Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eg skal vegna BP Amoco bjóða tykkum øllum at vera vælkomin til hesa móttøku í samband við at felagið í dag letur upp skrivstovu her í Havn. Eg haldi at vit hava verið hepnir við skrivstovuhølun- um, tey liggja væl fyri við góðum útsýni, tætt við havnarlagið. Tú kanst eyg- leiða skipaferðsluna, tú sært oman á hugnaligu Konga- brúnna og yvir á søguliga Tinganes. Skrivstovan skal røkja áhugamálini hjá felagnum í Føroyum, vera bindilið til Oljumálastýrið og annars tey virkir og teir stovnar her á landi, sum felagið kemur at hava samskifti við, og eisini verður tætt samskifti við høvuðsskrivstovuna í Aberdeen. Í byrjanini koma 2 fólk at starvast her, men fólk frá BP Amoco við serkunnleika koma eisini at vera her í longri og stytri tíðarskeið. Hetta verður so byrjanin, hvussu verður sum frálíður, ja, tað velst um, hvussu heppið felagið verður við síni umsókn. Kósin bleiv sett fyri mongum árum síðani, tann kós, ið skuldi ber í sær yvir- tøku av undirgrundini og fyrireikingar til oljuleiting á føroyska landgrunninum. Nú eru vit komnir so mik- ið langt, at útbjóðingartil- farið til fyrsta loyvisumfar á føroyska landgrunninum er sent oljufeløgunum. Um- sóknirnar ksulu vera Olju- málastýrinum í hendi í sein- asta lagi 17. mai í ár kl. 12.00 .t.v.s. um 1 mánað. Tað eru nógvar treytir, ið skulu uppfyllast, áðrenn olja verður funnin og út- vunnin, soleiðis at fáast kann ein lønandi vinna. Krøvini til fíggjarorku eru stór, so tað eru bert fá olju- feløg og oljufelagsskapir, ið hava ta styrkjuna at taka tann vágan at brúka nakrar 100 milliónir til boringar uttan at hetta gevur úrslit. BP Amoco, ið frá byrjan- ini hevur havt áhuga fyri føroyska landgrunninum, heldur, at møguleikarnir eru rættiliga góðir at finna olju á føroyskum øki og ætlar tí at senda umsókn. BP Amoco er væl fyri at vera við í kappingini við teirra vitan og royndum, frá Hjarnar Djurhuus, stjóri fyri BP Amoco í Føroyum: - Vónandi kunnu vit sum frálíður fáa eina oljuvinnu, ið kann vera til gagns fyri okkara samfelag segði Hjarnar Djurhuus stjóri, m,.a. tá skrivstovan hjá BP Amoco lat upp í Havn fyri páskir. Hann segði: Ein oljuvinna til gagns fyri Føroyar Hjarnar Djurhuus er vorðin stjóri hjá BP Amoco í Føroyum, nú skrivstova er latin upp. Her er hann saman við Peter Rattey, sum stendur á odda fyri allar leiting hjá felagnum í Bretlandi og á Atlantsmótinum tvs. eisini Føroyum Mynd Jan Müller Nýggja býarmynd í Havn. Stórt supplyskip, sum arbeiðir við føroyska markið, skiftir manning í Føroyum Mynd Jan Müller m.a. Foinaven og Schihalli- on oljuøkinum vestan fyri Hetland, sum felagið rekur og sum liggja skamt frá før- oyska markinum. Felagið hevur eisini góðan førleika í samband við trygd, heilsu, arbeiðsumhvørvi og til- búgving. BP Amoco ætlar sær ikki at vera saman við øðrum oljufeløgum í samband við umsóknina. Hjá einum oljufelag sum BP Amoco, ið hevur stóra vitan og royndir og er fíggj- arliga væl fyri, kann tað hava stórar fyrimunir at vera einsamallur, serliga um úrslit ikki spyrjast burtur úr beinanvegin. Felagið skal ikki samráðast við t.d. fíggj- arliga veikari feløg um skilagott framhald av ar- beiðinum og kann taka skjótari avgerðir. Oljan hevur gjøgnum tíð- irnar broytt tilveruna hjá okkum menniskjum og hev- ur ávirkað fíggjarstøðuna hjá tí einstaka landinum, har olja er funnin. Ríkidømi er skapt og ídnaðurin er ment- ur. Olja er í dag týdningar- mesta orkukeldan í heim- inum, og helmingurin av samlaðu orkunýtsluni er olja, men í kjalarvørrinum á eini oljuvinnu kunnu vera vandamál, sum myndug- leikar og oljufeløg mugu vera á varðahldi yvirfyri. Hetta kann t.d. vera um- hvørvismál. Sum tit kanska hava varn- ast, liggur hjálparskipið Grampian Frontier, sum ar- beiðir fyri BP Amoco á Foinaven-økinum, við bryggju her í dag. Teir skulu skifta manning. Hetta er ógvuliga nýmótans og væl útstýrt skip, og øll, sum hava áhuga, eru vælkomin at vitja umborð. Áðrenn eg gevi orðið til dr. Peter Rattey, leitingar- stjóra hjá BP Amoco, vil eg frambera tað ynski, at vit sum frálíður fáa eina olju- vinnu, ið kann vera til gagns fyri okkara samfelag. 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2000 JAN MÜLLER -Hetta er ein týðandi dagur í søgu okkara her á At- lantsmótinum. Nú vit fara at arbeiða í føroyskum øki, so haldi eg eisini vit mugu kalla tingini við tí rætta orðinum, ikki vestan fyri Hetland, men eystan fyri Føroyar segði Peter Rattey m.a., tá hann alment lat upp nýggju skrivstovuna hjá BP Amoco í Havn beint fyri páskir. -Henda skrivstovan er bert eitt fyrsta stig í arbeiði okkara í Føroyum. Eg rokni við, at fólk okkara meira javnan fara at koma til Føroya at arbeiða, hitta fólk á staðnum og harvið royna at skilja, hvussu tit hugsa og hvat tit vilja við eini slík- ari vinnu. Hetta kanst tú ikki gera frá eini skrivstovu í London ella Aberdeen segði Peter Rattey, stjóri fyri leit- ing í Bretlandi og á Atlants- mótinum og vísti á, at koyri- túrurin úr Vágum til skriv- stovuna hevur verið nakað av tí vaktrasta hann hevur upplivað, og roknaði hann eisini við, at tað fer at vera stórur gravgangur millum teirra fólk at sleppa at ar- beiða á hesi skrivstovuni. - Vit verða kanska noyddir at biðja Hjarnar um at fáa okkum meiri pláss, tá av- tornar. -Hetta er ein frálík byrjan við hesi skrivstovuni. Eg vildi ynskt, at hetta varð mítt arbeiðspláss segði Pe- ter Rattey, sum hevur verið í oljuvinnuni í meira enn 20 ár, harav fleiri ár í Stavan- ger. Hann vísti eisini til teirra samarbeiði við Shell á Før- oyaøkinum. -Shell hevur verið ein góður samstarvs- partnari, men teir mettu so íløgurnar í leiting á Atlants- mótinum verða ov stórar og metti onnur øki týdningar- miklari. Vit eru kortini til- reiðar at vera við í leitingini við Føroyar og fara at bjóða stórt. -We will be bidding in a big way to win on it, sum hann málber seg. Hann takkaði Hjarnari Djurhuus, stjóra fyri BP Amoco í Føroyum fyri at hava funnið hesa frálíku skrivstovuna og metti, at felagið í Hjarnari hevði fingið tann rætta mannin við teimum røttu royndunum til at taka sær av hesum arbeiðinum. -Vit vóna at fáa lisens og Peter Rattey, BP stjóri saman við Hjarnar Djurhuus, stjóra fyri BP Amoco Føroyar og teimum báðum landsstýris- monnunum, Eyðun Elttør og Finnboga Arge við hvør sínum steini frá Clairoljureservoirinum Mynd Jan Müller ætla at bora í ár 2001. Við okkara royndum frá Foi- naven og Schiehallion beint hinumegin markið hava vit eisini góðar vónir til økini føroysku megin. Vit hava royndir á djúpum vatni við ringum veðri. Vit satsta uppá, at hetta skal verða „a win to win“ støða, har báðir partar fáa nakað burtur úr. Góðar vónir Hóast nógv er borað á At- lantsmótinum og bert tvær keldur eru farnar undir framleiðslu, so hevur Peter Rattey tó góðar vónir um at finna olju við Føroyar. Men hann leggur dent á, at teir hava brúk fyri at finna olju rættiliga skjótt. Tvs. at fáa eina væleydnaða boring longu í 2001. Tað kann koma at geva ídnaðinum tann áhuga og íblástur, sum skal til fyri at fáa veruliga gongd á hetta nýggja økið næstu 4-5 árini. -Fáa vit tey økini, sum vit fara biðja um og sum vit meta vera tey bestu økini og vit kunnu bora har longu á heysti ár 2001, so hava vit veruligar vónir um at kunna finna olju innan árslok. Tað merkir, at eitt møguligt oljufund so tíðliga kann koma at skunda undir allan útviklingin í økinum. Peter Rattey legði stóran dent á hetta at tað ber skulu ganga eini fimm ár, eftir at oljan er funnin, til fram- leiðslan kann byrja. Hetta eru royndirnar frá hinum keldunum á Atlantsmótin- um, og hetta er nakað teir fara at leggja seg eftir á før- oyskum øki eisini. Peter Rattey vísti á, at teir hava eisini brúk fyri at læra føroyingar og Føroyar at kenna, soleiðis at teir har- við eisini kunnu virka út frá teimum fortreytum sum eru galdandi her. -Talan er ikki bara um at bora brunnar og leitivirk- semi. Vit fara eisini at taka stig til at vera meira virknar í føroyska samfelagnum, og fara at brúka tíð upp á finna fram til, hvussu vit í felag kunnu byggja upp eina betri framtíð fyri báðar partar. Eg havi verið við í nógvum øðrum londum, tá ein oljuleiting hevur tikið seg upp. Hetta er ein sera spennandi men eisini stræv- in tíð. Tí vit mugu aftur og aftur seta okkum sjálvum -Fáa vit tey økini, sum vit fara biðja um og sum vit meta vera tey bestu økini og vit kunnu bora har longu á heysti ár 2001, so hava vit veruligar vónir um at kunna finna olju innan árslok. Tað merkir, at eitt møguligt oljufund so tíðliga kann koma at skunda undir allan útviklingin í økinum- segði Peter Rattey, tá skrivstovan hjá BP Amoco lata upp í Havn fyri páskir. Hann legði stóran dent á eitt tætt samstarv við føropyingar Vit vilja byggja nakað upp saman við føroyingum spurningar so sum: skilja vit nú, hvat føroyska sam- felagið ynskir ella gita vit bara, hvat tað ynskir. Lurta vit nóg gott osfr.? -Eg skal ikki brúka hetta høvið til at reklamera fyri BP Amoco, men tit skulu vita, at vit hava veruliga brúkt nógva orku í hesum økinum og hava eisini fingið góð úrslit á Foinaven og Schiehallion feltunum, úrslit, sum vit eru ernir av men sum vit sjálvandi royna at betra. Og vónandi kunnu hesar royndir okkara koma væl við í leitingini við Før- oyar. Hann vísti á, at tað eru heili 23 ár síðani, at teir funnu risastóru oljukelduna Clair, sum teir nú hava ætlanir um at seta hol á, hóast talan er um eitt sera torført arbeiði. Goymslur- nar eru nógv øðrvísi enn aðrar keldur, og talan er tí um eina sera stóra avbjóð- ing. Clair goymir meira enn 3 mia. tunnur av olju. Peter Rattey legði stóran dent á at siga føroysku umboðunum, sum vórðu til steðar við upplatingina av skrivstovuni, at BP Amoco metir umhvørvisspurningar sera høgt . Teir vilja í øllum teir gera tryggja sær, at um- hvørvið ikki verður dálkað, soleiðis at Greenpeace oo. feløg ikki kunnu seta fing- urin á nakað. BP Amoco vil taka øll neyðug stig og leggja tøknifrøðina soleiðis til rættis, at her verður ikki nakar dálkingarvandi. BP stjórin segði seg vera sinnaðan saman við før- oyskum myndugleikum at finna fram til tey ídnað- arligu framtøk, sum eru best fyri Føroyar, fyri mentan- ina, lokalsamfeløgini og fólkið her býr. Hann nevndi útviklingin í Hetlandi, har fólk á sinni vóru sera iva- som um umhvørvi, tá farið varð undir at byggja Sullom Voe oljuterminalin, tann størsta av sínum slag í Europa. -Í dag vita vit, at henda útbyggingin er eitt mynstur- dømi um, hvussu tingini kunnu gerast uttan at tey fáa negativa ávirkan á um- hvørvið ella lokalsamfel- agið. Tað er eitt dømi um, at ídnaðurin og lokalsam- felagið kunnu arbeiða sam- an á ein hátt, sum skapar vælferð fyri báðar partar. -Hetta er ein stórhending fyri okkum eisini. Tað er ikki bara upplating av eini skrivstovu. Tað er byrjanin til eina nýggja framtíð. Vit eru ikki sinnaðir bara at stinga spakan í jørðina, fáa sum mest burtur úr sjálvir og so stinga av aftur. Vit eru sinnaðir til at byggja nakað upp saman við føroyingum uppá longri sikt. Eftir hetta handaði BP stjórin teimum báðum landsstýrismonnunum, sum vórðu tilsteðar, Eyðtun Elt- tør og Finnboga Arge í gávu hvør sítt grótsstykki frá teimum sera truplu goymsl- unum (reservoirunum) í tí stóra Clairoljufeltinum. -Hetta er vónandi ikki tað vit finna við Føroyar, sum vit hava álit á fer at líkjast meira Foinaven og Schie- hallion. Eyðun Elttør, oljumálaráðharri: Vit standa á gáttini til eina nýggja tíð JAN MÜLLER - Vit hava bíðað leingi eft- ir hesum útbjóðingarum- farinum. Nú standa vit so á gáttini til eina nýggja tíð, og eg haldi tað er sera áhugavert, tá so stór olju- feløg sum BP Amoco saman við øðrum kendum oljufeløgnum banka á dyrnar her hjá okkum sig- ur ein vælhýrdur Eyðun Elttør, sum umsitur olju- mál í landsstýrinum. Hann torir ikki at gita, hvussu nógv oljufeløg fara at søkja, áðrenn tíð- arfreistin 17. mai gongur út. Men hann vónar, at tað verða fleiri feløg, sum fara at søkja. Á samkomu á nýggju skrivstovuni hjá BP Amoco í Havn ynksti landsstýrismaðurin felag- num vælkomnum til Før- oya og vónaði, at hetta fór at bera í sær eitt gott sam- starv. Eyðun Elttør: Vit standa á gáttina til eina oljuøld. Mynd Jan Müller Fýra av BP Amoco- stjórum uttan fyri nýggja skrivstovuna oman fyri Kongabrúnna. Mynd Jan