Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 244 - 19. desember 2002 Nr. 244 - 19. desember 2002 27 Nú er langt síðani, Jákup sang fyri okkum. Ein fríggja- morgun í august fór hann frá okkum deyðans leið. Tað er tungt at sita eftir. Millum aðrar guds- gávur hansara var ein vøkur tenorrødd. Einglar tað kvóðu jólanátt for hirðum, mann eftir mann hoyrdist sama lag: Friður á foldum, menniskja, frø teg, tær føddur frelsari er í dag. Syngur Jákup nú saman við kóri einglanna. Jákup Edvard Lamhauge var føddur heima í Torbis- gerði á Toftum 18. august 1949. Tá hann var 2 ára gamal fluttu foreldrini inn á Marknagarðin á Glyvrum at búgva. Tey leigaðu annað av teimum báðum húsun- um, tað hjá Marnu og Svenning, sum vóru har tá. Í hinum húsunum búðu Jóannes Sólheim, altíð róp- tur við eftirnavninum, og Marin. Jákup kom skjótt at verða eygnasteinurin hjá teimum har norðuri - Mar- ini og Sólheim. Hann var fittur, blíður, fólkaligur og hjálpsamur. Góður var hann við kúnna hjá teimum og serliga kálvarnar. Hann var so altráður eftir at sleppa at geva kálvinum, at tá Marin hevði kókað beinasoð til kálvin og sett pottin út á trappuna at kólna, plagdi hann sjálvur at kanna eftir, um soðið var klárt til kálvin at drekka við sjálvur at smakka á soðið: "Eg haldi, at tað er nóg gott nú", segði hann gamals- liga og ikki sørt ótolin. Einaferð skuldi Jákup yvir á Strendur at ferðast hjá Sannufastur, men longu dagin eftir kom eitt fýra- mannafar inn fyri Kópa- sker. Pápa sóu vit. Men har var ein annar ferðamaður, og tað var Jákup. Hann lá so væl nøgdur frammi í skutinum við føvninginum fullum av bátum og skip- um, sum systkinabørnini á Strondum høvdu smíðað honum, fyri at fáa hann at støðast á Strondum. So skjótt sum báturin hevði lagt at landi, slapp Jákup sær í land og rann við full- ari ferð niðan til mammu og kunngjørdi fyri henni sum tað mest natúrliga av verðini: "Mamma, nú eri eg aftur her!" Hann hevði ikki verið burtur í eitt sam- døgur. Í september 1954 fluttu vit út aftur á Toftir at búgva í nýggju lærarahúsunum á Mørkini. Tá var Jákup 5 ár. Her kom hann at búgva tað mesta av ævi síni. Toftir kom at verða barnaland hansara, har hann skjótt kom í hóslag við javnaldr- arnar í grannalagnum: Kára, Tórstein Janus og aðrar. Leikaland teirra var bøurin, hylurin, fjøran, hag- in og so sjálvandi tað drag- andi Toftavatn, har nykur- in eisini helt til. Jákup átti nógv skip og nógvar bátar, men tá hann fekk tann hvíta og reyða trolaran, gjørdist ov trongt í hylinum. Tá fór hann oman í fjøruna og út á ytsta sker, har hann fyri endanum á einari langari bambustráðu navigeraði trolaran til mest- sum allar fiskileiðir í Norð- uratlantshøvum og onkran avstikkara aðrastaðni við. Tá fjøran av einihvørjari orsøk ikki fall honum long- ur sum sjóøki, tók hann skipið undir armin og fór aðrar leiðir. Við skipinum undir arminum og við navi- gatiónsútgerðini, teirri ovurhonds longu bambus- tráðini, í hondini, legði hann leiðina yvir á Tofta- vatn og vassaði út á lítla hólmin hjá sær. Frá hesum heimstaði legði hann kós- ina langt burtur í onnur lond. Viðhvørt var Jákup eisini heima i hylinum millum langferðirnar. Í fjøruni var so nógv at verða upptikin av. Men Jákup tørvaði eis- ini at vera fyri seg sjálvan við hvørt, ikki bert tá hann fór á langferð við sínum skipi, men eisini í øðrum spæli. Eftir at hava spælt við skeljar, grót og steinar og leitað eftir krabbum saman við hinum dreingj- unum, kundi hann finna uppá at fara fyri seg sjálvan eina løtu. Tá fór hann sínar egnu leiðir í huga sínum saman við skeljunum og steinunum, sum fingu hvør sín leiklut. Hann prátaði við skeljarnar og steinarnar og læt hesar lutir práta sín- ámillum, men um hvat, tað veit eingin. Tað var hansara loynidómur. Jákup kom nógv til tey inni á Regni á Toftum. Hjá bóndanum Christian Jo- hannes og Malenu, Kaj, Dánjal Eli og Tóru og børn- um teirra. Har dámdi Jákup altíð væl at koma, og seinni, tá ið Kaj og Mortan bygdu inni á Regni, plagdi hann at vitja Elinborg og Kaj og Annie og Mortan, var altíð so væl móttikin har. Tað var so mangt, sum dró inni á Regni hjá einum forvitnum smádreingi fyrr í tíðini. Eitt var Gamli Die- sel hjá Dánjal Eli, bónda- num. Tá Dánjal Eli koyrdi fisk millum Heiðarnar og Toftir, lovaði hann dreingj- unum at koyra við sær. Ják- up kundi sita heilar dagar í stýrihúsinum hjá Dánjal Eli í Gamla Diesel. Last- bilurin var eitt, men honum dámdi eisini væl at sleppa á flot við abba Sámali við Rætt, og tá abbi flutti fólk suður á Hvítanes og yvir á Sund. Eisini stóðu teir á seiðabergi, settu gørn og hjálpti hann eisini abba at bøta gørnini. Hoyggingartíðin var besta tíðin á árinum hjá Jákupi. Honum dámdi so væl at sleppa at hoyggja hjá bóndanum. Men hann vildi ongantíð fara, fyrr enn pápi fyrst hevði orðað tað við bóndan. Soleiðis var Ják- up. Tað var nú einaferð so tá, at tú fórt ikki í bø ella haga, uttan at hava fingið loyvi. Komin upp í part fór hann so hugagóður og fittur út í bøin. Kvikliga rakaði hann frá sláimaskinuni, men hann slapp eisini at sláa við líggja, tí ikki var tað alt, sum sláimaskinan kundi, men sum líggin kundi. Og so ikki at for- gloyma drekkamunnarnar og nátturðan. Errin var hann, tá hann varð boðin til borðs við bóndans borð saman við hinum. Jákup hevði ans fyri góðum mati og plagdi at hava á orði, hvussu væl alt smakkaði inni á Regni. Jákup hevði fingið tokka til kríatúr inni á Markna- garði, og hann plagdi tí eis- ini at vera við bóndanum, tá ið farið var í hagan at hyggja eftir neytum . Tá vóru neytini liggjandi har yviri fyri summarið. Hann var eisini við burtur á heiði í torvi bæði hjá okkum sjálvum og hjá øðrum. Hann var eitt álit, sum hann rokaðist. Sama var, tá epl- ini skuldu setast niður og takast uppaftur. Slapp hann, var hann eisini á fjalli og dámdi sera væl et vera uppií, tá teir flettu og kom sjálvur at verða ein góður flettingarmaður, men fort- ur. Fyrst í 60-unum fór bóndin at byggja hús við Toftavatn. Jákupsa lutur var at hjálpa Kaj at sigla tilfar yvir um vatnið, sum Dánjal Eli tók ímóti hinumegin og koyrdi við traktori niðan til húsini. Sjálvt um Jákup dámdi væl at ganga í skúla, so hevði hann næstan ikki tol at bíðja til tað ringdi út eftir síðsta tíma. Hann hevði skund, tí hann skuldi yvir á vatnið at hjálpa til at sigla við tilfari. Sum børn vóru vit ofta í Lamba við pápa um summ- arið, tá hann plagdi at sláa hjá Magnus og Linu. Vit systkini fóru ofta úr bili- num undir Lyngbrekku hjá Stinimiu fastur og Magnus. Har vóru nógv systkina- børn, sum vit kundu spæla við.Umframt spæl við hús- ini varð eisini farið í fjøll- ini. Jákup hjá okkum og Jákup hjá Stinumiufastur plagdu at fara heilt niðan á Regnið at leita eftir likku- reiðrum. Undir Lyngbrekku Farin - minnini eftir Jákup Lamhauge Á Marknagarði í 1952 plagdi Jákup at fáa eitt av sínum kulinarisku uppliv- ilsum. Mangan tosaði hann um breyðsuppuna, sum fastur gjørdi í teirri stóru grýtuni, sum stóð á kom- fýrinum allan dagin. Tað var bara at fara inn og fáa sær upp í ein tallerk. "Eing- in í verðini dugir so væl at gera breyðsuppu sum Stini- mia fastur", plagdi hann at siga. Tá í tíðini var tað ikki so nógv annað, sum hendi enn tað, sum var at finna í sjálv- um bygdarlívinum. Men annaðhvørt ár hendi kortini tað, at Herálvur Geyti, van- liga nevndur Geytin, kom til Toftir at vísa film í skúlanum. Hetta var sera forkunnugt tá, og spent vóru børnini. Men Geytin kom við postbátinum og kundi onkuntíð vera seink- aður. Ein seinnapart høvdu børnini bíðað so leingi uttanfyri, at tey vóru um at gerast ótolin, men so knappliga kom alphúgvan hjá Geytanum undan skúla- vegginum, síðani tweed- jakkin og til seinast knæ- buksurnar - hann var í knickers, tá hoyrdist Jákup- sa ljósa dreingjarødd: " Sum vit hava glett okkum. Gott at tygum komu nú!" Summarið 1966 var hann á sild við Auzterlitz. Honum dámdi hetta so væl, at vit væntaðu, at hann fór at fáa sær lívsstarv á sjón- um, sum mong í báðar ættir hava valgt. Tá samanum kom valdi hann kortini skúlaleiðina, sum eisini mong í faðirættini hava valt Jákup gekk sjey ár í skúla á Toftum og fór úr 7. flokki inn á Glyvrar at ganga í realskúla. Í hesum umhvør- vi, har ungdómur úr allari sunnaru Eysturoy gingu í skúla saman, treivst Jákup væl. Floksfelagar hansara minnast hann sum ein góð- an vin. Hann var bjart- skygdur, festligur og altíð í góðum lag. Dugdi sera væl týskt og enskt, og so sang hann eisini so væl og dugdi so væl at dansa. Stúrdi eitt sindur fyri at koma upp í yrkingum til ta munnligu próvtøkuna í føroyskum Men tá hann sá, at hansara próvtøkuspurningur í før- oyskum júst var yrkingin "Tit, sum í fjøru fóru", tók hann skjóta avgerð: Legði yrkingina frá sær, fann tón- an og rytmuna og sang seg ígjøgnum lýsingina og greiningina av skaldskapi- num hjá Hans Andrias Djurhuus. Tá lærari og próvdómari raknaðu við aftur, var tíðin farin, og Jákup stóð próvtøkuna við glans. Aftaná lokið realprógv, fór flokkurin ein túr til Týsklands. Leiðarin á ferð- ini var skúlastjórin Andreas Thomsen, sum var kønur í og áhugaður fyri øllum týskum. Tey hildu til á Kølnleiðini. Sigldu á Rín- ánni fram við Lorelei, vitj- aðu søgulig støð og søvn v.m. og vóru eisini í Ham- burg. Henda ferð vakti ans og tokka hjá Jákupi til týskt mál og týskar bók- mentir, týskan tónleik og týska søgu. Hann fór á læraraskúla og tók læraraprógv á Før- oya Læraraskúla í 1972. Honum dámdi væl at vera í Havn og at ganga á lærara- skúlanum. Har hendi so nógv, og tað var serstak- liga gott samanhald í flokkinum. Jákup eyð- kendi seg við síni vøkru sangrødd, sín hjartaliga lát- ur og sítt virkisfýsni og trú- festi. Besti vinmaður hans- ara var Óli Mortensen. Ják- up var lærari í Runavíkar skúlum 1972-76 og í Tofta Skúla síðani 1976. Jákup sá tað sum fremstu stevnu lærarans at leiða næmingarnar til lærdóm At søpla skúlatíðina burtur var fyri honum at fremja svik móti børnunum og teimum ungu. Hann gleddist, tá næmingunum gekst væl og harmaðist, tá næmingarnir vóru fyri mótburði. Eina- ferð var hann útferð við næmingunum uppi á Stóra- fjalli. Heimafturkomin ringir telefonin. Tá vóru tað eini foreldur. Barn teirra hevði gloymt troyggjuna eftir á útferðini. Jákup helt avstað aftur niðan á Stóra- fjall og fann troyggjuna uppi á tindinum. Tá vóru næmingur, lærari og foreld- ur glað. Hann helt fram at út- búgva seg: var á árskeiði á Danmarkslærerhøjskole og tók exam.art. prógv í Norð- urlendskum, serliga før- oyskum máli og bókment- um. Skrivaði í hesum sam- bandi serritgerð um skaldið Jens Paula Heinesen, sum Malan Marnersdóttir vísir til í doktararitgerð síni. Eis- ini hevði hann próvnám í norskum máli og bókment- um frá Lærda Háskúlanum í Tróndheimi. Sostatt mundi Jákup vera tann av lærarunum i Tofta Skúla sum var eina best útbúgvin. Kirkjan var ein natúrligur partur í Jákupsa lívi. Hann hevði fastan sess í Nes Kirkju. Sat altíð í stólinum hjá abba, og honum dámdi best at fara tíðliga í kirkju, so at hann fekk stundir at lesa sálmarnar, áðrenn guðstænastan byrjaði. Sálmarnir vóru fyri honum sama guðsorðið sum lest- urin ella prædikan hjá presti. Hann lærdi børnini sálmarnar og sangirnar, honum dámdi so væl at syngja. Hann var partur í Havnarkórinum og eisini í Tórshavnar Mannskóri. Vit skiltu á práti hanara, at hann kendi seg sera væl millum sangararnar. At hann eisini var virdur fyri sín sang, vísti tann minni- ligi sangurin hja Havnar- kórinum og Mannskórinum til hansara jarðarferð. Toftabygd var so stórur partur av Jákupi, at hann slapp ikki úr henni ella av við hana. Hon kom í hans- ara hugaheimi eftir honum. Jákup var góður við sína heimbygd og hevði ætlan um at skriva eina Tofta- søgu. Sumt av hesum fekk hann upp á prent í Dimma- lætting, Oyggjatíðindi og Land og fólk. Eftir hann liggur nógv siðsøguligt til- far sum hann hevur savnað. Tøkk til øll ið tóku væl ímóti Jákupi, tá hann heitti á tykkum um at siga frá ella lána myndir í sambandi við bygdasøguna. Jákup var glaður fyri at hjálpa næm- ingum, sum hildu áfram at ganga í skúla og høvdu brúk fyri hansara siðsøgu- liga tilfari og bókmentaligu ritgerðum. At tað vóru mong, sum vóru góð við Jákup bæði í heimbygdini og aðrastaðni, sýndi tann stóra mannfjøld- in, ið fylgdi honum til hansara seinasta hvíldar- stað. Jákup gleddi seg altíð til jóla. Í jólagleðini kring Jesusbarnið hevði hann tað gott. Men í ár verða vit ein færri um træið. Hann er far- in. Sonur og beiggi. Lærar- in, sangarin og bygdasøgu- maðurin. Hann, ið lærdi skúlabørnini sálmarnar og sangirnar og skrivaði teirra søgu. Farin - farin frá okk- um øllum. Við hesum minnisblunk- um lýsa vit: mamma, systk- ini og avvarðandi frið yvir minnið um Jákup. Jóhanna, Nicolina, Louisa og Sámal Á Toftavatni í 1958 Týsklandstúrurin 1966 C M Y K 27 26