Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 244 - 19. desember 2002 Um júst ein mánað skipar Havnar Fimleikafelag fyri rútmukapping FIMLEIKUR Tíðindaskriv Havnar Fimleikafelagið skipar tann 19. januar fyri innanhýsis fimleikakapp- ing. Talan er um sonevnda rútmukapping, og er hetta ein kapping, sum er opin fyri øllum limum felagsins, tó treytað av, at hesi eru úr 3. flokki og eldri. Kappingin verður býtt í 3 bólkar: »3. til og við 4. flokkur«, »5. til og við 6. flokkur« og »7. flokkur og eldri«. Eru luttakarar á sama liði í tveimum ymsum bólkum, t.d. soleiðis: Tvær ganga í 4. flokki og tríggjar ganga í 5. flokki skulu tær í bólk 2 (meðan lið har 5 gentur ganga í 4. flokki sjálvsagt fer í bólk 1). Luttakararnir kunnu væl luttaka í fleiri liðum. Tað stendur liðunum frítt at velja, hvussu fimleika- serian skal síggja út, men dømt verður eftir kropps- burði, hvussu tryggar gent- urnar eru í venjingunum, samsvar millum tónleik og venjingar og hvussu gent- urnar fylgjast í íðkanunum. Lars Nedergaard hevur nú tikið 17 leikarar út til bruttohópin hjá hondbóltslandsliðnu m. Teirra millum Trónda Joensen og Mads T. Jensen HONDBÓLTUR Jákup Mørk Mads T. Jensen er higartil eitt fullkomuliga ókent navn í føroyskum mans- hondbólti, men hann er so millum tey 17 nøvnini, sum eru í seinasta bruttohópin- um hjá landsliðsvenjaran- um, Lars Nedergaard. Talan er her um ein av liðfeløgunum hjá Jens á Skipagøtu og Trónda Joen- sen í Team Amager. Tað hevur víst seg, at leikarin hevur føroyska ætt, og tí hevur møguleika at spæla á føroyska landsliðnum. – Enn er hópurin ikki endaliga úttikin, men vit hava valt at hyggja nærri at leikaranum, sum vanliga spælir á vinstra veingi, og annars er hampuliga væl fyri, sigur Hjalmar Klein Olsen, hjálparvenjari hjá landsliðnum. – Vit kunnu bara stað- festi, at lámir eru ein man- gulvøra hjá okkum, og tí gjørdi vit av at taka av, tá hetta soleiðis mest sum av tilvild stóð okkum í boði, sigur Hjalmar. Savnanin av bruttohópin- um hesaferð er annars sein- asta fínpussingin í fyrireik- ingunum til komandi undankappingardystirnar hjá A-landsliðnum. sum tað framgongur av yvirlitinum, so er her talan um 17 leik- arar, men tollaksmessudag verður hetta skorið niður í 15. Annars er vert at bíta merki í, at Tróndur Joensen nú aftur er tøkur hjá lands- liðnum. Fyrrverandi kyndils-leikarin hevur av ymsum ávum ikki havt stundir til landsliðið higar- til, men nú sær betri út í so máta, og væntandi kann hann gerast ein góður styrkur at hava hjá liðnum. Seinasti bruttohópurin Jens á Skipagøtu Team Amager Eli Müller VÍF Jóhan L. Danielsen Kyndil Sveinur Justinussen StÍF Áki Olsen VÍF Bárður Brimvík H71 Tróndur Joensen Team Amager John Zachariasen VÍF Halgir Dahl Olesen H71 Ingi Olsen VÍF Heini H. Joensen GV Ejby Janus Einar Sørensen Kyndil Martin Hummeland Ajax/Farum Áki G. Olsen VÍF Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil Mads T. Jensen Team Amager Høgni Klein Kyndil Føroyski brutthópurin HF skipar fyri rútmukapping C M Y K 20 Nr. 244 - 19. desember 2002 21 Eins og undanfarin ár kemur jólaskipið á Klaksvík við fult av jólamonnum umborð. Skipið verður í Klaksvík fríggjakvøldið um sekstíðina JÓLASKIP Solby A. Eliasen Klaksvík: Fyrireikararnir siga tó, at veðrið spælir ein stóran leiklut. So um tað ikki viðrar, so verður tiltak- ið helst útsett. Men sum er kemur jólaskipið til Klaks- víkar fríggjadagin klokkan seks. Sum nakað nýtt ætla fyri- reikararnir hesuferð at jóla- menninir skulu koma í land á vestaru bryggju við nýggja Kryvjivirkið. Hetta verður gjørt, tí mett verður, at fólki á henda hátt betur kunna síggja skipið. Und- anfarin ár eru jólamenninir komnir á land við Sandin. Men skipið kann ikki sigla so nær landið har, tí tað er so grunt. Síðani verður marsjerað, við hornorkestr- inum og nissum á hestbaki á odda, niðan til mentunar- húsið Atlantis, har tiltakið heldur fram. Tað eru nú 11 ár síðani jólaskipið kom á Klaksvík fyrstu ferð, og tá var tiltak- ið munandi minni enn tað er í dag. Tá vóru ikki góðar tíðir í Føroyum, so fyrireik- ararnir tóku stig til tað fyri at skapa jólahugna millum fólk, hóast fíggjarliga kreppan herjaði um oyggj- arnar. Tá var skipið nógv minni enn tað er í dag og tað vóru heldur ikki so nógvir jólamenn. Tiltakið, sum er eitt vælgerandi endamál við tí fyri eyga at gleða børnini, verður stuðl- að av virkjum og fyritøkum í Klaksvík. Men líka síðani fyrstu ferð hava fyrireikar- arnir verðið niðurkimaðir av fólki, tá tað nærkast jól- um, sum vilja fregnast, nær jólaskipið kemur. Og nógv fólk plaga at taka ímóti. Tað sást best á talinum av pakkum, sum plaga at verða býttir út. Umleið 1.500 pakkar. Og um so ein vaksin er við hvørjum barni, so er lætt at rokna út, hvussu nógv fólk talan er um. Øll árini hevur veðrið verið gott, tá jóla- skipið er komið, og tað hevur sjálvandi eisini gjørt sítt til at so mong fólk plaga at taka ímóti. Í hesum døgum sýnir Maria Mørkøre fram málningar í hølunum hjá Karl Nielsen í Klaksvík MÁLNINGA- FRAMSýNING Solby A. Eliasen Klaksvík: Talan er um olju og akryl málningar av bygdaløgum. Men onkur er eisini av fólkum. Maria hevur altíð teknað, men tað var ikki fyrr enn í 1996, tá hon byrjaði at kunstskúla í Danmark, at áhugin fyri at mála rættiliga gjørdi vart við seg. Síðani tá hevur hon málað nógv. Hon roynir at liva av tí, men samstundis er tað ójavnt, hvussu nógv hon málar. Fólk kunna koma inn at síggja málningarnar í skriv- stovutíð. Tað vil siga frá klokkan 9 til 16. Og eisini verður opið sunnudagin frá klokkan 16 til 20. Ongi høli Hølini, har Maria hevur sínar málningar er bert eitt av teimum mongu hølun- um, sum verða nýtt til framsýningar. Men veru- leikin er, at tað eru ongi høli til slík endamál í Klaksvík. Tað er nakað sum listafólk í Klaksvík sakna, tí tað hevði verið betur, um eitt serstakt høli var til slíkar framsýningar. Bernhardina Klein, formaður í Norðoya Listafelag sigur, at felagið arbeiðir við at fáa eini høli til slík endamál. Hon sigur, at tey arbeiða við at fáa eini hús bygt til felagið. – Men tað er eitt sera tungt tak at fara í holt við. Tað eru bara ongi hóskandi høli til okkara virksemi her í Klaksvík, og tað harmast vit um, sigur Bernhardina. Allar ognirnar hjá Norð- oya Listafelag standa sum er goymd í einum rúmi í Býráðshúsinum, og verða tey mest sum bert tikin fram til framsýningarnar á Norðoyastevnu, sum plaga at vera í skúlunum. Bernhardina veit at siga, at tað einaferð var talan um hjá býráðnum at byggja okkurt, og har var so Lista- felagið ein partur av tí ætl- anini, men hon hevur síðani ikki hoyrt so nógv annað, enn at ætlanin er slept aftur. Og tað harmast hon um, og sigur, at so er ikki so nógv annað hjá Listafelagnum at gera enn at halda fram við teirra arbeiði við málinum. Bernhardina sigur, at eini tílík høli helst verða dýr at byggja, tí tey mugu ikki verða ov lítil, og so skulu tey eisini verða bygd so, at tey eru egnað til endamálið. - Vit arbeiða sjálvandi allatíðina við tí, men tað er ikki so lætt, sigur Bern- hardina at enda. Jólaskipið til Klaksvíkar Málningaframsýning Tá jólamenninir eru komnir á land, verður marsjerað niðan í mentunarhúsið Atlantis, har tiltakið heldur fram Mynd: Norðlýsið Maria Mørkøre hevur málningaframsýning í hølunum hjá Karl Nielsen í Nólsoyar Pálsgøtu. Tað eru í sama bygningi, sum redaktiónin hjá Sosialinum heldur til 21