hósdagur 19. desember 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 19. desember 2002
19
KÍF III – Neistin 39-32 (18-15):
Sensatión í Hoyvík
Tað kann væl vera, at
Neistin hevur besta
fyrstu dieldarliðið í
høvuðsstaðnum, men
móti triðju deild hjá
KÍF munaði hetta
lítið
COCA-COLA
KAPPINGIN, MENN
Jákup Mørk
- Og so fegnist eg eisini
um, at vit hava eitt triðju-
deildarlið við fleiri evnarík-
um leikarum.
Nakað soleiðis segði KÍF
venjarin, Kári Durhuus fyrr
í heyst, tá vit tosaðu við
hann um besta mansliðið
hjá KÍF.
Og at nakað er um hetta,
varð so dyggiliga staðfest í
Hoyvíkarhøllini týskvøld-
ið. Beint móti øllum for-
søgnum, vónum og ætlan-
um, so eydnaðist tað nevn-
liga triðju deildar liðnum
hjá KÍF at vinna ein greið-
an sigur á besta neista-
liðnum, sum annars er part-
ur av tætta oddastríðnum í
bestu deildini.
Einki roks
Og talan var eisini um ein
greiðan sigur. Neistin hevði
annars allar tær vanligu
kanónirnar við til dystin, og
tí átti tað á pappírinum ikki
at verið nakar ivi um, hvør
vinnarin skuldi verða.
Tað var tó rættiliga skjótt,
at kollfirðingarnir fingu
staðfest, at so væl spældi
klaverið nú heldur ikki.
Ongan tíð lótu teir Neistan
sleppa at renna frá sær, og
móti endanum av fyrra
hálvleiki fingu teir eisini
strítt seg framum.
Og har blivu teir so eisini
verðandi. Neistin royndi í
sínum lag at svara aftur,
men tað eydnaðist alla
tíðina kollfirðingunum at
halda muninum, og um
miðjan hálvleikin skrædn-
aði so. Í eini seinastu roynd
at venda gongdini royndi
Neistin seg við einum time-
out, men hdlru ikki hetta
hjálpti. Sjálvsálitið hjá
heimaliðnum var nú so-
mikið stórt, at líkamikið
hvussu
bláu
menninir
royndu at gera, so gjørdist
kortini einki, og tó at
Neistin
seinastu
fimm
minuttirnar fekk pyntað
nakað um, so vikaði hetta
ikki trygga sigurin hjá koll-
firðingum.
Soleiðis noyðist Neistin
longu nú at siga farvæl við
vónina um ein sigur í
steypakappingini, og tað er
einki at ivast í, at hetta er
dyggur smeitur fyri felagið,
eftir at teir annars hava
verið partur av tveimum av
teimum trimum seinastu
finaludystunum.
Kollfirðingar kunnu hin-
vegin erpa seg sum rættir
giant-killers. Helst eru tað
ikki mong, sum geva
teimum nakran sum helst
møguleika at vinna seg
fram í finaluna, men tað
hóvar teimum helst heilt
væl. Tað vóru nú heldur
ikki so nógv, sum roknaðu
við teimum týsdagin.
Og so kunnu tey í Neist-
anum helst reypa um at
eiga besta liðið í Havnini.
Havnin telir eisini Kolla-
fjørð, og betri enn teir næst-
bestu har vóru neistamenn-
inir so ikki.
Dysturin í tølum
KÍF III-Neistin 39-32
(18-15)
Málskjúttar:
KÍF: Jákup Dam 10(3),
Suni Davidsen 6, Jón
Sigurð
Gleðisheygg
6,
Teitur Joensen 5, Frírik
Joensen 5, Gert Hansen 3,
Jens Marni Hansen 3, Jens
K. Magnussen 1
Neistin: John Petersen 9(2),
Morgan
Knezevic
8,
Ragnar Stakksund 6, Helgi
Justinussen 6(2), Dann
Thorleifsson
2,
Kári
Mortensen 1
Brotskøst: KÍF 3, Neistin 5
Útvísingar: KÍF 5
Dómarar úr H71: Jákup
Símun Simonsen & Hallur
Danielsen.
Vestmenningar lótu
ongan iva vera eftir, tá
teir við greiðum sigri
á H71 bíløgdu sær
pláss í hálvfinaluni í
steypakappingini
COCA-COLA
KAPPINGIN, MENN
Jákup Mørk
Tað vóru ikki meira enn
einir tíggju minuttir leiktir
av dystinum týskvøldið,
áðrenn VÍF hevði sagt, hvar
skápið skuldi standa. Úr 4-
4 fóru VÍF upp á 10-4, og
so var í veruleikanum ong-
an tíð nakar spenningur
aftur í dystinum.
Onkun tíð tóku teir á
heimaliðnum sær kanska av
løttum, men hvørja ferð
hoyvíkingarnir høvdu hug
at nærkast nakað, varð
skrúvan táttað eitt vet,
soleiðis at munurin aftur
varð øktur.
Soleiðis
hevur
VÍF
tryggjað sær, at teir verða
við í pottinum, tá HSF í
næstum fer at kasta lut um,
hvussu liðini skulu parast í
hálvfinalunum. Har sleppa
hoyvíkingar so upp í part,
men um ikki annað, so
kunnu teir troysta seg við,
at
við
hesum
steypadystinum á skránni
fekk vanligi fyrsti-málverji
teirra, Petur Magnusson,
sitið sítt leikbann av sær,
soleiðis at hann er tøkur, tá
hoyvíkingar um vikuskiftið
fara til Runavíkar.
Dysturin í tølum
VÍF-H71 36-28 (20-14)
Málskjúttar:
VÍF: Agnar Joensen 9, Áki
Olsen 7, John Zachariasen
6, Piti Negru 6(4), Ingi
Olsen 4(1), Áki G. Olsen 2,
Ólavur Brimnes 1, Fríð-
bjørn Seloy 1
H71: Bjarni Wardum 8(3),
Johnny Durhuus 7, Halgir
Dahl Olesen 6, Esbern
Patursson
2,
Tróndur
Vatnhamar 2(2), Jákup á
Borg 1, Bárður Brimvík 1,
Niels Viggo Niclassen 1
Brotskøst: VÍF 5, H71 6
Útvísingar: VÍF 2, H71 3
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi
Mortensen & Kári Hansen
VÍF-H71 36-28 (20-14):
Eingin slingur í valsinum
Jákup Dam – sum her sæst í
dysti móti einum øðrum
veterani – varð við sínum 10
málum ein av
høvuðsorsøkunum aftan fyri
sensatiónina hjá KÍF. Jákup
Símun Simonsen, sum er hin
leikarin á myndini, var
annars dómari í dystinum
19
C
M
Y
K
18
Nr. 244 • hósdagur • 19. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Í triðja dystarbóltin-
um – og eftir at hava
havt fýra slíkar ímóti
sær – eydnaðist tað
týskvøldið manslið-
num hjá Holte at
vinna donsku steypa-
finaluna í flogbólti
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Bárður B. Mikkelsen skriv-
aði týskvøldið ein part av
føroyskari flogbóltssøgu, tá
hann saman við liðfeløg-
unum úr Holte var við til at
vinna donsku steypafinal-
una í Flogbólti.
Dysturin, sum varð vístur
beinleiðis á Viasat, varð
sum sagt leiktur seint í
gjárkvøldið, so eftir ein
langan busstúr heim, var
klokkan so smátt farin at
nærkast fýra, áðrenn móðu
leikararnir vóru við hús
aftur.
Sannur gysari
Tí var tað eisini ein heldur
Bárður Mikkelsen, sum tók
telefonina mikumorgunin,
men kortini var gleiðin um
sigurin ikki til fara skeivur
í.
- Hatta er so helst nakað,
sum
tú
bara
upplivur
einaferð.
HIK Aalborg
hevði fýra ferðir matcbólt
móti okkum í fimta settin-
um, men hvørja ferð kiks-
aði tað hjá teimum. Vit
høvdu eisini okkara møgu-
leikar við trimum match-
bóltum, men trijðu ferð
eydnaðist tað so, greiðir
Bárður frá.
Um sjálvan dystin sigur
hann annars, at her var
talan um ein sera javnan
dyst.
- Vit vunnu tey bæði
fyrstu setttini, og vit høvdu
eisini sera góðan møgu-
leika at avgera í fjórða
settinum, men yvir høvur
var talan alla tíðina um
jøvn sett. Tað var ongan tíð
soleiðis, at eitt sett tóktist
avgjørt, áðrenn vit komu
onkra staðni upp í 20’ni.
- Eg má tó viðganga, at tá
vit taptu fjórða settið, so
var tað um reppið, at vit
mistu trúnna upp á sigurin.
Vit vóru á odda 23-18, men
kortini fingu teir vent
hesum, soleiðis at farast
mátti út í fimta sett.
Og hetta gjørdist sum
sagt spennandi. Mistøkini
frá báðum liðum vóru nógv
í tali. Millum annað misti
HIK tveir av sínum dystar-
bóltum við at serva í netið,
og Holte gjørdi tvær ferðir
feil í blokkinum, áðrenn tað
at enda eydnaðist at sláa
seinasta dystarbóltin í gólv-
ið.
Fyrireiking losyti seg
Sum vit hava nevnt nakrar
ferðir í seinastuni, so hevur
Holte roynt seg við eitt
sindur alternativum upp-
stillingum í seinastu dyst-
unum í grundspælinum.
Liðið hevur í heyst mist ein
kantspælara, sum er seldur
til Portugal, og tá víðari
luttøkan í landskappingini
longu var tryggjað, varð
hildið vera skilabest, um
nýggj álopsvápn vórðu
vand.
Og hetta hevur eisini
givið úrslit. Fyrst og fremst
hevur nýggja uppstillingin
singnið út uppá at umskúla
ein miðspælara til kant, og
somikið væl hevur gingist,
at hesin sami leikarin eftir
dystin týskvøldið varð kos-
in sum ársins pokal-fightari
av donsku ítróttarpressuni.
Óvæntaður
eykavinningur
Hetta er fyrsta ferðin í fýra
ár, at Holte vinnur donsku
steypakappingina. Undan
hesum hevði felagið í eitt
tíggju-ára skeið verið totalt
dominerandi í donskum
mansflogbólti
við
10
greipusigrum á rað, og tí e
einki at siga til, um seinastu
fýra árini hava tókst heldur
soltin hjá leiðsluni í felag-
num.
At kvinnurnar hjá felag-
num longu undan mans-
finaluni høvdu tryggjað
sær sín sigur steypakapp-
ingini, mundi ikki gera
lagið verri í so máta, og
Bárður ivast heldur ikki, tá
vit so spurdu, hvussu lagið
hevði verið í bussinum.
- Nú var tað kanska
dekan ov seint, men sjálv-
andi var lagið framúr. Eg
haldi næstan, at tað var
stuttligari hjá leiðsluni enn
hjá okkum leikarum, nú
liðið endiliga vann aftur.
Teir hava roynt og roynt, og
nú er liðið so endiliga aftur
ovast á sigurspallinum.
- Hjá okkum var tó eisini
annað
at
fegnast
um.
Steypakappingin verður í ár
stuðlað av týska Lufthansa,
og teir høvdu ein heilt ser-
ligan vinning til liðini.
Vinnandi liðið vann nevn-
liga eisini 17 ferðaseðlar,
sum vit kunnu brúka sum
okkum lystir, so tað er helst
einki at ivast í, at vit øll fara
onkra staðni at ferðast, tá
landskappingin er av eina-
ferð í vár, sigur Bárður.
Nú klokkan gjørdist so
nógv týskvøldið, varð einki
hátíðarhald fyriskipað fyri
leikarunum, tá ferðalagið
kom
heimaftur,
men
fríggjadagin skuldi stór
veitsla haldast fyri liðunum
báðum.
Hesari
verður
Bárður tó ikki við á, tí
longu hósdagin fór hann
heim til Føroya at halda
jólafrí, áðrenn leiðin beint
eftir nýggjár gongur niður
aftur. Endaspælið í donsku
elitudeildini byrjar annað
vikuskiftið í januar.
HIK Aalborg – Holte IF: 2-3 (23-25, 24-26,
25-21, 25-23, 18-20):
Bárður er
danskur
steypa-
vinnari
Bárður Mikkelsen er nú danskur steypavinnari í flogbólti. Eftir at Holte hevur staðið í skugganum í fýra ár, vann liðið seg
týskvøldið aftur ovast á danska flogbóltspallin við sigri í steypafinaluni