Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2000 16 tíðindablaðið sosialurin Nr. 79 - 26. apríl 2000 Tveir av landsliðsspælaru- num, sum mugu roknast at vera í best fyri, eru ikki við í Liktinstein. Talan er um Óli Johannesen og Jákup Mikkelsen. Óli Johannesen varð skaddur undir venjing fyri knøppum tveimum vik- um síðani. Tað hevur víst seg at taka longri tíð, enn teir í fyrstu atløgu høvdu vónað, at fáa bilbukt við skaðan. Óli Johannesen hevur ikki fingið vant, og tí var tað longu skírisdag greitt, at tað fór ikki at bera til hjá Óla at spæla við landsliðnum í kvøld. Jákup Mikkelsen vardi 1. páskadag málið hjá Herføl- ge í 1. hálvleiki móti AGF. Men eftir steðgin kom Já- kup ikki aftur á vøllin, og seinni hava vit frætt, at Já- kup í 1. hálvleiki spældi við skaddum ælboga. Longu undir upphitingini dragnaði okkurt í ælboga- num, og sum 1. hálvleikur leið var skaðin so mikið meinur, at tað var ikki hugs- ningur um at spæla í 2. hálv- leiki. Á páskum bar ikki til at fáa nakra viðgerð fyri skað- an. Jákup, sum 1. páska- kvøld gav avboð til Allan Simonsen, ið var staddur í Føroyum, skuldi í gjár- kvøldið undir læknahond, og teir í Herfølge vóna, at hann verður klárur, tá teir sunnudagin skulu spæla toppdyst í Brøndby. Jens Martin 50 Landsdysturin í Liktinstein í kvøld er tann 66. altjóða skrásetti, síðani FSF í 1988 fekk limaskap í FIFA. Síð- ani tá hava 69 føroyingar verið á fótbóltslandsliðnum. Flest landsdystir hevur Jens Martin Knudsen spælt. Hesa ferð er Jens Martin einsamallur málverji í ferð- alagnum, og tí er tað fram- manundan greitt, at tað verður spælandi venjarin hjá Leiftri, sum skal verja málið. Og tað fer Jens Mar- tin at gera fyri 50. ferð á landsliðnum. Jens Martin, sum tá var 21 ára gamal, vardi málið í fyrsta dyst- inum, sum var í Akranesi 24. august í 1988. Ta ferðina taptu føroyingar 1–0, og í teimum 49 dystunum, sum Jens Martin higartil hevur spælt, hevur hann verið 135 ferðir í netinum eftir bólt- inum. Nú er Jens Martin 33 ára gamal. Hann hevur onkun- tíð sagt, at hann fór ikki at gerast gamal á beinkinum, um Jákup Mikkelsen fór at verða málverji hvørja ferð. Hvussu tað verður við hes- um, eru ongar ábendingar komnar um enn. Tað var trongligt, tá landsliðsferðalagið fyrrapartin í gjár fór av landinum við flogfarinum hjá Atlantsflog. Ferðslan millum Føroyar og Danmark er nógv í hesum døgum, tí tey eru mong, sum hava verið heima í páskafrí. Nú skulu øll hesi upp á pláss aftur. Fótbóltssambandið bí- legði í góðari tíð ferðaseðlar til teirra, sum skuldu við landsliðnum niður til Liktinstein. Men í páskavikuni stakk ein trupulleiki seg upp. Fimm spælarar í lands- liðsferðalagnum spæla fótbólt í Íslandi. Í FSF høvdu teir einki hoyrt, og tí høvdu teir roknað við, at hesir vóru í Íslandi á páskum, og at teir tískil skuldu ferðast úr Kefla- vík og síðani úr Keyp- mannahavn saman við teimum, sum komu úr Noregi, Føroyum og Danmark. Skírisdag vísti tað seg, at allir landsliðsspælarnir í íslendskum fótbólti – Uni Arge, Henning Jarnskor, Sámal Joensen, Allan Mørkøre og Jens Martin Knudsen – vóru komnir til Føroya at halda páskir, eftir at teir høvdu verið í Spania á venjingarlegu. Tað vildi við øðrum orðum siga, at páskadagarnar hevur verið arbeitt við at fáa pláss í flúgvaranum til spælararnar. Støðan hevði í fyrstu atløgu við sær, at eingin spælari varð úttikin fyri Óla Johannesen, tá hann gav avboð, og eingin málverji varð úttikin fyri Jákup Mikkelsen, tá hann gav avboð. Tá landsliðsferðalagið fyrrapartin í gjár fór vestur í Vágar, vóru tveir av spælarunum framvegis á bíðilista. Tá flogfarið lætti úr Vágum var hetta broytt, soleiðis at allir komu við í flogfarið. Tað vil við øðrum orðum siga, at 16 spælarar eru við í Liktinstein, og eru hesir: Jóhannis Joensen úr HB, Henning Jarnskor úr GÍ, Øssur Hansen, Jan Dam og Fróði Benjaminsen úr B68, Jens Kristian Han- sen, John Petersen og Já- kup á Borg úr B36, Róg- vi Jacobsen úr KÍ, Jens Martin Knudsen og Sá- mal Joensen úr Leiftur, Todi Jónsson úr FCK, Julian Jónsson og Kurt Mørkøre úr Sogndal, Uni Arge úr Akranes og Allan Mørkøre úr ÍBV. Dysturin verður spæl- dur kl. 18.30 lokala tíð, sum svarar til 17.30 før- oyska tíð. Umframt Sosialin er Útvarp Føroya á staðnum, og í fríggjadagsblaðnum frættist meira frá dysti- num. JH Óli og Jákup ikki við í Liktinstein Landsliðið: Jens Martin Knudsen spælir í kvøld sín 50. altjóða skrásetta landsdystin Ov lítið pláss í flogfarinum Landsliðið: Fótbóltssambandið hevði ikki roknað við, at landsliðs- spælararnir, sum dagliga eru í Ís- landi, skuldu ferðast úr Føroyum Jens Martin vardi føroy- ska málið í fyrsta EM und- ankappingardystinum, sum í fyrraárið var í Estlandi. Tá varð hann útvístur, og so hevði Jákup plássið inntil síðsta heyst. Eitt sindur ó- væntað var tað, at Allan Simonsen gav Jens Martini plássið í Kekkia, men tað boðaði frá, at venjarin fram- vegis roknar veteranin, sum er elsti føroyski spælarin, at vera innarlaga í hópinum. John Petersen verður í kvøld átjandi føroyski spæl- arin, sum røkkur 25 lands- dystum. Allan Mørkøre spælir í kvøld fyri 49. ferð á landsliðnum, og Todi Jónsson, Øssur Hansen og Jan Dam røkka í kvøld 39 landsdystum. JH Liktinstein er sum dagur og nátt Í kvøld skal føroyska lands- liðið spæla venjingardyst móti Liktinstein. Á teimum 160 ferkilometrunum á markinum millum Sveis og Eysturríki búgva 28.000 fólk. Liktinstein hevur síðani 1974 verið limur í altjóða fótbóltssamgonguni. Bara eitt felag umboðar landið í Europa Cup. Tað er tað lið- ið, sum vinnur steypakapp- ingina. Higartil hevur tað ikki verið skipað fyri nak- rari landskapping, men tað verður arbeitt við málinum. Tað eru sjey fótbóltsfeløg í Liktinstein, og tey taka lut í lægru deildunum í Sveis. Vunnu á Kina Í áttati árunum spældi Mótstøðuliðið: Úrslitini hjá lítla landinum í Alpunum hava verið nógv betri á heimavølli, enn tey hava verið á útivølli landsliðið hjá teimum fleiri ferðir vinardystir, serliga móti Sveis, sum teir altíð taptu nógv ímóti. Fyrsta al- tjóða kappingin, sum teir tóku lut í, var undankapp- ingin til olympisku leikirnar í Los Angeles í 1984. Teir spældu móti Sveis og taptu 3–1 á heimavølli og 3–0 á útivølli. Fyrstu ferð teir vóru við í undankapping var í sam- bandi við EM í 1996. Fyrsti dysturin var í apríl í 1994 í Belfast, og Norðurírland vann 4–1. Í 1995 vunnu megnaðu teir málleysan javnleik á heimavølli móti írlandi. Hetta var einasta stigið, sum teir fingu í undankappingini til EM í 1996. Í HM und- ankappingini til HM í 1998 fingu teir einki stig, men í síðstu EM undankappingini fingu teir fýra stig. Ta ferð- ina vunnu teir 2–1 á heima- vølli móti Aserbadjan og greiddu málleysan javnleik móti Ungarn. At talan er um heilt ymisk úrslit á heimavølli og á úti- vølli sæst á, at teir taptu 5– 0 í Ungarn og 4–0 í Aser- badjan. Liktinstein hevur bara tvær ferðir vunnið. Um- framt á Aserbadjan hava teir vunnið á Kina. Sjálvsagt stóðst nógv umrøða av, at heimsins fólkaríkasta tjóð tapti ein landsdyst móti ein- ari av minstu tjóðunum í heiminum. Dysturin varð spældur í Malaysia, og Liktinstein vann 2–0. Í kvøld fara Føroyar og Liktinstein at dystast í hø- vuðsstaðnum – Vaduz. Sta- dion nevnist Rheins Pak sta- dion, og tað er rættuliga nýtt. Higartil hava teir spælt heimadystirnar í lílta bý- num Eschen, sum liggur norðanfyri høvuðsstaðnin. JH Gongst eftir ætlan spælir John Petersen sín 50. altjóða skrásetta landsdyst í kvøld JÁKUP MØRK Síðani B71 fyri góðum tíggju árum síðani trein inn á føroyska fyrstudeildar- pallin, hava dystirnir móti HB altíð verði at rokna sum nakað serligt. Tað vóru nevnliga HB og B71, sum í 1989 stríddust um fremsta plássið í deildini. Eitt stríð, sum B71 vann, og ta ferð- ina rundaðu sandoyingarnir av við at buka HB liðið heima á Sandi. Ikki tí, nógv er broytt seinastu tíggju árini, og sandoyingar mugu í dag á- sanna, at tað er langur vegur til steyp og heiðursmerki, men kortini er altíð spenn- ingur í luftini, tá liðið fer á vøllin, og tað serliga tá HB er mótstøðuliðið. Hesu ferð var ikki talan um seinasta, men hinvegin fyrsta, landskappingardyst- in á árinum, og móti einum HB liðið, sum var nærum spildurnýtt, sammett við tað, sum B71 tapti stórt fyri í seinasta dystinum í fjør, skuldu sandoyingarnir so- statt upp til fyrstu av teim- um 18 próvtøkunum, sum liggja fyri framman. HB trýsti Í fyrra hálvleiki var tó ikki so øgiliga nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um ein spennandi dyst. HB sat á tí mesta, og í mun til dyst- in móti GÍ leygardagin, gekk spælið bæði betri og skjótari. Vindin høvdu havnar- menninir eisini við sær, og hetta viðførdi, at spælið meira ella minni varð trýst oman á sandoyarhálvuna. Nakrir málmøguleikar spurdust eisini burturúr, men B71 hevur sum vant ein tryggan pólskan aftasta skansa, og Waldemar No- wicki tók sær eisini av royndunum frá HB liðnum. Størsta møguleikan fekk Jón Rói Jacobsen, tá hann fekk fatur á bóltinum, eftir at B71 verjan hevði verið heldur sløsut, men onkurs- vegna fek pólverjin fatur á bóltinum, hóast Ungi HB leikarin einans var staddur fáar metrar frá málinum. B71 royndi í sínum lag at fáa gongd á kontraspæl- ið, sum fyrr var vørumerkið hjá liðnum, men fyrstu trý korterini fingu teir ongantíð skapt nakrar serliga vanda- miklar støður í hinum end- anum. Javnari Seinna umfarið vóru tað sandoyingarnir, sum høvdu vindin í ryggin, og skjótt varð eisini greitt, at teir nú eisini vildu sleppa upp í part at mynda spælið. Kanska var tað framvegis HB, sum átti vandamesta spælið, men nú vóru teir ikki eins einaráðandi, og teir vóru fyrra umfarið. Tað eydnaðist tó havnar- monnunum at skjota avger- JÁKUP MØRK Sum vera man vóru vág- bingar spentir, nú fyrsti landskappingardysturin á hesum sinni stóð fyri fram- VB fekk hevnd og trý stig VB byrjaði landskappingina við einum sigri, tá teir í grannauppgerðini vunnu 2-1 á Sumba, so eftir øllum at døma mugu sumbingar í ár leita aðrar leiðir eftir neyðugu stigunum man. Undan kappingarársbyr- jan tosaðu vágbingarnir um, at teir ætlaðu at betra um endastøðuna frá undan- farna ári, og allarhelst vildu teir eisini syrgja fyri, at byr- janin av árinum ikki gjør- dist eins soltin og undan- farna ár. VB hevði nevnliga eina katastrofala byrjan upp á kappingarárið í fjør, men takka verið einari góðari seinnu hálvu, eydnaðist tað teimum kortini at vinna seg upp á eitt sætta pláss. Fyrsta forðingin á hesum sinni var so grannauppgerð- in móti Sumba, og einki er at taka seg aftur í, at VB her átti hevnd til góðar. Sumba vann nevnliga báðar grannauppgerðirnar í fjør, og tá hetta samstundis vóru einastu dystir, sum Sumba vann, er einki at siga til, at VB leikararnir vóru sera uppsettir til at vinna dystin. VB trýstið Tað var eisini sjónligt allan fyrra hálvleik, at VB ætlaði sær bæði stigini við aftur av Krossinum. Sum tað skilst har suðuri frá, so høv- du vágbingarnir greiða leik- liga yvirvág fyrstu trý kort- erini, og fleiri ferðir var eis- ini um reppið at teir skor- aðu. Mál kom tó bert tað eina henda fyrsta hálvleikin. Hetta hendi um miðjan hálvleikin, tá leikandi ven- jarin, Kristof Popzynzki, slapp sær ígjøgnum í vin- stru síðu. Komin oman móti baklinjuniu legði hann bólt- in útfrá, og har kom Jón Pauli Olsen og sendi bóltin inn við nærmasta stólpa. Bæði Milan Kuljic og leikandi venjarin høvdu seinni møguleika at økja um leiðsluna, men sumb- ingar sluppu í báðum førum við hvøkkinum, soleiðis at bert eittans mál skildi part- arnar í hálvleikssteðginum. Komu betri við Í mun til dystin leygardagin millum somu lið, var Sum- ba rættuliga nógv umskip- að. Ta ferðina sótu nakrir av stuðulsleikarunum á beinkinum, soleiðis at teri vóru ómóðir, nú talan var um týdningarmikil stig í landskappingini. VB hevði hinvegin so at siga sama fólki, og kanska var hetta eisini viðvirkandi til, at sumbingarnir komu nógv betur við í seinna hálvleiki. Eisini høvdu teir lítla lotið við sær í seinna hálvleiki. Talan gjørdist nú um ein nógv javnari dyst, og tá seinni hálvleikur var á leið hálvrunnin megnaðu sumb- ingarnir eisini at skapa javnvág í málskjótingini. Hetta hendi eftir horna- spark, sum varð skotið móti nærmastu stong. VB mál- verjin royndi at boksa bólt- in burtur, men ístaðin støkk bólturin á tvørtræðið, og so var Trygvi Nielsen fyrstur at setta kollin undir. Frøin var sjálvandi stór á sumbingum eftir javnandi málið, men løtan var teim- um kanska nakað stokkut. Tað gingu nevnliga bert tveir minuttir, so hevði VB aftur lagt seg á odda. Hornaspark varð skotið úr høgru, og eftir at Jón Pauli hevði stútað á tvør- træið, var Robert Ciesle- wicz fyrstur á returinum og sendi bóltin í netið. Seinastu 20 minuttirnar royndu sumbingar at trýsta spælið longur niðan á vøll- in, og ta einu ferðina høvdu teir eisini bóltin í mesku- num, men Eirikur Joensen var rangstaddur, og so varð málið av ongum. Eisini hevði Hans Jacob Thomsen ein stóran møguleika, men skotið endaði væl omanfyri málið. Sumba ov verjukent Vágbingar fingu sostatt stigini, sum teir vóru farnir suður eftir, so útlitini fyri einum líkinda kappingarári eru kanska slettis ikki so galin hjá teimum. Hópurin tykist vera bæði breiðari og sterkari enn í fjør, og líkt er til, at til- gogndin í Robert Ciesle- wicz og Predrag Zivkovic hevur verið rættuliga muna- góð. Sumbingar mugu helst aftur í ár sanna, at hjá teim- um ræður tað fyrst og fremst um at halda sær í deildini. Í fjør var tað ein munandi hjálp í hesum stríðið, at tað eydnaðist at vinna øll stigini móti grann- unum fyri norðan, men longu nú er so greitt, at teir mugu vera í hvussu so er trý av hesum fyri uttan. Úr Sumba frættist annars, at fleiri vóru av teirri á- skoðan, at liðið leikti alt ov verjukent í dystinum. Onk- ur vildi eisini vera við, at tað var hetta, sum var stør- sta orsøkin til tapið. Hvussu var og ikki, so er tað í øllum førum ein sannroynd, at fleiri av teimum leikarum, sum vanliga teljast millum stuðulsleikararnar á liðnum (Jan Poulsen, Birgir Jørg- ensen, Marlon Kjærbo, Ei- rikur Joensen og Sonne Kjærbo), máttu taka til takkar við einum sessi á beinkinum. Sumba-VB 1-2 (0-1) 0-1 Jón Pauli Olsen 24. 1-1 Trygvi Nielsen 68. 1-2 Robert Cieslewicz 70. Dómari: Birgir Sondum Sumba: Eigil Olsen - Mortan úr Hørg, Spasojé Biberdzic, Dánjal Johan Joensen, Trygvi Nielsen - Hallur Dam Joensen, Hans Jacob Thomsen, Nikola Biberd- zic, Sasa Tomajek, Bergur Vinther - René Thomsen VB: Bjarni Johansen - Predrag Zivkovic, Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, Eyðun Kjærbo, Tórður Holm, Mil- an Kuljic, Michael í Lága- bø, Jón Pauli Olsen - Ro- bert Cieslewicz, Kristof Popzynzki Stigini av Sandi til Havnar HB fekk øll stigini heim við aftur, tá teir mánadagin vitjaðu á Sandi, men sandoyingar munnu helst iðra seg um, at teir enn einaferð taptu tepurt andi málið rættuliga tíðliga í seinna hálvleiki. Hetta kom eftir at Hallur Daniel- sen royndi seg við einum skoti úr 20 metra fjarstøðu. Bólturin tók í beinið á B71 verjuleikara, og so var Wal- demar prísgivin. Sandoyingar royndu tað teir vóru mentir at skapa javnvág í málskjótingina, og onkuntíð var eisini hampuliga nær við. HB megnaði tó at halda tætt all- an dystin á tamb, og so vóru fyrstu trý stigini veruleiki. Góðar vónir Við dystunum hjá HB í steypakappingini í huga, so var kanska væntandi, at sig- ursvanda høvuðsstaðarfel- agið fór at hava eitt sera trupult kappingarár fyri framman, har tað mest av øllum ráddi um, at byggja eitt nýtt lið upp. Úrslitini hava eisini verið heldur misjøvn í bólkaspæl- inum, men við sigrinum á B71 fingu ungu leikararnir í øllum førum eitt sindur av luft, soleiðis at trýstið og kravið um trý stig, ikki verður heilt so stórt kom- andi vikuskiftið, tá KÍ kem- ur á vitjan. Sum skilst á lagnum, so vóru HB leikararnir eisini væl nøgdir við tað spæl, sum teir sýndu í fyrra hálv- leiki, so kanska er ein grundað vón um, at HB eis- ini í ár fer at teljast millum liðini, sum fara at stríðast um heiðursmerkjaplássini. Hjá sandoyingunum er støðan eitt sindur øðrvísi. Í fjør noyddist liðið fleiri ferð at taka til takkar við teprum tapi, og dystirnir í steypa- kappingini hava givið á- bendingar um júst sama fyribrigdi. Helst er tað tó ein spurningur um tíð, áð- renn B71 fær marginalarnar í sín part, men hinvegin er eisini alneyðugt, at tað ikki gongur ov long tíð, áðrenn so verður, tí mál teirra er at betra um áttanda plássið, sum liðið vann sær í fjør. B71-HB 0-1 (0-0) 0-1 Hallur Danielsen 54. Dómari: Petur Reinert B71: Waldemar Nowicki - Bern- hard Petersen, Jón Brekku, Bergleif Sólsker - Bjørn Thorsteinsson, Kári Niel- sen, Eli Hentze, Rúni í Soy- lu, Jógvan Jón Petersen - Kristian Nielsen, Høgni Hansen HB: Bárður Johannesen - Jó- hannis Joensen, Florin Mi- háescu, Hans á Lag, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Gheorghe Ci- ure, Símun Eliasen - Bárður Mortansson, Jón Rói Jacob- sen Í ár má Sumba leita nýggjar leiðir eftir stigunum. Í øllum førum fáa teir ikki seks slík frá VB Mynd: Áki Bertholdsen