fríggjadagur 20. desember 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
3
SAUNAPRÁT
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Myndir: Jens Kr. Vang
- Ongin skal billa mær inn, at
man fer aftur av at svimja. Eg
havi svomið nógv. Havi starvast í
svimjihøllini í 28 ár og havi í ár
lagt 82 kilometrar aftur um, men
eg eri ikki klænkaður, sigur 82
ára gamli Johan Norðfoss, og
hirsar búkin eitt sindur inni í
heita hitarúminum í svimjihøllini
í Havn.
Vit hava sett seks monnum
stevnu, sum dagliga vitja í
Svimjihøllina í Havn fyri at
svimja og práta í hitarúminum.
Teir eru Mynde Isfeldt, Jógvan
Asbjørn Skaale, Johan Norðfoss,
Jákup Lindenskov og Heðin í
Dali úr Havn, Sverri Mortensen
á Argjum og Jákup Johannesen
av Oyri. Tað er hósmorgun 5.
desember og svimjihøllin er
stongd restina av árinum. De-
sember er mánaðin við vánalig-
astu vitjunnartølunum, og tí
verður stongt, fyri at ymiskt
viðlíkahald kann gerast. Leiðarin
fyri svimjihøllini, Heri Lava
Olsen hevur verið so vinarligur,
at halda hitarúmið heitt til
hendan samrøðan er liðug.
- Hitarúmið er gott fyri gikt.
Pápaslektin í míni familju er illa
plágað av gikt, men nú eri eg 82,
og eg havi ongantíð følt gikt. Eg
trúgvi at drúgva gongdin í hita-
rúmið er orsøkin, sigur Jóhan
Norðfoss. Hann fór at starvast
sum maskinmeistari í gamla
svimjihylinum í Gundadali og tá
nýggja svimjihøllin varð tikin í
nýtslu var Jóhan Norðfoss mill-
um starvsfólkini. Hann legði frá
sær vegna aldur í 1990.
Teir sita so fittir á ovasturók
og niður á gólvið, alt eftir hvussu
nógvan hita teir tola. Heitast er
uppi undir loftinum og svalligast
niðri á flísunum.
Jákup av Oyri hevur verið úti í
verðini og siglt og hann er kend-
ur víða um heim. Fyrstu ferð
hann var í hitarúmi var í Colom-
bo á Sri Lanka, ella var tað í
Singapore, hann minnist ikki
heilt.
- Bara ein og ein slapp at vera
í hitarúminum í senn og ein
kvinna sat uttanfyri og ansaði
eftir. Tá tú hevði verið inni í
tríggjar minuttir, so varð tú
koyrdur út aftur. Tað veit Gud,
tað er sannheit, tað passar sum
eg sigi og her sita vit í tímar, sig-
ur Jákup av Oyri. Hinir lurta eitt
sindur ivasamir og Oyramaðurin
gudar fleiri ferðir fyri at sannføra
hinar um, at tað er satt, sum
hann sigur. Teir geva honum rætt
við orðunum: "Vit trúgva tær, tú
plagar ikki at lúgva, tá tú sigur
sannheit."
Gamal vani
Teir seks, sum eru í hitarúminum
í dag, hava sitið nógvar tímar av
lívinum í sauna. Fyri onnur kann
hetta tykjast tann reina tíðarspilla
og hvat kundi ikki verið fingið
av skafti av nyttugum avriki allar
hesar tímar. Men fyri teir føstu í
hitarúminum er hetta eitt val.
Livið er annað enn breyð og tað
skal livast eisini. Hvat er tað sum
fær hesar menn at koma saman?
- Fyri meg er hetta ein gamal
vani. Hetta byrjaði longu uppi í
gamla svimjihyli. Hann var ikki
innilokaður, og var stongdur um
veturin. Men Ivan Carlsen var so
beinasamur at halda hitarúmið
heitt, og so vóru vit fleiri, sum
regluliga sótu í hitarúminum.
Ivan Carlsen var sjálvur millum
okkum. Klerens var fastur, eisini
William Sloan. Teir báðir brøð-
urnir hjá Talis, Karl og Hans
vóru fúsir og fastir. Jákup
Lindenskov og eg vóru eisini
javnan. Vit komu saman og vit
koma saman fyrst og fremst fyri
sosialu samveruna og tað at sita í
hitanum, sum eg haldi er heilsu-
gott, sigur Jógvan Asbjørn
Skaale. Hann gongur klænur og
spelkin fram eftir gólvinum og
skundar sær í svimjibuksur, nú
myndamaðurin ger seg til reiðar
at taka myndir.
- Prátið hevur altíð verið
stuttligt í hitarúminum. Klerens
plagdi at siga, at tað besta fyri
hann í hitarúminum var, at her
lærdi hann føroyskan humor.
Hann hevði eisini eina vekt við,
so vit kundu viga okkum. Eg sat
nógv longri fyrr enn nú. Tá
kundi eg sita upp í tveir og ein
hálvan tíma í saunainum og eg
veit um, at eg havi mist fimm
pund ein dag. Vektin varð tíverri
sprongd. Bjarni Holm,
fyrrverandi B36 leikari, var ein
førligur maður. Hann vigaði 120
kilo, hann steig heldur óstortliga
á vektina og ferdugt var. Hon
hevur ikki vigað síðani, sigur
Jógvan Asbjørn.
Og søgurnar eru nógvar, sum
kundu verið sagdar úr
hitarúminum. Her er ein frá
Jógvan Asbjørn, og hóast ikki
nakar oldingi, so telist hann
millum The Grand Old Men í
hitarúminum.
- Karl Johansen fylti nógv í
hitarúmimum og hann hoyrdist
og sást. Einaferð, so fortelir
William Sloan, sum tá fekst við
handil, um onkra gávu, sum
hann hevði givið onkrum. Karl
brýtur hann av, uttan soleiðis at
lurta ordiliga eftir. Og sigur:
»Halt kjaft, nær hevur ein
kaptalistur nakrantíð givið
nøkrum nakað sum helst.« Hetta
dámdi Williami ikki heilt. Nakrar
dagar seinni kemur Karl fram
við handlinum hjá William
Sloan. William bjóðar honum inn
og peikar á eina frystiboks og
spyr Karl, um hann eigur eina
slíka. Nei, tað átti Karl ikki. Far
við henni, sigur William. Tað
vildi Karl einki til, men tað
endaði við, at hann lat sær líka.
Endin av hesi søgu kom frá heilt
aðrari síðu. Sonur William,
Andrew, fortaldi mær aftaná, at
hvørja ferð Karl hevði verið á
floti, so hevði hann so ilt av
frystiboksiini, at fór hann heim
til William við einum kóki, og
var grind, so kom Karl við grind.
Pápi hevði ongantíð fyrr gjørt so
góða forrætning, sum at forera
Karl frystiboksina, hon kom
fleiri ferðir inn aftur í
døgurðamati, segði Andrew.
Politikst kjaktorg
- Politikkurin fær eitt stórt pláss í
hitarúminum, sigur Heðin í Dali,
sum í mong ár hevur koyrt taxa í
Havn.
- Vit hava jú gamlar politikarar
millum okkum, sigur hann og
peikar á Jákup Lindenskov, sum
hevur eina fortíð sum løg-
tingslimur, landsstýrismaður og
fólkatingslimur.
- Tað gongur hart fyri seg, tá
vit diskutera politikk, men vit
blíva altíð blíðir aftur, sigur
Jákup Johannesen av Oyri, í hita-
rúminum nevndur Oyramaðurin.
Og Mynde Isfeldt gevur honum
rætt. Mynda dámar væl at práta
um samfelagsviðurskiftir.
Jóhan Norðfoss hevur verið út
fyri nógvum sum maskinmeistari
og lívreddari í svimjihylunum í
Havn. Einaferð kom hann fram á
ein mann, sum var dottin um í
svimjihylinum. Hann fekk
mannin at rakna við aftur, men
gjørdist rættuliga illa heitin, tí
hann fekk ikki orð av honum.
Ikki fyrr enn væl aftaná kom
onkur og lýddi honum í oyra, at
maðurin var deyvstummur.
- Svimjihøllin er besta tiltak
kommunan nakrantíð hevur gjørt
og vit kunnu takka Niels Debes,
fyrrverandi kommunupolitikkara
fyri, at hendan høllin nakrantíð
varð bygd. Fleiri av
býráðslimunum vóru í móti
ætlanini. Býráðspolitikarar hava
onki format longur. Var tað ikki
Niels Debes og hansara ídni, so
var ongin Svimjihøll í dag, siga
fleiri við ein munn og teir vilja
ikki endurgevast fyri hesi orðini
við kristnum navni.
- Í desember, so telja vit
dagarnar til januar, tá
svimjihøllin letur upp aftur. Og
tíðin gongur seint, nú
svimjihøllin er stongd.
- Eg lærdi at svimja í
kvøldskúla á Argjum fyri 20
árum síðan og síðan havi eg
svomið og sitið í hitarúminum
dagliga. Tað er bara so deiligt,
sigur 80 ára gamli Sverre
Mortensen á Argjum, meðan
hann svingar seg upp á súkkluna
á veg út aftur á Argir.
Hinir fara hvør til sítt aftaná at
hava staðið uttan fyri eina løtu
og róst svimjihøllini. 18.
desember fyllir svimjihøllin 20
ár og tað sæst ikki á henni, hon
er sum spildurnýggj. Dagurin
verður hátíðarhildin, tá høllin
letur upp aftur í januar, og
akkurát hvussu er ikki heilt
avgjørt enn.
Tann nakni veruleikin
Fremsta rað f.v. Sverri Mortensen, Argir, Mynde Isfeldt og Jákup Lindenskov, Havn. Í miðjuni f.v. Johan Norðfoss og Heðin í Dali, Havn. Aftast f.v. Jógvan Asbjørn Skaale, Havn og Jákup Johannesen av Oyri
EG MEINI TAÐ
bei bei 2002, afturlítandi
orðaskvaldur
2002 verður í allar ævir kent
sum botnárið í Føroyum
Undirsjóvartunnilin, sum lat
upp fyri nøkrum vikum síðani,
var nokk størsta botnuppliv-
ingin í árinum. Vit fara í allar
ævir at síggja myndir av elstu
konuni, sum fór gjøgnum
holið, yngsta barninum,
korruptasta politikaranum,
klókasta vinnulívsmanninum
og mest íslendska rennaranum.
Ung sum gomul krupu gjøg-
num holið, onkur skjótt og
onkur seint, men øll kláraðu
vegin fram.
Men hvør er so kenslan,
sum liggur eftir, nú vit hava
fingið tunnilin til Vágarnar. Tá
prísirnir vóru kunngjørdir, sóu
vit nakað av tí mest 80 ára
líknandi politiska spælinum,
sum vit hava sæð í nógv ár.
Menn, sum halda seg vera
egnaðar til at stýra Føroya
landi, stillaðu seg alment fram
og hóttu við at slíta samgong-
ur, um politiska valdið ikki
legði seg upp í viðurskiftini
hjá einum partafelag.
Landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum segði í ÚF, at
hann hevði blandað seg tó ikki
í fjølmiðlunum, men á rætta
stað. Lokal patriotisman
blómaði og enn einaferð gjørd-
ist tað skilligt, at einasti veg-
urin til eitt veruligt demokrati
er, at Føroyar gerast eitt
valdømi. Á landsins tingi sita
botnkorruptir, stórir og feitir
breyðpolitikarar, sum bert
hugsa um at sæta sær og
sínum.
Men undirsjóvartunnilin er
ikki einasta botnavrik í 2002. Í
apríl setti veljarin í Føroyum
landið í eina sovorðna støðu,
at andaliga avstumpaðu
helvitisprædikantarnir úr
Miðflokkinum fingu veruligt
vald.
Eitt annað botnavrik var, tá
javnaðar tingmaður úr Sand-
oynni, legði eftir ginunum, um
hesin ræddist ginur, ella um
hann bert helt at tingmenn úr
Sandoynni vóru so illa royndir
við ginum, tað veit eg ikki,
men harra Lognberg legði dent
á, at ginusøgur ikki høvdu
uppiborið mentanarstuðul.
Hetta var stak ójavnaðarkent,
og varð dyssað niður av flokk-
inum líka so skjótt, sum
uppgerðin millum Elin
Lindenskov og Tórfinn Smith
varð blivin nakrar mánaðar
áðrenn.
Gerhard var ikki tann einasti
politikarin sum ræddist ginu-
søgurnar, Jógvan við Keldu
stakk enn eina ferð nøsina har,
sum nøsin ikki átti at vera.
Jógvan, stakkalin, hevur alt
árið prædikað móti rættindum
hjá samkyntum, og nú ginur-
nar gjørdust hot, varð Jógvan
skjótur at leggja uppí. Men
hetta kann neyvan skelka
nakran.
Eg vóni av øllum mínum
hjarta, at 2003 verður árið, har
sakleiki og kærleiki fara at
leggja seg um Føroyar og fólk
skilja, at vit bara skulu vera
góð við hvønn annan.
Niels Uni Dam skrivar:
C
M