Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2000 Fótbólturin er av álvara far- in á rull. Á rull er kanska so nógv sagt, tí í kavaveðri- num hevur tað verið trupult at fingið bóltin at rulla. Tíð- liga 2. páskamorgun sá tað einki út. Alt var avkavað, men við handakraft og við stuðli frá vársólini eydnað- ist tað at fáa grønu teppini undan kavanum, og allir fimm dystirnir í 1. deild vórðu spældir. Sambært skipanini skuldi bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið verið liðugt. Tað resta framvegis tríggir dystir, og inntil tað í komandi viku verður greitt, hvussu úrslitini av hesum dystunum verða, ber ikki til at gera endaligu støðuna upp, og harvið ber tað ikki til at siga, hvør skal spæla móti hvørjum í fjórðings- finaluni. Einasti bólkurin, sum er liðugt spældur, er bólkur tvey. Har er greitt, at B68 hevur vunnið bólkin, og at B36 er næstbest. Sambært skipanini skal B68 tískil spæla á heimavølli í fjórð- ingsfinaluni, og tað skal B36 eisini. B68 skal spæla móti næstbesta liðnum í bólki eitt. Í løtuni sær tað út til, at tað verður NSÍ, men hetta kann broytast. VB kann við sigrum í útsettu dystunum móti KÍ og Sumba røkka upp á tólv stig, sum er tað sama, sum KÍ hevur. Um KÍ ella VB so vinnur bólkin verður treytað av úrslitu- num í innanhýsis dystunum millum hesi bæði liðini. KÍ vann 3–1 í Vági. Tað er eis- ini møguleiki fyri, at VB endar á sama stigatali sum NSÍ. So verður tað NSÍ, sum verður næstbest, tí teir vunnu 3–1 í Vági, meðan VB vann 2–0 í Runavík. Móstøðuliðið hjá B36 í Gundadali verður besti trí- arin. Tað er greitt, at hann verður funnin í bólki trý. Um GÍ vinnur útsetta dystin móti HB, so skulu B36 og HB spæla fjórðingsfinalu í Gundadali. UM HB vinnur útsetta dystin, so skulu B36 og GÍ spæla fjórðingsfinalu í Gundadali. Tað er eisini greitt, at FS Vágar fer at enda á øðrum plássi í bólki trý. Tað vil við øðrum orðum siga, at FS Vágar skal spæla á útivølli. Mótstøðuliðið verður vinn- arin av bólki eitt. Tað er sannlíkt, at tað verður KÍ, men tað kann eisini verða VB. Vinnarin av útsetta dyst- inum í Gøtu skal spæla á heimavølli móti næstbesta tríaranum. Hetta kann verða VB, men tað kann eisini verða NSÍ. Við øðrum orðum er talan um nógvar møguleikar. Síð- sti dysturin í bólkaumfar- inum verður ikki fyrrenn annað fríggjakvøld, tá VB skal spæla í Klaksvík. Meistararnir kiksaðu 2. páskadag kom steypa- kappingin at standa í skugg- anum av fyrsta umfarinum í landskappingini. Mest merkisvert var tað, at meistararnir og steypa- vinnararnir úr KÍ snávaðu á heimavølli. Síðani NSÍ í 1976 fyri fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini, hava teir ongantíð vunnið í Klaksvík. Skírisdag taptu teir 2–0 á heimavølli móti VB í steypakappingini, men so reistu teir seg, og KÍ fekk á heimavølli av at vita – leygardagin í steypakapp- ingini og mánadagin í landskappingini. KÍ skal sunnudagin í Gundadal at spæla móti HB. Alt hongur í leysum lofti Løgmanssteyp og landskapping: Hóast tað bara eru tríggir dystir eftir at spæla í bólkaumfarinum, so er tað bara greitt, at B68 og B36 skulu spæla á heimavølli og at FS Vágar skal spæla á útivølli Nýggja HB liðið vann tep- ran sigur á Sandi. Tað er tíðliga at tosa um topp og botn, men um HB vinnur á KÍ í Gundadali, verða tað seks stig millum hesi bæði sigursvandu feløgini, og tað er ikki so lítið. B36, sum tað hevur verið stórur ivi um, og B68, sum hevur nógv nýtt og roynt fólk, vunnu bæði. Tey hitt- ast á Svangaskarði sunnu- dagin, har tað verður topp- dystur. Vágbingar, sum fingu trý stig í Sumba, fáa nýggjan møguleika, tá B71 kemur á vitjan, og tað er heilt víst, at í hvussu so er annað av liðunum fer at koma á stiga- talvuna, tá sumbingar sunnudagin fara at vitja í Gøtu. JH JÁKUP MØRK Fyri stuttum frættist, at tvørámenn arbeiddu við ætlanum um at fáa Óla Johannesen heim aftur at styrkja liðið í royndunum at vinna sær sætið aftur í bestu deildini. Sum skilst, eru hesar ætlanir enn ikki sleptar, men líkt er nú til, at TB fær kapping frá øðrum fe- løgum, sum eisini vilja hava fatur á undirskriftini hjá landsliðsmanninum. GÍ eisini um boðið Fyrrapartin í gjár frættist nevnliga, at gøtumenn eisini hava vent sær til AGF, fyri at vita um møguleiki er fyri at fáa landsliðsleikaran í hópin hetta kappingarárið. Sambært teimum upp- lýsingum, sum Sosialurin hevur fingið fatur á, hevur AGF boða føroysku fe- løgunum frá, hvat kost- naðurin fyri at leiga Óla Johannesen er, og sum skilst hava føroysku fe- løgini eisini gingið leið- sluni á møti í peningaliga spurninginum. Sostatt er tað nú upp til Óla sjálvan at avgera, hvørt hann framhaldandi skal royna at vinna sær pláss á AGF liðnum, spæla fyrstudeildarfótbólt í Gøtu ella fara aftur til barndómsfelagið at spæla í næstbestu føroysku røð- ini. Sjálvur sigur Óli, at hann enn ikki hevur gjørt av, hvørja støðu hann fer at taka í málinum. Vænt- andi verður hetta tó av- gjørt ein av fyrstu døg- unum, og sjálvur vil Óli ikki útiloka nakran av møguleikunum. Allarhelst eru tað eisini fleiri lutir, sum spæla inn, tá henda avgerðin skal takast. Danska felagið hevur júst skift út á ven- jarasessinum, og um nýggju venjararnir hava størri álit á føroyinginum, er lítið at ivast í, at hann verður verandi við tí fyri eyga at vinna sær sætið á liðnum. Eru útlitini fyri spælitíð á besta liðnum ikki betr- aði, røkist hinvegin fyri, at landsliðsmaðurin kem- ur aftur til Føroya, men har er spurningurin so, hvat felag skal hava á- góðan av fótbóltsevnum hansara. Stóri spurning- urin í hesum sambandi er helst, hvussu verður við landsliðssessinum, um Óli komandi tíðina fer at spæla í aðru deild. Skaðin batnaður Í løtuni dregist Óli Johan- nesen við einum skaða í knænum, sum eisini hev- ur noytt hann at geva av- boð til landsdystin móti Liktinstein. Sjálvur sigur Óli tó, at talan ikki er um nakran álvarsligan skaða, og at hann nú so spakuliga er um at fara í holt við reglu- ligu venjingina. Seinastu tíðina hevur tað annars mest verið í rúminum til styrkisvenjing, at Óli hev- ur nýtt venjingartímarnar, men vónandi gongur ikki leingi, áðrenn hann aftur er at síggja á grasinum. Hvørt hetta so verður ek- tað gras ella graslíki fer tíðin at vísa. Fleiri um boðið Líkt er nú til, at fleiri føroysk feløg sýna áhuga í at knýta Óla Johan- nesen at sær Mest óvæntaða úrslitið í fyrsta umfarinum í landskappingini mundi vera, at tað eydnaðist runavíkingum at fáa øll stigini við sær aftur úr Klaksvík Mynd: SáH Viðmerking: Umframt tað stóra málið í føroyskum politikki, full- veldismálið, hava tveir pol- itiskir høvuðsspurningar fylt breddarnar seinastu tíðina. Annar spurningurin er um stýrisskipanina í sambandi við fíggjarlógina. Nú verður ikki spurt, hvør liggur uttan fyri lógarinnar karmar, men heldur um yvirhøvur nakar liggur innanfyri lógarinnar karmar. Spurningurin tykist vera farin yvir í eina vekting av, hvat er meira ólógligt enn annað. Hin spurningurin snýr seg um íløgur, sum liggja á láni eftir fleiri ár undir truplum fíggjarligum umstøðum. Tummas Arabo hevur eina grein í Sosialinum leygar- dagin tann 8. apríl og Jan Muller, blaðstjóri, hevur samrøðu við løgmann í sama blað. Niðurstøðan hjá Arabo og Kallsberg er tann sama: skipanin er ikki nóg góð. Um annars okkurt muna- gott verður gjørt við spurn- ingin, so er hetta nú ikki so katastrofalt, tá vit hugsa um, at nógvar broytingar eru gjørdar í seinastuni. Politikkur Politikkur er makt. Politisk makt verður demokratiskt útint við trimum amboðum: • navngivnir persónar - ofta tað vit nevna stovnsleiðarar ella stjórar -fáa ítøkiligar heimildir yvir øðrum menn- iskjum og apparati annars • navngivnir persónar - eis- ini stovnsleiðarar ella stjór- ar - fáa ítøkiligar peninga- játtanir á fíggjarlógini • skrivaðar og óskrivaðar reglur um, hvat er góður sið- ur, og hvat ikki er góður siður — tað, sum nú í tíðini verður nevnt “virði” Í praksis er tað fíggjarlóg- in, sum skapar teir týdning- armestu karmarnar um, hvussu politiski myndug- leikin ynskir, at stýringin skal útinnast í samfelagnum. Ígjøgnum fíggjarlógina fáa navngivnir persónar heimildir yvir játtanum og “apparatum”. Í praksis eru tað teir navn- givnu persónarnir - stovns- leiðarar ella stjórar - sum hava ábyrgdina av, at sum best fæst burturúr játtanum og heimildum yvir tí appa- rati, sum teir varða av. Hesir eru krumtappurin, sum rest- in av maskinuni snarar um. Um skipanin ikki er nóg góð, so eru bert tvinnir møg- uleikar: antin eru hesir stovnsleiðarar og stjórar ikki sína uppgávu vaksnir ella hava teir ikki umstøður til at virka undir. Aðrir møguleikar gevast ikki. Skal skipanin bøtast, so er neyðugt at tað triðnevnda amboðið í størri mun verður nýtt: Skrivaðar og óskrivaðar reglur, sum tilsamans vísa leiðina, hvussu tann einstaki í almennum høpi skal virka. Siðvenja Í samrøðuni við Jan Muller sigur løgmaður soleiðis: “...tað er bæði rætt og rími- ligt, at man syrgir fyri, at hevur ein persónur verið fyri órætti ella bara tann allar minsti ivi er um hann hevur verið fyri órætti, so hevur man skyldu til at gera alt, sum stendst fyri at fáa avklárað slík viðurskifti.” Hetta er greið tala við góð- um skili. Við hesum orðum løgmans sigur hann frá, at hann hevur vilja til at brúka tað triðja amboðið — siðvenju, virði — fyri at fáa umsitingina at virka betur. Kjarnin í málinum liggur nevniliga í spurninginum um, undir hvørjum siðvenj- um, “virðum” teir stjórar og stovnsleiðarar, sum í praksis eru krumtappurin í maktút- inningini, virka undir. Siðvenjur verða uppbygd- ar við prinsipiellum av- gerðum í gerandisdegnum. Tá ið avgerðir falla um hvør stjóri verður frákoyrd- ur og hvør ikki verður frá- koyrdur, hvør landsstýris- maður fer frá og hvør ikki fer frá, verður siðvenja skapt. Tá ið fíggjarlógir, reglu- gerðir og aðrir karmar verða settir um stovnsins virksemi, verður siðvenja skapt um, hvussu hesir karmar í praksis fáa sítt skap – og hvussu hesir karmar sleppa at laga seg til veruleikan. Hesar siðvenjur geva til- samans hvørjum einstøkum stjóra svar uppá tann persón- liga spurningin: hvussu skal eg fara fram, fyri at halda sessin? Tænastuskyldur og áhugamál Mest grundleggjandi tænast- uskyldur hjá stjóra ella stovnsleiðara eru at røkja tey áhugamál, sum stovnurin er settur at røkja, at fáa sum mest burturúr játtaða peninginum og at ráðgeva landsstýrismanninum soleið- is, at hesin hevur møguleika til í praksis at virka langsiktað skilagott. Vit hava hesi seinastu árini fingið ein hugburð inn í umsitingina, sum á ein orto- doksan og fundamentalist- iskan máta starir seg blind- an uppá makt-amboðini við einum støði, sum mest av øllum líkist miðaldarinnar maktlæru. Allar aðrar við- komandi lærur, tað veri seg leiðslulæran, atferðarlæran, organisatión, góður umsitin- garsiður, teknikkur o.s.fr. verða skúgvaðar til viks við harðari hond. Eftir hesi fundamentalist- isku maktlæru, mega al- mennir stjórar ikki fáa makt – sum annars er eitt av teim- um trimum beinunum, sum verulig leiðsla byggir á: Vilji og evni til leiðslu, makt til at útinna leiðsluna og “com- mitment” (viljin hjá teim týðandi pørtunum at taka uppgávuna á seg). Fylgjan verður, at tænast- uskyldur, stovnsins áhuga- mál, fara í misrøkt, meðan almennir stjórar meira og meira klína seg uppí polit- isku maktina og føra privat- politik antin í sjálvdrátti ella saman við landsstýris- manninum. At navngivnir persónar taka “fordringin” og sum stjórar røkja tey áhugamál, sum teimum er álagt at røkja, verður sjaldsamari og sjaldsamari. Átekur onkur sær fordringin, so verður hann helst sagdur vera ein statur í statinum. Við tí útsýni, sum eg havi frá arbeiðsplássi mínum, er hendan undirgrivna leiðslu- ábyrgdin í almenna sektori- num høvuðstrupulleikin í sambandi við tann øgiliga íløgutørvin, sum nú dagar undan kavi og í sambandi við trupulleikan hjá lands- stýrismonnum at virka inn- an fyri lógarinnar karmar. Og forrestin eisini høvuðs- trupulleikin í sambandi við so mangt annað, sum ikki fæst at virka meira enn næstbest. Fíggjarlógarviðgerð Ein máti at viðgera fíggjar- lógina er at nýta hana til at trýsta stjórar og stovnsleið- arar. Hetta verður gjørt við reglum og ásetingum um smálutir í, hvussu verkini í praksis skulu útinnast, sum stjórarnir annars á pappíri- num hava ábyrgdina av. Grundsjónarmiðið er, at ein stjóri vil altíð brúka meira og sløsa við tí tilfeingi, sum honum verður álagt at umsita. Lønarkarmar, rakstrar- karmar, íløgukarmar, ferða- karmar o.a. spríkja fram í hvørjari reglu í fíggjarlógini. Stjórarnir, sum eru krum- tappurin í at fáa tingini at virka í praksis, royna eftir førimuni at leggja seg eftir, hvussu skipanin kann “lumpast” ella hvussu teir kunnu seta politiska mynd- ugleikan skák-mát. Niðurslitnar íløgur og vantandi menning er tann mest vanligi mátin at sleppa sær undan ábyrgd. Stjórin átekur sær at leiða raksturin. Ein niðurskurður í játtan verður allur tikin av íløg- unum og viðlíkahaldi, so- leiðis at bæði fólk og rakstr- argøgn verða niðurslitin við árunum — men uttan at tann vanligi borgarin ella landsstýrismaðurin sær tað í fyrsta umfari. Tá ið so íløgutørvurin dag- ar undan kavi, so er bert ein “svarti-Per”: fíggjarmála- ráðharrin. Stjórarnir standa á rað við himmalvendum eygum: “Hetta er jú úrslitið av politiskum prioritering- um. Vit hava bert gjørt, sum okkum var álagt.” Tann pol- itiski myndugleikin stendur skák-mát. Ein annar máti at viðgera fíggjarlógina er sum fyrsta lið í viðgerðini at geva hvørj- um stjóra/stovnsleiðara ein høvuðskarm og nakrar politiskar setningar: “Vit vilja ...”. Saman við samgonguskjalinum ber stjóranum á økinum til at gera eitt uppskot til fíggjar- karmar innan sítt egna øki og hvussu hesin sjálvur metir karmarnar virka uppá langt sikt. Har tann politiski mynd- ugleikin ynskir at broyta uppskotið, verður tað gjørt sum broytt politisk ynski. Stjórin broytir uppskotið samsvarandi — inntil bæði stjóri og politiskur myndug- leiki kenna seg tryggar við at tann politiski setningurin verður náddur samstundis sum teir formligu karmarnir styðja skilagóða atferð. Grundsjónarmiðið er, at stjórin átekur sær leiðsluá- byrgd – og fær leiðsluheim- ildir. Hesin seinni arbeiðsmátin var brúktur í sambandi við landsvegirnar øll kreppuárini seinast í 80-unum og fyrru helvt av 90-unum. Hóast umsetningurin hjá stovn- inum, sum varðar av, er fall- in við 70%, so er einki hótt- afall á vegunum. Maskin- parkin hevur tað ikki gott, men við skilagóðari atferð eisini tey næstu árini ber væl til at fáa tann partin, sum landið skal taka sær av, at virka optimalt aftur, uttan at brúk er fyri tvey- og trýsiffr- aðum milliónaupphæddum hvørt árið. Vildi illa til, so høvdu landsvegirnir helst havt ein íløgutørv uppá nærum hálva milliard kr. í asfaltering og høvuðsumvælingum av niðurslitnum vegum. Hetta umframt tær milliónaíløgur, sum eru ynskiligar fyri at gera vegakervið betur, og sum í dag verða viðgjørdar. Niðurstøða Fólk tykjast samd um, at skipanin í almennu umsit- ingini viðvíkjandi fíggjarlóg, ráðgeving, útinning o. s. fr. ikki er nóg góð. Hetta man vera í lagi. Fólk tykjast eisini samd um, at tað er natúrligt, at ein øgiligur íløgutørvur nú stingur seg upp eftir krepp- una. Hetta er ikki í lagi. Ein so øgiligur íløgutørvur átti ikki at komið fyri. Har má onkur – og ikki bert polit- ikarar – fara niður í skuff- una við heitinum “Hetta átti at verið gjørt betur”. Er viljin til staðar, so eig- ur at bera til at fáa hetta væl betur. Trupulleikin er, at tað eru nógv seráhugamál í sam- felagnum, sum hava eitt natúrligt ynski um, at tann almenni sektorurin ikki virk- ar væl. Vónandi kunnu røttu av- varðandi brúka hesar reglur konstruktivt í eini felags stremban eftir einum rími- liga effektivum og vælvirk- andi almennum sektori. Signar P. Heinesen Lógloysi ella óskil? Minningarorð til Súsannu Hansen f. 06.08.1980 – d. 09.03.2000 Tung var ferðin heim til Føroyar og suður á Torv- heyggj eftir at hava fingið tey tungu boð um at tú ikki er millum okkum longur. Ongantíð fyrr havi eg sæð familjuna í so stórari sorg. Einans 19 ár og so nógvar framtíðarætlanir, altíð glað – altíð eitt smíl. Vit hugsa aftur á tá tú, sum barn, saman við foreldrunum var í Leirvík hvørja summarferiu og vit spældu saman og allir føðingar- dagarnir tú hevði hjá ommu. Eftir sita vit sum spurnartekin og kunnu ikki skilja at tú er burtur – at tú ikki kemur norður í summar sum tú altíð hevur gjørt. Eg minnist seinasta vár tá tú var her í Keypmanna- havn og vit gingu gjøgnum »Strøget«, hvør skuldi tá trúð at tað bæði bleiv okkara fyrstu og seinastu ferð. Tað seinastu tíðina tú var her ímillum okkum, skriv- aðu vit til hvørja aðra á mobiltelefon, og tú fortaldi at tú møguliga skuldi flyta niður til Keypmannahavn og royna lívið her, nú tú skjótt var liðug við student- arskúlan, men so bleiv ikki. Men Súsanna góða, hóast tú einans bleiv 19 ár, so hava vit so ótrúliga nógv góð minnir, sum vit vón- andi einaferð kunnu læra at liva við, hóast tað verður ringt. Vit úr Leirvík vilja nú siga farvæl og takka fyri alt. Hvíl í friði. Elspa Jóhanna Í samband við, at 10 ár eru liðin síð- an Parkinsonfelagið varð stovnað, verður áhugaverdur fundur í MBF- húsinum leygardagin 29. apríl kl. 16.00 Felagið fær vitjan av Poul Winther og Hanne Koplev úr Danmark, ið bæði hava parkinsonsjúkuna. Poul Vinther er 44 ára gamal og er undangongumaður í Parkinsonfelagnum inn- an »ung og Parkinson« og er kendur fyrilestrarhald- ari bæði í Danmark og aðrastaðni. Hartil er hann eisini »yngreudvalgsfor- mand « í danska Parkin- sonfelagnum. Sjúklingar, ið fáa staðfest Parkinson- sjúkuna verða alsamt yngri og yngri, í hesum sambandi fer hann í høv- uðsheitum at greiða frá hvussu tað er at vera ung- ur við sjúkuni og hvørjir aktivitetir tey hava í Dan- mark. Hanne Koplev er 44 ára gomul og útbúgvin djóralækni. Hann fer at greiða frá um akupunktur viðgerðir til Parkinson- sjúklingar. Sjálv er Hanne akupunktør og hevur ar- beitt við hesum í eini 10 ár. Fundurin er almennur. Parkinson- felagið 10 ár