mikudagur 26. apríl 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 79 - 26. apríl 2000
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 79 - 26. apríl 2000
Vælumtókta H-vindeyga í nýggjum búna
Nýggja H-vindeyga, ið er klætt við aluminium á útsíðuni, gevur framúr viðlíkahalds fyrimunir,
samstundis sum umhvørvi og trivnaður innandura verður gingin á møti við límtræði. Nú kanst tú
eisini velja millum topp- ella síðusving vindeygu, ið kunnu snarast runt, so tey eru løtt at vaska.
Vindeygað verður liðugt viðgjørt - lakk-sproytað - bæði innan og uttan, síðan verður tað klætt við
aluminium í tí liti, tær dámar best.
Ring á 33 21 77 og bið om brochuru og legg summarfrítíðina til rættis!
Vatnsoyra
Vatnsoyra Snikkaravirki pf.
H
www.h-window.fo
10 ára trygd
stephanssons hús
Gori ella Gran Canaria?
Formaðurin í Lærarafelagnum ikki
nøgd: Vit fingu alt ov lítið burturúr
Nógvir lærarar
hava funnist at
semingsuppskot-
inum í samráð-
ingunum við
fíggjarmálastýr-
ið. Og formað-
urin í Lærarafel-
agum gevur teim-
um rætt: Vit hava
fingið alt ov lítið
burturúr, sigur
hon.
ÁKI BERTHOLDSEN
Stutt eftir døgverða hósdag-
in fæst at vita um ein endi
fæst á verkfallinum hjá lær-
arunum, ella ikki.
Tá er seinasta freist hjá
lærarunum at lata atkvøðu-
seðilin inn, har teir skulu
siga, antin teir taka undir
við semingsuppskotinumm
ella ikki.
Og væntandi fer atkvøðu-
nevndin at telja saman bein-
anvegin.
Men skal dømast rákinum
ímillum lærararnar, er tað
lítið sannlíkt, at semings-
uppsktotið verður samtykt.
uðskravið hjá lærarunum.
Harafturat hóvar tað lær-
arafelagsformanninum sera
illa, at ein áseting um ar-
beiðstíð koyst inn í sem-
ingsuppskotið.
– Eftir semjuni, sum varð
gjørd við fíggjarmálastýrið
í oktober í fjør, halda vit
ikki, at arbeiðstíðin var eitt
mál, sum vit skuldi sam-
ráðast um nú.
– Men tað var eitt ófrá-
víkiligt krav frá fíggjar-
málastýrinum, og tí er tað
komið við.
Men tað, sum hóvar Elsu
Birgittu enn verri, er, at eftir
semingsuppskotinum, sum
fíggarmálastýrið hevur góð-
kent, er talan um eina
danska áseting um arbeiðs-
tíð, sum føroyskir lærarar
nú skulu arbeiða eftir.
Og tað heldur formaðurin
í Lærarafelagnum snøgt
sagt ikki ber til at seta í verk
í Føroyum.
– Arbeiðstíðin hjá donsk-
um lærarum er ásett eftir
heilt øðrum grundreglum,
enn vit arbeiða eftir. Eitt nú
fáa vit tímaniðurskurð fyri
at rætta uppgávur, fyri ser-
undirvísing o.sfr.
Og tað hava danir ikki, so
tað ber heilt einfalt ikki til
at smoyggja eina danska á-
seting niðuryvir høvdið á
føroyskum lærarum, tí talan
er um eina heilt grundleggj-
andi mun, sigur formaðurin
í Lærarafelagnum.
Hon sigur, er tað eisini
ætlanin, at ásetingin um ar-
beiðstíð skal lagast til før-
oysk viðurskifti.
– Men spurningurin er,
um tað er rætt av føroyskum
lærarum at góðkenna eina
so leysa orðing, leggur hon
afturat.
Hon vísir eisini á, at tá ið
danskir lærarar fingu sína
arbeiðstíð, fingu teir eina
munandi lønarhækking í
endurgjaldi, og tað er eitt
fyrivarni afturat, sum hon
hevur til hendan partin av
semingsuppskotinum.
Tó ásannar hon, at Lær-
arafelagið hevur undirskriv-
að eina avtalu um at áseta
arbeiðstíð og tað avtaluna
ætla tey ikki at renna undan.
– Men tað er eitt heilt
annað mál, sum ikki skuldi
takast upp nú, eftir teirri av-
talu, sum vit hava gjørt um
sáttmálasamráðingarnar nú.
Hví góðtekur nevndin at
leggja eitt uppskot fyri lær-
ararnar at taka støðu til, tá
ið alt ov lítið er komið burt-
urúr?
– Hetta er ikki eitt upp-
skot, sum vit hava samráðst
okkum fram til. Hetta er eitt
uppskot, sum semings-
menninir hava lagt fram. Og
tað eru teir, sum hava ræði
á samráðingunum.
– Meiningarnar hjá lærar-
um eru eisini ymiskar og tð
gjørdi nevndin av at lata
spurningin standa opnan til
lærarar at taka støðu til, sig-
ur Elsa Birgitta Petersen.
Elsa Birgitta Petersen,
formaður í Lærarafelag-
num, sigur, at bæði á stóra
lærarafundinum í Norður-
landahúsinum beint fyri
páskir og síðani tá, hava
nógvir lærarar funnist at
semingsuppskotinum, tí teir
halda, at tað er ov vánaligt.
Og Elsa Birgitta Petersen
dylir ikki fyri, at hon gevur
teimum rætt í atfinningun-
um.
Tí eisini sjálv er hon ógv-
uliga ivasom.
Hon hevur longu atkvøtt,
men hon vil ikki siga, hvar
hon setti krossin.
Men hon heldur, at lær-
ararnir hava fingið alt ov
lítið burturúr.
–Vit hava fingið alt ov fá
av okkara grundleggjandi
krøvum við í semingsupp-
skotinum.
Hon sigur, at í semnings-
uppskotinum hava lærarar-
nir næstan ongan tímaniður-
skurð fingið fyri meiri álagt
arbeiðið og júst tað var høv-
Krevja at flakarvirkið í
Vági verður tikið niður
Býráðið hevur mist tolið og fer at áleggja Fiskavirking antin at lata virkið upp, ella at taka tað niður
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú skal Fiskavirking antin
lata tað stóra flakavirkið í
Vági uppaftur- ella skal tað
takast niður.
Hetta eru treytirnar, sum
Føroya Fiskavirking nú fær
frá Vágs Býráð.
Eftir at gamla Polarfrost
í Vági hevur staðið tómt í
fleiri ár, hava vágbingar nú
mist tolið við Fiskavirking,
sum eigur virkið.
Og á býráðsfundi beint
fyri páskir, samtykti býráðið
einmælt at seta Fiskavirking
tvinnar kostir:
Antin verður virksemi
aftur á virkinum, ella skal
tað takast niður.
Býráðið hevur samtykt at
biðja sakførara arbeiða við
málinum fyri seg og hann
fer nú at seta seg í samband
við Fiskavirking um málið.
Jógvan Krosslá, býráðs-
formaður, sigur at Fiska-
virking fær tveir mánaðir at
svara
býráðnum
aftur,
hvørjar ætlanir eru við virk-
inum.
– Og verður virksemið
ikki tikið uppaftur beint nú,
verður Fiskavirking biðið
um at taka virkið niður, so
at okkurt annað virkið kann
verða bygt har, um so verð-
ur.
– Talan er um eitt stórt
grundstykkið uppá 6.000
fermetrar og tað er eitt ov
stórt økið til at tað skal
liggja steindeytt.
Hóast tað er Fiskavirking,
sum eigur sjálvt virkið, er
tað Kommunan, sum eigur
stykkið, sum virkið stendur
á.
Sostatt er tað Kommun-
an, sum hevur leigað stykk-
ið út til at seta fiskavirkið
á.
Og verður ikki fiskaar-
beiðið aftur á virkinum nú,
fer kommunan at siga leigu-
sáttmálan upp, og so má
Fiskavirking taka virkið
niður.
Í leigusáttmálanum stend-
ur, at verður virkið í tvey ár
ikki brúkt til tað, sum tað
varð ætlað til, nevniliga til
fiskavirki, kann kommunan
siga leigusáttmálan upp og
tað er hendan ásetingin í
sáttmálanum, sum komm-
unan nú ætlar at brúka.
Jógvan Krosslá sigur, at
býráðið í Vági er púra samt
um, at nú verður ikki bakk-
að aftur, men at farast skal
til botns í hesum málinum
– Vit eru avgjørt til reiðar
at gera tað, sum gerast skal,
fyri at fáa virkið ígongd aft-
ur- ella skal tað takast niður,
so at rúmd verður fyri øðr-
um, um so skuldi verið, sig-
ur
Býráðsformaðurin
í
Vági.
Flakavirkið í Vági
hevur staðið tómt nú
í fleiri ár. Men nú
skal tað antin ígongd
aftur, ella skal tað
takast niður, hevur
Vágs býráð samtykt
Elsa Birgitta
Polarfrost