Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 19. desember 2002 23 Nr. 244 • hósdagur • 19. desember 2002 • 76. árg. Hóast Mazda gera nógv ymisk sløg av bilum, er hetta fyrstu ferð at teir koma á marknaðin við einum "off-raodara". Mazda Tribute er ein frítíðar bilur sum er gjørdur í samstarvi við Ford. BILAR Magnus Gunnarsson Eins og nógvir aðrir jeepar í hesum klassanum er Mazda Tribute fyrst og fremst gjørdur til at koyra á asfalti, hóast hann klárar seg væl á ósløttum undir- lendi. Vanliga trekkjur bil- urin við forhjólunum, men ein viskosekobling millum akslarnar ger at bakhjólini hjálpa til tá brúk er fyri tí. Ein knøttur á instrument- borðinum er til at sperra differentialið við. Bilurin fæst við tveimum bensin- motorum: Einum 2,0 litur motori við 124 hk og einum 3,0 litur við 197 hk. Tribute verður gjørdur í USA og er sami bilur sum Ford Mave- rick. Ford hevur tríggjar størri "off-roadarar", teir eru Explorer, Expedition og Excursion. Teir Mazda Tribute sum eru komnir hendanvegin hava 2,0 litur motorin við 124 hk. Bilurin fæst sum fimmpersóna bilur og sum vøruvognur. Sum vøru- vognur er lastarúmið 1830 litrar. Rúturin í baklúkuni kann latast upp fyri seg, soleiðis at ikki er neyðugt at lata alla lúkuna upp fyri at legga smærri lutir inn í bilin. Airbag eru framman og í síðunum. Tribute er í sama klassa sum Toyota RAV4, Honda C-RV og Land-Rover Freelander. Bilurin er væl útgjørdur við el-síðurútum, el-síðuspegl- um, fart-piloti, hita í for- setrunum, alufelgum og tokulyktum í kúfangaran- um framman. Tribute – amerikanskur Mazda jeepur Mazda Tribute 2,0i 4x4 Motorurin 2,0 litur 4 syl.16V bensin við 124 hk 0-100 km/t 13,0 sek Bensinnýtsla 9,4 km/l Dekkstødd 215/70-16 Stødd og vekt: Longd 442,0 cm Breidd 180,0 cm Hædd 177,0 cm Eginvekt 1475 kg Viðførisrúm 935 litrar Prísur kr. 288.000 (persónbilur) kr. 215.700 (vøruvognur) Søluumboð Berg Motors Staravegur 1-3 FO-100 Tórshavn Tel 313535 Mazda Tribute. Jákup Jacobsen, sølumaður hjá Berg Motors, sýnir her amerikanska Mazda jeepin fram Rúturin í baklúkuni kann latast upp fyri seg Mazda Tribute innan. Tribute er sami bilur sum Ford maverick Ferðslutrygdar- politikkurin hjá Shell um allan heimin gongur út uppá, at øll teirra starvfólk skulu á ferðslutrygdarskeið. Koyrilærararnir Bjarki Johannesen og Niels Peter Olsen halda hesi skeið fyri Føroya Shell FERÐSLUTRYGD Magnus Gunnarsson "Bilførari eigur at hava í huga, at positiv framferð í ferðsluni er við til at styrkja um tað umdømi, sum fyri- tøka okkara hevur og livir av". Hetta er brot úr ferðslutygdarpolitikkinum hjá Føroya Shell. Tað er eitt krav frá Shell at øll teirra starvsfólk, um tey koyra í tangabili, last- bili, servicebili ella privat- bili, skulu á ferðslutrygd- arskeið. Ístaðin fyri at senda øll síni starvsfólk av landinum gjørdi Føroya Shell avtalu við koyrilærar- arnar Bjarka Johannesen og Niels Peter Olsen um at halda hesi skeið fyri teirra starvsfólkum. Teir blivu sendir til Danmarkar á ferðslutrygdarskeið. Síðan hava teir hildi skeið fyri starvsfólkunum hjá Føroya Shell. Teir hava tillaga skeiðini til føroysk viður- skiftir. Dentur verður lagdur á at koyra "defensivt", t.v.s. at halda rætta frástøðu til aðrar bilar, so bilførarin í góðari tíð kann síggja hvat er fyri framman og harvið varnast møguligar vandar í ferðsluni. Tað eigur altíð at verða koyrt eftir umstøð- unum og allar ásetingar í ferðsluni skulu haldast Á hesum skeiðum verður vitjað á Ferðslutrygd har luttakararnir m.a sleppa at royna "Hvølvus" og sletuna við trygdarbeltunum. Ein videofilmur verður vístur, sum sýnir hví tað er so neyðugt at nýta trygdar- beltir. Skeiðið endar við myrkakoyring inni á Sundi. Skeiðluttakararnir vóru skelkaðir, tá teir sóðu, hvussu hættisligt tað er at ganga í myrkum klæðum í myrkri uttan endurskin. Um allan heimin hevur ferðslutrygdarpolitikkurin hjá Shell havt góða ávirkan, við tað at tær álvarsligu deyðsvanlukkurnar eru blivnar færri. Skeiðluttak- ararnir fáa nakað at hugsa um og blíva meira tilvitaðir um ferðsluna. Eftir at postur hevur verið fluttur sjóvegis um Vestmannasund í yvir hundrað ár, fór seinasti postbilurin við Ternuni seinasta túrin av Oyragjógv týsdagin 10. desember. Jóan Pauli Hammer bilførari hjá Postverk- inum koyrdi postbilin hendan dagin POSTFLUTNINGUR Magnus Gunnarsson Sjóvegis postflutningur um Vestmannasund fór í søg- una týsdagin 10. desember. Fyrstu tíðina bleiv posturin førdur við opnum róðrar- báti av Válinum yvir á Oyragjógv. Seinni bleiv siglt á Fútaklett. Frá umleið 1920 førdi deksbáturin "Helgi" postin um sundið. Deksbáturin "Ólavur" røkti hesa sigling 1930 til 1965, tá Bragd kom at sigla um Vestmannasund. Síðan 1969 hava SAM og Ternan røkt hesa sigling. Posturin bleiv handaður umborð á bátarnar til bilferjurnar komu. Síðan tá hava post- bilarnir úr Havn koyrt til bygdirnar í Vágum og á flogvøllin við og eftir posti. Seinasti post- flutningur sjóvegis um Vestmanna- sund Føroya Shell hevur sín egna ferðslu- trygdarpolitikk (defensiv koyring) Jóhan Pauli Hammer, bilførari hjá Postverkinum, koyrdi postbilin, tá posturin fyri seinast ferð bleiv fluttur sjóvegis um Vestmannasund Koyrilærararnir Bjarki Johannesen og Niels Peter Olsen halda ferðslutrygdarskeiðini fyri Føroya Shell. Umboð fyri aðrar fyritøkur eru vælkomin at kontakta teir, um tey ynskja, at teir skulu halda ferðslutrygdarskeið fyri teirra starvsfólkum, siga Bjarki og Niels Peter C M Y K 23 22