fríggjadagur 20. desember 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Inni í køkinum stendur ein
tremmusong. Í henni liggur hálvt
ára gamla Dora og spælir við
eina leiku. Mamman, 26 ára
gamla Jacobina, borðreiðir við te
og køku. Hálvt annað ára gamli
Ernst gongur og melur á gólvin-
um. Hann veit ikki rættiliga, hvat
hann skal, nú ókunnugt fólk er
komið á gátt. Men hann fær so
eisini ein temunn. Jacobina tekur
Doru, sum er vorðin troytt av
leikuni, upp og sessast við borð-
ið. Tað er avbera hugnaligt inni í
jólapyntaða heiminum á Bums-
hamri, og Dora hevur úr at gera
við at eygleiða perurnar í
vindeyganum.
Við fimm børnum og átta
vaksnum er óneyðugt at siga, at
jólagávurnar eru nógvar í heim-
inum hjá Jacobinu og Niels
Paula. Og teirra børn eru ikki
øðrvísi enn øll onnur. Tey gleða
seg avbera nógv til jóla og eru
sera forvitin eftir at vita, hvat
fjalir seg handan øll tey ymisku
vøkru gávupappírini.
- Jólagávurnar mugu krógvast
sera væl, sigur Jacobina og
flennir. Børnini eru ávíkavist
átta, fýra, trý, hálvtannað og
hálvt ára gomul. So tað kann
henda so skjótt, at tað eydnast
hjá onkrum av teimum at fáa
hendur á einum pakka, um hann
ikki er krógvaður.
Jacobina greiðir frá, at sjálvan
jólaaftan plaga tey at lata allar
pakkarnar liggja í bilinum til
aftan á døgurðan, so børnini fáa
eitt sindur av mati niðurum, tí
tað er vónleyst hjá smábørnum at
eta, meðan allir pakkarnir liggja
undir trænum og síggja so
freistandi út.
Báðar ommurnar, báðir abb-
arnir og systkin hjá Niels Paula
og Jacobinu plaga at halda jól
hjá teimum, so tá øll sessast við
borðið jólaaftan eru tey heili
trettan í tali. Tá tey so eru liðug
at eta, so plagar tann eini abbin
at fara ein lítlan biltúr, og síðani
kemur hann aftur við øllum
gávunum.
Nógv er at takast við jólaaftan,
tá so nógv fólk skulu samlast,
men Jacobina sigur, at tey plaga
at gera matin lidnan í góðari tíð,
soleiðis at tað eru góðar stundir
til at lata børnini í. Síðani hugna
tey sær við børnunum, til tað er
tíð at fara at eta. Men tað eru
nógvir munnar, sum skulu
mettast, so klokkan er ofta
vorðin nógv, áðrenn Jacobina
sjálv etur jólaaftan. Men tað
hevur hon onki ímóti.
- Tað er so stutt tíð, at tey eru
so lítil, so tað ræður um at njóta
tey so longi, heldur hon fyri og
leggur samstundis afturat, at tað
eru sjey onnur vaksin inni hjá
teimum jólaaftan, so tað eru nóg
mikið av føvningum ella knøum,
um tað gerst neyðugt.
Stákast til jóla
- Vit gleða okkum altíð til jóla,
og vit royna altíð at gera okkurt
serligt við børnunum, greiðir
Jacobina frá.
Millum annað plaga tey øll at
fara ein túr til Havnar at hyggja
eftir jólabýnum í SMS, og hóast
eitt barn er komið afturat, síðani
jólini í fjør, so er ætlanin at fara
ein túr aftur í ár.
- Tað er ein túrur, sum er vorð-
in ein fastur táttur hjá okkum, og
børnunum dámar so væl at fara,
at vit hava gjørt av at tað skal
endurtakast í ár. Men tað er ein
krevjandi túrur, sigur Jacobina
og smílist.
Familjan hevur eisini eini
summarhús á Syðradali á Kals-
oynni. Og tey plaga at fara yvir
ein dag at pynta.
- Tað gera vit fyri tað fyrsta
fyri børnini. Tey elska at pynta til
jóla. Og so eru ikki so nógv hús
á Syðradali, so tá vit hava eitt
hús har, so kunna vit tað sama
pynta eitt sindur til jóla og lata
tað verða ljós í húsinum yvir
høgtíðina. So sær tað eisini
jólaligt út í bygdini.
Umframt hesi bæði, so plagar
familjan eisini at fara at taka
ímóti jólaskipinum, sum kemur
til Klaksvíkar á hvørjum ári stutt
frammanundan jólunum.
- Vit gera eisini jólapynt hvørt
ár. Vit klippa nissur og stjørnur,
so seta vit navn á tað, sum tey
hava gjørt, so at tá pyntið verður
tikið fram aftur árið eftir, so vita
vit, hvør hevur gjørt hvat. Tað
dámar teimum eisini so væl,
greiðir Jacobina frá.
Tá prátið fellur inn á jólakeyp,
fær hon eitt skeivt smíl uppá.
Hon sigur, at tað hevði ikki borið
til hjá henni at farið til handils
við øllum fimm í senn.
- Eg hevði helst komið í neyð
við øllum fimm – serliga tá vit
høvdu komið til kassan, og øll
høvdu viljað havt bomm.
Allan jólamánaðin á tamb er
altíð okkurt at fara til við børn-
um, men tey royna at avmarka
teirra luttøku, tí tað kann ikki
lata seg gera at fara til øll tiltøk
við fimm smábørnum.
Hóast børnini eru mong, so
stúrir Jacobina ongantíð fyri
jólunum.
- Vit gleða okkum helst líka
nógv sum børnini, sigur hon.
Jacobina heldur, at jólini eru
sera dýr. Nógvar gávur skulu
keypast. Umframt teirra egnu
børn, so hava tey eisini eini
tíggju gudbørn at keypa til. Men
tey royna sum frægast at finna
gávurnar.
- Tað týdningarmiklasta fyri
okkum er, at tá jólini eru farin
aftur um bak, at børnini og vit
sjálvi hava havt eini góð og
hugnalig jól, har hugnin hevur
verið í hásæti. So hava tað verið
eini góð jól, sigur Jacobina.
Dora, sum hevur sitið og
lurtað allatíðina, meðan prátið
hevur gingið fyri seg, byrjar at
gera vart við, at nú er nóg mikið.
Hon er við at verða lin, og
Jacobina fer at gera eina fløsku
tilreiðar. Nú er tíð hjá lítlu at
fara at fáa sær ein seinnaparts-
blund. Vit takka fyri prátið,
ynskja gleðilig jól, og meðan
lítla Dora hugnar sær við fløsk-
uni í fanginum á mammu síni,
fara vit út aftur í køldu
vetrarluftina.
Jólagávurnar mugu krógvast væl
Jacobina og Niels Pauli Magnusson úr Klaksvík eiga fimm tøtt børn. Tey
gleða seg saman við børnunum til jóla og hóast tað mangan er rokaligt
gjøgnum jólamánaðan, so er hugnin í hásæti heima hjá teimum, tá trettan
fólk sessast við jólaborðið
Familjan Magnusson á Bumshamri. Mamman, Jacobina við Doru frammanfyri sær, pápin Niels Pauli við fýra ára gamla Ólavi og hálvt annað ára gamla Ernst á
knøunum. Átta ára gamla Marianna og trý ára gamla Paula standa
Mynd: J. K. Vang
Jólakøtturin Sputnikk
SØGA
Frits Johannesen
Hann var kola krunkandi svartur
við einum hvítum hjarta undir
øsinum. Vaks upp, meðan fyrstu
pípini komu úr tí tómu rúmd frá
russiska fylgissveininum Sput-
nikk, sum varð skotin út í rúmd-
ina 4. okt. 1957. Køtturin var
eygagóður, alskin, góðslyntur og
reinlyntur, hóast sagt verður: Ilt
er kynið á kettu.
Sína dagligu gongd hevði
hann oman eftir Birmavegnum út
á Stórubrúgv hjá S.P.P. eftf. og
niðan millum Koksið og so
heimaftur. Hann mól í klingur
eins og Sputnikk hjá heims-
veldinum Sovjet. Tá ið pípini í
lurtitólinum hoyrdust, mól
køtturin í klingur. Um hon sá
meira, ella hoyrdi betur enn vit,
er ilt at siga. Dýrini hava ikki
fingið vitskuna, sum vit hava,
men teimum er beskorið at hóma
onnur ting og hoyra onnur ljóð,
ið mannavitið hvørki tekkir ella
varnast.
Glómurnar í honum, tá ið
tónarnir úr rúmdini leitaðu sær
inn um dyrnar á Bakkanum
oktober mánaða 1957. Illa dugdu
vit børn at ímynda okkum knøtt-
ar fúka eftir himmalhválvinum,
sum lótu sum starar í tí litleysu
rúmdini; men kettan hjá okkum
kendi á sær eina forsjón, sum
bert var ein partur av tí kosmisku
gongdini, sum vit mannabørn
hava ilt við at fata. Mangt er dult
fyri okkum og forborgið, men í
hugaverðini hjá kettuni var hetta
ein góð hending.
Eg fór at hugsa um, um kettan
mundi hava mannavit? Kanska
var hetta ein friðleys sál úr
Fuglafirði, ið gekk aftur í kettu-
líki og hevði sett seg í ein lítil-
látnan kettuham. Hon var ein
fróðar køttur, sum hevði fingið
ferilin av lagligum endurskini av
vitan, ið ketturnar høvdu fingið
úr ílegum sínum frá forfedrunum
frá upphavi av.
Einoygdi, glaruti Sputnikk fór
eftir himmalhválvinum við mikl-
ari ferð. Lítla, svarta, fitta kettu-
murran mín fór at mjava eins og
Khrustsjtjovsputnikk, tá ið hann
fór um Eysturskarð og Jøkla-
skarð. Hetta hendi bert, tá ið
himinin var heiður. Hon stillaði
seg út á bøkkin uttanfyri og
vendi sær ímóti Eysturskarði. Tá
vistu vit í húsinum, at nú fór
Russarasputnikk at koma undan.
Køtturin reisti seg upp á bæði
bein og leit við glógvandi eygum
at skarðinum og peikaði við
labbunum móti tí glitrandi,
einoygda rúmdarhylkinum, ið
fór, sum eitt nálareyga um tann
stjørnuglógvandi himinin.
Hetta gjørdi hann í fleiri kvøld
og gekk sína vanligu gongd
oman á Stórubrúgv hjá Gamla
Sámal Peturi.
Í jólaføstuni var góður útróður.
Eisini bátar av Hellunum
avreiddu í Fuglafirði, og kundi
Stórabrúgv liggja full av fiski,
sum varð ísað niður í Gulldrang
ella Hjørdis, ið sigldu til tann
bretska marknaðin. Hóast
fiskarúgvan var stór, ið lá á
Stórubrúgv, gekk kettan oman á
Brúnna at skottast. Á einum av
hesum túrum hvarv køtturin.
Hann fór sum vanligt av stað
eftir nátturða, og hetta gjørdi
hann eisini 15. des. 1957, tá ið
síðsta hond skuldi leggjast á
niðurísingina, so skipið, sum
sigldi niður, varð aftur til jóla.
Eg gekk frá manni til mans og
spurdi eftir kettuni. - Hevur tú
sæð eina svarta kettu við einum
hvítum hjarta undir øsinum? Jú,
onkur visti at siga, at Gekkurin
(Jóan Jakku hjá Mikkjals Jákup)
hevði givið hellumonnum køttin.
Eg spurdi Gekkin, um hann visti
nakað at siga um eina hálv-
vaksna kettu, sum gekk niðri á
Stórubrúgv um kvøldarnar? - Jú,
hann hevði latið hana um borð á
maskinbátin hjá Símun á Hell-
unum. - Átti tú hana? Eg trúði,
hon var ein av teimum, sum
búleikaðu í Koksinum. Har var
eitt slíkt harem av útiløgukøttum.
Hann var livandi troyttur av hes-
ari ynskikonsert, tá ið teir gingu
á illum og lótu sum gamlar fiólir.
- Eg sovni ikki um kvøldarnar, tá
ið eg eri lagstur. Tá hoyri eg alt
Framhald á síðu 6
C
M