hósdagur 19. desember 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 244 - 19. desember 2002
Nr. 244 - 19. desember 2002
15
Fingið frágreiðingina
Norska stjórnin fekk í gjár eitt eintak av vápnafrá-
greiðingini, sum Irak herfyri lat ST.
Frágreiðingin, sum norðmenn hava fingið, er
kortini bara 5000 síður. Tað merkir, at amerikanarar,
russar, kinesarar, bretar, fransmenn og vápnaeftir-
litsmenninir hjá St hava tikið einar 7.000 síður
burtur, áðrenn teir hava latið norðmenn síggja frá-
greiðingina.
Noreg er limur í ST-trygdarráðnum, og norska
stjórnin hevur fyrr kravt at sleppa at síggja alla frá-
greiðingina, men amerikanarar siga, at í frágreið-
ingini er ymiskt, sum onnur lond ikki eiga at fáa
atgongd til.
Roknað verður við, at ST og altjóða kjarn-
orkustovnurin IAEA fara at koma við fyribilsmeting
av iraksku frágreiðingini í dag.
Bretar fyrireika seg
til kríggj
Bretska verjumálaráðið boðaði fyrradagin frá, at
stjórnin hevur tikið ta endaligu avgerðina um at flyta
herútgerð og hermenn til Persaflógvan, og at
myndugleikarnir eru farnir undir at leiga skip til
flutningin.
Í einari kunngerð frá verjumálaráðnum varð sagt,
at talan er um fyrireikingar, og at eingin avgerð um
álop er tikin enn. Tað er heldur ikki avgjørt, hvussu
nógvir bretskir hermenn skulu sendast til leiðina við
Persaflógvan, stóð í kunngerðini. Kortini varð sagt,
at tað er umráðandi at hava eina sterka herdeild tøka
í økinum.
Formaðurin í verjunevndini hjá parlamentinum,
Bruce George, sigur, at tað er neyðugt at fyrireika
seg væl, skuldi kríggj brostið á við Irak, og allar
fyrireikingarnar eru minni enn so lidnar enn, sigur
hann.
Muturgøla hóttir Sharon
Ísraelski forsætisráðharrin lovaði í gjár at rudda í
Likud-samgonguni eftir eina muturgølu, sum kann
hótta starv hansara sum formaður í samgonguni, og
sum eisini kann forða fyri, at hann verður for-
sætisráðharravalevni, tá ísraelsmenn skulu á
tjóðartingsval í næsta mánað.
Málið byrjaði seinasta leygardag, tá ríkisákærin
gav løgregluni boð um at kanna skuldsetingar um, at
limir í aðalstjórnini í Likud kravdu pengar frá val-
evnunum aftur fyri at styðja tey, tá formansval var í
flokkinum herfyri.
Sharon sigur, at verður nakar limur í aðalstjórnini
funnin sekur, skal hann úr flokkinum alt fyri eitt. Øll
neyðug stig verða tikin, sigur Likud-formaðurin.
Tindasvín oyða fuglin
Skotsku myndugleikarnir hava nú gjørt av at drepa
5.000 tindasvín á oynni Uist í teimum ytru
Hebridunum.
Í 1974 varð avgjørt at flyta tindasvín út í oynna
fyri at steðga teimum nógvu sniglunum, sum vóru
farnir at gera um seg. Tað vísti seg tó skjótt, at
tindasvínini nørdust ógvuliga skjótt. Nógvur fuglur
heldur til á Uist, og tá eggini tykjast vera góð føði
hjá tindasvínunum, hava myndugleikarnir gjørt av at
avmarka talið á tindasvínunum fyri at bjarga
fuglinum.
Enn er tiltakið ikki sett í verk, tí ein
djóraverndarfelagsskapur hevur boðið sær til at
fanga tindasvínini og at flyta tey inn á meginlandið,
men vísindafólk eru ímóti hesum, tí tey siga, at tað
er djórapínsla at flyta tindasvínini inn á skotska
meginlandið.
UTTAN ÚR HEIMI
Meiri enn 100.000
sviar eru vorðnir
skrásettir og hava
verið undir eftirliti
orsakað av politiskari
sannføring
SVØRÍKI
Árni Joensen
Hetta stendur at lesa í einari
frágreiðing, sum varð al-
mannakunngjørd í Stock-
holm fyrradagin.
Nevndin,
sum
hevur
skrivað
frágreiðingina,
finst hvassliga at skráset-
ingini. Sagt verður eisini, at
í nógvum førum hevur
skrásetingin eisini verið
tilvildarlig og uttan stór-
vegis kanningar.
- Talið á skrásettum er
nógv størri enn fyrr hildið,
og bæði løgreglan, dóm-
stólar, almennir ákærar og
løgfrøðiligir serfrøðingar
hava gjørt seg inn á tað
persónliga
frælsið
hjá
nógvum, sum hava verið
politiskt virkin á svenska
vinstravonginum, stendur
at lesa í teirri 3000 síður
stóru frágreiðingini.
Í sínum kanningum hev-
ur nevndin kanna virk-
semið og skjøl hjá bæði
sivilum og hernaðarligum
fregnartænastum. Haraftur-
at hevur hon avhoyrt næst-
an 400 fólk, sum hava givið
frágreiðing undir revsi-
ábyrgd.
Amerikanska verjan
hevur nú fingið boð
um at fara undir ta
nógv umrøddu
rakettverjuskipanina.
Fyrsti partur skal
standa klárur um tvey
ár
RAKETTVERJUSKIPAN
Árni Joensen
Í seinasta lagi í 2004 skulu
tær fyrstu tíggju verju-
rakettirnar standa klárar við
Fort Greely-herstøðina í
Alaska, og innan 2006
skulu tíggju rakettir av
sama slagi setast upp har.
Við hesarð avgerðini
heldur George W. Bush,
forseti eitt tað týdningar-
mesta av sínum vallyftum,
og boðskapur hansara í dag
er tann sami sum undan
valinum fyri tveimum árum
síðani.
- Tað frøir meg, at vit nú
taka eitt týdningarmikið
stig til at forða hóttanum
ímóti okkum. Rakettverju-
skipanin skal verja USA,
okkara sameindu og okkara
vinir, segði Bush, tá hann
kunngjørdi avgerðina.
Sjálvur sigur forsetin, at í
fyrsta umfari er talan um
eitt lítið stig á leiðini, men
at tað kortini fær stóra
ávirkan á landsins verju.
Síðani er ætlanin at halda
fram við atliti til ta tøkni-
ligu menningina og viður-
skiftini í heiminum annars,
sigur hann.
Undir valstríðnum upp
undir forsetavalið lovaði
Bush, at hann ætlaði sær at
halda fram við tí arbeiði,
sum varð sett í verk, tá
Ronald Reagan var forseti.
Tað var í 1983, at Reagan
kom við teirri sokallaðu
stjørnukrígsætlanini, sum
tó ongantíð kom longur enn
á borðið.
Fyri einum hálvum ári
síðani gjørdi USA av at
ógilda ta 30 ára gomlu
ABM-avtaluna við Sovjet-
samveldið, tí hon forðaði
USA og Russlandi at gera
rakettverjuskipanir. Tals-
menn hjá stjórnini í Wash-
ington hava seinni sagt, at
so skjótt avtalan var upp-
søgd, fekk herurin boð um
at fara undir neyðugar
fyrireikingar á Fort Greely-
herstøðini í Alaska.
Russland og Kina hava
funnist at teirri ætlaðu ra-
kettverjuskipanini. Sjálvur
hevur Bush sagt, at tað eru
ikki russar og kinesarar,
sum hótta USA, men held-
ur lond sum Norðurkorea,
Iran og Irak. Harafturat
kemur vandin fyri álopum
frá yvirgangsfelagsskapum.
Amerikanska verjan hev-
ur higartil gjørt átta royndir
við skipanini. Tann sein-
asta, sum var fyri einari
viku síðani, miseydnaðist,
men sagt verður, at tríggjar
av teimum átta royndunum
gingu eftir ætlan.
- Royndirnar hava víst, at
tað gongur tann rætta veg-
in, sigur Paul Wolfowitz,
varaverjumálaráðharri.
Saman við Bush og Donald
Rumsfeld, verjumálaráð-
harra er hann heitur tals-
maður fyri rakettverjuskip-
anini.
Vinstrasinnaðir sviar skrásettir
og undir eftirliti
Bush fer nú at byggja
rakettverjuskipan
George W. Bush, forseti heldur nú vallyfti sítt um eina rakettverjuskipan, sum skal verja USA,
tess sameindu og tess vinir ímóti álopum úr londum sum Norðurkorea, Irak og Iran
Mynd: Reuters
Leygardagin verður
síðsta skotið í
Gásadalstunlinum
latið av, og sostatt
verður koyrandi til
bygdina
SÍÐSTA SKOT
Heri á Rógvi
Leygarmorgunin kl. 11
trýstir gamli postmaðurin í
Gásadali, Solberg Henrik-
sen, á knøttin, sum sprongir
ígjøgnum í tunlinum til
Gásadals.
Harvið verður koyrandi
til síðstu bygdina á Vág-
oynni.
Hetta upplýsir Óli Peter-
sen frá Landsverkfrøðing-
inum fyri Sosialinum.
Fólk í Gásadali kunnu nú
– eftir at tey skuldu upp
um fjalli til gongu í nógv ár
– koyra úr bygdini, og við
undirsjóvartunlinum kunnu
fólkini koyra allan vegin
inn í Eysturoynna.
Arbeitt hevur verið við at
gera tunnilin í tvey ár, men
ynski er nógv eldri enn so.
Landsverkfrøðingurin
skipar fyri hátíðarhaldi í
sambandi við síðsta skotið
leygardagin.
Smyrjibreyð verður at fáa
í høllini, sum Landsverk-
frøðingurin hevur nýtt til
arbeiðið.
Ein bilur við Solberg
Henriksen og Landsverk-
frøðinginum,
Oyvindi
Brimnes, fer at koyra úr
Gásadali gjøgnum tunnilin
fyrsta túrin. Við tunnils-
munnan Bíggjar megin tek-
ur Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, ímóti, og fer
hann har at halda røðu.
Onnur fólk sleppa eisini
royna at koyra gjøgnum
tunnilin, upplýsir Òli Peter-
sen.
Hóast tað nú er opið
ígjøgnum, so er arbeiðið
langt frá liðugt við Gása-
dalstunlinum.
3 milliónir eru játtaðar til
arbeiðið komandi ár, og
fara hesir pengarnir til at
styrkja loftið í tunlinum.
Higartil eru tjúgu milli-
ónir kr. nýttar til arbeiðið,
og tørvar er á góðum tjúgu
milliónum afturat fyri at
gera arbeiðið liðugt. Hetta
arbeiðið er íroknað vega-
gerð í Gásadali og asfalter-
ing av tunlinum.
Í komandi ári verður
einki av elektriskum ar-
beiði gjørt, eingin vegagerð
í Gásadali og heldur ikki
verður tunnilin asfalteraður
fyrr enn í 2004 ella seinni,
tá peningur verður játtaður.
Í fyrsta lagi eftir, at loftið
í tunlinum er styrkt, ber til
hjá
almenninginum
at
koyra ígjøgnum regluliga.
Lesið reportasju úr Gása-
dali í Sosialinum leygar-
dagin.
Koyrandi til Gásadals leygardagin
Leygardagin er ikki neyðugt
at ganga til Gásadals. Solberg
Henriksen skal trýsta á
knøttin, sum byrjar eitt nýtt
tíðarskeið í søguni hjá
næstan útdeyðu bygdini. Her
verða nakrar av síðstu
fyrireikingunum gjørdar
Mentanarhúsfelagið
og Pensjónistafelag-
ið skipa fyri Jólacafé
í hølunum hjá arb-
eiðarafelagnum,
Hæddini í Saltang-
ará
JÓLAHUGNI
Vilmund Jacobsen
Í dag, hósdagin, 19. des-
ember, letur Jólacafé upp í
hølunum hjá arbeiðarafel-
agnum, Hæddini í Salt-
angará.
Café'in
verður
opin
hvønn dag til og við
sunnudagin, 22. desem-
ber, og opið verður frá kl.
16-21.
Á Jólacafé'ini kanst tú
keypa tær ein heitan kaffi-
munn við mandlurísi ella
holukøkum aftur við.
Livandi tónleikur
Hvørt kvøld verður liv-
andi tónleikur at hoyra frá
kl. 19.
Í kvøld undirhalda Sør-
en,
Hjalti
og
aðrir.
Fríggjakvøldið skipa Mor-
id, Maria, Joan og onnur
fyri undirhaldinum, og
leygarkvøldið
syngur
gentubólkurin hjá Duritu,
Drós og Ester. Sunnu-
kvøldið
verða
Søren,
Hjalti og aðrir aftur at
hoyra.
Tey, sum skipa fyri Jóla-
café'ini í Hæddini, eru
Mentanarhúsfelagið
og
Pensjónistafelagið.
Øll vælkomin
Hugskotið við Jólacafé'ini
er, at fólk, sum hava verið
ein hugnaligan innkeyps-
túr í Handilsmiðdeplinum
í Runavíkar kommunu,
skulu fáa høvi at seta seg
niður eina løtu við einum
heitum kaffimunni og
livandi tónleiki.
Mentanarhúsfelagið og
Pensjónistafelagið bjóða
øllum at vera hjartaliga
vælkomnum inn á gólvið.
Jólacafé við livandi tónleiki
Frá í dag og fram til sunnukvøldið, 22. desember, verður
Jólacafé í Saltangará.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vit flyta inn í nýggja
skrivstovu- og
pakkhúsbygningin
19. desember 2002.
FARMAFLUTNINGUR
Hin 6. juni í ár settu
starvsfólkini hjá Eimskip
spakan í úti á Skansa-
bryggjuni. Longu 11. okto-
ber var reisigildi á skránni,
og í dag sæst tann 1.500
fermetra stóri og 12,5
metra høgi bygningurin úr
flest øllum hernaðshornum
í Havn.
– Talan er um ein fram-
komnan bygning við øllum
teimum nýggjastu hentleik-
um innan goymsluøkið.
Stórur dentur er lagdur á
góðsku, soleiðis at Eimskip
kann bjóða sínum við-
skiftafólki eina nýmótans
vøruhandfaring. Bingjurn-
ar verða framyvir fyltar og
tømdar inni í vørugoymsl-
uni. Tær verða koyrdar heilt
til
dyrnar
og
tømdar
ígjøgnum serligar dyr fyri
bingjur, skrivar Eimskip í
tíðindaskrivi.
Hetta hevur við sær, at
vøran ongantíð kemur at
standa úti í regni og vindi
og verður lítið handfarin. Á
henda hátt kann Eimskip
tryggja bestu viðferð av
vøruni.
Vøruhotel og goymslu-
stýring er ein tænasta, Eim-
skip nú bjóðar kundunum.
Nýggju
umstøðurnar
á
Skansabryggjuni gera tað
møguligt at bjóða goymslu-
tænastur á hædd við tær, vit
kenna uttanlands.
– Tørvar viðskiftafólki
goymslupláss, ber tað nú til
at leiga seg inn í pakkhús-
bygningin og brúka hann til
goymslu. Harafturat bjóðar
Eimskip eisini goymslu-
stýring á vøruhotellinum.
Fær ein kundi eina stóra
sending til landið, leggur
hann hana í vøruhotellið.
Tá so brúk er fyri henni,
kann Eimskip koyra hana á
rætta stað – ein part nú og
annan tá, sigur flutningsfel-
agið.
Umframt vøruhotel og
vanliga vørugoymslu hevur
Eimskip eisini frígoymslu í
nýggja pakkhúsinum. Vøra
kann goymast ótollað í frí-
goymsluni, til hon verður
tikin út eftir tørvi. Tað spar-
ir kundanum gjaldføri, og
kann hann senda vøruna av
landinum aftur ótollaða,
um hann ikki fær brúk fyri
henni.
Vøran kann liggja á frí-
goymslu hjá Eimskip upp í
3 ár – alt eftir tørvi og
goymsluhentleikum hjá tí
einstaka.
Við hesum vil Eimskip
bjóða viðskiftafólki sínum
eina framkomna og trygga
flutningstænastu á hædd
við fremstu flutningstæn-
astur í heiminum.
Eimskip flytir í nýggja
bygningin
C
M
Y
K
15
14