fríggjadagur 20. desember 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 245 - 20. desember 2002
Nr. 245 - 20. desember 2002
7
Ferðafólk nummar
100.000 hjá
Atlantsflogi í ár varð
innskrivað á
flogvøllinum í Vágum
hósmorgunin
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Vágar: Ferðafólkatalið
hjá Atlantsflog er fyri
fyrstu ferð nakrantíð í
einum álmanakkaári farið
upp um 100.000. Tað hendi
hósdagin, tá Vilbjørg Eik-
hólm í Havn varð innskriv-
að á rutuni til Keypmanna-
havnar.
Hon var nakað ovfarin og
glað, tá hon fekk at vita, hví
so nógv myndatól vóru
rundan um hana.
Eftir at Vilbjørg smaan
við
manninum
Regini
hevði skrivað seg inn, varð
kunngjørt í hátalunum í
terminalinum, at nú var
ferðafólkatalið hjá Atlants-
flogi farið um tey 100.000 í
ár.
Síðan fekk hepna feðra-
fólkið handað blómutyssi
frá Atlantsflogi, eins og
stjórin, Magni Arge, eisini
handaði henni ein ferða-
seðil fyri tvey, sum brúkast
kann á rutunetinum hjá
felagnum.
Magni Arge segði í stutt-
ari røðu fyri hepnu ferða-
fólkunum, at tað frøddi
hann, at tað vóru fólk, sum
regluliga nýttu felagið, sum
fingu hendan heiðurin.
Samstundis segði Magni
Arge, at væntandi kann eitt
annað hvast horn rundast
komandi ár. Nevniliga at
Atlantsflog fer at flyta
ferðafólk nummar eina
millión samanlagt. Tí sum
er, hevur felagið flutt
920.000 ferðafólk, síðan
byrjað varð í 1988, segði
hann.
Ferðafólk nummar hundraðtúsund
Tollavgreiðslan á
flogvøllinum í Vágum
verður nú lættari.
Bæði hjá ferðafólki og
starvsfólki. Ferðafólk
velja nú sjálv, um tey
vilja fara eftir grønu
ella reyðu útgongdini
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
Vágar: Grønar og reyðar
útgongdir eru nú gjørdar á
flogvøllinum i Vágum. Tað
merkir smidligari tollav-
greiðslu, sum fer at merkj-
ast bæði hjá ferðafólkinum
og tollarunum á flogvøllin-
um.
Hesar grønu og reyðu út-
gongdirnar eru vanligar í
tollavgreiðslum aðrastaðni.
Og eisini á farstøðini í
Havn hevur hendan skipan
verið galdandi eina tíð, sig-
ur Kjartan Dam Joensen,
yvirtollari.
At tað ikki fyri langari tíð
síðan er gjørt á flogvøllin-
um, kemst av trongligum
hølisviðurskiftum. Men nú
hevur Statens Luftfartsvæ-
sen gjørt eina útbygging,
soleiðis at hetta er møgu-
ligt.
Her eftir skulu ferðafólk-
ini sjálv meta um, hvørt tey
hava eitthvørt at tolla ella
ikki. Tey, sum meta seg
hava tollskyldugar vørur
við, skulu so fara gjøgnum
reyðu útgongdina, meðan
hini, sum einki hava at
tollgreiða, fara gjøgnum ta
grønu.
Tað verður nú ikki so, at
tollararnir fara til hús
kortini. Teir skulu í fyrsta
umfari avgreiða tey, sum
venda sær til teirra, men
eisini taka stakroyndir av
teimum, sum fara gjøgnum
grønu útgongdina.
– Tí tá fólk hava valt út-
gongd, hava tey samstundis
sagt frá, um tey hava toll-
skyldurgar vørur ella ikki,
sigur Kjartan Dam Joensen.
Avdúkar so ein stakroynd
tollskyldugar vørur í við-
førinum hjá einum, sum fer
um grønu útgongdina, fell-
ur hamarin, og bót verður
útskrivað.
Royndirnar út Havnini
vísa, at tað lættir munandi
um, at fólk velja sjálv. Og
tær vísa eisini, at fólk sum
heild geva rætt upp, sigur
yvirtollarin.
Skipanin við reyðu og
grønu útgongdini á flog-
vøllinum byrjaði mikudag-
in.
Grønt og reytt á flogvøllinum
Í missiónshúsinum
Libanon í Sørvági
fara tey sunnu-
dagin at hava jóla-
sangløtu við fjøl-
broyttari skrá
SANGLØTA
Jólini verða sungin inn í
missiónshúsinum Liba-
non í Sørvági sunnu-
dagin klokkan 15.00.
Tiltakið byrjar við
innleiðing
og
bøn,
áðrenn rættiliga verður
farið at syngja.
Sangurin
verður
nógvur og frá fleiri
luttakarum. Fyrst veðru
felagssangur, og síðan
gongur upp á skift
millum
barna-
og
ungdsdómssangkór og
upplestur úr Nýggja
Testamenti.
Kórini, sum fara at
luttaka, eru barnakórini
í missiónshúsunum í
Sørvági, Miðvági og
Sandavági,
eins
og
streingjakóriðí Sørvági
eisini er við í tiltakinum.
Til
allar
seinast
verður, sum tað eigur
eina slíka løtu, kendi
jóalsálmurin »Gleðilig
jól« sungin.
ej
Jólasangløta í Sørvági
Onkrar umbyggingar eru gjørdar á flogvøllinum, so fólk sjálv velja, um tey fara gjøgnum grønt
ella reytt eftirlit. Samstundis eru nýggir viðførisvognar keyptir, sum Føroya Sparikassi, Føroya
Banki og Trygd hava sponsorerað
Mynd: Edvard Joensen
Magni Arge og Regin
Eikhólm, v.m. fegnast, meðan
hepni vinnarin, Vilbjørg
Eikhólm, ovfarin hyggur at
vinninginum, hon júst hevur
fingið sum ferðafólk nummar
hundraðtúsund hjá
Atlantsflogi í ár
Mynd: Edvard Joensen
Í tólvta tíma komu
ikki færri enn 15
broytingaruppskot til
3.viðgerð av fíggjar-
lógini fyri 2003, harav
13 komu frá andstøð-
uni. Men samgongan
stóð saman og feldi
øll uppskot frá and-
støðuni, áðrenn fíggj-
arlógin varð endaliga
samtykt.
FÍGGJARLÓG
Jón Brian Hvidtfeldt
So er fíggjarlógin endaliga
samtykt og endaliga av-
greidd frá løgtinginum.
Hetta kundi Edmund
Joensen,
tingformaður,
staðfesta, nakað áðrenn
klokkan fýra seinnapartin
mikudagin. Frammanundan
hevði formaðurin í fíggjar-
nevndini sum siður er
endað orðaskifti, áðrenn at-
kvøðugreiðslurnar.
Óli
Breckmann takkaði ting-
limum og landsstýrismonn-
um fyri fíggjarlógarar-
beiðið og undirstrikaði
samtíðis, at nú sjálv við-
gerðin er liðug, byrjar
tunga arbeiðið at føra fíggj-
arlógina út í lívið. Við hes-
um sipaði Óli Breckmann
millum annað til tær lógar-
broytingar, ið skulu fremj-
ast, fyri at játtanir kunnu
halda
Fíggjarlógin fyri 2003
javnvigar við stívliga 3,6
milliardum krónum. Yvir-
skotið er mett til 240 milli-
ónir krónur, og tá avdráttir-
nir av skuld landskassans
eru goldnir, leypa 90 milli-
ónir av.
Við 3.viðgerð høvdu
samgongulimirnir í fíggjar-
nevndini onkrar smávegis
broytingar til fíggjarlógar-
uppskotið, men hesar vóru
útreiðsluneutralar, tvs. at
peningur var fluttur av eini
játtan yvir á eina aðra.
Millum annað var ein hálv
millión tikin av játtanini til
fiskivinnumenning á landi,
og í staðin skulu pengarnir
brúkast til trygdarskeið hjá
sjómonnum.
Men meðan samgongan
stórt sæð helt fast við síni
egnu tøl frá 2.viðgerð, so
hevði andstøðan ikki færri
enn 13 broytingaruppskot
til 3. viðgerð. Millum ann-
að varð skotið upp at halda
fast við upprunaligu játtan-
ina til landssjúkrahúsið og
til Klaksvíkar sjúkrahús.
Játtanir, ið samgongan hev-
ur skorið við ávíkavist 8,3
milliónum og 2,25 millión-
um. Eisini mælti andstøðan
til at seta tilsamans níggju
milliónir á aftur játtanina til
fólka- og fyritíðarpensjónir
– játtanir, ið samgongan
hevur skorið við tilsamans
25 milliónum krónur. And-
støðan mælti til at seta seks
milliónir krónur aftur á
játtanina til stuðul til uppi-
haldspening, ið samgongan
hevur strikað. Andstøðan
mælti til at játta eina milli-
ón afturat á kontoini til
stuðul til ávísar pensjonist-
ar, nú sjónvarpsgjaldið er
so nógv hækkað.
Men samgongan stóð
saman og feldi øll broyting-
aruppskotini frá andstøð-
uni. Eingin slingur í valsin-
um var at hóma, tá trýstast
skuldi á atkvøðuknøttarnar,
og øll andstøðuuppskotini
vóru feld við 17 atkvøðum
ímóti og 15 fyri.
Settu spurnartekin
Eisini undir 3.viðgerð settu
tinglimir, bæði úr sam-
gongu og andstøðu, spurn-
artekin við, hvørt talan yv-
irhøvur er um eina realist-
iska fíggjarlóg, ið fer at
halda. Í fleiri førum varð ivi
sáddur um játtanir og met-
ingarnar av inntøkum og
útreiðslum fara at halda,
ella um neyðugt verður við
eykajáttanum. Eisini eftir-
lýstu tinglimir, serliga úr
andstøðuni, tann nógv um-
rødda skattalættan, ið ikki
sæst aftur á fíggjarlógini,
hóast avleiddu meirinntøk-
urnar av honum eru settar
til 10 milliónir krónur í
fíggjarlógini fyri 2003.
Fíggjarlógin endaliga samtykt
Samgongan stóð saman, tá
atkvøðast skuldi um
fíggjarlógina við 3.viðgerð
mikudagin. Sjálvur hevði
meirilutin bara smávegis
broytingar, ið vóru
samtyktar, meðan øll 13
broytingaruppskotini hjá
andstøðuni vóru feld.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6