Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2000 Fagnaðurin var øgiligur kring vøllin, tá fyrsti lands- kappingardysturin á árinum var liðugur í Klaksvík. Men tað vóru ikki áskoðararnir hjá heimaliðnum, sum høv- du armarnar á lofti. Heldur vóru tað áskoðararnir hjá NSÍ, sum jublaðu, meðan klaksvíkingarnir fóru rættu- liga kløkkaðir til hús. – Tað var lætt hjá mær at seta mínar spælarar upp. Tað var ikki yvir at dylja, at teir kendu seg undirmettar, tá teir leygardagin spældu móti einum øðrum liði, enn tí teir hittu 2. páskadag. Eg haldi, at hugburðurin hjá mínum monnum var sera góður. Vit vunnu nógv teir flestu nærdystirnar, og okk- ara spælarar høvdu stórt sjálvsálit, sigur Trygvi Mortensen, sum sjálvur ofta hevur spælt í Klaksvík. Sum spælari hevur hann ongantíð vunnið, men í páskafrítíðini í 2000 gekk undan. Leygardagin vunnu teir 2–0 í steypakappingini, og 2. páskadag vunnu teir 1–0 í fyrsta landskapping- ardystinum. Skjótir spælarar Tomislav Sivic hevur arbeitt nógv við at fáa fløtu verjuna at rigga. Tað tekur tíð at fáa sovorðið upp á pláss, og Tað hevur gingið væl hjá nýggja B68 liðnum í steyp- akappingini, og tað gekk væl, tá Jóannes Jakobsen og hansara menn í fyrsta lands- kappingardystinum fingu vitjan av nýggja vágalið- num. FS Vágar hevði einki í- móti, at tað var málleyst. Teir løgdu verjugarðin einar tíggju metrar inni á egnari hálvu, og so dúvaðu teir upp á, at tað í snarálopi skuldi eydnast at skapa møguleik- an fyri einum máli. Fleiri ferðir var um reppið, at teir spældu seg til møguleikan, men tað var tætt við og næstan. Næst við at skora vóru teir, tá Birgir Joensen mið- skeiðis í 1. hálvleiki sneiddi framvið tveimum og eitt sindur úr vinstru royndi við skoti, sum Magnus Pouslen hálvbjargaði til horna. Í høgru var Hannus Olsen púra leysur, men tað mundi Birgir Joensen ikki síggja. Verjuparturin var sum oftast tryggur. Darius og Zilva vóru tryggir í mið- verjuni, og á miðvøllinum gekk liðformaðurin Albert Ari Thomassen undan. Tað hevði komið væl við hjá vágamonnum, um teir høvdu megnað at varðveitt bóltin í longum álopum, men hetta var torført hjá teimum, og so gjørdist tað ofta teirra lutur at renna aft- aná heimamonnunum. So- vorðið er altíð strevið. Gott tak á bóltinum B68 hevur havt undanvind í ár, og tí spæla teri í løtuni við stórum sjálvsáliti. Teir fýra í verjuketuni hava nógvar royndir. Sjálvt um tað er tíðliga á árinum, og bóltførleikin harvið ikki er í topp, so var tað sjónligt, at hesir fýra menninir eru bólttryggir. Fróði Benjaminsen var tann stóri bóltvinnarin á miðvøllinum, Øssur Hansen tóktist eisini at vera væl fyr- i, meðan Eyðstein Skipanes í høgru ov ofta varð lopin um í uppspælinum, og Mar- lon Jorge var alt ov góður við bóltin. Harvið seinkaði hann uppspælinum, og hann misti bóltin fleiri ferðir. Tað lá í luftini, at B68 skuldi seta hol á. Arnbjørn Danielsen, sum ofta kom framvið, var púra leysur, tá hann stútaði hornasparks- innlegg úr vinstru omanfyri málið, Súni Fríði tøvdi eitt vet ov leingi, tá hann hevði sneitt fleiri av og vildi hava bóltin yvir til høgra bein, og Remi Mikotionis í málinum hjá FS Vágar noyddist í ful- la longd, tá hann bjargaði langskotsroynd úr 40 met- rum frá Marlon Jorge. Málið, sum hevði við sær, at FS Vágar noyddist at fara longri fram á vøllin, kom, tá tíggju minuttir restaðu av fyrra umfarinum. Øssur Hansen var í høgru, tá hann spældi eitt tvey við Fróða Benjaminsen, verjan stóð still og úr tíggju metrum í B68 lat alt vera eftir Men vágamenn góvu greiðar ábendingar um, at teir ætla sær alt annað enn at vera við í stríðnum um niðurflyting Klaksvíkingar í koma NSÍ var sannførandi, tá teir fyri fyrstu ferð vunnu landskappingardyst í Klaksvík høgru lyfti Øssur Hansen upp um málverjan og í handara síðunetið. Nervin varðveitt Longu fýra minuttir eftir steðgin kundi avgerðin fall- ið. Súni Fríði Johannesen var púra leysur, tá hann stút- aði innlegg í kassan. Vága- menn vóru steðgaðir upp, tí teir høvdu sæð linjuverjan veittrað fyri rangstøðu frammanundan. Dómarin hevði latið spælið halda á, tí hann hevði sær ein verju- spælara inni á linjuni. Í fyrstu atløgu góðkendi dómarin málið hjá Súna Fríða, men eftir at hava tos- að við linjuverjan koll- dømdi hann. FS Vágar skifti bæði Sonna Johansen og Sjúrð Ellefsen inn í 2. hálvleiki. Vágamenn megnaði at leggja størri trýst á í seinna umfarinum. Toftamenn høvdu ilt við at koma fram á vøllin. At munurin bara var eitt mál hevði við sær, at nervin og spenningurin vóru varðveitt. Besta møgu- leikan fekk FS Vágar, tá Arnbjørn Danielsen ikki var nóg ansin, men Birgir Joen- sen sendi í føvningin á Magnusi Poulsen. Avgerðin fall fimm min- uttir fyri leiklok. Eitt sindur av rumbli var í brotsteig- inum, áðrenn Fróði Benja- minsen hevði vunnið ein nærdyst og lyft bóltin upp um málverjan, sum var utt- arlaga staddur. Gott lag á toftafólki, og ikki heilt vánaligt á gest- unum. Teir fingu eingi stig, men tað var stórur munur á avrikinum hesa ferð, og tá teir í 1995 og 1997 í fyrsta umfarinum taptu ávikavíst 5–0 og 5–1. JH B36-FS Vágar 2-0 (1-0) 1-0 Øssur Hansen 35. 2-0 Fróði Benjaminsen 85. B68: Magnus Poulsen – Jan Pe- tersen, Jan Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen – Eyðstein Skipanes, Fróði Benjaminsen, Øssur Han- sen, Marlon Jorge – Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino FS Vágar: Remi Mikotionis – Emil Hentze, Darius Magdisaus- kas, Zilvanius Zudis, Jack Johansen – Tór-Ingar Aks- elsen, Hannus Olsen, Albert Ari Thomassen, Rimvadis Bakus – John Johansen, Birgir Joensen royndin hjá NSÍ at punktera verjuspælið hjá klaksvík- ingum hilnaðist sera væl. Uppskriftin NSÍ var skjótleiki. Jónstein Peter- sen, sum higartil hevur ver- ið vongverji og miðvallari í vinstru, var í vinstru álops- síðu, Gert Langgaard var góður í høgru, og Christian Høgni Jacobsen var ein støðug hóttan mitt á. Dánial Hansen, sum hig- artil hevur verið í miðver- juni var saman við Iani Høj- gaard og Djóna Nolsøe Jo- ensen á miðvøllinum, og gestirnir tóktist hava betri tak á tí, enn miðvøllurin hjá heimamonnunum. Nógvar møguleikar NSÍ hevði møguleikar at vera á odda við minst tri- mum málum í 1. hálvleiki. Christian Høgni Jacobsen fekk ikki rættuliga skot á, tá hann beinanvegin var í skotstøðu í brotsteiginum, og Gert Langgard hevi góð- an møguleika, tá Dánial Hansen hevði spælt hann leysan úr vinstru. Og kanska var talan um besta møguleikan, tá Ian Højgaard úr fýra metrum stútaði eftir langt skift úr høgru. At tað ikki eydnaðist at fáa mál komst fyrst og fremst av, at Gunnar á Steig stóð sera væl í KÍ málinum. Eftir steðgin hevði NSÍ eisini fleiri upplagdar møguleikar enn KÍ. Málið kom, tá 65 minuttir vóru farnir. Ian Højgaard gjørdist leysur í høgru, hann spældi flatt innfyri, og Jónstein Pe- tersen var fyrstur á og skor- aði. Stirvið og svikaligt Tomislav Sivic hugsar á- lopshugað. Hann vil hava klaksvíkingar at spæla skjótan fótbólt við nógvum fyrstu ferð sendingum, so- leiðis sum tað plagar at verða spælt á europeiska meginlandinum. Hesa ferð eydnaðist tað ikki væl. Miðvøllurin var stirvin, teir fluttu seg ov lít- ið, og sendingarnar vóru ikki neyvar. Verjan var ó- trygg, tí teir saknaðu botn í, og álopið var ikki vanda- mikið. Í 2. hálvleiki varð bólturin ofta oystur í brotsteigin, og KÍ spenti bogan høgt, tá teir gjørdu fleiri álopshugaðar útskiftingar, men søgan seg- ði tað sama. Sørsta møgu- leikan fekk Ove Nysted, tá tað bara restaði ein lítil løta. Flata innlegginum úr vin- stru bilti einki, men Nysted sendi úr góðari støðu upp- um málið, og so var greitt, at fyrsta royndin hjá meist- arunum var miseydnað. JH KÍ-NSÍ 0-1 (0-0) 0-1 Jónstein Petersen 65. Dómari Oddmar Andreasen KÍ: Gunnar á Steig – Harley Bertholdsen, Jan Andreasen, Andrzej Pacek, John Ryan – Jan Joensen, Rógvi Jacobsen, Marek Vierzbicki – Arnold Joensen, Ove Nysted, Heðin á Lakjuni NSÍ: Rúni Joensen – Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Langgaard, Kári Hansen, Sjúrður Jacobsen – Dánial Hansen, Ian Højgaard, Djóni N. Joensen – Gert Langgaard, Christian Høgni Jacobsen, Jónstein Petersen Púrasta óvæntað, men kortini uppiborið, eydn- aðist NSÍ at vinna á føroyameistarunum úr Klaksvík Mynd: SáH Einki mál til Súna Fríða hesuferð, men runavíkingurin hjá B68 hevði nóg mikið at arbeiða við frammi í álop- inum JÁKUP MØRK Tá B36 í fjør mátti ásanna, at spælið um FM-gullið var tapt, komst hetta serliga av, at liðið í triðseinasta um- farinum tapti í Gøtu. Hetta viðførdi eisini, at tað gjør- dist GÍ, sum streyk avstað við silvurinum Nú nýggja kappingarárið stóð at byrja, hevði tað lag- að seg soleiðis at júst hesi bæði liðini skuldu hittast í fyrsta umfarinum. Leikara- hópirnir hjá báðum liðum vóru tó nógv broyttir í mun til undanfarna ár. Serliga var tað hjá B36, at frágongdin í vetrarhálvuni var stór, men hóast hetta, so mundu flestu viðhaldsfólkini vera á ein- um máli um, at missurin hjá GÍ var svárari, tá teir í vetur máttu siga farvæl við bæði Sámal Joensen og Henning Jarnskor, sum báðir fóru til Íslands at royna seg. Henning og Jens Martin við Hóast omanfyristandandi, so taldist Henning Jarnskor millum leikararnar á GÍ lið- num. Sum tað framgongur aðrastaðni í blaðnum, so var fótbóltslívið í Íslandi ikki eins gott og tað var ætlað, og tí er Henning nú aftur ílætin gula GÍ búnanum. Henning var tó ikki ein- asti óvæntaði leikarin á vøllinum. B36 hevur higar- til í ár havt trupulleikar av at manna málverjasessin, og sum eina fyribils loysn, høvdu havnarmenninir fingið ongan annan enn Jens Martin Knudsen at ver- ja málið í hesum dystinum. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn Jens Martin mátti fara tungu leiðina eftir bólt- inum, men talan var um eitt heldur óvanligt mál, sum hevði við sær, at GÍ legði seg á odda. Magni Jarnskor tók hornaspark úr vinstra borði, og tá onkur segði seg hava tamarhald á støðuni, lat Magni á Lakjuni lága inn- leggið fara framvið sær, og bólturin helt sostatt beina leið í málið. Skjóta málið hevði sjálvandi við sær, at for- treytirnar hjá báðum liðum broyttust fullkomuliga. GÍ tók seg beinanvegin nakað aftur á vøllin, soleiðis at leiðslan kundi verjast, með- an B36 varð noytt fram á vøllin til tess at skapa sær nakrar málmøguleikar. Í fyrra hálvleiki fingu B36 leikararnir tó ongantíð lagt nakað serligt trýst á GÍ verjuna. Uppspælið var alt ov illa skipað, og aloftast gekk tað eisini ov seint fyri seg, soleiðis at GÍ alla tíðina fekk tíð at skipa verjuna. Størsta møguleikan mundi B36 fáa, tá einir 20 minuttir vóru leiktir. Úr vin- stru varð bólturin lagdur inn um verjuna, men tá John var um at sleppa púra leysur móti málinum, varð hann togaður niður av verjuleik- ara. At byrja við lat dómarin ikki við seg koma, men eftir at hava ráðført seg við hjálpardómaran, gjørdi hann av at døma fríspark stutt uttanfyri brotsteigin. Tað má tó sigast at vera undrunarvert, at einki kort var havt á lofti í hesum sam- bandi. Varð John veruliga tikin, átti eingin ivi at verið um, at talan skuldi verið um reyða kortið. Yvirhøvur var eisini rættuliga ringt at finna eina linju í dømingini. Sum nevnt, so gav neyðbremsan móti John einki kort, men løtu seinni fekk Bartal gula kortið fyri eitt lítið skump í ryggin, tá hann og John vóru í luftdysti. Trýstu í seinna B36 royndi frá byrjan í seinna hálvleiki at trýsta GÍ menninar aftur á vøllin, og longu eftir tveimum min- uttum gav hetta eisini úrslit. Bjarni Prior sendi innfyri úr høgru síðu, og har kloss- aðust Bartal og Rúni við bóltinum, so endin varð, at Magni á Lakjuni gjørdist púra leysur, og kundi senda bóltin í málið. Hetta fekk tó ikki B36 at linka um trýstið. Við hjálp frá vindinum, sum teir nú høvdu í ryggin, var bólturin meginpartin av tíðini hildin á GÍ hálvuni. Gøtumenn fingu ongantíð nakað serligt kontraspæl í lag, og einasti møguleikin teir høvdu fyrra partin av hálvleikinum, var tá B36 leikari legði ov spakuligt aftur, men Helgi megnaði ikki at fáa tam- arhald á bóltinum, eftir at hann og Jens Martin vóru í nærdysti. B36 hevði fleiri málmøg- uleikar hetta tíðarskeiðið, og meginparturin av hesum íkomu eftir uppspæl í vin- stru síður, har Rúni Justi- nussen ongantíð fekk rættu- liga fatur á Magna á Lakj- uni. Tá B36 eftir 32 minuttir legði seg á odda, var hetta tó eftir at Bjarni Prior dróg inneftir úr høgru. Stutt utt- anfyri brotsteigin varð hann feldur, og frísparkið sendi Jákup á Borg beina leið í netið. Fáar minuttir seinni var aftur vandi á ferð í GÍ brots- teiginum. Magni varð send- ur avstað í vinstru síðu. Hann sendi ein bólt væl inn- fyri málið, sum John Pet- ersen fekk skallað niður til Ronnie Samuelsen, og hes- in snaraði sær á og sendi bóltin upp undir nettakið. Eitt vakurt mál, sum eins væl kundi verið tikið úr onkrari fótbóltslærubók. Dysturin var nú roynd og veru avgjørdur, og eftir trið- ja málið linkaði B36 trýstið eisini munandi. Hetta við- førdi eisini, at GÍ liðið slapp longur fram á vøllin, og móti endanum av dystinum var um reppið at skurarnir fingu minkað um munin, men hóast teir vildu vera við, at bólturin var innan- fyri, so lótu hvørki dómari ella hjálpari hansara við seg koma. Beint áðrenn dystarlok Nýtt B36 lið fekk góða byrjan B36 vann ein tryggan sigur á GÍ, tá nummar tvey og trý frá undanfarna kappingarári settu hol á landskappingina máttu gøtumenn eisini á- sanna, at teir mugu vera Helga L. Petersen fyri uttan komandi dystin, tá hesi heldur býttisliga togaði Ronnie Samuelsen niður, tá bólturin var aðrastaðni á vøllinum. Dómarin sá gerð- ina, og Helgi noyddist so- statt inn í skiftirúmið einar tveir minuttir áðrenn liðfe- lagarnir. B36 funnið seg til rættis Sum nevnt í byrjanini, so er talan um tvey lið, sum eru umskipað heilt nógv í mun til undanfarna ár. Skal dysturin mánadagin nýtast sum grundarlag, er einki at ivast í, at B36 er sloppið nógv betri frá hesi umskipan enn GÍ. Kanska hongur tað saman við skjóta leiðslumálinum, men í øll- um førum tóktist GÍ liðið sera verjukent allan dystin, og vongspælið, sum hevur eyðkent liðið seinnu árini var so at siga ikki til staðar. At so Pauli eisini noyddist av vøllinum í seinna hálv- leiki gjørdi ikki støðuna bet- ur. Møgeuleiki átti tó at ver- ið fyri, at hetta fer at rigga betri, sum árið líður, tí við Henning og Helga í hvør sínum borði, skuldi fortreyt- irnar fyri at nýta vengurnar verið í lagi. B36 tóktist serliga í seinna hálvleiki at hava funnið rætta stevið. Álops- parið er framvegis hitt sam- a, og hetta skuldi borgað fyri nógvum málum. Á miðjuni sótu Jens Kristian og Jan á tí mesta, meðan Bjarni og serliga Magni komu væl fram við í síð- unum. Verjuparturin, sum av mongum verður mettur sum veikasti parturin av lið- num, tóktist eisini at rigga væl, og ikki minst tykist E- gil Zachariasen at hava funnið seg til rættis á nýggja plásisnum sum aftasti mað- ur. Málverji hesu ferð var Jens Martin Knudsen, men líkt er til, at eisini hesin sessur kemur í rættlag innan stutta tíð, so alt í alt fer B36 kanska enn einaferð at tel- jast millum ovastu liðini tá avtornar. B36-GÍ 3-1 (0-1) 0-1 Magni Jarnskor 8. 1-1 Magni á Lakjuni 47. 2-1 Jákup á Borg 74. 3-1 Ronnie Samuelsen 77. Dómari: Suni Johansen B36: Jens Martin Knudsen - Fróði Clementsen, Egil Zachariassen, Mikkjal Tho- massen - Bjarni Prior, Jan Guttesen, Jens Kristian Hansen, Magni á Lakjuni - John Petersen, Ronnie Sam- uelsen, Jákup á Borg GÍ: Sunnvard Joensen - Rúni Justinussen, Bartal Eliasen, Áslakur Petersen, Súni Ol- sen - Helgi L. Petersen, Pauli Jarnskor, Henning Jarnskor - Magni Jarnskor, Jón Petur Olsen, Óli Hansen Ronnie Samuelsen tók seinastu luftina úr GÍ ballónini, tá hann seks minuttir fyri leiklok sendi bóltin í netið til 3-1 Mynd: Álvur Haraldsen Íslendskur málverji venur í B36 Fótbóltur: 28 ára gamli Baldur Bragason er komin til Føroya at royndarvenja við B36. Møguliga verður avtala gjørd millum partarnar EYÐUN KLAKSTEIN B36 hevur kanska ein nýggjan málverja í máli- num, tá liðið spælir móti B68 komandi vikuskifti. 28 ára gamli íslendarin, Baldur Bragason, er komin til Føroya, og hann skal royndarvenja við B36 næstu vikuna. B36 hevur leitað eftir nýggjum málverja, eftir at Egin Høgnesen, sum vardi málið í fjør, er givin at spæla. Tað var upp á tal, at ein málverji úr Grindavík skuldi royna seg í B36, men hetta varð av ongum. Aðrir málverjar hava eisini víst áhuga fyri B36, men nú verður tað Baldur Bragason, sum skal vísa, hvat hann dugir til. Hugaðir fyri samstarvi Eingin avtala er gjørd millum B36 og Baldur, men royndarvenjingin skal vísa, um partarnir eru sinnaðir at gera eina avtalu. At Baldur er komin til Føroya er sjálvandi greið ábending um, at báðir partar hava hava hug til samstarv. Vanligt er, at royndar- venjing eisini hevur við sær ein dyst, og tí er møguleiki fyri, at Baldur stendur í mál- inum, tá B36 spælir móti B68 um vikuskiftið, men eingin avgerð er tikin um tað enn. Sunnudagin stóð Jens Martin Knudsen í málinum hjá B36, men tað var bert til tann eina dystin. Tróndur Vatnhamar, sum hevur vart málið seinastu dystirnar, var burturstaddur við einum ungdómslandsliði í hond- bólti, og tá Jens Martin var heima í páskafrí, tók hann yvir. Jens Martin Knudsen varð mánadagin læntur frá Leiftri, men nú skal B36 so royna seg við Íslendskum málverja Mynd: Álvur Haraldsen