Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. desember 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 245 - 20. desember 2002 Nr. 245 - 20. desember 2002 5 – Útbyggingin lýkur ikki krøvini hjá teimum, sum skulu brúka havnarlagið, sigur Landsverkfrøðinguri n í eini meting av útbyggingini á Bursatanga í sambandi við nýggju Norrønu og nýggja Suðuroyarskipið HAVNARÚTBYGGING Áki Bertholdsen Útbyggingin av Tórshavnar Havn lýkur ikki tær treytir sum tey, ið skulu brúka havnina, hava kravt. Tað sigur Landsverkfrøð- ingurin í eini lemjandi at- finning av arbeiðnum, sum nú fer fram niðri á Bursa- tanga. Tórshavnar Kommuna hevur sett stórarbeiði ígongd fyri at gera atløgu- pláss til nýggju Norrønu og nýggja suðuroyarskipið. Ymsar kanningar eru gjørdar av viðurskiftunum, men nú hevur eisini Lands- verkfrøðingurin handað Vinnumálaráðnum sínar metingar av støðuni. Og niðurstøðan hjá Landsverkfrøðinginum er stutt og greitt at útbygginin kann ikki brúkast til nýggju Norrønu og nýggja Smyril. Landsverkfrøðingurin metir bæði, at forkanning- arnar, sum eru gjørdar, eru ikki nóg fullfíggjaðar og hann metir eisini, at tá ið útbyggingin er liðug, kann havnin kortini ikki brúkast til tað, sum hon er ætlað til. Sera dýr fyribilsloysn Tilsamans er hetta ein út- bygging, sum er ætlað at kosta ímillum 60 og 70 milliónir. Ráðgevararnir hjá kom- mununi meta, at undir ávís- um fortreytum ber hendan loysnin til í eitt styttri tíðar- skeið, »men at fylgjast má neyvt við ferðsluni og farið eigur at vera undir at plan- leggja langtíðarloysnir, so- leiðis at ferðslan eisini kann avgreiðast um 5-10 ár«, sigur Landsverkfrøð- ingurin. Ráðgevararnir hjá Tórs- havnar Kommunu er danska felagið Rambøll & Nyvig. Landsverkfrøðingurin metir, at »íløgan er sera stór, sæð í mun til, at ætlan- in ikki er framtíðartryggjað í meiri enn 5-10 ár«, sigur Landsverkfrøðingurin. Ófullfíggjaðar kanningar Ætlanin er at gera ferjulegu til nýggja Suðuroyarskipið uttan á ferjuleguna til Nor- rønu á Bursatanga. Lansverkfrøðingurin vís- ir á, at tvær kanningar eru gjørdar, ein kanning av, hvussu havnin verður hjá báðum skipunum at man- øvrera í og ein kanning er gjørd av, hvussu verður við ferðsluni í havnargøtum, tá ið hesi bæði stóru ferða- mannaskipini koma og fara. Báðar royndirnar vórðu gjørdar við teldum, sum geva eina ógvuliga natúr- liga mynd av veruleikan- um. Siglingarkanningin varð gjørd við tveimum ættum, sum vóru mettar at vera tær ringastu í Havnini, nevni- liga landsynningi og út- synningi. Landsverkfrøðingurin heldur, at tað er neyðugt við nógv fleiri vísningum, eitt nú, hvussu verður hjá Smyrli at sigla inni í hylin- um, tá ið ættin er eystan, vestan, útnyrðingur, land- nyrðingur, tí tær ringastu ættirnar eru ikki altíð ring- ast í øllum viðurskiftum. Hvussu verður, tá ið vindurin liggur beint inn á síðuna á Smyrli, ber tískil ikki til at siga nakað um. Tað varð ikki kannað, tí ongin undirtøka var fyri hesum, hóast nóg mikið av tíð var til tað, sigur Lands- verkfrøðingurin – Strandferðslan, sum stóð fyri hesum royndunum av Smyrli, metti, at ringastu ættirnar eru landsynningur og útsynningur og vildi tí ikki royna aðrar ættir, sigur Landsverkfrøðingurin við Vinnumálaráðið. Óvist um loyvi fæst Royndirnar vísa eisini, at neyðugt verður at dýpa dygst inn ímóti klettinum á Tinganesi og at neyðugt verður við fendarum undir vatni, ella yvir vatni, um loyvi fæst til tess. Landsverkfrøðingurin sigur, at eru hesar fortreytir til staðar, ber til at nýta tað ytru ferjuleguna, sambært kanningini. Men hann sigur eisini, at tað ber ikki til at sprongja heilt inn ímóti helluni og samstundis tryggja, at hell- an omanfyri vatnskorpuna á Tinganesi ikki ferst. Neyðugt verður at fara nakrar metrar út og tað merkir samstundis, at neyð- ugt verður við dubidaldum, sum stinga upp úr hellu- kantinum, sum dýpt er inn til. Ivasamt er, um friðingar- myndugleikarnir loyva at dýpd verður framvið Tinga- nesi og at fendaraverk verð- ur sett upp yvir vatni. Og tað er eisini ivasamt er, um loysnin undir vatni er nøkt- andi fyri Strandferðsluna. Ongin kanning er gjørd av, um hetta ber til og ongi uppskot eru um, hvussu hetta skal gerast. Tað er hel- dur ikki greitt, um skipið er bygt soleiðis, at tað yvir- høvur ber til. Hetta arbeiðið fer at dýrka munandi um tað ytru ferjuleguna, sum er ætlað nýggja suðuroyarskipinum. Ferðslutrupulleikar Landsverkfrøðingurin sig- ur, at ferðslukanningar eru gjørdar fyri tríggjar komu og fráferðir hjá Norrønu. harav í tveimum førum, tá ið suðuroyarskipið eisini kemur at bryggju. Kanningin vísir, at tá ið Norrøna liggur inni, verða ferðslutrupulleikar fyri bil- arnar, sum koma úr Smyrli. Í triðja døminum er Smy- ril ikki inni, men kortini eru stórir ferðslutrupulleikar. Skal Smyril eisini liggja inni í hesum førinum, verða sera stórir trupulleikar at avgreiða ferðsluna frá Smyrli. Í ongum føri ber til at taka bilar umborð á Smyril ímeðan Norrøna er inni eisini, burrursæð frá einum hálvum tíma frá tí at Nor- røna er fylt við bilum, til hon fer avstað. Sostatt er endamálið við Sáplar útbyggingina hjá Tórshavnar Havn niður Í sambandi við útbygg- ingina av Tórshavnar Havn, hevur Landsverk- frøðingurin havt fund við Smyril Line. Strand- ferðsluna, Tórshavnar Kommunu, Løgregluna og Tórshavnar Havn, har tosað hevur verið um krøvini, sum verða sett til regularitet, atløgu- og ferðsluviðurskifti og um framtíðartrygging. Á hesum fundum er upplýst, at krøvini hjá brúkarunum til nýggja havnarlagið er: * Smyril og Norrøna skulu kunna liggja inni ísenn. * Tað skal bera til at koyra bilar beinleiðis frá Smyrli umborð á Norrønu. * Ferjuøkið og vegakerv- ið skulu hava kapasitet til fult skip. * Ferðaætlanin hjá Nor- rønu skal kunna vera tann sama sum nú. * Norrøna skal ikki liggja longri við bryggju enn neyðugt, orsakað av ferðsluviðurskiftunum á landi. * Loysnin skal vera framtíðartryggjað. Eftir at hava kannað út- byggingina, sigur Lands- verkfrøðingurin í niður- støðu síni at * Ferðsluroyndirnar vísa, at ferjuøkið og vega- kervið hava ikki kapa- sitet til fult skip og hetta kann tískil ikki sigast at vera ein fram- tíðartryggjað loysn. * Royndirnar vísa eisini, at tað tekur minst hálv- anannan tíma at tøma skipið. Hetta verður vanliga mett at vera eitt lágt tænastustøði. * Samanumtikið kann tí sigast, at uppskotið hjá Tórshavnar Havn ikki samsvarar við ynski og krøv frá brúkarunum. Krøvini til útbýggingina av Tórshavnar Havn Landsverkfrøðingurin hevur mett um útbyggingina av Tórshavnar Havn í sambandi við nýggju Norrønu og nýggja suðuroyarskipinum og hann hevur ógvuliga nógv at seta fingurin á. Hann heldur, at útbyggingin lýkur ikki krøvini og at talan er um eina ógvuliga dýra fyribilsloysn, men han heldur eisini, at fyrireikingarnar eru ófullfíggjaðar ytra atløguplássinum, sum var at avgreiða bæði skipini ísenn, ikki rokkið, umframt at fleiri ivamál eru afturat, eitt nú friðingar og kostn- aður. Hinvegin vísa metingarn- ar, at innara ferjulegan er vælegnað hjá Smyrli, tá ið Norrøna ikki er í havn. Landsverkfrøðingurin sigur tí, at antin eiga ferða- ætlanirnar at verða broyttar, so at bæði skipini ikki liggja inni ísenn, ella eigur annað pláss at finnast til annað skipið. Ferðslukanningarnar vísa, at Smyril og Norrøna fara at elva til ferðslu- trupulleikar fríggjamorgun og mánamorgun, tí tá verð- ur ringt hjá ferðafólki at sleppa út á Havnagøtu. – Verður Norrøna seink- að 1-2 tímar mánadag ella fríggjadag og Smyril kemur til tíðina, verður tað torført hjá ferðafólki við Smyrli at sleppa inn á havnarøkið fyri bilum, sum skulu við Norrønu. Mikudag seinnapart verða eisini so stórir trupul- leikar, at tað fer at nærkast ferðsluruðuleika. Hetta verður galdandi bæði á havnarøkinum, á Havna- gøtu og í Jónas Broncks- gøtu – og tá er ikki roknað við bilum frá Smyrli. Lágt tænastustøði Landsverkfrøðingurin vísur á, at tilsamans taka bæði skipini 1.100 bilar. Í upp- skotinum til útbygging av Tórshavnar Havn, er pláss fyri 250 bilum Ferðslukanningarnar vísa, at tað fer at taka 1,5 tíma at fáa allar bilar í land, tí teir koma at bíða eftir hvørjum øðrum at sleppa út á Havnagøtu og tað verður vanliga mett at vera eitt lágt tænastustøði. Skal tað bera til at fáa øll ferðafólkini umborð á Nor- rønu til tíðina, verður neyð- ugt at stongja havnarlagið fyri bilar til ein hálvan tíma áðrenn at at allir bilar eru komnir í land. Neyðugt verður eisini, at at bilarnir, sum skulu við Norrønu, koma oman á havnalagið ymsar tíðir, so at ikki allir koma ísenn. Harafturat verður tað eitt krav, at minst 400 bilar skulu koyra umborð um tíman. – Tað er ivasamt um tað altíð ber til at koyra so nógvar bilar umborð um tíman. Eitt nú er væntandi, at tað fer at taka væl longri tíð at koyra treylarar og mafiavognar við bingjum á, umborð og íland. Tað er eisini ivasamt um tað ber til at fáa bilarnar, sum skulu við, at koma til ávísar tíðir, serliga um broytingar verða í ferðaætlanini. Kanningar, sum Tórs- havnar Havn hevur gjørt seinastu tvey árini, vísa, at Norrøna er ofta seinkað, tá ið hon kemur og ferð av Havnini. Í 38% av tíðini er Nor- røna komin á Havnina meiri enn hálvan tíma seinni enn ferðaætlanin sig- ur fríggjadagar og heilt upp til 51% mikudagar. Skal uppskotið hjá Tòrs- havnar Havn framtíðar- tryggjast, er neyðugt at fáa pláss fyri fleiri bilum og at byggja vegakervið út. Ráðgevararnir hjá kom- mununi siga, at ein møgu- leiki er at gera parkerings- dekk á havnaøkinum til 500 bilar og at byggja rund- koyringarnar út, so at tær taka meir. Teir mæla eisini til at flyta farstøðina burt av havnaøkinum. Men teir halda, at uppskotið hjá Tórshavnar kann brúkast í eitt stytri áramál. Men samanumtikið sigur Landsverkfrøðingurin, at útbyggingin ikki samsvarar við krøvini, sum tey, ið skúlu brúka atløgubryggj- una, hava sett. Landsverkfrøðingurin um útbyggingina av Tórshavnar Havn í sam- bandi við nýggju Nor- rønu og nýggja Suðuroy- arskipið * Siglingarroyndir eru bara gjørdar við vindi av tveimum ættum. Lands- verkfrøðingurin heldur, at tað er neyðugt við nógv fleiri vísningum, men tað var ikki áhugi fyri tí, hóast stundir vóru til tess * Tað verður neyðugt at dýpa dygst inn ímóti klettinum á Tinganesi, men tað ber ikki til at sprongja heilt inn ímóti helluni og samstundis tryggja, at hellan oman- fyri vatnskorpuna ikki ferst. * Í ongum føri ber til at taka bilar umborð á Smy- ril ímeðan Norrøna eisini er inni, burrursæð frá einum hálvum tíma frá tí at Norrøna er fylt við bilum, til hon fer avstað. * Ferðslukanningarnar vísa, at tað fer at taka 1,5 tíma at fáa allar bilar í land, tí teir koma at bíða eftir hvørjum øðrum at sleppa út á Havnagøtu og tað verður vanliga mett at vera eitt lágt tænastu- støði. * Tað verður neyðugt, at minst 400 bilar skulu koyra umborð um tíman og tað er ivasamt um tað letur seg gera. * Neyðugt verður, at at bilarnir, sum skulu um- borð á Norrønu, koma oman á havnalagið ymsar tíðir, so at ikki allir koma ísenn. Tað er eisini ivasamt um tað ber til, serliga um broytingar verða í ferðaætlanini. * Kanningar vísa, at Norrøna er ofta seinkað, tá ið hon kemur og ferð av Havnini. Í 38% av tíðini er Norrøna komin á Havnina meiri enn hálv- an tíma seinni enn ferða- ætlanin sigur fríggja- morgun og heilt upp til 51% mikudagar. * Útbyggingin ikki sam- svarar ikki við krøvini, sum tey, ið skúlu brúka atløgubryggjuna, hava sett. * Íløgan er sera stór, sæð í mun til, at hon ikki er framtíðartryggjað í meiri enn 5-10 ár. Í Stuttum C M Y K 5 4