Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 244 - 19. desember 2002 Nr. 244 - 19. desember 2002 17 Føroysku røktingar- menninir og seyða- eigarar annars hava rættiliga lagt seg eftir at betra slagi, um gangast skal eftir øll- um teimum seyða- sýningum, sum nú regluliga aftur eru kring landið. Herfyri var ein slík sýning í Skálavík, og haðani hava vit fingið nakrar myndir SEYÐASýNING Edvard Joensen Myndir: Óskar Óskarsson Men eru rættiliga farnir at leggja seg eftir at betra seyðaslagið, teir hava. Nógvastaðni verða seyða- sýningar havdar, sum so aftur eggja monnum at fáa bestu brundarnar aldar fram. Skálvíkingar høvdu her- fyri eina slíka sýning, og høvdu teir fingið menn norðaneftir at sýna seyð- irnar. Tann fremmandi, sum kemur at sýna seyð so- leiðis, sær sjálvandi, hvussu seyðurin er vorðin. Hvussu høvuðburður, ull, bein og kropsbygningur annars eru. Mált verður við sentimeturmáli, og so verð- ur tann vakrasti seyðurin tikin burturúr. Endað verð- ur vanliga við at hava tríggjar fyrstu virðisløn- arseyðir gangandi í einum tippi, og so verður aftur valt millum eitt, tvey og trý. Men tað, sum fremmandi sýnsmaðurin ikki sær, og ivaleyst heldur ikki veit, er hvørjum slagi seyðurin er av. Hvussu royndust mamman og omman ann- ars? Er hetta vakra lambið eitt eindømi undan eini kanska seks ára gamlari ær, sum hevur veirð væl fyri í ár, nú árið annars er gott, men í aðrar mátar ikki hevur latið nakað undan sær? Kanska eitt geldæra- lamb? Og soleiðis eru nógvir spurningar, sum ikki verða settir og tíansheldur svar- aðir á eini slíkari sýning. Og skiljandi er tað, tí sýnsmenninir hava bara ta einu uppgávuna. At døma um tað, teir síggja á stað- num. Alt hitt má standa upp til tann einstaka røktingar- mannin. Hann má hava skil fyri seyði. Kenna slag og ætt. Vita, hvar tað liggur, og eisini, hvussu tað hevur roynst undan slagnum ár um ár. Tað dugir ikki bara at taka tað til einahvørja tíð størsta lambið úr rættini og gera upp. Lætt er eisini í dag í mun til fyrr at fáa góðan seyð úr nógvum høgum. Sjálvandi er ymiskt, hvussu høgligir hagar eru, og har eftir sæst eisini úrslitið. Men nógvir hava góðar umstøður við húsum og við vegi, so lætt er at koma til við fóðri. Seyðurin verður væl pass- aður, og tað sæst aftur. Men tað er ikki alt. Tann stóri parturin liggur hjá manninum. Og dugir maðurin ikki at røkta, verður úrslitið mang- an ikki nóg gott. Tað hevur víst seg so mangan. Tað vóru hirðar í bygdarlagnum Sýnsmenninir eru nágreiniligir og skriva hvønn sentimetur upp, sum so aftur verður brúktur, tá dómur fellur Eisini teir, sum fyrr hava gjørt sína samfelagsskyldu, sleppa við á slíkar sýningar Tað er spennandi, og áhugin er stórur millum bæði ung og gomul Vinnararnir eru ernir av úrslitinum Verkætlanin hjá FHS næmingunum á Handilsskúlanum í Havn er nú veruliga farin í gongd. Næm- ingarnir hava nú lagt tað, teir ætla at gera fram, og nú ræður bara um at selja so nógv sum gjørligt HANDILSLÍV Ingrid Bjarnastein Talan er um eitt vallæru- grein, sum næmingarnir sjálvir hava valt. Her skulu teir sjálvir byrja eitt virki, har tey gera alt arbeiði sjálvi og finna útav at fáa peningaligan vinning. Hetta kann man eisini kalla eitt afturvendandi tiltak, tí fleiri av hesum slíkum virkjum hava verið at sæð áður – tað verið seg virki frá Handilsskúlunum. Næmingarnir hava arbeitt við verkætlanini síðani skúlaárið byrjaði. Og nú hava teir lagt alt fram, sum teir skulu marknaðarføra. Vørurnar Ein av bólkunum hevur gjørt eina fløgu. Hetta er ein fløga við ævintýrum hjá Brøðrunum Grimm og H. C. Andersen. Umframt ævintýrini eru tveir barna- sangir, sum Brandur Enni syngur. – Hetta er ljóðspæl. Vit hava fingið sjónleikarar frá Sjónleikarahúsinum at lesa upp, sigur Ann Tordis Hellisdal, sum er ein av teimum, sum er í hesum bólkinum. Eitt sjónband við send- ingum hjá Zacharis Hamm- er er tað, sum ein annar bólkur hevur valt at gera til sína verkætlan. Talan er um tvær sendingar, sum hava verið at sæð í sjónvarp- inum. — Vit hava gjørt eitt vhs- band við sendingunum Fuglar og fólk og Súlur og siðir hjá Zacharis. Hetta er gjørt í tøttum samstarvi við Sjónvarp Føroya. Teir hava spælt tað upp á band, og vit hava sent tað til Danmarkar at kopiera, sigur Sólvit Nolsøe. Fuglar og fólk er ein lýs- ing av Mykinesi, um lívið har um veturin og um Mykines sum eina ferða- oyggj. Hin sendingin er eisini um Mykines, og verður har greitt frá tá Mykinesmenn fara eftir súlum. Triði bólkurin hevur gjørt ein kompostkassa. – Tá vit nú skulu í gongd við at skilja ruskið, so halda vit, at hetta er eitt gott hugskot ístaðin fyri at brenna alt, siga tær báðar Durita Poulsen og Janett Hansen. Tað er Tekniski skúli sum hevur gjørt kompostkassan tær sýna fram, meðan tað er Snikkarin í Marknagili, sum stendur fyri sjálvari framleiðsluni. Fjórði bólkurin, sum bara er ein dreingjabólkur, hevur gjørt eina heimasíðu og eitt teldublað. Talan er um eina heimasíðu, sum skal upp- lýsa fólki, hvussu tey skulu nýta teldur. Greinar liggja eisini úti á heimasíðuni, sum eru skrivaðar av næm- ingunum. – Vit ætla at vera eitt upp- lýsandi stað, siga dreing- irnir, Kristian, Hanus og Ragnar. – Fólk kunnu eisini venda sær til okakra, um tey hava ein spurning innan teldur. Peningaliga ískoytið í hesi verkætlanini er lýsing- ar, tí heimasíðan verður fíggjað av lýsingum. Fimti og seinasti bólkurin er farin í køkin. Tey gera bróstsukur. – Vit høvdu ymsar ætlan- ir um, hvat vit skuldu gera, men alt datt niðurfyri, tí tað gjørdist ov dýrt. Lærarin kom tí við uppskotinum um at gera bróstsukur, og hava vit so valt. Tað er lætt at gera, og tú kanst vinna nógv upp á tað. Vit gera tað sjálvi, so tað kostar ikki so nógv, sigur Bárður Thom- sen, sum er ein av teimum, sum ger bróstsukur. – Og vit hava selt fínt higartil. Í mars mánað verður kosin ein vinnari. Tá verður tiltakið sýnt fram á torg- inum í SMS. Ungt virki í Handilsskúlanum Tey F3 á Føroya Handilsskúla í Havn eru nú farin í holt við at marknaðarføra sítt unga virki Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 17 16