Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Stórar avbjóðingar fyri framman UM góðar tríggjar viku letur 1. útbjóðing til oljuleiting á føroyska landgrunninum aftur. Aðrenn klokkan 12 á middegi mikudagin 17. mai skulu oljufeløg, sum ætla sær at vera við í oljuleiting við Føroyar hava latið Olju- málastúyrinum umsókn. NETTUPP at hetta er fyrstu ferð nakranatíð, at slík útbjóðing fer fram, er so mikið meira áhuavert, spennandi og eisini álvarsligt. Tí umframt tær positivu og góðu vónir vit hava til eina komandi oljuvinnu, so eru eisini vand- amál, sum vit her frá byrjan eiga at geva gætur og røða um. Hetta eru spurningur sum víðvikja trygdini og umhvørvinum og annars ta ávirkan, sum ein slík vinna kann hava á alt okkara samfelag sum heild. HERFYRI skipaði Suðurstreymoyar Tjóðveld- isfelag fyri áhugaverdari hoyring, sum nett- upp snúði seg um avbjóðingar og eisini vand- amál, ið ein komandi oljuvinna hevur við sær. Tíanverri var hoyringin eitt fríggjakvøld og í ringum veðri eisini, so har møttu bert fá fólk. Men harfyri nýtast vit ikki at gevast við at umrøða hesar spurningar. Tvørturímóti eiga fjølmiðlarnir m. a. við grundarlag í slíkari hoyring at viðgera málið víðari. Eftir okkara tykki hevur ikki minst útvarpið sera góðar umstøður til tess. Tí hesin loftmiðilin er eftir okkara tykki sum gjørdur til at viðgera sam- felagsspurningar sum tjak og orðaskifti. Tá verður ikki sagt, at ikki bæði bløðini og sjón- varpið eisini eiga og kunnu viðgera slíkt, men tá tað kemur til debat og tjak um samfelags- spurjningar passar útvarpið sum fótur í hosu til endamálið. Tí skal tað vera ynski okkara og ein áheitan á nettupp útvarpið um at geva hesum stóra máli størri ans í framtíðini - og tá hugsa vit ikki júst um tíðindaflutningin men meira um tað, sum dialogur og samrøður og tjak kunnu geva. TÁ 17. mai er farin aftur um bak vita vit, hvat aljtóða oljufeløgini av álvara hugsa um Før- oyar og møguleikarnar at finna olju her. Vit vita tá, hvussu nógvar pengar hesi feløg eru sinnað til at brúka uppá leiting her, og vit vita eisini í hvussu stóran mun tey vilja taka føroyska samfelagið við í henda útvikling. BP AMOCO, sum lat skrivstovu upp í Havn herfyri, er so bert eitt av feløgunum, sum ætlar sær at vera við í leitingini. Vónandi fara tað at vera nógv feløg, sum eru við tá av- tornar, og vónandi verður tað eisini so, at tey feløg, sum ikki ætla sær av vera við í hesi fyrstu útbjóðing - út frá vónandi góðum leit- ingarúrslitum - umhugsa seg til at vera við í 2. útbjóðing, nær hon so enn verður. Vit skulu ynskja Oljumálastýrinum og øllum teimum fólkum, sum trúliga hava arbeitt við at fáa hesa 1. útbjóðing í gongd, góða eydnu við víðari arbeiðinum. Og vit skulu eisini ynskja oljufeløgunum, sum vilja vera til til at leita og menna eina oljuvinnu saman við føroyingum, góða eydnu. Formaður Sambandsfloks- ins mælir til, at landsstýrið leggur frá sær. Javnaðar- flokkurin er ikki so avgjørd- ur — mælir bert til at full- veldiskósin verður broytt. Algoysti mikrofonhaldarin hjá útvarpinum spyr, um ikki hetta, at Sambandið og Javnaðurin nú hava 17 av 32 løgtingslimum, fær av- leiðingar. Nýggj samgonga. Og leiðari Javnaðarfloksins hálvgum játtar — jú, hetta gevur okkum okkurt at hugsa um. Jamen... hvat er hent? Havi eg sum ein annar Rip van Winkle sovið eitt løg- tingsval burtur? Og ikki gjørt mína skyldu? Ikki ver- ið á valið.... Men so byrjar at klárna so frætt sum nú einaferð ber til. Hetta snýr seg um eina tilvildarliga veljarakann- ing.... við teimum vansum, ósikkurheitum og annars á- hugaverdu avdúkingum, ein slík kann geva. Okkara fólkavaldu spæla við. Og 4. statsmaktin — í allari sínari meiningsdann- andi veldigheit — skipar kórinum, so vit næstan halda, at HETTA er rættu- ligt demokrati. Veruleikin er, at vit nú eru um at fara frá meira traditi- onellu vesturlendsku dem- okratifatanini, til nakað annað. Vit kunnu fyri at gera Viðmerking: Nú sigra sakligar próvgrundir Eg eri sera samdur við teim- um, sum halda, at ríkisfel- agsskapurin er annað og meira enn ein veiting, sum via donsku fíggjarlógina verður latin føroyska sam- felagnum sum ískoyti til okkara búskap. Men vit kunnu heldur ikki latast sum um henda veit- ingin – blokkurin – ikki er ein partur av okkara búskapi og sum vit bara kunnu taka burtur og so halda, at alt er sum fyrr. Tað ber ikki til. Um vit vilja tað ella ikki so er búskapur grundarlag undir okkara vælferðarsam- felag. Vit kunnu tosa um nógvar aðrar støddir, sum ganga inn í sjálvt hugtakið vælferð, men eg hugsi, at tá ið vit skulu gera hetta upp ella máta tað, so er tað altíð við eini búskaparligari alin. At búskapur eisini er grundleggjandi fyri onnur, síggja vit út av eini kanning, sum júst er gjørd í Dan- mark, um hvat ið er mest avgerandi fyri teirra støðu- takan til eitt gjaldoyrasam- arbeiði. Ovast á listanum yvir grundgevingar fyri støðutakan er búskapur. Tað hevur ongantíð verið Tjóðveldisflokkinum fyri at tosa um búskap. Teir hava mestsum avsannað at hetta hugtakið er til og hava tískil heldur ongan politik havt á økinum. Har sum teir ráða verður húsast eftir tilvild uttan atlit til grundleggjandi samanhangir í samfelagn- um. Tá ið so aðrir flokkar í byrjanini av fullveldistosin- um settu fullveldisprofetun- um spurningar um búskap og búskaparligar avleiðing- ar, so høvdu hesir sjálvandi einki svar. Teir vóru ikki vanir at verða trýstir við spurningum um t.d. væl- ferðina, sum kravdu eitt sakligt svar. Í byrjanini royndi Høgni Hoydal at sannføra føroyingar um, at fullveldi fekk ein dynamikk inn í vinnulívi, sum gjørdi at hetta kundi halda væl- ferðarsamfelagnum á sama støði. Hetta er ein ásannan av, at peningur (blokkur?) skal til, men Høgni Hoydal hevur ikki megnað at sann- ført føroyingar um tann log- iska samanhangin millum fullveldi og dynamikk í vinnulívinum og tískil hev- ur hann helst eisini sjálvur mist trúnna, síðani einki hoyrdist aftur um hetta hug- taki. Nú eitur tað ræðumyndir, tá ið onkur roynir at greiða onkrar búskaparligar sam- anhangir fyri honum. Og tað er fyri mær eitt satt tekin um, at nú eru tær skilagóðu frágreiðingarnar frá tí pol- itisku andstøðuni um við- urskiftini millum Føroyar og Danmark farnar at bera ávøkst. Tjóðveldisflokkurin varð tikin á bóli í búskapar- liga orðaskiftinum, sum tók seg upp saman við fullveld- istosinum og hann hevur tí ongantíð fótað sær í við- gerðini av teimum búskap- arligu avleiðingunum, sum ein loysing hevur við sær. Og hetta eru føroyingar farnir at leggja til merkis. Nú er ikki longur nokk við innantómum tosi. Tann fel- ags búskaparliga argument- atiónin sum ein fortreyt fyri meira sjálvstýri og sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin støðugt hava ført fram í seinastuni, hevur verið so sannførandi, at veljararnir eru samdir. Ein ásannan av at hava nógv felags sjónarmið og at hava sama hugburð til nógv mál hevur ført hesar báðar flokkar nærri saman go giv- ið teirra orðum so stóra styrki, at veljararnir, um val var í dag, høvdu givið hes- um báðum flokkum eins-a- møllum ein meiriluta á Før- oya Løgtingi. Hetta er eitt heraklapp av teimum stóru. Og henda undirtøka verð- ur bert at vaksa so leingi formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum ikki er førur fyri at geva Útvarpi Føroya aðra frágreiðing enn, at hetta er úrslit av eini búskaparligari ræðumynd frá politisku andstøðuni á Føroya Løg- tingi. Nei, Høgni Hoydal, hetta kemur av greiðari talu um nøkur grundleggjandi viðurskiftir í okkara tilveru. Tað hevur ikki borið sam- gonguni til at skjalprógva nakað sum helst av tí loysn, teir ætla fyri okkara land á ríkisrættarliga økinum. Tað hevur ikki eydnast teimum at sannføra Føroya fólk um, at loysing er nøkur gongd leið. Bert uml. 25% taka undir við tí, sum samgong- an hevur sett sær fyri, um hetta skal hava nakrar av- leiðingar fyri okkara væl- ferð. Og tað fær tað. Henda undirtøkan er so lítil, at tað er viðkomandi at seta spurnartekin við, um samgongan í tí heila tikið kann loyva sær at arbeiða víðari eftir hesi leiðini. Landið skal framvegis um- sitast, men tað tykist sum tað mesta av okkara umsit- ing er upptikin av at arbeiða fyri eini loysn, sum bert uml. 25% av øllum føroy- ingum taka undir við. Nógvar skattakrónur verða nýttar til fullveldisskútuna, so bert lítið verður eftir til tænastur fyri hini 75%, sum ikki halda at vit skulu taka loysing nú. Í orðaskiftinum um full- veldi tykist vit og skil at hava vunnið á uppblástum nationalromantiskum postolatum uttan hald í nøk- rum veruleika og tað gevur lyftir um skilagóðar loysnir – eisini á tí ríkisrættarliga økinum. Gøtu 18.04.2000 Atli Hansen tað nemmari, kalla tað post- demokratiið (hevur einki við Berg í Garði at gera). Skjótt verður als ikki neyð- ugt at halda val 4. hvørt ár. Veljarakanningarnar ordna paragraffirnar fyri okkum. Og tað, sum tær ikki klára, kunnu ymsu pressiónsbólk- arnir í samfelagnum taka sær av. Smb. uppskot um fjølmiðlanevndirnar — okkara fólkavaldu verða koyrdir .....ella koyra seg sjálvar/sjálv... út á eitt síðu- spor. Teir sterkastu pressi- ónsbólkarnir fara í framtíð- ini at stýra sokallaðu 4. statsmaktini — teirri al- mennu í hvussu so er- og lítið er at ivast í, at tilvild- arligar meiningskanningar verða tulkaðar eins hyster- iskt og hendan seinasta. Tað eru nú øldir síðani, at Bakhunin kastaði sína seinastu bumbu. Og Mar- cuse og hansara romantiska radikalisma fangaðu ongan- tíð ordiliga. Men sannleikin er tann, at vit hava ongantíð verið nærri anarkinum enn vit eru nú. Eitt samfelag stýrt av veljarakanningum!Og pressiónsbólkum! Og har kann eingin yvirliva uttan ráksnúvningarnir! “Hvad er livet, et pust i sivet.....” segði Dunnaldur Dunna. Jens Chr. Carlsson Tórshavn Agurktíðir Einki Yngd í blaðnum í dag Vegna páskafrítíðina er einki Yngd í blaðnum í dag, men tað verður afturí blaðnum sum vant næsta miku- dag Sosialurin