mikudagur 26. apríl 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 79 - 26. apríl 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 79 - 26. apríl 2000
JÁKUP MØRK
HB-GÍ 0-3 (0-1)
Undan dystinum varð tað
av mongum roknað við, at
hetta mundi verða dysturin,
har avgerðin um fyrsta
plássið í bókinum skuldi
fella. Eitt fyrstapláss, sum
kann hava avgerandi týd-
ning, tí tveyarin í bólkinum
eftir øllum at døma skal
hitta KÍ í fjórðingsfinaluni
í steypakappingini.
Linligt
Tølini siga, at GÍ gjørdist
vinnari av dystinum, og
samanumtikið var hetta
kanska heldur ikki heilt av
leið. Dysturin byrjaði ann-
ars við varligum spæli frá
báðum pørtum, men tá fyrri
hálvleikur var á leið hálv-
runnin, eydnaðist tað GÍ at
leggja seg á odda, tá Súni
Olsen brádliga fekk ríkiligt
av plássið innanvert vinstru
síðu av brotsteiginum.
Málið var á sín hátt eisini
rættuliga
sigandi
fyri
gongdina í fyrra hálvleiki,
tí tað tóktist eins og eingin
HB leikari visti, hvør átti
ábyrgdina av gøtumanni-
num, soleiðis at allir bert
bíðaðu, til okkurt fór at
henda.
Júst hesin væntandi mátt-
ur at seta seg ígjøgnum,
eyðkendi eisini restina av
fyrra hálvleiki. HB hevði
bóltin stóran part av tíðini,
men spælið gekk alt ov
seint fyri seg, og GÍ leik-
Klaksvíkingar
høvdu
hósdagin fyrsta høvið í ár
at síggja týdningarmiklan
fótbóltsdyst. Hýrurin var
góður, tí meistararnir og
steypavinnararnir vunnu
sannførandi
stórsigur
móti tunnum sumbing-
um. Men KÍ hevði ikki
høvi at vísa áskoðarunum
samanhangandi fótbólts-
spæl.
At siga, at spælið ikki
var flótandi, hevði ikki
verið rætt, men skal tað
vera rætt, so skal orðið
flótandi skiljast bókstav-
iliga. Vøllurin stóð undir
í vatni, sum hann gjørdi,
tá meistaraskapurin kom
til høldar móti ÍF síðsta
heyst.
Ikki tí, viðhaldsfólkini
hjá KÍ høvdu gjørt sítt.
Tá tað seinnapartin miku-
dagin
framvegis
var
nógvur kavi á vøllinum,
fóru tey at grava við
spaka. Arbeiðið var lið-
ugt hósnáttina klokkan
tvey, men so var tað, at
regnið fór at oysa niður,
og fótbóltsspælararnir úr
Sumba og KÍ vassaðu á
vøllinum í 90 minuttir.
KÍ hevur nógvar góðar
spælarar, sum trívast væl
í skjótum samanspæli á
jørðini. Tí er einki at ivast
í, at tað var teimum til
størri ampa, at líkindini
ikki vóru betri, enn tey
vóru.
Rógvi í støtinum
Klaksvíkingar staðfestu
beinanvegin, at teir ætl-
aðu ikki sumbingum na-
kað stigið. Rógvi Jacob-
sen, sum hesa ferð var í
álopinum, hevði skorað
tvey mál, tá fimm min-
uttir vóru farnir. Sumb-
ingar fingu góðar fyri-
treytir at koma afturíaft-
ur, tá ein lítil hálvur tími
var farin, men tað eydn-
aðist ikki. Ove Nysted
varð rikin av vøllinum, tá
hann við hondini steðg-
aði bóltinum, sum var á
veg í málið eftir roynd frá
Spasojé Biberdzic.
Dómarin dømdi brots-
spark, men Gunnar á
Steig bjargaði meistarliga
royndini úr ellivu met-
rum frá René Thomsen
Heðin á Lakjuni, sum í
fýra teimum fyrstu dyst-
unum hevði skorað helvt-
ina av málunum hjá KÍ í
steypakappingini, økti til
3–0, og so var Rógvi Ja-
cobsen aftur á blettinum.
Hann skoraði tvær ferðir
og serliga fjórða málið
var eitt fínt langskot.
Klaksvíkingar
settu
unglingarnar Hjalgrím
Elttør og Símun Joensen
á vøllin í 2. hálvleiki. Enn
ararnir fingu alla tíðina
stundir til at skipa seg í
verjupartinum.
Rúni Nolsøe var helst
einasti leikari, sum royndi
at fáa nakað av ferð á mið-
vøllinum, men ein leikari
fær ikki stýrt dystinum ein-
samallur. Ferðin á spæli-
num hjá HB var snøgt sagt
alt ov lág, tí leikarar alla
tíðina skuldu nerta bóltin í
minsta lagi einar tvær-
tríggjar ferðir, og tí gjørdist
støðan ongantíð serliga
hættislig. Undantakið var
tó, tá Hans á Lag brádliga
fekk risastóran møguleika
eftir hornaspark, men ver-
juleikari hjá GÍ stóð á røtt-
um stað, og fekk tískil vart
fyri.
Var lítil ferð á HB spæl-
inum fyrra umfarið, so var
hon enn minni seinastu trý
korterini. Undirmannaði
miðvøllurin hevði alstórar
trupulleikar av at fáa fatur
á nøkrum. Tað tykist eisini
løgið, at Símun og Ingi
skulu spæla úti í borðunum,
tí báðir hava teir sínar av-
gjørdu styrkir mitt á mið-
juni, og ikki sum kantspæl-
arar, har tað nærum er eitt
krav, at tú skalt duga at
draga framvið mótstøðu-
leikarum.
GÍ liðið fekk alsamt størri
yvirvág í dystinum, og tá
eitt korter var eftir, fall av-
gerðin í dystinum. Hetta
hendi eftir hornaspark, sum
Bárður Johannesen ikki
fekk boksað nóg væl burtur.
Bólturin fall ístaðin til Rúna
GÍ liggja væl fyri
Í einum dysti, sum heldur verður mintur av ófantaligum spæli enn vøkrum
fótbólti, eydnaðist tað GÍ at vinna ein tryggan 3-0 sigur á HB, og nú liggja
gøtumenn væl fyri í dystinum um at vinna fremsta plássið í bólkinum
Justinussen, sum royndi seg
við skotið, og á fimm metra
markinum var rumenski
verjuleikarin hjá HB ó-
heppin og beindi bóltin í
málið.
Eftir hetta var tað bert ein
spurningur um at fáa tíðina
at ganga, og í seinasta min-
uttinum staðfesti Heini
Heinason sigurin, tá hann
(rangstaddur) varð spældur
leysur av Magna Jarnskor.
Ov lin revsing
Eitt, sum sermerkti dystin,
var at dómarin lat alt ov
nógv av ófantaligum og til
tíðir ljótum spæli fara fram-
við, uttan at viðkomandi
leikarar vórðu revsaðir fyri
gerðir sínar.
Fleiri dømi vórðu um
hetta, men ógvusligasta var
tó, tá Hans Pauli Olsen við
fullari ferð rann beint í
krovið á Rúna Nolsøe, hó-
ast hesin hevði spælt bóltin
eini tvey sekund framman
undan. Hetta hendi beint
eftir, at Rúni og Magni høv-
du verið í hornatøkum.
Sjálvt gøtumenninir kring
vøllin vóru samdir um, at
talan skuldi verið um reyða
kortið, men Hans Pauli
slapp bíligt, við bert at fáa
gula kortið.
Í seinna hálvleiki íkomu
fleiri líknandi støður, men
einasta revsingin fyri hetta
var, tá Bárður Mortansson
fekk gult kort fyri at hevna
seg, eftir at hava verið í
hornatøkum við verjuleik-
ara hjá GÍ.
Dómarar skulu tó eins og
leikarar hava stundir til at
koma í røttu venjingina, so
vónandi sleppa vit undan at
síggja ov nógvar illgerðir í
ár, sum ikki viðføra røttu
revsingina.
HB-GÍ 0-3 (0-1)
0-1 Súni Olsen
0-2 Sjálvmál
0-3 Heini Heinason
Dómari: Súni Johansen
HB:
Bárður Johannesen - Janus
Joensen, Florin Mihaescu,
Hans á Lag, Jóhannis Joen-
sen - Símun Eliasen, Rúni
Nolsøe, Giurea Gheorghe,
Ingi Rasmussen - Bárður
Mortansson, Jón Rói Jac-
obsen
GÍ:
Sunnvard Joensen - Hans
Pauli Petersen, Áslakur Pet-
ersen, Bartal Eliasen, Leiv-
ur Hansen - Súni Olsen,
Pauli Jarnskor, Jóan Petur
Olsen, Magni Jarnskor,
Rúni Justinussen - Helgi L.
Petersen
KÍ var í tung-
um sjógvi
Løgmanssteypið: Undirlagið í
Klaksvík er ein skandala, sum ber
í sær, at tað ikki ber til at spæla
fótbólt, tá tað regnar
hevur tað ikki eydnast
Hjalgrími Elttør, sum
plagar at skjóta nógv mál
í yngru deildunum, at
skora í 1. deild. Hesa ferð
fekk hann møguleikan, tá
KÍ fekk brotsspark, men
Eigil Olsen í Sumba mál-
inum bjargaði royndini úr
ellivu metrum.
Fólkatrot
Sumbingar eru skerdir, tí
fleiri teirra, sum hava ver-
ið fastir á liðnum seinnu
árini, eru burturfrá. Her
verður m.a. hugsað um
Eirik Joensen og Páll
Magnar Kjærbæk, sum
eru skaddir, og Jan Poul-
sen og Dánial J. Joensen,
sum hava verið burtur-
staddir.
Jugoslavin
Nebosja
Velkovic er illa skaddur í
knænum. Hann er farin til
hús at fáa skurðviðgerð,
og teir vóna, at hann kem-
ur aftur í summarsteðg-
inum.
Ein nýggjur jugoslavi
kom til Sumbiar langa
fríggjadag. Hann eitur
Sasha Tomagek. Hann er
miðvallari og álopsmað-
ur, og teir vóna, at hann
verður við í fyrsta lands-
kappingardystinum, sum
verður 2. páskadag, tá
vóna teir, at Eirikur Joen-
sen eisini verður tøkur.
Í Klaksvík komu ungu
og lítið royndu menninir
Heini Vestergaard og Sól-
finn Kjærbo inn í 2. hálv-
leiki.
JH
KÍ–Sumba 5–0 (2–0)
1–0: Rógvi Jacobsen 4.
2–0: Rógvi Jacobsen 5.
3–0: Heðin á Lakjuni 49.
4–0: Rógvi Jacobsen 75.
5–0: Rógvi Jacobsen 78.
Reytt kort: Ove Nysted,
KÍ, 29.
Dómari: Niklas á Líðar-
enda
KÍ:
Gunnar á Steig – Harley
Bertholdsen, Jan Andre-
asen, Andrzej Pacek,
John Ryan – Arnold Joen-
sen, Marek Vierzbicki,
Jan Joensen – Rógvi Jac-
obsen, Ove Nysted, Heð-
in á Lakjuni
Sumba:
Eigil Olsen – Mortan úr
Hørg, Trygvi Nielsen,
Marlon Kjærbo, Spasojé
Biberdzic, Jón Lisberg –
Hallur Dam Joensen, Ni-
cola Biberdzic, Hans Ják-
up Thomsen – René
Thomsen, Birgir Jørg-
ensen
Á myndini er Hans Pauli fyrri enn Hallur á bóltinum, og yvirhøvur var hetta eisini støðan í dystinum, tí gøtumenn-
inir vóru so at siga alla tíðina skjótari á bóltinum enn havnarmenninir
Mynd: Álvur Haraldsen
Jákup Mørk
B71-B36 0-1 (0-0)
Einki var at ivast í, at B36
var at rokna sum favo-
rittar, tá teir skírsimorgun
løgdu leiðina suður til
Sands, har útidystur móti
B71 stóð á skránni.
B71 var greitt við und-
irlutan, tá liðini hittust í
Havn, og harumframt
hevði B71 eisini tapt
greitt fyri triðja fyrstu-
deildarliðnum í bólki-
num, B68.
Nógvur vindur
Talan gjørdist tó als ikki
um nakran stórsigur, og
eftir dystin vóru sandoy-
ingar sera harmir um, at
tað ikki eydnaðist teim-
um at fáa í hvussu so er
annað stigið.
Meginpartin av dysti-
num leikaði nevnliga sera
javnt á. Nógvur vindur
var, og serliga í fyrra
hálvleiki órógvaði hetta
spælið, tí bólturin somik-
ið ofta varð blástur av
vøllinum. Av Sandi frætt-
ist, at um talan var lands-
kappingardyst, varð hesin
neyvan settur í gongd, so
ring sum líkindini vóru.
Eitt annað, sum eisini
órógvaði
spælið
hjá
havnarmonnunum, var, at
John Petersen noyddir av
vøllinum eftir einar fimm
minuttir, tá hann í hend-
iligum samanbresti fekk
ein snudd í knæðið.
Talan gjørdist ongantíð
um nakað serliga flótandi
fótbóltsspæl fyrstu trý
korterini, men bæði liðini
VB vísti skírisdag í Runa-
vík, at teir hava tilfar til
eitt lið, sum tað ber væl
til at ímynda sær kann
røkka langt í landskapp-
ingini.
NSÍ hevði tveir stórar
møguleikar beinanvegin,
men Gert Langgaard og
Mortan Hansen misnýttu,
og eftir tað hevði NSÍ so
at siga ongan upplagdan
møguleika. Líkindini at
spæla vóru serliga í 2.
hálvleiki góð, men spælið
hjá NSÍ var merkt av, at
spælararnir gjørdu eina
rúgvu
av
mistøkum.
Sendingarnar og temjing-
arnar vóru alt ov ofta ó-
neyvar, og tað eydnaðist
so at siga ikki at koma
ígjøgnum í borðunum.
Tá bóltarnir vóru sendir
inn í brotsteigin, vóru
brøðurnir Eyðun Kjærbo
og Janus Kjærbo og tví-
burðarnir Magni og Eyð-
un Jacobsen sannir knass-
ar. Og tað, sum teir ikki
tóku sær av, syrgdi væl
spælandi Bjarni Johansen
fyri.
Næst við at fáa mál í 2.
hálvleiki var NSÍ, tá Eyð-
un Jacobsen royndi at
senda eitt flatt innlegg úr
høgru frá Kára Hansen
burtur. Verjumaðurin rak-
ti ikki væl á bóltin, sum
akkurát skrúvaði uttanfyri
samankomingina og út til
horna.
Hugflogsfríkt
VB dúvaði nógv upp á
snarálopini. Teir lótu
heimaliðið koma langt
fram á vøllin. VB, sum
var væl betri í bærdyst-
unum, gjørdi góða nyttu
burtur ´ru mistøkunum
hjá NSÍ. Við Milan Kuljic
sum frágera væl upp-
løgdum stýrimanni eydn-
aðist
tað
bóltrtryggu
monnunum ferð eftir ferð
at spæla seg til møguleik-
ar, men í 2. hálvleiki fing-
u teir einki burturúr.
Fyrra málið fingu teir í
27. minutti. Milan Kuljic
sendi fríspark fimm met-
rar frá baklinjuni í høgru
og dygst inn undir hand-
ara stólpan. Í hesum før-
inum átti NSÍ málverjin
at havt bjargað.
Miðverjin
Arnfinn
Langgaard legði nógv
fyri í royndini at bjarga,
men hann rendi saman
við stólpanum og endaði
hjá lækna. Skaðin hevði
við sær, at Trygvi Mort-
ensen var noyddur at um-
skipa. Sjúrður Jacobsen
varð fluttur inn í miðver-
juna, Brynjolvur Nielsen
fór aftur á vongverjan í
vinstru, og Ian Højgaard,
sum hevði verið burtur-
staddur, kom inn á mið-
vøllin.
Seinna VB málið kom
í 36. minutti. NSÍ hevði
horna, verjuparturin hjá
teimum var tunnur, og so
gjørdu vágbingar skjótt
av. Rúni Joensen hálv-
bjargaði royndini frá Mil-
an Kuljic, og Robert Cie-
slewicz, sum var ein
støðug hóttan í álopinum,
var fyrstur á returbólti-
num.
Fram móti dystarenda
skifti VB tríggjar menn
inn. Umframt Marner
Richard, sum ofta hevur
spælt við, komu tveir
óroyndir menn á vøllin:
Oliver Abrahamsen, sum
í fjør spældi fimm min-
uttir í landskappingini, og
Kári í Lágabø, sum í síð-
sta minuttinum kom fyr-
stu ferð á besta liðið hjá
VB.
NSÍ royndi at styrkja
um álopspartin við at seta
Sonna L. Petersen og
Eddie Mikkelsen inn mitt
í 2. hálvleiki, men tað
gjørdi akkurát tað sama.
JH
NSÍ–VB 0–2 (0–2)
0–1: Milan Kuljic 27.
0–2: Robert Cieslewicz
36.
Dómari: Oddmar Andre-
asen
NSÍ:
Rúni Joensen – Kári
Hansen, Dánial Hansen,
Arnfinn
Langgaard,
Sjúrður Jacobsen – Gert
Langgaard, Djóni N.
Joensen,
Brynjolvur
Nielsen, Jónstein Peter-
sen – Mortan Hansen,
Christian Høgni Jacobsen
VB:
Bjarni Johansen – Janus
Kjærbo, Eyðun Jacobsen,
Magni Jacobsen, Eyðun
Kjærbo – Palli August-
inussen, Mikael í Lága-
bø, Milan Kuljic, Jón
Pauli Olsen – Robert Cie-
slewicz, Krzysztof Pop-
czynski
Vágbingar
í hopla
Toftamenn hava gott fólk
við nógvum royndum. Set-
ningurin hjá teimum verður
at royna at blanda seg í
kappingina um heiðurs-
merkini. Fuglfirðingar hava
fleiri evnaríkar og ungar
spælarar, og teir hava eisini
onkrar, sum hava royndir.
Teirra setningur verður at
royna at blanda seg í kapp-
ingina um plássini, sum
bera uppflyting til bestu
deildina við sær.
At tað var munur á støð-
inum, sum liðini skulu
kappast á, sást á Svanga-
skarði. Teir á heimaliðnum
vóru tryggari á bóltinum,
teir gjørdu færri mistøk, og
teir megnaðu betri at sam-
anspæla við fyrstu ferð
sendingum, enn teir í ÍF
gjørdu tað.
B68 vann tryggan sigur.
Tey trý stigini høvdu við
sær, at fyrsta plássið í
bólkaspælinum varð stað-
fest, og tað staðfesti eisini,
at toftamenn høvdu fult
stigatal eftir fimm steypa-
dystir.
Umstøðurnar vóru torfør-
ar í 1. hálvleiki, men tað
var tá, at tað eydnaðist best
hjá B68. Øssur Hansen setti
hol á eftir stutt horna úr
høgru. Úr spískum sendi
hann dygst inn við handara
stólpanum. Hetta var í 16.
minutti, og átta minuttir
seinni økti landsliðsmað-
urin, sum hevði rættuliga
leysan leiklut á miðvølli-
num. Seinnu ferðina, sum
Øssur skoraði, varð hann
spældur leysur av einum
øðrum av landsliðsmonnu-
num hjá B68. Fróði Benja-
minsen lyfti hegnisliga inn
um verjuna.
Fróði Benjaminsen økti
til 3–0 í 35. minutti. Tað
gjørdi hann, eftir at Eyð-
stein Skipanes hevði lagt
horna innfyri úr vinstru.
Bárður við aftur
Tað lá kanska í luftini, at
ÍF, sum í 1. hálvleiki hevði
misnýtt ein stóran møgu-
leika eftir kiksaða B68 aft-
urlegging, enn eina ferð
skuldi tapa stórt á útivølli.
Vánirnar versnaðu hjá ÍF,
tá teir í steðginum vóru
noyddir at taka skadda Rú-
na Petersen út. Toftamenn
vóru framrættaðir, men tað
eydnaðist teimum ikki at
fáa mál.
Ístaðin skoraði Bárður á
Lakjuni fyri ÍF. Vandamik-
lasti bóltspælarin hjá ÍF
hevur verið skaddur, og
tískil hevur hann ikki vant
so nógv síðstu tíðina. Bárð-
ur kom á vøllin beinanveg-
in eftir steðgin, og átta min-
uttir seinni hevði hann skor-
að. Viggo Johannesen, sum
var miðvallari, stakk bóltin
fram ímillum, og Bárður
gjørdi sær dælt av, at ver-
juparturin var tunnur.
Hjá B68 spældi Jan Pet-
ersen ikki við, tí hann var
skaddur. Jan Dam spældi
bara 1. hálvleik, so fór hann
út, tí hann kendi sær ein
B68 framvegis ósigrað
Løgmanssteypið: Men hesa ferð stóðu fuglfirðingar seg betri á útivølli, enn
teir gjørdu í Gundadali móti B36
Løgmansssteypið: VB hevði á úti-
vølli gott tak á NSÍ, sum var merkt
av máttloysi og einari rúgvu av
mistøkum
løst. Tá hann fór út, kom
unglingaspælarin Kristian
Poulsen á vøllin, og tá fór
Jákup Eli Olsen í miðver-
juna.
JH
B68–ÍF 3–1 (3–0)
1–0: Øssur Hansen 16.
2–0: Øssur Hansen 24.
3–0: Fróði Benjaminsen 35.
3–1: Bárður á Lakjuni 53.
Dómari: Lassin Isaksen
B68:
Magnus Poulsen – Mann-
bjørn Nesá, Jan Dam, Arn-
bjørn Danielsen, Jákup Eli
Olsen – Øssur Hansen,
Fróði Benjaminsen, Marlon
Jorge, Eyðstin Skipanes –
Marcello Marcellino, Súni
Fríði Johannesen
ÍF:
Allan G. Joensen – Sigfríð-
Í evstu løtu
Løgmanssteypið: B36 fekk væntaða sigurin suðuri á
Sandi, men tað var ikki fyrr enn klokkan var farin væl
av teimum 90 minuttunum, at sigurin kom undir land
høvdu tó einstakar møgu-
leikar, sum tey tó ikki
kundu gera sær dælt av.
M.a. høvdu B71 ein stútara,
sum tók í tvørstongina, og í
hinum endanum varð Carl
Høgnesen, sum kom á
vøllin fyri John Petersen,
púra leysur við málverja-
num.
Langur seinni
hálvleikur
Í seinna hálvleiki linkaði
hann vindin nakað, og hetta
betraði sjálvandi eisini um
umstøðurnar at spæla. Dyst-
urin var tó framvegis javn-
ur, og bæði liðini høvdu
helst eisini roknað við, at
talan fór at gerast um javn-
leik, tá klokkan var farin
væl av teimum 90 minutt-
unum.
B36 megnaði tó at skora
avgerandi málið, tá Bjarni
Prior fekk sett høvdið undir
eitt frísparksinnlegg av
miðjum vølli, og frøin var
sjálvsagt stór á B36 leik-
arunum, nú teir høvdu
tryggjað sær stigini.
Dysturin var tó ikki lokin
enn. Av Sandi frættist, at
seinni hálvleikur vardi heil-
ar 53 minuttir, men B36
megnaði so at varveita leið-
sluna teir fimm minuttirnar,
sum enn vóru eftir tá málið
varð skotið, og so vóru stig-
ini fingin til høldar.
Vónbrotnir
Sandoyingar vóru sum vera
man vónbrotnir um tapið. Í
93 minuttir hildu teir
favorittunum frá fatinum,
og harumframt vildu fleiri
eisini vera við, at B71 átti
brotsspark miðskeiðis í
seinna hálvleiki, tá teir
mettu, at Kári Sørensen
varð togaður niður í
brotsteiginum.
At
VB
so
eisini
megnaði at vinna inni í
Runavíkini, gjørdi bara
støðuna enn verri, tí við
VB sigri í Runavík, og
einum stigi til B71 móti
B36, hevði ein sigur á
f u g l f i r ð i n g u m
leygardagin helst verið
nóg mikið hjá B71 til at
tryggja sær víðari luttøku
í kappingini. Nú er støðan
eftir øllum at døma
soleiðis, at B71 í besta føri
verður vánaligasti trýarin
í
teimum
trimum
bólkunum, og sostatt
noyðist at siga farvæl til
løgmanssteypið á hesum
sinni.
B71-B36 0-1 (0-0)
0-1 Bjarni Prior 90
B71:
Waldemar Nowicki -
Bernhard Petersen, Jón
Brekku, Bergleif Sólsker
- Jógvan Jón Petersen, Eli
Hentze, Kári Nielsen,
Rúni í Soylu, Kristian
Nielsen - Julian Thomsen,
Høgni Hansen
B36:
Pól
Næs
Joensen
-
Herbert í Lon Jacobsen,
Egil Zachariasen, Fróði
Clementsen - Magni á
Lakjuni, Jens Kristian
Hansen, Jan Guttesen,
Bjarni Prior - Jákup á
Borg, Ronnie Samuelsen,
John Petersen
Dómari:
Jens
Petur
Brattaberg
ur Abrahamsen, Torstein
Joensen, Alvi Justinussen,
Tomek Przybilski – Hjalti
Lundsbjerg, Viggo Johan-
nesen, Mortan Thomsen,
Høgni Zachariasen, Ken
Bærendsen – Rúni Petersen