fríggjadagur 20. desember 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
hetta fyri mær. Far tú bara inn í
Koksið og fá tær ein annan køtt.
Har eru fleiri hundrað! Nei, ikki
vildi eg tað.
Karis, báturin hjá Símuni á
Hellunum, sigldi norðum í
kvøldarmyrkrinum. Kettan sat
frammi í skut og lurtaði eftir
alduskvatlinum og visti lítið og
einki um hesa løgnu ferð, sum
hon óviljað var farin undir. Hon
var rænd. Ofta hevði hon fingið
at vita frá mammu síni, at
menniskjað var ónt. Hetta mátti
hon ásanna.
Menninir á bátinum sótu í
sissheimi, meðan teir sigldu
norður um. Onkur sat og hálv-
svav, eitt sindur túraður av út-
róðri. Klárt var í veðrinum og
skyggjísurin glitraði í homrunum
í hvøldarmyrkinum. Knappliga
fer kettan at ressast í skutinum.
Mjavar - ikki sum køttar flest,
men mjavini eru eym og í eini
fastari rytmu. Tá letur í einum av
monnunum í bátinum: "Hetta
minnir meg nógv um sjongin frá
Sputnikki." Við eitt leyp køttur-
in upp á ein bekk og fór at mæla
um seg sjálvan. Hann reisti seg á
bakbeinini og klóraði ímóti
himmalhválvinum í ein land-
synning. Menninir á bátinum
hugdu upp og sóu eitt skyggjandi
tinnuljós fara eftir himmal-
hválvinum. "Hatta má vera Sput-
nikk!" Og køtturin á bekkinum
segði: "Ja" (mjav) á kettumáli.
Tøgnin ráddi í bátinum, meðan
jarnhylkið hjá russum fór um
hválvið høgt uppi. Kettan var
farin fram í rong og sat upp við
ennispónin og helt um stavnin,
eins og ein stavnamaður, skim-
aðist og læt við halanum. Kall-
urin á Kalsoynni bleiv næstan
livandi. Hann reistist úr tí bláa
havdýpinum og lyfti seg upp til
skýggja í aldargomlum sjóði av
aldudragi og dropavatni, ið
seyraði um syllar og røkur.
Útróðrarmenninir hildu hetta
vera ódámligt. Teimum líktist
einki atburðin hjá hesari kettu og
grímuta hamin, ið Kallurin hevði
hetta kvøldið. Onkur meinti, at
teir skuldu beint fyri kettuni, tí
hon hevði mannavit og boðaði
frá ófrættum.
Tað var óunniligt at fara
norðurum við einum køtti í
bátinum sum fylgisneyta og
einum fylgissveini í erva. - Vit
liva í síðstu tíð. Tekin skulu vera
í sól og mána, segði onkur á
bátinum. - Hvat annað er hetta
uttan tekin? Hetta boðar ikki frá
nøkrum góðum.
Komnir um Nestanga, sóust
tey fáligu ljósini frá Oyndarfirði
pulka sær á firðinum. Hvíti
skjøldurin á kirkjuni var í
spegilsmyndini innast við.
Lygnirnar í aldudragnum togaðu
í ljósið og skjøldurin, og fingu
tey at krúpa fram við fjøru og
fjørukant sum penslastrok í
einum málningi. Nærri komið
var Hellunum, lá glámlýsið og
kíndi váta grótinum undir Rók-
um og Rustini, men menninir á
Karis vóru so meinkunnigir um
hesar leiðir, so hetta bilaði ikki.
Kettan hevði lagt seg í føvningin
á einum av monnunum og lá nú
og spann. Hon hevði tað fjálgt og
var nøgd við ta nýggju tilveruna.
Hon var farin í útlegd.
Adventin á Hellunum var bæði
friðarlig og hátíðarlig. Ketturnar
og frensarnir vóru í jólahýri.
Gingu og erpaðu sær fyri tí
nýggja køttinum og hildu hann
vera eitt sindur undarligan, tá ið
hann hvørt kvøld stillaði seg
niðan í bøin, mól í klingur, reisti
seg á bakbeinini og hugdi í ein
landsynning. So við og við fóru
allar kettur og allir køttar á
Hellunum at gera tað sama. Ikki
vistu teir, hví teir gjørdu hetta,
men teir hildu hetta vera stuttligt
og eitt nýtt spæl. Í ovfarakæti
slerdu hellukøttarnir ring um
tann nýggja felagan, sum var
komin til bygdina, og kvóðu eitt
frensakvæði um kappar og brøgd
hjá einum frensi, ið var ættaður
úr Sebir. Fólk bitu merki í, at
køttaatferðin var vorðin ein
onnur upp undir jól á Hellunum
1957. Tey vaksnu hildu hetta
vera ódámligt og boðaði ikki frá
nøkrum góðum; men børnunum
hóvaði væl kettulívið og tóku til
sín kettukeipurnar sum eina góða
uppliving, nú jólini nærkaðust
gørðunum.
Kettan hevði tað gott. Hon var
komin millum frændur. Símun á
Hellunum var Sonur Jákup
Deciderius, sum var abbabeiggi
kettuhúsbóndan í Fuglafirði.
Jákup var vorðin ússaligur og lá
mest sum og dró, men jól vóru
hóast tað hildin á Hellunum. Her
var stákan til jóla. Jólaaftan varð
dansað um jólatræið í skúlanum.
Her sluppu frensar og køttar ikki
upp í part, men kundu standa
uttanfyri og kaga inn ígjøgnum
gluggan og síggja glæmuna frá
ljósinum á jólatrænum spæla sær
á andlitunum á teimum glaðu
børnunum. Køtturin hjá mær
gloymdi ikki fylgissveinin úti í
rúmdini. - Dælt er manni vitandi
orð, hugsaði køtturin. Nú vóru
tað ikki orð, ið komu úr rúmdini,
men ljóð. Kettan skilti væl hesi
ljóð og vildi ikki hava tað sitandi
á sær, at hann gloymdi rúmdar-
hylkið úti í rúmdini, men fór
niðan í bøin - undir Guldbrands-
hellið og dansaði sín jóladans í tí
Sputnikk í klárum veðri á kvøldi
fór eftir himmalhválvinum um
Djúpini og Oyndarfjørð, meðan
børn og vaksin sungu vakrar
jólasálmar í skúlanum. Tá ið
jólalesturin varð lisin, vóru jólini
komin at durunum, og børn og
vaksin hildu jól. Fuglfjarðar
køtturin hevði jóladagar hjá
skyldmanninum, Símuni, um
jólini á Hellunum.
Jákup Deciderius, abbabeiggi,
slóknaði 25. des. 1957. Sum sagt
hevði eg fingið at vita, at jóla-
kettan hjá mær var endað á
Hellunum. Faðir og Petur Jacob,
pápabeiggi, tosaðu um at fara
yvir á Hellur at fylgja Jákup
Deciderius til gravar. Eg vildi
sleppa við.
Gott vetrarveður var henda
dagin, ið jarðarferðin skuldi
vera. Fleiri fuglfirðingar fóru á
Skarðið til Hellurnar at fylgja.
Vit fóru tíðliga frá húsum fyri at
hava góða tíð og vitja skyldfólk
fyri jarðarferðina. Petur Jacob og
pápi fóru inn til Petur fyrst. Teir
vóru systkinabørn, og høvdu
abbi, Thomas Jóhan og bróðirin,
Framhald av síðu 5
Jákup Deciderius, verið so sera
væl. Petur var eitt so sera gott
fólk. Hann var einkjumaður og
hevði konu úr Leirvík. Hon æt
Atlanta og var systir konu Sím-
un, sum æt Helga. Petur og
Atlanta untust bert fýra ár sam-
an, so doyði hon, men fjálgt var
altíð inni hjá hesum mentaða
manni, eisini henda morgun,
hóast sorgin nívdi, var hugnaligt
undir bitunum hjá Peturi. Marin,
systir Petur, helt hús við honum.
Eg kundi ikki bara mær, men
mátti spyrja Petur eftir kettuni -
Jú, tað veit eg at siga tær. Hon
hevði tað gott. Hon var í góðum
hondum. Símun hevði tikið sær
av henni. Hon hevði jóladagar.
Sjálvandi var eg komin at fylgja
abbabeiggja til gravar, men eg
mátti fáa fatur á kettuni. Faðir,
Petur Jacob og Petur høvdu so
nógv at práta um og fullu teir í
prát um skyldskap og gamlar
dagar.
Eg sníkti meg útum fyri at
vita, um eg sá elskuligu kettu
mína. Kavin var so reinur og
feimur, og vældæmt vetrarljós
kreyp húsanna millum. Fór spák-
andi oman ígjøgnum bygdina og
hugdi undir hjallarnar á leiðini.
Boygdi meg niður og kiskaði
undir hvørjum hjalli, eg kom
framvið. Fólk hildu meg vera
løgnan, og onkur spurdi meg,
hvat eg gjørd? Eg svaraði, at eg
var komin at fylgja abbabeiggja
til gravar. Jú, dekanfari ikki kom
kettan undan einum av hjøllun-
um og leyp í føvningin á mær.
Hetta var ein gleðilig stund,
hóast sorgin nívdi. Eg fór beina
leið til Símun við kettuni og
segði mína søgu. Símun smíltist
og mælti: - Eigur tú kettuna,
skalt tú fáa hana við tær aftur til
Fuglafjarðar. Lat okkum goyma
hana í kjallaranum, til tit fara
yvir aftur. Kettan búleikaði í
kjallaranum og hevði havt tað
gott. Nú skuldi útlegdin fáa ein
enda.
Eftir ervið fóru pápi og eg
heim til Oyndarfjarðar at vitja
skyldfólkið í móðurættina. Vit
fóru um brúnna við Heljareygað
í Laksá, millum Duris og Klettar,
tóku okkum niðan á koyrivegin,
og gingu vit fet fyri fet heim til
Oyndarfjarðar - heim í Ansa-
stovu.
Kettuna høvdu vit í eini papp-
eskju, men ikki var hetta
gamansleikur, serliga tá ið vit
komu til Heljareygað, tá kom
rimpilsi á hana, og vildi hon
sleppa út úr hesum búri. Har var
einki at gera. Hon ragjørdi niðri í
eskjuni og vildi skræða alt fyri
sær. Hon leyp yvir á brúnna og
fór at mala og dansa sín løgna
rúmdardans. Yvir Heljareygað lá
tann blái ísur, og himinin var
heiður. Faðir dámdi einki henda
sjónleik, tí íbygt var ímillum
Duris og Klettar. Myrkt var, og
bláliga lýsið frá skyggjísinum í
homrunum og Heljareyga fekk
alt upp at darta. Eg segði við
faðir. - Hygg upp í loft, pápi!
Hygg, sært tú ikki Sputnikk,
hvar hann fer! - Jú, sanniliga
síggi eg hann! - Ja, kettan fer at
valsa - ella at dansa ein dupultan
reynlendara, tá ið Sputnikk fer
um himmalhválvið yvir Føroy-
um, segði eg.
Vit stóðu har á brúnni og
eygleiddu fylgissveinin, meðan
jólakøtturin dansaði sín ser-
merkta kettudans. Hesa skammu
stund stóðu vit sum lamslignir.
Eitt veikt endurskin - ein veik
glæma frá fylgissveininum fór
um bláísin í Heljareyganum, so
heljardýpið undir brúnni og í
rúmdini var so djúpt, at hug-
flogið ikki rakk á botn í tí bláa
dýpinum.
Glæman av Sputnikki hvarv
undir brúnni, í tí hann fór um
Hjarðardalstind. Tá hetta hendi,
stóð kettan still eina løtu. Toygdi
seg upp og vildi sleppa upp á
tindin og gera eitt lop haðani upp
á fylgissveinin. Hetta var hon
ikki før fyri, hóast hennara vit
var ikki av hesum heimi. Kettan
kom til okkara og kíndi okkum
um øklarnar. Tók hana, legði
hana í eskjuna, og vit fóru víðari.
Eg helt ondini, meðan vit
gingu millum Duris og Klettar.
Hoyrdi at onkur stákaðist inni í
klettunum. Kettan lá so músastill
í eskjuni. Pápi gekk frammanfyri
og eg aftaná, men her ruggaði
ikki alt rætt. Knappliga kom ein
allogin armur út úr hellinum og
rætti seg eftir eskjuni. Eg kipti
eskjuna til mín og helt fast um
elskuligu kettu mína, hon skuldi
ikki dragast inn til teir fornisku.
Bleiv hon tað, kom hon ongan-
tíð aftur. Bratt er eystaru megin
Duris og Klettar, fór sum eitt
fok sendandi oman eftir kavan-
um í løkin, ið rennur dygst við.
Faðir stóð í skellilátri ovast uppi
við eini ær við síðuna av sær. Vit
eiga trý frælsi í Skarðhaga og ein
av ónum, sum um summarið lá á
Lakshamri, var niðri við Laksá
hetta kvøldið og hevði fingið
ferilin av okkum. Hon elti okk-
um og hamaðist uppi á mær,
meðan gingið varð millum Duris
og Klettar. Kaldasveittin spríkti
út um meg av hesi hending, men
at tað var Hvíta, ið lá á Laks-
hamri, sum hevði naskast uppi á
mær, hevði eg ikki droymt um.
Huldisligt er um hesar leiðir um
kvøldið, og alt verður øðrvísi,
trølsligt og hamskift. Sjálvt ein
ær kann blíva til eitt huldufólk.
Eg var ikki álvuligur, tá ið vit
trinu inn um gáttina í Ansastovu.
Omma var uppi og Mia við. Tær
vóru bæði blíðar og týðar, og
fingu vit ein góðan drekkamunn.
Hetta var upp undir songartíð.
Dagurin hevði verið langur og
fyltur við uppliving millum kross
og hosu - lív, deyða og grøv. -
Nú, lukka, hevur tú eina kettu
við tær, so lukka. Hon kann
liggja undir komfýrinum í nátt,
segði omma. Mia og omma
fingu søguna at vita um kettuna,
og grinu tær so hjartaliga at
hesum. Kettan hevði lagt seg
framman fyri komfýrin. Lá og
slotaði, lyfti øðrum eyganum á,
hugdi yvir at okkum, og lá undir
hvørjum orði. - Hvussu eitur
kettan? spyr Mia. - Hon eitur
einki! - Hon minnir nógv um
Sputnikk. - So, ger hon tað. -
Hugsi at Dunga Oluffa verður í
ørviti, tá ið hon sær kettuna.
Hon hevur gingið út og inn her í
fleiri dagar, skrifta og formana
okkum. .. Og det skal ske i de
sidste dage... og jeg vil lade ske
undere på himmelen.... Solen
skal forvandles til mørke og
månen til blod, førend Herrens
store og herlige dag kommer.
Sær hon hesa kettu og fær at vita
hon minnir um Sputnikk, skal eg
siga tær kann hon gera bart. Hon
hevur meylað um Sputnikk í
fleiri dagar og heldur, at jørðin
gongur til grundar í morgin. Tá
ið hon hoyrir ljóðini frá Sput-
nikki í útvarpinum, sæst bara tað
hvíta í eygunum á henni. Hon
verður fjar, melur um seg sjálva
og gevur nøkur óskiljandi ljóð
frá sær, sum ikki mannavit
kemur at. Omma tín sigur bara:
Alt hvad jeg må lide, lad mig
ikke miste mit forstand. Dunga
Framhald á síðu 8
C
M