mikudagur 26. apríl 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 79 - 26. apríl 2000
18
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 79 - 26. apríl 2000
Eingin avgerð fall páskaaft-
an um, hvør skal bera heitið
FM vinnari fyri einstakling-
ar í talvi í ár 2000.
John Rødgaard var eitt
hálvt stig undan trimum
undan síðsta umfarinum.
John hevði seks stig, og
Flóvin Þór Næs, Torbjørn
Thomsen og Eyðun Nolsøe
høvdu fimm og eitt hálvt
stig í part.
Eyðun Nolsøe fekk javnt
móti FM vinnaranum 1999,
Heina Olsen, meðan Flóvin
og Torbjørn vunnu á ávika-
víst Martini Brekká og Her-
lufi Hansen, og so endaðu
tríggir telvarar á seks og
einum hálvum stigi.
– Tað er fleiri ferðir áður
komið fyri, at tveir telvarar
hava staðið javnir, tá kapp-
ingin hevur verið liðug.
Men hetta er fyrsta ferðin,
at tríggir telvarar hava verið
javnir, tá kappingin hevur
verið liðug.
Hetta staðfestir, Rani
Nolsøe, sum er stak væl
nøgdur við FM kappingina,
sum í páskafrítíðini var í
Eydnuni á Oyrabakka.
Rani Nolsøe veit ikki at
siga okkum, nær teir tríggir
fara at telva um, hvør skal
vinna FM:
– Vit hava ikki gjørt nak-
ra avtalu við telvararnar. Nú
fara vit at spyrja teir, nær
tað passar teimum best at
telva. Teir búgva ikki allir í
Føroyum, og tí rokni eg
ikki við, at umdysturin
verður nú beinanvegin.
Men kanska verður hann
um einar tveir mánaðir. Vit
fara fyrst at spyrja teir í
Sundalagnum, um teir vilja
taka á seg í samstarvi við
Talvsambandið at skipa fyri
umdystinum. Um tað liggur
fyri hjá teimum, so verður
dysturin í Eydnuni. Um tað
ikki liggur fyri hjá teimum,
so finna vit eina aðra loysn,
sigur Rani Nolsøe.
Tá tveir telvarar hava lut-
tikið í umdystinum, hava
teir onkuntíð telvan fýra
talv, og onkuntíð hava teir
telvað tvey talv.
Rani Nolsøe sigur, at teir
hava ikki enn gjørt av,
hvussu umdysturin skal
ganga fyri seg. Hetta fara
teir í Talvsambandinum at
tosa um innanhýsis, og so
fara teir eisini at tosa við
telvararnar:
– Tað eru fleiri møguleik-
ar. Ein møguleiki er, at teir
telva eitt talv móti hvørjum
øðrum. Hetta ber tann fyri-
munin í sær, at tað fer at
bera til at avgreiða umdyst-
in eftir einum vikuskifti.
Vansin við hesi skipanini
verður tann, at teir fara at
hava hvíta ella svarta fólk-
ið. Um vit semjast um, at
teir skulu telva tvey talv
móti hvørjum øðrum, so
telva teir eina ferð við hvíta
fólkinum og eina ferð við
svarta fólkinum móti hvør-
jum øðrum. Vansin við hesi
skipanini verður, at tað fer
at taka meiri enn eitt viku-
skifti at avgreiða kapping-
ina. Men nú fáa vit at
síggja, hvussu tað verður,
sigur Rani Nolsøe.
Ólavur dragnaði
Tá fimm umfør vóru telvað,
var tað Ólavur Simonsen,
sum lá undir liðini á John
Rødgaard í kappingini um
fremsta plássið. Men í
seinnapartinum av kapp-
ingini var úrtøkan hjá Ólavi
soltnari, enn hon var í fyrra
partinum.
Lyklatalvini hjá Ólavi
vóru í sætta og áttanda um-
Tríggir skulu telva um FM
Talv: Fyri fyrstu ferð nakrantíð skal FM fyri einstaklingar avgerast í umdysti millum tríggjar telvarar
Meistarabólkurin
Mikudagin – 6. umfar
Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Heini Olsen 0–1
Flóvin Þór Næs – Ólavur Simonsen 1–0
Herluf Hansen – Eyðun Nolsøe 0–1
Rani Nolsøe – Torbjørn Thomsen 0–1
John Rødgaard – Martin Brekká 1–0
Skírisdag – 7. umfar
Ólavur Simonsen – Herluf Hansen 1–0
Eyðun Nolsøe – John Rødgaard 1/2 – 1/2
Heini Olsen – Flóvin Þór Næs 1/2 – 1/2
Torbjørn Thomsen – Carl Eli Nolsøe Samuelsen 1–0
Martin Brekká – Rani Nolsøe 1–0
Langa fríggjadag – 8. umfar
Herluf Hansen – Heini Olsen 1/2 – 1/2
Eyðun Nolsøe – Ólavur Simonsen 1–0
Flóvin Þór Næs – Torbjørn Thomsen 1/2 – 1/2
Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Martin Brekká 1–0
John Rødgaard – Rani Nolsøe 1/2 – 1/2
Páskaaftan – 9. umfar
Torbjørn Thomsen – Herluf Hansen 1–0
Heini Olsen – Eyðun Nolsøe 1/2 – 1/2
Ólavur Simonsen – John Rødgaard 1/2 – 1/2
Martin Brekká – Flóvin Þór Næs 0–1
Rani Nolsøe – Carl Eli Nolsøe Samuelsen 1–0
Støðan eftir níggju umfør
John Rødgaard
6 1/2
stig
Flóvin Þór Næs
6 1/2
stig
Torbjørn Thomsen
6 1/2
stig
Eyðun Nolsøe
6
stig
Ólavur Simonsen
5 1/2
stig
Heini Olsen
5
stig
Rani Nolsøe
3 1/2
stig
Herluf Hansen
2
stig
Martin Brekká
2
stig
Carl E. N. Samuelsen1 1/2
stig
Avgerðin um, hvør skal hava steypini, er enn ikki fallin. Tríggir telvarar eru nevnliga ájavnir á fyrsta plássinum, og
neyðugt er nú við umdysti til tess at finna nýggjan føroyameistara
farinum, tá hann við svarta
fólkinum tapti móti Flóvini
Þór Næs og Eyðuni Nolsøe.
Harvið misti Ólavur møgu-
leikan at blanda seg í topp-
in. Í níggjunda umfarinum
hevði javna talvið hjá hon-
um móti John Rødgaard við
sær, at hesin seinni nevndi
ikki einsamallur endaði á
toppinum.
Sum vit søgdu í síðstu
viku, so misti meistarin frá
1999, Heini Olsen, eitt fet
beinanvegin, tá hann tapti
móti John Rødgaard. Úr-
slitið hjá Heina Olsen – eitt
sætta pláss – er tað lakasta,
síðani hann í 1989 fyrstu
ferð luttók í meistarabólk-
inum.
Merkisvert er, at Heini
Olsen í seks av teimum
níggju talvunum fekk eitt
hálvt stig, meðan hann bara
tapti móti John Rødgaard.
Komu aftanífrá
Eyðun Nolsøe fekk eina
syndarliga byrjan, tá hann
tapti tvær ferðir. Síðani
gekk sum eftir ánni hjá Eyð-
uni, sum var sera tryggur og
telvaði við stórum sjálvs-
áliti. Móti Heina Olsen
endaði tað í síðsta umfar-
inum javnt, men framman-
undan hevði Eyðun vunnið
seks talv á rað. Harvið
gjørdist FM vinnarin í 1995
eitt hálvt stig ov stuttur til
at blanda seg í kappingina
millum teir tríggjar fremstu.
Flóvin Þór Næs var und-
an kappingini mettur sum
ein av møguleikunum at
vinna FM, meðan Torbjørn
Thomsen var mettur sum
ein out sidari. Felags fyri
teir báðar var, at teir høvdu
stóra úrtøku seinnapartin av
kappingini. Í áttanda um-
farinum endaði innanhýsis
uppgerðin teirra millum
javnt, og í síðsta umfarinum
vunnu teir báðir sannfør-
andi.
Vit nevndu í blaðnum í
síðstu viku, at nógv bendi
á, at Flóvin Þór Næs fór at
vinna talvið móti Carl Eli
Nolsøe Samuelsen, sum í
fyrstu atløgu varð sagt at
vera javnt, og soleiðis var
tað.
Hinir bólkarnir
Í almenna bólkinum var
ungi havnarmaðurin, Mar-
tin Poulsen, sera sannfør-
andi. Hann fekk sjey og eitt
hálvt stig av átta møgulig-
um. Hetta varð mett sum eitt
stak gott úrslit, og tað
verður við spenningi sæð
fram ímóti, hvussu tað fer
at roynast hjá Martini í
framtíðini. Einasta hálva
stigið, sum hann misti, var
móti Helga Joensen av Toft-
um.
Næstfremst í almenna
bólkinum vóru tríggir gøtu-
menn. John Joensen, Rein-
hold Isaksen og Jákup F.
Joensen fingu allir fimm og
eitt hálvt stig. Blaðungi O-
laf Berg, sum í 1999 vann
unglingadeildina, megnaði
at fáa fýra og eitt hálvt stig.
Í unglingabólkinum vann
Jákup D. Joensen úr Havnar
Telvingarfelag FM. Hann
fekk sjey av átta stigum.
Næstfremstur var Rúni
Dragaberg úr Klaksvíkar
Talvfelag. Hann fekk seks
stig. Rúni var eisini næst-
bestur í 1999.
Í veteranbólkinum end-
aðu tveir javnir á fremsta
plássinum. Teir vóru Árni
M. Dam úr talvfelagnum
Róki, og Júsinus Hansen úr
Tofta Talvfelag.
JH
Sætta plássið hjá Heina, er lakasta úrslit hansara, síðani hann í 1989 kom upp í
landsliðsbólkin
Danska kappingin verður í
vár mett at vera so óstøðug,
sum hon nevyan nakrantíð
hevur verið áður.
Eitt umfar var á skránni
skírisdag og aftur eitt pásk-
adag. Herfølge tapti 1–0 í
Viborg skírisdag, og tað
hevði við sær, at Brøndby
fyri fyrstu ferð síðani vet-
rarsteðgin kom á odda.
Sunnudagin fekk Herfølge
eitt stig fyri 1–1 á heima-
vølli móti AGF, og tá
Brøndby samstundis tapti
stórt í Lyngby, hevði tað við
sær, at Herfølge aftur er á
odda – teir eru eitt stig
frammanfyri Brøndby.
Komandi sunnudag hitt-
ast Brøndby og Herfølge á
Brøndby stadion. Í Dan-
mark verður mett, at um
Herfølge framvegis skal
hava møguleika at vinna
DM, so skulu teir fáa stig í
Brøndby.
Tað ber yvirhøvur ikki til
at rokna seg fram til, hvørt
av hesum báðum liðunum
fer at vinna, tí tað er eyð-
kent bæði fyri Brøndby og
Herfølge, at avrikini og úr-
slitini hjá teimum eru sera
óstøðug.
Jákup óheppin
Føroyski landsliðsmálver-
jin, Jákup Mikkelsen, var
óheppin bæði í Viborg, og
Upp og niður í Danmark
Superliga: Komandi vikuskifti skal Herfølge vísa, um teir framvegis skulu roknast millum liðini, sum kunnu vinna DM
tá AGF vitjaði í Herfølge.
Tá Herfølge tapti 1–0 í
Viborg, varð mett, at Jákup
kundi havt vart fyri einasta
málinum.
Føroyingurin
tøvdi eitt evarska lítið sind-
ur, áðrenn hann fór móti
bóltinum, og so var ein á-
lopsmaður fyrri á, sneiddi
framvið Jákupi, sum var
langt úti í brotsteiginum, og
trillaði bóltin í netið.
Páskadag søplaði Herføl-
ge sigurin burtur á heima-
vølli móti AGF. Jákup
Mikkelsen stóð væl í mál-
inum 1. hálvleik, tá Her-
følge kom á odda 1–0, men
í steðginum gjørdist tað
greitt, at tað var neyðugt at
seta eykamálverjan Claus
Udengaard, á vøllin í 2.
hálvleiki.
Jákup Mikkelsen varð
undir upphitingini skaddur
í ælboganum. Spenningurin
í Herfølge snýr seg nú um,
um málverjin verður tøkur,
tá teir sunnudagin skulu
spæla toppdyst í Brøndby.
FCK av tindinum og í
dalin
Mest óstøðuga liðið í su-
perliguni er ivaleyst FCK.
Eina ferð vísa teir so flót-
andi og gott fótbóltsspæl,
sum einki annað lið í su-
perliguni, og næstu ferð er
eingur dugur í teimum. Ó-
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1
Herfølge 26
13
- 5
- 8
39
37
2
44
2
Brøndby 26
12
- 7
- 7
46
30
16
43
3
Viborg
26
12
- 6
- 8
39
36
3
42
4
AaB
26
10
- 11
- 5
46
28
18
41
5
Silkeborg26 11
- 7
- 8
42
28
14
40
6
Lyngby 26
12
- 4
- 10
41
37
4
40
7
AB
26
10
- 8
- 8
37
30
7
38
8
FCK
26
10
- 4
- 12
36
31
5
34
9
OB
26
7
- 9
- 10
24
33
-9
30
10 AGF
26
7
- 7
- 12
27
38
-11
28
11 Vejle
26
5
- 10
- 11
30
53
-23
25
12 Esbjerg 26
6
- 4
- 16
26
51
-25
22
støðuga lagið ger seg eisini
galdandi í einstøku dyst-
unum. FCK spælir væl eina
løtu, og so hongur einki sa-
man næstu løtuna.
Skírisdag smurdu teir
Silkeborg av 4–1. Tað var
ein kærkomin sigur, spælið
hekk væl saman, og Todi
Jónsson stóð so sterkur í
myndini, at hann bæði av
sjónvarpinum og onkrum
av bløðunum varð settur á
liðið, sum teir velja aftaná
hvørt umfarið.
Páksadag vóru allir møg-
uleikar hjá FCK at styrkja
um sína støðu í kappingini
um eitt pláss í Europa Cup,
men tað miseydnaðist full-
komuliga. FCK var á odda
1–0 í góða várveðrinum í
Parkini, men so gekk tað av
skriðuni, og botnliðið úr
Vejle vann 4–1. Allir í FCK
vórðu sagdir at hava tað,
teir kalla ein off day, og
Todi Jónsson varð skiftur
út, tá tað restaðu 22 min-
uttir.
Komandi vikuskifti skal
FCK spæla á útivølli móti
AB.
JH
Jákup Mikkelsen, sum her sæst í dysti móti AaB, var leygardagin óheppin at meiða sær álbogan í dysti móti AGF
Mynd: Álvur Haraldsen
Dystirnir um
páskirnar vóru
hesir:
Komandi dystir
30.04 AB-FC København
30.04 AGF-Esbjerg
30.04 Vejle-Lyngby
30.04 Viborg-OB
30.04 Brøndby-Herfølge
01.05 AaB-Silkeborg
Skírishósdag
Aab-Esbjerg
7-1
FCK-Silkeborg
4-1
AGF-Lyngby
3-0
Viborg-Herfølge 1-0
Brøndby-Vejle
4-0
AB-OB
0-2
Páskadag
OB-Aab
1-4
Lyngby-Brøndby 3-0
Esbjerg-Viborg
1-2
Silkeborg-AB
1-0
Herfølge-AGF
1-1
CK-Vejle
1-4