Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-03-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 1988síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vunnu fyrrverandi vinnarar Føroyska borðtennislandsliðið megnaði at fáa góð úrslit í Ís- landi. Føroyar gjørdust nr. 4 í Europa Ligaini, 3. deild. Føroyska A-landslidid í bordtennis kom heilt væl burtur år sini fyrstu lut- tøku i Europa Ligaini, 3 deild. Kappingarnar fóru fram leygardagin og sunnudagin í Reykjavík g endaliga úrslitið var, at Ísland vann kapping- ina, Isle og Man varð nr 2., Jersey nr. 3, Føroyar K nr. 4. og Guernsey nr. 5 BESTA ÚRSLITIÐ HIGARTIL Í mun til styrkina í eini slíkari kapping, er eingin ivi um, at úrslítið í Íslandi er tað besta, eitt føroyskt borðtennislandslið nakr- antíð hevur nátt. Og mangt bendir á, at mót- stødan, vit = hesaferð kundu geva øllum hinum londunum. verður uppaft- ur sterri við Oyggjaleikir- nar, sum verða í Føroyum inæsta summar. Venjarar og leikarar úr eðrum londum vóru ovfarnir av føroyska liðnum, og teir spáddu okkum ikki so smáar vónir um góð úrslit í 1989 Eingin tordi at manna annað enn sterkasta liðið imóti føroyaska A-lands liðnum; har var einki at geva av vóru londini samd um BYRJAÐU ILLA Fyrsta landið, vit mettu í Íslandi, var Jersey, men her kom leikurin hjá okk- um ongantíð í gongd Nevnast kann t.d., at teir íslendsku leikararnir, vit høvdu leikt ímóti dagar- nar, meðan bíðað varð, skiltu ikki, hví tað gekst so ílla hjá okkum ímóti Jersey. Tað vísti seg, at okkara leikarar vóru alt ov spentir og illa gekst at byggja upp góðan leik; tað var bara einki, sum vildi eydnast. Tapið var eisini stórt; av sjey dyst- um vunnu vit bert tann eina. Sostatt varð úrslitið ein 6-1 sígur til Jersey Men ongantíð er ov tíð og meiri, og Jersey-l ik ararnir vóru á einum máli um, at tað var sera heppið fyri teir, at teir mettu Feroyum so tíðliga Í kappingini SÍÐANI GEKK VÆL Seinnapartin leygardagin leiktu Feroyar og Guern sey. Við Oyggjaleikirnar taptu vit 5-2, men hesa- terð fekk pípan annað ljóð. Sjålvt um borðtenn isitrótturin hevur verið iðkaður á Kanaloyggju- num síðani í 1820-unum rvið 'g Oyggjarnar nava traditiór róttargrein, e aðist tað føroyska A-landsliðnum hesaferð at basa Guern- sey, 4-3 Ein stór framgongd og eitt frálíkt úrslit! Tridja landið, vit mettu, var Isle of Man Við Oyggjaleikirnar sein- ast taptu vit ikki minni enn 6-1 á teimum, men hesaferð gekk munandi betur. Isle of Man vann ein sera tepran 4-3 sigur å så It Føroyum, men vid hesum er ikki alt sagt: vit véru =>