlar
landsstýrismaðurin
við
fíggjarmálum, at einans
108 milliónir skulu brúkast
til tað ætlaða endamálið,
meðan meirilutin í fíggj-
arnevndini er av teirri á
skoðan, at tað er alt ov
nógv, og vil tessvegna
lækka
upphæddina
hjá
landsstýrismanninum við
3.6 milliónum, og soleiðis
kunnu 13.6 milliónur av
teimu 117 milliónunum,
sum
ríkiskassin
hevur
játtað til serforsorgina í
Føroyum, brúkast til okkurt
annað, hvat tað so kann
vera?
Ella: Av tí sum eftir er av
blokkinum úr ríkiskass-
anum, ætlar gevarin, t.v.s.
staturin, at 283.6 milliónir
skulu brúkast til heilsu-
verkið, og av hesi upphædd
eru umleið 223 milliónir
ætlaðar okkara trimum
sjúkrahúsum
psyki-
atriskadeild viðroknað. Í
uppskotinum
til
løg-
tingsfíggjarlóg 2003 ætlar
landsstýris-maðurin
við
fíggjarmálum, at 358.1
milliónir skulu brúkast til
sjúkrahúsini, meðan meiri-
lutin í fíggjarnevndini er av
teirri áskoðan, at 347.2
milliónir er nóg mikið. Av
hesi upphædd rindar ríkis-
kassin sum sagt umleið
223 milliónir og lands-
kassin
so statt munin,
nevniliga umleið 124 milli-
ónir ella 99 milliónir minni
enn tað, ið ríkiskassin letur
til
sama
málsøkið.
Blokkstuðulin
til
sjúkrahúsverkið hevur støði
í býtinum: sjúkrahúsini
50% landið og 50% stat-
urin, meðan psyki-atriska-
deild
(statssjúkrahúsið)
verður goldið 100% av stat-
inum.
Í uppskotinum til løg-
tingsfíggjarlóg 2003 hevur
landsstýrismaðurin
við
fíggjarmálum mælt til, at
fíggjar-, fiski-, vinnu-,
menta-, olju-, familju- og
heilsu.-,
almanna-
og
løgmálaráðið fáa 97 milli-
ónir at ráða yvir, meðan
meirilutin í fíggjarnevndini
er samd um, at her má
sparast við ikki minni enn 1
millión, ella við einum
prosenti ! Í fjørð játtaði
løgtingið 86.6 milliónir til
somu ráð (sum tá høvdu
heitið stýri) men nú skal
løgtingið ætlandi játtað
ráðunum (stýrunum) 11%
meira enn í fjør.
Í meira enn ein hálva øld
hevur løgtingið játtað pen-
ing til Mentanargrunnin,
sum varð stovnaður við
løgtingslóg seinast broytt í
mai 2000. Ein politisk vald
nevnd við einum skrivara
og einum kassameistara
hava øll hesu mongu ár um-
sitið inntøkur og útreiðslur
grunnsins. (Undirritaði var
kassameistari í 25 ár og
fekk fyri hetta lítið krevj-
andi arbeiði, minnist eg
rætt, 6.000 krónur um árið,
og grunnurin kravdi valla
meira enn einar 2o túsund
til tað árligu umsitingina).
Nú síggja vit, at meirilutin í
fíggjarnevndini vil játta
eina kvart millión til um-
siting av Mentanargrunn-
inum, ella ein hækking
uppá 1000% (túsund pro-
sent). Tað er kanska skeivt
at tosa um hækking, tí til
dagin í dag hevur løgtingið
ongantíð játtað pening til
umsiting
av
umrødda
grunni, sum hevur meira
enn 50 ár á baki.
O gev okkum í dag okk-
ara dagliga breyð, frelsu og
sjálvberandi olju , og leingi
livi serføroyskur stórlætis-
ørskapur og ikki minni:
leingi livi ný- og serfør-
oyska
bureaukratmentan
dynjar í hvørjum skýma-
króki.
Gávi satt at orð Grundt-
vigs: »På det jævne, pð det
jævne, ikke i det him-
melblå« aftur fingu ljóð í
Føroyum, og at vit ongantíð
fara at gloyma at ynskja
hvør øðrum gleðilig jólø
Bóndafelag Føroya
Bjørn Patursson, formaður
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður sigur, at vinn-
an væl kann bera avgjalds-
hækkingar og niðurskurðir
í fíggjarlógini, eftir at njóta
gott av lágum partafelags-
skatti. Her er tað bara so, at
stórsti parturin av vinnuliga
landbúnaðinum ikki fær
hendan ágóðan av tí at
festibóndir eru avskornir
frá at reka garðin í parta-
felagi, so livandi galið er
tað.
Um at spara
Viðmerking til Karten Hansen,
landsstýrismann
Bjørn Patursson
Bóndafelag Føroya
Vegna Bóndafelag Føroya mótmæli eg harliga, at
fíggjarnevndin hevur skori niður uppá stuðulin til
landbúnaðin á fíggjarlógini, frá 14,1 mill. til 12,1 mill, ella
14%.
Til tess, at grundgeva fyri frammanfyri standandi
mótmæli dagfest 15/12-2002, vil eg framleggja soljóðandi
viðmerkingar:
Stórur ágangur er á landbúnaðarstuðulin. Serstakliga
síðani myndugleikarnir aftaná kreppuna hava arbeitt við at
loysa høvuðsvinnu okkara fiskivinnuna burtur úr
stuðulshaftinum. Nú verður so skorið yvir ein kamb og
sagt verður, at øll vinna skal verða stuðulsfrí. Fyri
landbúnaðin verður hetta nú gjørt í óðum verki, tí sum
sagt verður av fíggjarnevndini, vit mugu hava ráð til
fullveldið, og annars skylda fíggjarnevndarlimir uppá
hvønn annan uttan at hava nøkur tíðandi argument, mál
ella mið.
Men fíggjarnevndin gloymur at landbúnaðurin hevur
ikki somu kor sum eitt nú fiskivinnan. Hetta er veruliga at
hála teppi undan í óðum verki. Krøvini eru, at
landbúnaðurin skal kappast upp í móti kappingarneytum
sum longu í útgangstøði eru nógv betri fyri enn vit. Fyri
tað fyrsta vegna náttúrubornar umstøður, men so sanniliga
eisini nógv betri fyri hvat stuðuli viðvíkur, -bæði
fíggjarliga, sosialt og verjuliga. Íslendskir politikarar tora
at standa fram og verja seg og síni áðrenn innflutt verður
frá øðrum og ES múrarnar kenna øll, teir avgera sjálvir
hvør sleppur inn og út. Eingin ryggur er í okkara
politikarum, sum heldur ofra landbúnaðin fyri atgongd til
ES-marknaðin, fyri síðani at lata hann bløða spakuliga í tí
skuffuni har einki hendur...
Beinleiðis stuðulin til landbúnaðin er brúkarastuðul sum
verður goldin til tess at halda prísin á matvørum til
brúkaran niðri. Sagt verður mangan at landbúnaðarvørur í
Føroyum eru dýrar, men samanlíkna vit føroyska
landbúnaðarstuðulin (brúkarastuðulin) við stuðulin í
grannalondum okkara skuldu tær 12,1 mill. verið:
- Samanlíkna við Noreg
kr
145 mill.
- Samanlíkna við Ísland
kr.
166 mill.
- Samanlíkna við Danmark
kr.
96 mill.
ES-umsøkjaralondini eru ovurfegin um tey fáa 50% av
stuðlinum sum danski bóndin fær og tað skilji eg væl..
Ikki tí eg eri samdur í, at framleiðslustuðul er ósunnur
og ikki nakað at dúva uppá. Best er um allar vinnur kunnu
virka eftir frælsu marknaðarkreftunum, um tað er eingin
ivi.
Men áðrenn eg vil loyva mær at leggja nøkur argument
fram um hví eg metið at stuðulin til landbúnaðin ikki skal
skerast nú vil eg undirstrika, at hesin umtalaði stuðulin
uppá 14,1 (skorin niður til 12,1) allur sum hann er er
brúkarastuðul, t.v.s. til tess at halda prísinum til brúkaran
niðri. Hetta vil so aftur siga at verður stuðulin skorin fer
prísurin á búnaðarvørum t.d. mjólk sum fær ca. 75% av
stuðlinum, upp smsvarandi.
Og tó, so leingi sum tað almenna eigur landsjørðina
haldi eg als ikki at festibóndur skulu hava ringa samvitsku
at móttaka stuðul, tí soleiðis sum skipanin er, er hetta ikki
at meta meir enn ein lítil kompensatión fyri tað arbeiðið
teir leggja í ogn hins almenna.
Men har er tó langt eftir á mál fyri landbúnaðin. Vit
kunnu ikki samanbera landbúnaðin við fiskivinnuna.
Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna og kappast ímótið
øðrum fiskivinnutjóðum á líkaføti. Vit hava entá vunnið
kappingina og liggja á odda. Fyri at náa hesum máli hava
vit síðan landið broyttist frá at verða eitt bóndasamfelag til
eitt fiskivinnusamfelag ført ein miðvísan fiskivinnu-
politik, ikki bara her á landi, men syrgt fyri at okkara
fiskavirkir hava kunna selt sínar vørur á altjóða markn-
aðunum á líkaføtið við aðrar. Hetta hevur meir enn
einaferð kosta landbúnaðinum, men ikki kann sigast at
okkara politikarar á sama hátt hava gjørt stórvegis fyri at
skapa góðar og tryggar karmar um landbúnaðin, heldur
tvørtur ímótið so følist lógin um landsjørð meir og meir
sum eitt kvørkratak fyri festibóndur sum mugu arbeiða
undir hesi órgreiðu og niðurgerðandi skipan.
Undir kreppuni fór mong fyritøka undir hamaran.
Flakavirkir lótu aftur, skip vóru seld og fólk fluttu av
landinum. Landskassin misti nógvan pening fyri teimum
veðhaldum politikarar okkara høvdu sett okkum fyri. Vit
kallaðu hetta fyri sanering og mong vóru sum komu undir
hetta heitið sanering. Tað eru familiur sum tann dag í dag
sita hart í tí av hesum orsøkum.
Búnaðarvinnan er ein vinna sum brúkar langa tíð at
umskipa seg og hevur tí kanska ikki verið útsett fyri so
ógvusligum rembingum sum eitt nú fiskivinnan og
alivinnan. Men serliga er tað festiskipanin sum hevur
forða fyri at landbúnaðurin ikki hevur verið ígjøgnum
hesa somu proses. Festibóndur eru at samanlíkna við
embætismenn, tó við tí muni, at vit hava onga fasta løn,
eftirløn ella sjúkratrygd. Hartil eru ognaðarviðurskiftini
so at vit í flestu førum heldur einki eiga í fyritøkuni vit
byggja upp tíðans heldur húsunum vit búgva í. Í sinasta
lagi tá bóndin fyllur 70 er føðingardagsgávan út á gøtuna.
Av tí at tað er sami juridiski persónur sum eigur og fíggjar
eru allar marknaðarkreftirnar settar úr gildið og bóndin
húskallur á egnum garði.
Hyggja vit eftir londunum uttanum okkum sæst, at
allastaðni verður stuðul veittur til búnaðarframleiðslu.
Hetta er tí at londini hava sett sær sum mál at framleiða so
nógv av matvørum sum tilber í egnum landi. At framleiða
matvørur úr jørðini er ikki sum onnur vinna har tú gert
íløgur í framleiðslutól ella keypur skip og ferð út at fiska.
Krøvini eru ómetaliga stór. Vit skulu standa inni fyri
framleiðsluni frá sáði/giting til heysting/slaktið er á
borðinum og peningurin brúkarin vil rinda fyri mat gerst
minni og minni av inntøkuni.
Somuleiðis seta politikararnir krøv um at bóndur skulu
varðveita eitt ávíst bústaðarmynstur, siðsøgu og røkja land
og umhvørvið úr fjøru til fjals. Alt hetta hevur í gjøgnum
øldir skapt virðir sum skjót eru at bróta niður um vit í
óðum verki sláa skorðurnar undan. Áður enn pilka verður
við skorðurnar má ein politikkur leggjast, mál setast og
spurningar svarast. Hvørji mál seta vit okkum, hvat
viðføra hesi mál og vilja vit gjalda kostnaðin av at røkka
hesum málum.
Tá landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum legði
uppskot um skuldasanering fyri tingið var sagt at løgtingið
einki vildi gera við landbúnaðin fyrenn ein framtíðarætlan
fyri landbúnaðin var løgd fyri tingið soleiðis at tinglimir
greitt sýggja hvat ætlanin er fyri framtíðina. Men tá hetta
var gjørt kundi táverðandi samgonga ikki taka undir við
ætlanini, og nú tekur løgtingsins fíggjarnevnd í óðum
verkum og sker niður uppá stuðulin uttan mál ella mið og
ímótið ráðgeving frá landsstýrismanninum. Halda
politikararnir at tað er alneyðugt at skera tann, í mun til
grannar okkara lítla stuðulin landbúnaðurin fær niður, er
neyðugt áðrenn hetta verður gjørt at fáa støðuna hjá hesi
niðurpíndu vinnu til viðgerðar. Tá tað er frá hondini kunnu
vit taka stuðulskipanirnar upp til viðgerðar..
Ein annar máti at samanlíkna okkum við grannar sær
soleiðis út:
Land:
Stuðul pr.
íbúgva Kr:
–––––––––––––––––––––––––––
Noreg
3.020
Ísland
3.460
Danmark
2.000
Føroyar
260
Viðv: beinleiðis landbúnaðarstuðul í Noregi og Íslandi
og Danmark.
Noreg: Í statsbudgettinum fyri 2000 verður goldið í
beinleiðis stuðuli kr. 12.978.343.000 Nkr. Tað búgva áleið
4.300.000 fólk í Noregi so tað verður Nkr. 3.018 pr.
íbúgva. Sambært keldum í Noregi er budgetti fyri 2002 =
12.170.289.000 Nkr.
Legg til merkis at hetta bert er beinleiðis stuðul tvs. at
samanlíkna við tær kr. 14,1 (nú 12,1) ella so hjá okkum
ella tað sum stendur beinleiðis til vinnuna!!!
Ísland: Frá keldum í Íslandi havi eg fingið upplýst at
beinleiðis stuðulin til íslendska landbúnaðin er ísl. Kr. 9
milliardir (harav mjólk 4 milliardir). So vítt eg kenni til
Íslandi búgva tað eini 260.000 íslendingar í Íslandi so tað
gevur ca fkr. 3460 pr. íbúgva. Ísland hevur hartil inn-
flutningstoll sum verður mettur sum landbúnaðarstuðul,
teir liggja á 5 plássi á hesum øki beint aftaná: nr.1 Noreg,
nr. 2 Sveits, nr. 3 Suðurkorea, Nr. 4 Japan, Nr. 5 Ísland.
Danmark er kr. 2.000, men tað er nokk ikki heilt up to
date (frá ár 1999).
VIÐMERKINGAR
Jógvan Arge
býráðslimur fyri
Tjóðveldisflokkin
Tað er tekin um, at menn-
ingin innan ferðaskipa-
ferðsluna ikki er tikin í nóg
stórum álvara, at embætis-
menn og politikarar í Tórs-
havnar Býráð eru farnir at
tosa um at sprongja burtur
av Skansanum og sjálvum
Tinganesi.
Hesar ætlanir koma und-
an kavi, tí at tvey stór
ferðamannaskip skula hava
regluliga sigling upp á
Havnina. Tosið um at
sprongja sær pláss til skip
og bilar bendir á, at fóturin
verður ov stórur til skógvin.
Mær líkar ikki, at meiri
dynamitt verður brúkt til at
sprongja burtur av Skans-
anum, og mær líkar als
ikki, at menn fara at nálgast
upp at sjálvum Tinganesi
við dynamitti og perlum.
Skansin og Tinganes eru
givnar fortreytir í Tórs-
havnar Havn, og tað eiga
bæði teknikarar og politik-
arar at virða. Í mínum
hjarta eru tey bæði at meta
sum halgidómar fyri býin.
Málið um, hvussu um-
støðurnar verða, nú ein stór
"Norrøna" metsum dagliga
og ein stórur "Smyril" fleiri
ferðir dagliga skula inn í
Tórshavnar Havn, hevur
ikki fingið ta viðgerð, sum
eitt so stórt álvarsmál eigur
at fáa í einum býráð.
Fyri mær at vísa seg
hevur havnarnevndin mest-
sum ligið omaná hesum
málinum. Onkur slintra er
stundum tveitt fyri teknisku
nevnd og onkur onnur fyri
byggi- og býarskipanar-
nevndina, men ongantíð
hevur borið býráðnum sum
heild til at fingið eitt saml-
að tilmæli og enn minni
eina samlaða frágreiðing.
Skal ikki siga, at ikki
onkur alibifundur er hildin
til tess at halda ringasta á-
ganginum frá hurðini, men
tað hevur ikki verið í kom-
pententum organum.
Vit hava frætt, at menn
hava verið til siglingar-
royndir í einum model-
brunni í Keypmannahavn
og til ferðslusimulering í
Hørsholm. Slíkar royndir
geva góð og vánalig úrslit
alt eftir, hvat tú fóðrar tólini
við.
Vit hava skilt, at tær
royndir, sum hava verið
gjørdar at byggja saman við
Smyril Line, Strandferðsl-
uni og landinum, eru allar
dotnar fyri bakka.
Og vit eru í hesum døg-
um vitni til, at myndugleik-
ar og stovnar hvør eftir ann-
an standa fram og siga, at
hetta er ikki nóg gott, sum
gjørt verður í Tórshavnar
Havn, nú so stórar ferjur
skula sigla upp á Havnina.
Undir slíkum umstøðum
er tað ikki meir enn rímu-
ligt, at býráðslimir, sum
kenna seg ótryggar við
ætlanirnar, gera vart við seg
og vilja hava eina djúp-
tøkna frágreiðing og við-
gerð í sjálvum býráðnum.
Vit skula vónandi fram-
vegis liva og virka væl í
Havn - eisini eftir at tey
stóru skipini eru komin.
Og vit noyðast at leggja
nógv meiri dent á plan-
legging av havnarbygging
aðrastaðni í kommununi,
enn júst inni í tronganum
kring vágirnar í Havn.
Kaldbaksfjørður
og
Kollafjørður eru væl ikki
bara til pynt.
Tit røra hvørki Skansan ella Tinganes
Bóndafelag Føroya mótmælir skerjing á fíggjarlógini
C
M
Y
K
13
12