mikudagur 26. apríl 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Úr meistarans hondum
Nýggja altartalvan í Miðvágs Kirkju varð tikin í brúk undir guðstænastuni langafríggjadag
EDVARD JOENSEN
Tann velduga, reyða talvan
leggur líkasum hald á alla
kirkjuna, fyrsta ein trínur
inn. Lýkkan uttan fyri hend-
an góða vármorgun verður
beinanvegin til hita, tá hetta
stórverkið opinberast fyri
tær.
Tað er nógv fólk á gongd
henda langafríggjamorgun.
Úr eystri og vestri, úr norði
og suðri koma tey. Ung og
gomul. Bygdarfólkið og
burturfluttir miðvingar, sum
komnir eru aftur nú um skír-
ishalguna. Kirkjan fyllist, til
at enda eingin stólur er eftir.
Fólk ganga upp og niður
eftir kirkjugólvinum. Fólk,
sum skoða og meta. Tey
tosa og halda um. Fólk, sum
hava havt sína gongd í kirkj-
uni og vita, at ein onnur
altartalva hevur hingið í
bygdarkirkjuni í stívliga
hálvtannaðhundrað ár. Ein
talva, sum myndar sama
evni, sum hendan nýggja.
Krossfestingina
langa-
fríggjadag fyri knappliga
2.000 árum síðani.
Og so meta tey aftur,
hvørt hendan nýggja nú er
betri enn tann gamla, tey
kendu og høvdu eitt »for-
hold« til. Soleiðis er, og vil
so verða. Men samd tykjast
fólk um, at hetta er eitt frá-
líkt verk, sum tey hava
fingið í kirkjuna í dag.
Eg fari, fremmandur, upp
á loftið og seti meg mann-
fólkamegin orglið. Royni at
hava útsýni beint á hesa
brennandi talvuna og vóni
so, at eingin kemur fyri, so
eg kann sita í friði og hugsa
mær til, hvat eg fái burturúr.
Ikki er vist, at tað verður
heilt tað sama, sum lista-
maðurin hevur hugsað.
Men tað kann væl heldur
ikki vera meiningin, at øll
skulu halda tað sama.
Fáa staðni er friðurin betri
enn í kirkjuni at sita í egnum
tonkum og filosofera um
eitthvørt, tær liggur á hjarta.
Hóast eg royni at syngja við
í frálíka sálmasanginum í
stúgvandi fullu kirkjuni,
leita eygu og hugur alla tíð-
ina til ta beinleiðis orsøkina
til, at eg eri her í dag.
Hesin heiti, reyði liturin
stendur sum ein skerandi
andsøgn til ta einfaldu,
kanska beinleiðis keðiligu,
kirkjuna annars. Og tað er
helst eisini tiltrongt við ein-
um rættiligum »peppi«, fyri
at siga sum er.
Hetta er ein ógvuliga stór,
reyð talva við einum kross-
festum manni á. Oman fyri,
fastur í tí stóru talvuni, er
ein minni, rundur málning-
ur av einum eingli á bláum
himli. Eingilin stendur við
útrættum ørmum. Bíðar eft-
ir, at tann krossfesti skal
doyggja og rísa uppaftur.
Tann vakra ramman er
smurd við 24 karat gulli,
fingu vit at vita frá presti.
Okkurt smáting er, sum tú
beinan vegin leggur merki
til, tá tú skoðar talvuna
fyrstu ferð. Krossurin er
ikki skaptur, sum krossarnir,
vit vanliga síggja. Minnir
meira
um
eitt
gott,
gamaldags snóratræ, har
tvørtræið er lagt niður á ein
stólpa, sum settur er niður í
vøllin. Men hvat ger tað?
Úrslitið av nýtsluni verður
tað sama. Maðurin á krossi-
num doyr. Og fyri tann
skuld kann sigast, at ivaleyst
hava rómverjar ikki gjørt
sær ómak við krossum, tá
teir vórðu brúktir í síni tíð.
Fornfrøðiligar kanningar
siga, at teir negldu ein
planka upp á eitthvørt
oliventræ ella tað, sum nú
var við hondina. Har hekk
so
hetta
ólukkuliga
mennniskjað og píndist til
deyða.
Eitt annað er, at yvir-
skriftin hjá Pilatusi manglar.
So kann ein ivast í, hví tað
er?
Men hendan velduga alt-
artalvan er eitt meistara-
verk.
Tann reyði liturin er full-
komiliga ráðandi. Og tað er
sjálvsagt, haldi eg, meðan
eg siti soleiðis burtur í egn-
um tonkum.
Hetta skal jú ímynda
blóðið, hugsi eg og minnist,
at tað var blóð Kristusar,
sum rann á krossinum fyri
at frelsa okkum onnur, sum
ikki kláraðu sjálv. So tað var
eyðsýnt, at tað blóð, sum
rann úr sárunum, tann píndi
maðurin á krossinum hevði,
var farið um alt løriftið og
ímyndaði okkara frelsu.
Men nei. Bíða nú eitt
sindur. Helst hevur lista-
maðurin hugsað sær okkurt
annað og meira enn bara
blóðið. Reytt ímyndar eisini
eld, og ivaleyst er tað skers-
eldurin, sum frelsarin skal
ígjøgnum fyri okkum onn-
ur, sum málarin vil vísa við
hesum reyða litinum.
Og tað er so sjálvsagt, tí
tann stóri, ásýniligi kross-
urin og serliga maðurin á
honum, standa so klárir
framman fyri øllum hesum
reyða. Sjálvandi tað, tí hann
er jú størri enn alt hetta,
sum eldur kann eta upp.
Hann vann jú á bæði eldi
og vatni.
Og tað leiðir aftur til tað,
sum eg so knappliga haldi,
at meistarin hevur meint, tá
hann litaði alt reytt.
Tann krossfesti doyði.
Men tað var ikki endin.
Hann reis upp í sólarrenn-
ingini páskamorgun.
Sjálvandi! Tað er tann
roðandi páskamorgunin, har
alt annað varð jarðlagt, og
tann myrki krossurin stóð so
klárur og sterkur framman
fyri tí reyða litinum.
Hetta er í grundini tað, alt
snýr seg um, og sum er boð-
skapurin í allari talvuni. At
hóast krossurin ímyndar
deyðan, so er deyðin neyð-
ugur fyri at tann størsta
hendingin,
uppreisinin,
kann verða til nakað.
Tað má vera hetta, lista-
maðurin hevur ætlað, hugsi
eg, meðan biskupur fer á
prædikustólin at tosa um tað
at geva lív sítt fyri onnur.
Sum eina serlig áminning
um tað, sum hendi langa-
fríggjadag, segði prestur, at
í morgun var klokkan í Mið-
vágs Kirkju klovnað, so nú
var neyðugt at fáa eina
nýggja.
Og hugurin rennur aftur
til frásøgnina um, tá for-
hangið í templinum skrædn-
aði, jørðin skalv, og fjøllini
klovnaðu.
Langifríggjadagur er.
Tann velduga altartalvan í Miðvágs Kirkju er eitt meistaraverk
( Mynd: Edvard Joensen)
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 79 - 26. apríl 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 79 - 26. apríl 2000
T R Y G D A R S K E I Ð
Trygd í einum
heimi við gassi
T R Y G D A R S K E I Ð
-ið snýr seg um tína trygd á arbeiðsplássinum
• Hvørjir vandar eru við nýtslu av gassum?
• Hvørji trygdar- og arbeiðsumhvørvistiltøk eiga at verða framd?
Føroya Gassøla heldur í viku 19 eina røð av trygdarskeiðum í
sambandi við nýtslu av gassi. Hesi skeið verða skipaði av trygdar-
ábyrgdarum frá AGA, ið hava nógvar royndir innan hald av
trygdarskeiðum í Danmark, t.d. fyri sløkkilið og Falck, tekniskar
skúlar og ídnaðin á øllum stigum. Skeiðini venda sær til øll, ið
hava áhuga fyri trygdini hjá virkinum og sær sjálvum. Umframt
hetta snýr skeiðið seg eisini um eginleikarnar við gassi og hevur
í sær nógvar praktiskar royndir. Tú hevur møguleika at verða við
í fylgjandi skeiðum, sum hvør sær varar 3-4 tímar:
Sosialurin - 311820
Mánadagin 8. mai
Sørvágur
Týsdagin
9. mai
Klaksvík
Mikudagin 10. mai
Tórshavn
Hósdagin 11. mai
Øravík
Ynskjast fleiri
upplýsingar set
teg í sambandi
við:
Føroya Gassøla
Akranesgøta 2
FO-100 Tórshavn
Tel. 31 55 44
Fax 31 17 06
"Ein sera stuttligur
háttur at gerast
gløggari"
Ring og tekna teg ella starvsfólk tíni á tel. 31 55 44 ella 21 25 44.
Seinasta freist at boða frá luttøku er 1. mai.
Kostnaðurin er kr. 195,- fyri fólkið íroknað breyð og kaffi.
A G A S E T U R T R Y G D I N A Í H Á S Æ T I
Jørn Astrup Hansen røkir
uttan iva áhugamálini hjá tí
fíggjarfyritøku, hann er
stjóri fyri alt tað, hann kann.
Hetta skal hann gera. Men
sum meiningsmyndari í bú-
skapartjaki okkara hevur
hann stóra ábyrgd, ið átti at
rokkið nakað út um dagliga
stjórastarv hansara. Tí hevði
verið gagnligt um hann í
orðadrátti sínum ikki bert
bardist fyri smølum vinnu-
áhugamalum, men at hann
eisini hevði vilja til at vísa
á samfelagsbúskaparligar
loysnir.
Amboðini
Astrup Hansen vísir í við-
merkingum í grein tann 19.
apríl á, at endamálorðingin
fyri landsbankan er pompøs,
og at landsbankin ikki kann
liva upp til hesa. Tí metir
hann, at stovnurin er óneyð-
ugur. Uppgávurnar - tó ikki
tær pengapolitisku, tí hesar
eru sambært Astrup Hansen
als ikki til í Føroyum, av tí
at tær liggja í Danmark -
skulu leggjast til privatu
peningastovnarnar.
Endamálið, sum Føroya
Løgting hevur felt niður í
landsbankalógina, er, at
stovnurin skal virka fyri
langtíðar og heildarbúskap-
arligum
áhugamálum.
Hugsan Astrup Hansen´s
um, hvørt hesar endamáls-
orðingar fyri landsbankan
eru góðar ella ikki, er fram-
vegis nakað, hann heldur
fyri seg sjálvan.
Í staðin fyri at koma við
uppbyggjandi hugskotum
um, hvørji amboð lands-
bankin skal kunna nýta fyri
at røkka endamálum sínum,
loypir Astrup Hansen á
stovnin við at vísa á, at hann
er meiningsleysur.
Í eldri grein vísti hann á,
at neyðugt er, at ein sentral-
banki hevur eina seðla-
pressu, skal hann kunna
virka sum sentralbanki.
Landsbankin hevur ikki
seðlapressu, ergo er lands-
bankin ikki sentralbanki og
ergo er hann ikki neyðugur.
Í grein seinasta leygardag
royndi eg at greiða frá, at
seðlapressan ikki er so týð-
andi amboð í nútímans sen-
tralbankavirksemi, og vísti
síðan á dømir um onnur am-
boð, sum hava verið í
nýtslu.
Astrup Hansen vísir eftir
hetta á, at talan er um am-
boð, sum eru farin av móta.
Hetta er rætt í samband við
flestu av teimum dømunum
eg nevndi. Flestu av amboð-
unum eru tó framvegis tøk
at nýta, eitt nú í ECB-høpi,
um eitt EU-limaland skuldi
fingið álvarsligar trupulleik-
ar í samband við ógvusliga
kapitalflýggjan.
Peningapolitisk tíðarvill-
a, Astrup Hansen ikki
tosar um
Víðari vísir Astrup Hansen
á, at nevndu amboð bert
virka, um føroyski kapital-
marknaðurin er vardur mót-
vegis útlendska kapital-
marknaðinum. Hetta er eis-
ini rætt. Men hvør sigur, at
føroyski fíggjarmarknaður-
in fult út er innlimaður í
fíggjarkervið í Danmark og
Evropa? Hvussu kann hetta
vera veruleiki í Føroyum, tá
ið stovnsligi bygnaðurin er
so vónleyst avskeplaður í
mun til onnur lond?
Astrup Hansen letst sum
um, fíggjaríløgur hjá føroy-
ingum kunnu flóta frítt út
og inn úr Føroyum, og um-
vent fyri útlendingar. Men
her er eitt men. Astrup Han-
sen, ið nýtir so nógva orku
upp á at rópa hart um broyt-
ing av landsbankalógini, tí
hendan kemur at trýsta hann
í harðari kapping um al-
mennan pening, gloymir at
fara í herna móti trupuleika,
sum veruliga kunna sigast
at vera peningapolitisk tíð-
arvilla, og sum avlagar
Viðmerking:
Landsbankin og stýringsamboðini
fíggjarkervi okkara.
Astrup Hansen, sum hev-
ur so nógv ráð at geva lands-
stýri og løgtingi um, hvussu
peningapolitisk
lóggáva
skal fremjast og ikki, grettir
ikki orð um, hvussu vanligi
privati uppspararin í skatta-
lóggávuni við ”tekniskum
handilsforðingum” verður
bundin til bert at brúka før-
oyskar peningastovnar. Før-
oysku peningastovnarnir
hava framvegis stórar kapp-
ingarfyrimunir
mótvegis
øðrum innlendskum og út-
lendskum fíggjarstovnum
umvegis skattalógina, tí
rentuavkast hjá privatper-
sónum av innlánum í før-
oyskum peningastovnum
verður skattað við 35%,
meðan avkast frá øðrum
plaseringum verður skattað
við marginal-inntøkuskatti.
Hevði verið gott, um Astrup
Hansen tók hetta evni til
viðgerar, næstu ferð hann í
miðlunum
greiðir
frá,
hvussu frí og rættvís kapp-
ing eigur at fremjast á før-
oyska fíggjarmarknaðinum.
Fíggjarkervi í broyting
Havi roynt at víst á, at sen-
tralbankavirksemi broytist,
tí fíggjarkervið broytist; al-
tjóðagerð við útbreiðslu av
figgjarkontraktum
sum
rentu- og valutaswaps, opti-
ónum, futures og partabrøv-
um eru dømi um hetta. Pen-
gapolitisku
myndug-
leikarnir mugu alla tíðina
royna at fylgja við. Hagtals-
skipanir skulu tillagast og
ítøkiligu amboðini nútíð-
mansgerast.
Sjálvt máttmiklastu sen-
tralbankarnir í heiminum,
FED og ECB, hava trupul-
leikar við at røkka málsetn-
ingum sínum við nýtslu av
marknaðartillagaðum am-
boðunum (sum Astrup Han-
sen metir vera the real
thing) í samband við stýring
av rentu og pengamongd.
Talan er um amboð, sum
virka upp á longri sikt og
við rættuligari stórari ó-
vissu.
Afturat hesum eru trup-
ulleikar við tí sosiala sund-
urbýti, sum vanligu nútím-
ans pengapolitiku amboðini
viðføra. Tey venda ”tunga
endan niðureftir”.
Tí snýr ein partur av tjaki-
num í t.d. USA seg um,
hvussu framtíðar amboð
skulu tilevnast. Fleiri av
amboðunum, nevnd hava
verið, eru ikki ókend í før-
oyskum høpi, um enn tey
ikki hava verið nýtt so
tilvitaði fyri at røkka makr-
obúskaparmálum.
Tað eigur sjálvandi hvørki
at vera undirritaði ella As-
trup Hansen, sum avgera,
hvørji amboð landsbankin
- ella hvør stovnurin so er,
ið loysir uppgávur hansara
- hevur at røkka málsetning-
um sínum við. Hetta er vald
og uppgáva, sum liggur hjá
lóggávumyndugleikanum.
Helst er hetta tó so týðandi
spurningur, at hann eisini
átti at verið tikin upp í stý-
risskipanar- ella grundlóg-
artilgongd.
Fíggjareftirlitið
Letur til, at Astrup Hansen
ikki rættuliga skilir mein-
ingina við fíggjareftirliti-
num. Hann vísir á, at lands-
bankin ikki er undir fíggj-
areftirlitinum, og at hetta er
kappingaravlagandi mót-
vegis privatu peningastovn-
unum.
Fíggjareftirlitið er til fyri
at verja vanliga uppspararan
móti teimum, sum bjóða seg
fram alment at umsita pen-
ing, t.d. í samband við inn-
lán.
Peningastovnarnir bjóða
seg fram til at taka í móti
peningi frá almenninginum.
Hetta ger landsbankin ikki.
Fyri landsbankans viðkom-
andi er talan er um kunda-
viðurskifti, sum avmarkaði
eru til fíggjarstovnar og
partar av almenna sektori-
num.
Hervið verið ikki sagt, at
landsbankin er — ella skal
vera — undantikin eftirliti.
Virksemi landsbankans er
undir grannskoðanareftirlit-
ið (forvaltningsrevisión),
eins væl og lógin um alment
innlit, sum ikki fevnir um
privatu peningastovnarnar,
er galdandi fyri um lands-
bankan.
At leggja landsbankan
undir fíggjareftirlitið gevur
líka lítla meining, sum at
leggja Fíggjarmálastýrið
undir slíkt eftirlit.
Jonhard Eliasen
Nú ein dagin var mær
hyggjandi eftir tekst-tv hjá
programm 3. Har varð tikið
upp eftir Jútlandspostinum,
at føroyingar høvdu fingið
ein skelk av Nyrup og hans-
ara óhøviska atburði á fund-
inum tann 17. mars, og tí
ikki vildu hava fullveldi.
Tað er løgið, at nakar
kann duga so illa at skilja
ta veljarakanning, sum nú
varð gjørd í Føroyum.
Úrslitið var nevnliga heilt
greitt. Tað kanningin vísti
var nevniliga, at føroyingar
góvu sín stuðul til lands-
stýrið og tess politikk.
Landsstýrið hevur sagt, at
tað ikki vil finna seg í at fáa
4 ára skiftistíð. Tá fólk so
verða spurd, um teimum
dámar fýra ára skiftistíð,
taka tey undir við landsstýr-
inum og siga nei. Nærri
spyrjarin kemur tí, lands-
stýrið hevur í kvittan, størri
verður undirtøkan, og tá
spurningurin er, hvørt tey
vilja taka undir við tí full-
veldisloysn, sum landsstýr-
ið hevur sagt at tað fer eftir,
er tað ein stórur meiriluti,
sum tekur undir við hesi
loysn.
Talan er um eitt ótrúligt
lop í fólkahugsanini eftir
einum mánaði. Áðrenn Ny-
rup legði eftir landsstýri-
num og eyðmýkti tað
framman fyri øllum heims-
almenninginum, vzr meiri-
lutin fyri fullveldi bert eitt
prosent. Men nú hevði ein
fólkaatkvøða víst at næstan
60 prosent eru fyri og bert
gott 40 prosent ímóti.
Men hvussu ber tað so til,
tá landsstýrisins politikkur
hevur so góða undirtøku hjá
Føroya fólki, at landsstýr-
isflokkarnir koma í minni-
luta?
Hetta sigur okkum, at tað
ikki er tann neyvi saman-
hangur millum undirtøkuna
hjá teimum politisku flokk-
unum og støðutakanini til
fullveldi. Um so var, at tað
bert vóru tey, sum tóku und-
ir við landsstýrisflokku-
num, sum valdu fullveldi,
so hevði hesi loysn verið
vátt undir fóti. Orsøkin til
at fullveldið nú hevur meir-
iluta, er tí einfalt hon, at ein
stórur partur av veljarunum
hjá
andstøðuflokkunum
taka undir við hesi loysn.
Støðutakanin fyri fullveldi
er tí eitt tvørpolitiskt mál,
og nógv bendir á, at tað sum
vit higartil hava sæð í so
máta bert er tann smædna
byrjanin til eitt heilt nýtt
tíðarskeið í føroyskari søgu,
tá ið allir flokkar fara at
leggja niður ta illstøðu, sum
higartil hevur verið um
henda spurning og taka
Veljarakanningin
saman hendur til tess at
byggja land okkara upp av
nýggjum.
Í teimum londum, sum
hava vunnið sær frælsi, vísir
tað seg nevnliga, at áðrenn
avgerðin verður tikin, er
nógv ósemja um hvørt tað
er rætt ella skeivt at taka eitt
slíkt stig. Men tá stigið er
tikið, er tað full semja og
øll eru errin av tí avriki, sum
tey í felag hava gjørt.
Tað sum nú er við at
henda í Føroyum er júst
hetta sama. Stig fyri stig eru
vit komin fram til hesa
støðu, og tað ger okkum
ikki mun at Jútlandspost-
urin ikki skilir hvat er um
at henda.
Zakarias Wang
Í ár verður landsstevnan
skipað sum ein mentunar-
stevna, har vit seta tey
menningartarnaðu í fokus.
Hetta gera vit við at sýna
fram nøkur av teimum av-
rikum, tey menningartarn-
aðu arbeiða við til dagligt.
Stevnan byrjar við skrúð-
gongu frá Bursatanga kl.
10.00, niðan í SMS og om-
an í Grasagarð har ment-
unarstevnan verður sett.
Her verður tónleikur,
fimleikaframsýning, fel-
agssangur og talur. Tit fáa
eisini møguleika at keypa
heitt kakao og nýbakaðar
bollar.
Síðani verða
framsýningar
Í Smiðjuni í Lítluvík verður
umfatandi málningafram-
sýning, har umleið 25
menningartarnaði
sýna
fram. Her verður eisini
høvi til at keypa listaverk-
ini.
Á Virkni kunnu vit eisini
síggja alt tað arbeiðið, sum
gjørt verður á teimum
vardu verkstøðunum kring
landið. Her sýna verkstøð-
ini fram nakað av teimum
lutum, sum tey gera. Eisini
her verður møguleiki at
keypa nakað av tí, tey hava
avrikað. Og sjálvandi verð-
ur eisini møguleiki at vitja
ta sera áhugaverdu fram-
sýningina um havið. Her
fáa tit møguleikan at brúka
allar tykkara sansir við at
fara ein túr eftir havsins
botni.
Umframt framsýningar-
nar sum halda áfram sunn-
udagin, verður ein guðs-
tænasta í Havnar kirkju kl.
11.00, sum er rættað móti
teim menningartarnaðu og
avvarandi teirra.
Sum
vanligt
verður
veitslan leygarkvøldið, og
her vilja vit leggja dent á,
at vit fáa eina stuttliga og
hugnaliga veitslu. Veitslan,
sum verður í Badminton-
høllini, byrjar leygarkvøld-
ið kl. 18.00. Her verður
borðreitt við góðari súpan,
oksasteik, frukt við rá-
kremi, sangi, skemti, horn-
og rytmuorkestri og harm-
onikudansi.
Veitslan kostar kr. 150
fyri vaksin og kr. 100 fyri
børn.
Tilmelding á skrivstov-
uni hjá Javna á tlf. 31 48
27 ella á fax 31 05 57. Sein-
asta freist at boða frá lut-
tøku er fríggjadagin 28.
apríl 2000.
Endalig skrá verður lýst
í bløðunum seinni.
Landsstevnan 2000