mikudagur 26. apríl 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 79 - 26. apríl 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 79 - 26. apríl 2000
Friðalig
høgtíð
Politistøðirnar kring landið siga frá
friðaligum páskum. Einki stórvegis út
yvir tað vanliga hevur verið á
skránni, verður sagt
EDVARD JOENSEN
Í Klaksvík bakkaði ein bilur
á ein annan um páskirnar.
Bilførarin rýmdi, men kom
tó aftur seinni. Tá tosaði
løgreglan við mannin, sum
var ávirkaður av rúsdrekka.
Okkurt smávegis kom upp
á bilarnar, verður sagt av
politistøðini í Klaksvík.
Um skírishalguna var eitt
heldur álvarsligari ferðslu-
óhapp í Klaksvík, har tveir
bilar stoyttu saman. Onkur
persónur varð fluttur á
sjúkrahúsið, men sum skilst
á vakthavandi í Klaksvík
var eingin stórur mansskaði.
Men bilarnir fóru illa. Ann-
ar varð tikin á politistøðina,
og skuldi kannast á Bileft-
irlitinum, tá Sosialurin tos-
aði við politistøðina í
Klaksvík í gjár. Heilt greitt
var ikki, hvør orsøkin til
óhappið var, men sagt varð
av politistøðini, at líkt var
til, at tað var kappkoyring.
Millum hús.
Annars hevur løgreglan í
Klaksvík steðgað nógum
bilum á páskum, men har
var alt, sum tað átti.
Í Havn sigur løgreglan frá
trimum tilburðum við hús-
aófriði mikukvøldið í pásk-
avikuni. Nakað av fullum
fólki hevur verið í býnum
um høgtíðina, og okkurt
smávegis herverk hevur eis-
ini verið. Onkur rútur er
brotin og tílíkt, sum ofta
fylgir við fullum fólki, sigur
vakthavandi á politistøðini
í Havn.
Um skírishalguna vóðru
ferðslukanningar gjørdar.
Skírisdag var løgreglan inni
á Sundi við radaranum. Har
vórðu tríggir, sum koyrdu
so skjótt, at koyrikorti verð-
ur tikið. Tveir koyrdu 118
kmt., meðan ein var heilt
uppi á 148 kmt. Langa-
fríggjadag vórðu kanningar
gjørdar millum rundkoyr-
ingina í Kollafirði og berg-
holsmunnan. Har var ein,
sum náddi 111kmt. og tí eis-
ini kann vænta at missa
koyrikortið.
Í aðrar mátar var friðaligt,
sigur vakthavandi á politi-
støðini í Havn. Sama hevur
verið aðrastaðni í landinum.
Eitt heldur álvarsligari ferðsluóhapp var í Klaksvík um skírishalguna, har tveir bilar stoyttu saman. Onkur persónur
varð fluttur á sjúkrahúsið, men sum skilst á vakthavandi í Klaksvík var eingin stórur mansskað
Mynd: Jan Müller
ÓLAVUR Í BEITI
– Við atliti at gongdini fram
móti øktum altjóða handli
– her uppi í handli við mat-
vørum – verða karmar til-
evnaðir soleiðis, at ásetingar
verða gjørdar fyri matvøru-
trygd, fólkaheilsu og djóra-
heilsu, bæði í altjóðasátt-
málum og økissáttmálum.
Limalondini í Altjóðahand-
ilsfelags-skapinum (WTO)
hava eisini á heilsufrøðiliga
økinum bundið seg til at
laga lóggávu sína til meg-
inreglurnar í WTO sáttmál-
unum.
– Av tí, at nærum allur
útflutningur Føroya er fisk-
avørur, er sera gagnligt við
slíkum sáttmálum, ið áseta
góðsku- og reinføriskrøv.
Umframt at minka um
smittuvanda í handli við
matvørum, hava slíkir sátt-
málar til endamáls at forða
fyri, at handil millum lond
verður darvaður av tøknilig-
um krøvum, ið eingi heils-
ufrøðilig fyrilit hava, sigur
løgmaður m.a. í viðmerk-
ingunum til uppskotið.
Ísland og Noreg
Og Anfinn Kallsberg upp-
lýsir, at næstu kappingar-
neytar okkara – Ísland og
Noreg – hava skipað hesi
viðurskifti við Evropasam-
veldið (ES) soleiðis, at teir
eru vorðnir partar av heils-
ufrøðiliga samstarvinum í
Evropa gjøgnum EBS.
– Hóast Føroyar eru uttan
fyri bæði ES og EBS og
útflyta nærum allar okkara
vørur til ES marknaðin,
hava vit verið fyri stórari
ávirkan av gongdini í ES á
hesum øki. Ein treyt fyri at
kunna kappast við onnur
lond er, at støðið á bæði
virkjum og framleiðslu, tá
talan er um reinføri og
góðsku, í minsta lagi er
javnbjóðis við tað, sum er í
grannalondum okkara. Um-
framt at føroysk virki og
framleiðsla sum heild eru á
sama støði sum í londunum
kring okkum, fylgja Før-
oyar eisini minstukrøvum
WTO hesum viðvíkjandi.
Óheppin árin
– Tað, at Føroyar ikki hava
verið partur av heilsufrøði-
liga samstarvinum í Evropa
hevur havt heldur óheppin
árin við sær á føroysku
vinnuna, serliga í mun til
vinnuna í okkara granna-
londum. Her kann millum
annað nevnast økt eftirlit
við ES markið, har prosent-
vísi parturin av vøru, ið
verður kannaður, er nógv
størri enn hjá londum, ið eru
partar av heilsufrøðiliga
samstarvinum. Avmarking-
ar í mun til havnir, sum
kunnu nýtast sum móttøku-
havnir, hevur eisini verið
ein stórur trupulleiki.
– Tískil hevur Føroya
Landsstýri havt sum mál at
finna ein hóskandi leist fyri
Føroyar í heilsufrøðiliga
samstarvinum í Evropa. Tað
er gjørt bæði fyri at bøta um
umstøðurnar hjá føroyskum
fiskavøruútflytarum og at
tryggja okkum sjálvum og
øðrum, at góðska og heils-
utrygd í framleiðslu av mat-
vørum í Føroyum er minst
á sama støði sum í teimum
londum, vit hava samhandil
við, sigur Anfinn Kallsberg.
Broytingar
– Broytingarnar í verandi
støðu verða tískil, at Før-
oyar skulu einki forboð
hava fyri innflutningi av liv-
andi djórum ella djóraúr-
dráttum úr ES londum og
kunnu heldur ikki steðga
vørum á markinum inn til
Føroya fyri at taka royndir.
Afturat hesum verða Før-
oyar at rokna sum ES mark
fyri heilsufrøðiligum eftir-
liti av djórum og djóraúr-
dráttum, sum flutt eru inn
til Føroya frá triðjalondum
– Í sambandi við útflutn-
ing frá Føroyum til ES,
verða somu treytir fyri sam-
handli millum ES limalond
á heilsufrøðiliga økinum
galdandi fyri fiskavørur og
alivørur (har uppi í livandi
fiskur), tvískjelja lindýr,
fiskamjøl ætlað til djóra-
fóður og óvirkað ull úr Før-
oyum, sigur løgmaður í við-
merkingunum.
Eftir innbjóðing frá ES-
nevndini verður høvi hjá
Føroyum at luttaka sum
eygleiðari á fundum í ar-
beiðsbólkum í ES, har
spurningar um heilsufrøð-
ilig krøv til fiskivinnu verða
viðgjørdir. Ætlanin er, at til-
mælið verður lagt fyri
felagsnevndina Føroyar-EF
til endaliga góðkenning á
árliga fundinum í juni 2000
í Tórshavn.
Ásetingar gerast fyri fólkaheilsu og djóraheilsu
Av tí, at nærum allur útflutningur Føroya er fiskavørur, er sera gagnligt við slíkum sáttmálum, ið áseta góðsku- og
reinføriskrøv, sigur Anfinn Kallsberg m.a. í viðmerkingunum til uppskot um heilsufrøðilig viðurskifti við ES
John Johannessen
Á vikuliga tí›indafundinum
í danska forsætisrá›num í
gjár bo›a›i Poul Nyrup
Rasmussen frá, at hann í
morgin fer at senda løg-
manni svar upp á brævi›,
løgma›ur herfyri sendi sær
um føroysku stø›una til
faktuella fíggjarliga grund-
arlagi› undir ví›ari ríkis-
rættarligu samrá›ingunum.
Á fyrsta samrá›ingar-
fundinum, i› var› hildin 17.
mars,
gjørdust
partarnir
samdir um, at teir skuldu
royna at fáa avklára› eitt
felags faktuelt fíggjarliga
grundarlag fyri ví›ari sam-
rá›ingunum.
Partarnir
høvdu nevniliga hvør sítt
faktuella
grundarlag
á
fyrsta
samrá›ingarfundi-
num. Ta› hjá landsst‡rinum
bygdi á búskaparpartin av
Hvítubók, me›an danska
fíggjarmálará›i›
hev›i
gjørt nakrar útrokningar, i ›
s‡ndu,
hvat
føroyingar
kosta dønum. Í hesum
roknistykki var eisini gjørt
upp, hvat føroyingar búsit-
andi í Danmark kosta dan-
ska statinum.
Sí›ani hesa avtalu, hava
føroyingar og danir hvør í
sínum lagi arbeitt vi› at
finna hetta felags faktuella
grundarlag, og 13. apríl
sendi løgma›ur danska for-
sætisrá›harranum bræv, har
hann vísir á, at tvey tey
fyrstu av teimum f‡ra
punktunum í uppstillingini
hjá danska fíggjarmálará›-
harranum kunnu sammetast
vi› útrokningarnar í Hvítu-
bók, me›an løgma›ur tekur
frástø›u frá hinum bá›um
punktunum.
Tey bæ›i punktini í dan-
ska roknistykkinum, løg-
ma›ur sigur seg kunna taka
undir vi›, eru útrei›slurnar
av blokkstu›ulinum til Før-
oya og útrei›slur hjá stats-
ligum myndugleikum í Før-
oyum. Men løgma›ur tekur
als ikki undir vi› útrokning-
unum um útrei›slur av
donskum
pensjónum
til
Føroya, og heldur ikki tekur
hann undir vi› útrokningu-
num um útrei›slur av føroy-
ingum í Danmark.
Løgma›ur ger vart vi›, at
hann tilskilar sær rætt at
leggja onnur tøl á bor›i›
undir ví›ari samrá›ingu-
num og vísir á, at hann
væntar svar frá Nyrup, um
hann ikki tekur undir vi›
sjónarmi›um í brævi lands-
st‡risins. Hetta svar fær An-
finn Kallsberg í dag.
Anfinn fær svar í dag
John Johannessen
Leygardagin kom størsti
trolarin í føroyska flota-
num, Næraberg, á Klaksvík
vi› 630 tonsum av surimi
og 240 tosnum av mjøli.
Næraberg hevur veri› til
fiskiskap í tilsamans 40
dagar á sínum fyrsta túri.
Sjálvur túrurin vardi kortini
eitt sinur longur, orsaka› av
trupulleikum vi› spæl út-
ger›ini. Men rei›arin er væl
nøgdur vi› úrsliti›.
– Hesin túrurin hevur s‡nt
okkum, at ta› nokk skal fara
at bera til vi› Nærabergi. Eg
eri vísur í, at ta› fer at bera
til, hóast manning á 72 fólk
gevur nógvar lønarútrei›s-
lur, sigur Hanus Hansen,
stjóri á JFK-Trol.
Í gjár fóru menn at landa
Næraberg, og ætlanin er, at
hann skal fara avsta› aftur
til fiskiskap hósdagin.
John Johannessen
Mangt bendir á, at úrsliti›
av
uratkvø›ugrei›sluni
millum limirnar í Lærara-
felagnum um semjuna mill-
um Fíggjarmálast‡ri› og
Lærarafelagi›
ver›ur,
at
semingsuppskoti›
ver›ur
vraka›.
Sosialurin hevur tosa› vi›
fleiri av álitisfólkunum hjá
lærarunum kring landi›, og
hava tey øll varhugan av, at
úrsliti› av atkvø›ugrei›sl-
uni ver›ur eitt heilt greitt nei
til n‡ggja sáttmálan.
Høvu›sgrundgevingarnar
fyri, at uppskoti› ver›ur
felt, siga álitisfólkini vera,
at lærarnir skulu taka stø›u
til eina ókenda danska
avtalu um ársverk, tímar og
anna›, i› enn ikki er roynt í
Danmark. Lærararnir skulu
í veruleikanum taka stø›u til
eina skipan, i› er smí›a› til
donsk vi›urskifti, men sum
kortini ikki er roynd í Dan-
mark og heldur ikki a›ra-
sta›ni.
Illa fyrireika›
Álitisfólkini hjá lærarunum
eru samd um, at semings-
uppskoti› er alt ov illa fyri-
reika› og tí eisini ógvuliga
torført at taka stø›u til. Eitt
av álitisfólkunum, i› vil
vera ónevnt, vísir á, at dan-
ska áliti›,
i› skal vera
grundarlagi› undir einum
parti av n‡ggja sáttmálan-
um, er púra ókent fyri limu-
num í Lærarafelagnum. Tí
ver›ur ta› hildi› vera ógvu-
liga óheppi, at limirnir ikki
eru kunna›ir nóg nógv um
ta›. Áliti› er sent limunum,
men ta› er ikki umsett og
ongar nærri frágrei›ingar
eru um ta›.
Harafturat vísa fleiri av
álitisfólkunum á, at sem-
ingsuppskoti› sum heild er
alt ov illa or›a› og ógreitt,
og tí ber ikki til at taka nakra
grei›a stø›u til ta›. Tí ver›-
ur vænta›, at festu limirnir
fara at atkvø›a ímóti upp-
skotinum.
Hildi› ver›ur eisini, at
ársverkini, lagt ver›ur upp
til í uppskotinum, fer at
eggja fleiri av limunum til at
vraka uppskotinum. Fleiri
av limunum eru ónøgdir
um, at eftirlit skal haldast
vi› teimum gjøgnum árs-
verkini, og sí›ani halda teir
ta› eisini vera heilt burtur-
vi›, at vit í Føroyum skulu
hava eina skipan vi› árs-
verkum, i› eru tillaga› eftir
arbei›inum hjá lærarum í
Keypmannahavn.
Skúlin má virka
aftur
Hóast meginparturin av før-
oysku lærarunum ikki tekur
undir vi› sáttmálauppskoti-
num,
halda
álitisfólkini
kortini, at ta› eru lærarar
kring landi›, i› kenna seg
noyddar at atkvø›a fyri tí.
Orsøkina til hetta siga tey
vera, at nógvir av læraru-
num kenna á sær eina mor-
alska skyldu fyri at fáa skúl-
an at virka aftur.
Lærararnir ásanna, at ta›
kann fáa álvarsligar fylgjur
fyri próvtøkurnar hjá næm-
ingunum í níggjunda og
tíggjunda flokki, um verk-
falli› heldur fram, og rokna
álitisfólkini vi›, at hetta
kann fáa fleiri av lærarunum
til at atkvø›a fyri uppskoti-
num.
Føroysku fólkaskúlalær-
ararnir hava veri› í verkfalli
sí›ani 8. mars.
Danski forsætisrá›harrin fer í dag at svara brævinum,
løgma›ur herfyri sendi honum um faktuella grundarlagi
fyri ví›ari samrá›ingunum um føroyskt fullveldi
Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol, er væl nøgdur vi›
fyrsta túrin hjá risatrolaranum, Nærabergi
Meginparturin av álitisfólkunum hjá føroysku lærarunum eru samd um, at semjan millum
Lærarafelagi› og Fíggjarmálast‡ri› ver›ur vraka› vi› uratkvø›ugrei›sluni millum limirnar
Semingsuppskoti› ver›ur helst felt
Væl nøgdir vi› fyrsta túrin
Mynd: Jan Müller