Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. desember 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 245 - 20. desember 2002 Nr. 245 - 20. desember 2002 3 Nýggj barna- bók eftir Heina Hestoy er útkomin. Bókin er skrivað sam- an við børn- um í Velba- staðar skúla BÓKA- ÚTGÁVA Nýggj bók eft- ir Heina Hestoy er kom- in í bókabúðirnar. Bókin er skrivað saman við børnum av Velbastað. Bókin er 64 síður við myndum eftir Róa Einarsson. Hin navnleysa søgan er úrslitið av einari hugnaligari løtu í Velba- staðar skúla í august 1998, har Heine lúttók saman við næmingum og lærarum. Nógv varð tosað um bøkur og ymiskar søgur, og til endans varð gjørt av saman at skriva eina søgu, har hvør einstakur hevði sín leiklut og hvør sær skuldi hava høvi at ávirka gongdina. Søgan varð skrivað í brotum og send børnun- um, sum lósu hana og síðani skrivaðu bræv við uppskotum til broyting- ar. Burturúr hesum sam- starvi kom henda spenn- andi og ótrúliga søgan, sum bert kann fara fram í hugaheiminum hjá børnum og barnsligum rithøvundum. Bókin er prentað og bundin hjá Hestprent. Hin navnleysa søgan LISTAFRAMSÝNING Tórbjørn Olsen, listar- maður, sýnir í hesum døgum fram málningar í handilshølunum hjá Glas & List við Sundsvegin í Havn. Glas & List er í bygning- inum hjá Føroya Termo- virki, har Per á Hædd, foto- grafur, eisini hevur sítt atelier. FLØGUÚTGÁVA Nýggj fløga við bólkinum JOKA er komin í handl- arnar. Á fløguni eru fýra spildurnýggj JOKA løg - Hold me Tight (orð: Gra- ham Stewart/lag: Jóhannus á Rógvu Joensen) - Ver hjá mær (orð: Steintór Ras- mussen/lag: Karl Martin Samuelsen) - Shining Light (orð og lag: Heri Nolsøe) - Lívið vaknar (orð: Heri Nolsøe/ lag: Jóhannus á Rógvu Joensen). Har afturat eru kend og vælumtókt løg sum til dømis Tú bar mær ta sól (orð: Sigmund Poulsen/lag: Jóhannus á Rógvu Joen- sen), Torvatrøllið (orð og lag: Karl Martin Samuel- sen). Á fløguni eru 12 frá- líkir og spennandi sangir tilsamans. Nýggj fløga við føroyskum ævintýrum FLØGUÚTGÁVA Seinasta útgávan hjá Tutli í ár kom út í gjár. Hetta er ein fløga, ið eitur »Teir sjey svanirnir«, og hon er ein endurútgáva av bandinum við sama heiti, ið kom út fyri trimum árum síðani. Á fløguni eru átta før- oysk ævintýr, ið Jakob Jakobsen og Símun av Skarði savnaðu saman ymsastaðni í landinum móti endanum á 19. øld. Ævintýrini eru "Vakur- leikin og beistið", "Konga- ríkið Verðsins Endi", "Drongurin, ið burturtikin varð av havfrúnni", "Krákudóttir og Kals- dóttir", "Revur og bjørn", "Øskudólgur", "Skræddi kjálki" og "Teir sjey svan- irnir". Tey snúgva seg, sum vera man, um bæði líkt og ólíkt. Tað er Kári Sverris- son, ið lesur ævintýrini og spælir tónleikin, ið er á fløguni. Upptøkurnar vórðu gjørdar í sambandi við barnasendingar í Útvarpi Føroya fyri fýra árum síðani. Bárður Jákupsson hevur gjørt kápumyndina. »Teir sjey svanirnir« á fløgu Tórbjørn Olsen sýnir fram í Glas & List Nýggj Joka-fløga Í blaðnum í gjár prentaðu vit eina grein um fjarlesar- arnar á Føroya Handils- skúla og Robert Gordon University. Tíðanverri fingu vit ikki eina nýggja mynd av teimum til blaðið og máttu í staðin nýta eina eldri mynd av flokkinum. Hesa myndina hava vit fingið sendandi frá Graeme Slaven á Robert Gordon University, sum umboðaði skúlan á hátíðarhaldinum. Myndin er tikin á Hotel Hafnia um vikuskiftið í sambandi við hátíðarhaldið hjá fjarlesarunum. Á mynd- ini eru eisini umboð fyri Handilsskúlan, bretski kon- sulin og umboð fyri BP. -HR Nýggj mynd Vilhelm Nielsen í Sandavági andaðist á Landssjúkrahúsinum 18. desember, 90 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sandavágs kirkju leygardagin 21. desember kl. 14.00 Marianna, Pauli, Sólgerð, Sofus og Ann Kunngjørt verður at Fanny Marie Petersen Klaksvík andaðist 18. desember, 94 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum heim í Christianskirkjuna fríggjadagin 20. desember kl. 18.00. Jarðarferðin úr leygardagin 21. desember kl. 13.00. Óli og Herman Havnargenta millum verkfalsfólk í Venzuela Guðrun Michaels- dóttur Egholm úr Havn fekk eina held- ur óvanliga uppliv- ing, tá hon sum AFS- ari fór til Venzuela í heyst. Eftir eina tíð tók seg upp álvarsligt stríð í landinum mill- um stóran part av fólkinum og forsetan og hevur aðalverkfall lagt landið heilt lam- ið. Guðrun, sum mátti vera innandura í nærum tríggjar vik- ur, er nú á veg heim- aftur. AFS Jan Müller Tað, sum skuldi verða ein uppliving fyri lívið, gjørd- ist ein øðrvísi uppliving, enn tann, sum 18 ára gamla havnagentan, Guðrun Michaelsdóttur Egholm, hevði roknað við. Hon fór í heyst til suðuramerikanska landið Venzuela sum AFS- ari úr Danmark, har hon gongur í studentaskúla. Teir fyrstu mánaðirnir av hesi nýggju tilveruni hjá Guðr- uni gingu uttan, at nakað óvanligt hendi. Hon hevði tað gott hjá nýggju familj- uni í stóra oljubýnum Maracaibo har norðuri í landinum. Pápin er lækni og mamman professari í biokemi. Saman við teim- um og teimum báðum nýggju systkjunum gjørdi Guðrun seg út til eitt spennandi og fruktagott ár í hesum úr Føroyum so fjar- skotna landinum. Men alt skuldi ikki ganga, sum Guðrun og hennara nýggja familja høvdu ætlað. Herfyri tók seg upp rætti- ligt rok í landinum ella ser- stakliga í høvuðsstaðnum Caracas. Lýst varð til aðal- verkfall og mótmælisgong- urnar taldu skjótt fleiri hundraðtúsund verkfalsfólk í gøtununum í høvuðstaðn- um. Fakfólkini og ein stór- ur partur av fólkinum krev- ur, at Chavez forseti leggur frá sær, men tí noktar hann fyri. Hann var annars nett- upp valdur av fakfelags- limum og teimum fátæku í landinum, tí hann lovaði at bøta um teirra kor. Men gongdin hevur verið beint tann øvugta. Gonzalo, venzuelski pápin hjá Guðr- uni sigur við Sosialin, at Chavez er kommunistur og ein av vinmonnum Fidel Castro. Hann lovaði at betra um støðuna í landin- um men hevur einki gjørt, og tí má hann taka avleið- ingarnar av tí og fara frá. Aðalverkfallið hevur lagt alt landið lamið,og olju- framleiðslan, sum er tann fimt størsta í heiminum, er heilt steðgað upp, og bæði bensin, olja og matvørur eru rationereaðar. Hetta hevur Guðrun merkt og hevur hon verið noydd at halda seg innandura sein- astu vikurnar. Hon og systkini, ein beiggi uppá 12 ár og ein systur uppá 17 ár, eru ikki sloppin í skúla hesa tíðina, og støðan er bara versnað. Tey hava tó ikki liðið nakra neyð. Verk- falsfólkini vilja ikki gevast við sínum tiltøkum, sum Guðrun sigur eru friðaligar mótmælisgongur, ið hon eisini hevur verið við til. Hinumegin vil forsetin heldur ikki leggja frá sær, tí hann er demokratiskt vald- ur, so tað er heilt óvist, hvat endin verður á hesum stríði, ið er við at hótta all- an landsbúskapin. Guðrun sigur, at meirilutin av fólk- inum vil hava forsetan at fara frá í stundini, tí hann hevur ikki megnað at vent gongdini í samfelagnum, heldur øvugt er hann orsøk- in til, at búskapurin gongur verri og verri. Guðrun var við til eina friðaliga mót- mælisgongu í Caracas, har tey klamsaðu við grýtulok- um. Hóast stóra álvaran var hetta eisini ein uppliving fyri hana. Tá Sosialurin tosaði við Guðrun í vikuni hevði hon fingið boð frá altjóða skriv- stovuni hjá AFS, um at bí- leggja ferðaseðil heimaftur. Somu boð hava allir hinir 15 AFS-ararnir í Maracaibo fingið. Soleingi støðan er so mikið spent verður hild- ið, at tað er best fyri tey ungu, at tey fara aftur til síni heimlond. Mett verður at støðan kann skerpast uppaftur meira, nú hvørgin av pørtunum vil geva seg. Støðan er kanska ikki so akutt og álvarslig beint nú, men man ber ótta fyri, hvat kann henda, um støðan stendur við og versnar. Guðrun sigur, at broytist støðan aftur, so hava tey fingið lyfti um, at tey kunnu fara aftur til Suður- amerika í januar. Øll eru so opin og glað Men síggja vit burtur frá hesi heldur óvanligu hend- ing, hvussu dámar so henda unga havnagentan fólkið og landið í hesum fjarskotna heimspartinum! - Mær dámar sera væl. Serliga fólkið her. Tey eru so smíl- andi, opin og fyrikomandi og glað. Alt tað góða, sum tú kanst siga um fólk, kann eg siga um tey. Hví so er hevur Guðrun sína egnu teori um. - Eg haldi tað er tað góða veðrið, sólin, sum er orsøkin til, at tey eru so glað og so løtt at tosa við. Guðrun dámar eisini væl skúlan. Hon er eitt sindur kedd av nú at skula fara heimaftur, tí tað er nú- staðni, at hon er farin at innliva seg meira í spanska málið í skúlanum. Hon hev- ur annars altíð havt ætlanir um at læra spanskt. Guðrun býr í dag í Dan- mark. Hon fór eftir 9. flokk til Odense saman við mammu síni. Har gongur hon á studentaskúla. Tað seinasta vit frættu frá Guðr- uni var, at hon hevði pakk- að kuffertið og gjørdi klárt til at fara við flogfari til Miami í Florida og víðari til Amsterdam og Keyp- mannhavn. Guðrun úr Havn saman við nýggju familju síni í Maracaibo í Venzuela Frá móttmælisgongunum í Caracas. -Fólkini her eru so ómetaliga fitt, opin, góð og smílandi sigur Guðrun, sum vónar at sleppa aftur til Venzuela í janaur C M Y K 3 2