fríggjadagur 20. desember 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 20. desember 2002
9
Systrar gerast frøðingar
Føroyar fáa nýggja
útbúgving í sjúkra-
røktarfrøði. Løgtingið
hevur samtykt skipa
fyri nýggjari útbúgv-
ing, sum gevur sjúkr-
arøktarfrøðingum
bachelor-heiti.
Sjúkrasystraskúlin
skiftir navn til Sjúkra-
røktarfrøði-skúlin
SJÚKRARØKT
Ingi Rasmussen
Sjúkrasystrarnar eru um at
fara í søguna, og í staðin
fáa vit sjúkrarøktarfrøð-
ingar.
Orsøkin er, at útbúgving-
in verður løgd um, so hon
samsvarar við tær í okkara
grannalondum. Á skúlan-
um, sum nú eitur Sjúkra-
røktarfrøðiskúli
Føroya,
fær sjúkrarøktarfrøðingur
bachelorheiti í røktarfrøði –
Bachelor of Science in
Nursing.
Hetta merkir í stuttum, at
førleikakrøvini verða økt,
og at skúlin fær støðu sum
hægri lærustovnur. Sum
hægri lærustovnur kann
skúlin fáast við vísindaliga
gransking í evnum, sum
hava við heilsuvísindi at
gera.
Mentanarnevndin
hjá
løgtinginum viðgjørdi upp-
skotið um nýggju útbúgv-
ingina, og hon gjørdi vart
við, at tað var óheppi, at
fleiri
útbúgvingastøð
í
Føroyum fáa myndugleika
at útvega nýútbúnum bach-
elor-heiti. Mest natúrligt er,
at Fróðskaparsetur Føroya
sum
granskingarstovnur
fær hendan myndugleika,
og tí mælti nevndin til, at
skipað verður fyri sam-
starvi millum Sjúkrarøktar-
frøðiskúlan
og
Setrið.
Endamálið er at geva Fróð-
skaparsetur Føroya BS-
myndugleika hjá teimum
nýútbúnu frá Sjúkrarøktar-
frøðiskúlanum.
Uppskotið er lagt fram og
samtykt í løgtinginum, tí
skúlamál eru yvirtikin frá
Danmark. Nú verður skúlin
sostatt skipaður eftir før-
oyskari lóg, og innihaldið í
undirvísingini verður ásett
við kunngerð við heimild í
lógini.
Innihaldið og krøvini fara
at líkjast teimum, sum eru í
øðrum Norðurlondum.
Ginur fingu álitisváttan
Teir fýra tingmennin-
ir, ið gingu saman um
at lækka játtanina til
Leikpall Føroya næsta
ár, vóru niðurstemm-
aðir av øllum hinum
tingmonnunum.
Ginusøgurnar, sum
alt rokið stóðst av,
fingu sostatt eina
dygga álitisváttan
GINUTING
Ingi Rasmussen
Nógv umrøddu Ginusøgur-
nar hjá Grímu eru farnar
sanna sigursgongd um alt
landið.
Tær hava fingið eina
sjáldsama góða móttøku, tí
eini 5.000 fólk hava sæð
leikin.
Men tað er ikki øllum,
sum dámar leikin, og í løg-
tinginum hevur móttøkan
ikki bara verið góð. Ginu-
søgurnar vóru í øllum før-
um ein atvold til, at fýra
løgtingsmenn – ein úr Mið-
flokkinum, ein úr Javnaðar-
flokkinum og tveir úr
Fólkaflokkinum – løgdu
uppskot fyri løgtingið um
at skerja játtanina til Leik-
pall Føroya við 400.000
krónum. Landsstýrið hevði
annars longu skotið upp, at
Leikpallur Føroya skuldi
hækka úr 2,8 milliónum
krónum upp í 3,2 milliónir
krónur komandi ár.
Men uppskotið hjá ting-
monnunum, sum vóru Jenis
av Rana, Gerhard Logn-
berg, Jógvan á Lakjuni og
Jákupi Mikkelsen, fall so
logandi. 28 tingmenn- og
kvinnur atkvøddu nei til at
skerja Leikpall Føroya, og
bara fýra atkvøddu fyri.
Sostatt vóru tað bara teir
fýra
uppskotstillararnir,
sum ræddust ginuávirkan-
ina á føroyska leiklist. Og
ginurnar og Leikpallur Før-
oya fingu eina dygga álitis-
váttan.
Óvanlig umrøða
Ginurnar
fingu
annars
sjáldsama nógva umrøðu av
tingsins
røðarapalli,
tá
fíggjarlógin fyri 2003 var
til triðju og endaligu við-
gerð. Mest sum øll, ið tóku
orðið í viðgerðini, sum tók
tríggjar tímar, høvdu Ginu-
søgurnar á lofti.
Uppskotstillararnir søgdu
ikki so nógv ítøkiligt um
innihaldið í leikinum, helst
tí teir ikki hava sæð hann.
Men tað vóru nøkur, sum
høvdu sett seg inn í málið.
Heðin Mortensen spurdi
beinleiðis, um uppskotstill-
ararnir yvirhøvur høvdu
sæð leikin, men hann fekk
onki svar. Sjálvur hevði
hann sæð leikin og segði
hann vera áhugaverdan við
nógvum góðum og sigandi
søgum.
Páll á Reynatúgvu segði
seg eisini hava sæð leikin,
sum hann helt vera eina-
standi væl leiktan og bæði
viðkomandi og upplýsandi
fyri øll.
Kaj Leo Johannesen hev-
ur eisini sæð leikin, og segði
tær snúgva seg um kvinnu-
lagnur, sum eisini finnast í
Føroyum, hóast onkrir ting-
menn avnokta hesum.
Ein orsøk
Umrøðan snúði seg nógv
um, hvørt løgtingið skal
blanda seg uppí, hvørjir
leikir skulu setast upp á
Leikpalli Føroya.
Jenis av Rana førdi fram,
at hann sjálvur ikki hevði
nevnt Ginusøgurnar við
einum orði, tá hann skeyt
upp at lækka játtanina, men
viðgekk í somu vending, at
tær vóru ein orsøk til
uppskotið.
– Eg vil ikki forða nøkr-
um í nøkrum. Tey kunnu
framleiða, og fólk kunnu
hyggja so galið, tey vilja.
Vit eiga bara ikki at stuðla
slíkum, segði Jenis av Rana.
Men
Ginusamgongan
fall. Løgtingið helt fast við
upprunaliga játtanina, og
Leikpallur Føroya varð ikki
skerdur av ginuávum.
Kasta ljós á grindadráp
Vit eiga at kortleggja,
hvørjar avleiðingar
grindadráp hevur fyri
føroyskan útflutning.
Tað heldur Jan Mort-
ensen, stjóri í Vinnu-
húsinum. Hann sigur,
at trupulleikin bara
vindur upp á seg, og
at franski marknað-
urin nú eisini setir
føtur í spenni
GRINDADRÁP
Ingi Rasmussen
Grindadráp er ein kleppur
um beinini, tá føroyingar
skulu selja og marknaðar-
føra sínar vørur uttanlands.
Tað ásannar Jan Morten-
sen, stjóri í Vinnuhúsinum,
sum kennir væl til trupul-
leikarnar, sum vóru ávístir í
Sosialinum í gjár.
Stjórin í stóru altjóða
fyritøkuni SN Global, Carl
á Lag, førdi fram, at føroy-
ingar hava so ringt orð á
sær uttanlands, tí vit drepa
grind, at tað er nærum
ógjørligt at selja stórum
handilsketum lidnar før-
oyskar vørur, so sum laksa-
portiónir.
Avleiðingin verður, at
laksavirkini í Føroyum fáa
ikki ment seg, tí fiskurin
verður seldur sum rávøra í
staðin, og arbeiðspláss fara
fyri bakka.
Vindur upp á seg
Jan Mortensen sigur, at
hetta er ein gamal trupul-
leiki, men hann vindur bara
upp á seg. Áður hava tað
verið stóru handilsketurnar
í Onglandi og Týsklandi,
sum hava útihýst føroying-
um, men nú er sama rákið
komið Fraklands.
– Trupulleikin er, at stór-
ar handilsketur hugsa kalt
og kyniskt, og tað skulu tær
eisini gera. Kunnu tær fáa
somu vøru onkra aðra-
staðni uttan vanda fyri at
koma í ringt orð, so keypa
teir hana heldur har, sigur
Jan Mortensen.
Smá og viðbrekin
Spurningurin er so, um vit
eiga at gevast at drepa
grind, tá valið stendur mill-
um at selja lidnar fiskavør-
ur uttanlands ella at fáa
grindina til høldar.
– Føroyingar vilja drepa
grind, men vit eiga at hugsa
um tað, og gera okkum
greitt, hvat vit eru uppi
ímóti. So kunnu vit taka
støðu út frá tí, sigur Jan
Mortensen.
Politikkurin
hevur
í
mong ár verið at føra prógv
fyri, at grindastovnurin ikki
er hóttur, og at vísa á, at
veiðihátturin er batnaður
nógv. Men hetta rínur ikki
við stóru handilsketurnar.
– Trupulleikin er, at vit
eru so smá og viðbrekin.
Tað er stutt síðan, at vit tos-
aðu við ALDI (týsk handils-
keta, blðm.) um hetta. Tey
brúka eitt lættkeypt argu-
ment, og bíta ikki á mót-
prógv. Um tey vóru konse-
kvent, so keyptu tey heldur
ikki t.d. spanskt vín, tí span-
iólar drepa tarvar til stutt-
leikar. Munurin er, at vit eru
lítil og kunnu verast fyri-
uttan, sigur Jan Mortensen.
Leggja kort
Tað eru marknaðarkreftir-
nar, sum ráða, og tí kunnu
vit heldur ikki ráða, hvat
onnur skulu gera, er niður-
støðan hjá stjóranum í
Vinnuhúsinum. Hann mæl-
ir til, at ein kanning verður
sett í verk, har ljóskastarin
verður settur á grindadráp
og avleiðingarnar fyri okk-
ara útflugningsvinnu.
– Spurningurin er, um
hetta nakrantíð er kannað
ordiliga. Vit hava ongantíð
fingið lýst út í æsir, hvørjar
avleiðingar tað hevur fyri
okkum, at vit halda fast við
at drepa grind. Vit eiga at
kortleggja trupulleikan, so
vit hava eitt felags støði at
taka støðu út frá, sigur Jan
Mortensen.
Grindadráp ella útflutningur av lidnum vørum. Vit eiga at gera okkum greitt, hvat samband er
millum hesi, heldur stjórin í Vinnuhúsinum.
9
8
Nr. 245 - 20. desember 2002
Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur
nú givið út bókina
Mín Jólabók 2002
ÚTGÁVA
Ingrid Bjarnastein
Hetta er bók nummar 52
í røðini av jólabókunum.
Mín jólabók kom út á
fyrsta sinni í 1950, og
hon er síðani komin út á
hvørjum ári uttan í 1958.
Tað er Tanya Joensen,
sum hevur myndprýtt
bókina.
Í jólabókini eru bæði
nýskrivaðar og týddar
søgur. »Sherlock Holmes
klubbin fær vitjan úr
Danmørk«, »Summarið
hjá Sáru og Sannu«,
»Prinsurin og krokodill-
an« og aðrar søgur kunnu
nevnast sum nakrar av
søgunum. Rithøvundar,
sum nevnast kunnu eru
Lydia Didriksen, Kristina
Djurhuus, Maud Heine-
sen, Kjartan Stakksund
og mong onnur.
Eisini eru fleiri yrk-
ingar við í bókini sum
vant. Tvey ævintýr eru
eisini partur av bókini,
og tey eru týdd.
Mín jólabók 2002 er
123 blaðsíður, heft og
kostar 70 krónur í bóka-
búðunum. Hon er um-
brotin, prentað og heft á
Pf. Einars Prent.
Jólabókin komin
Nú hevur Bókadeild Før-
oya Lærarafelags givið 52.
jólabókina út
Fløktir føtur eru
heitið á nýggjum
yrkingasavni, sum
Jónley á Løgmansbø
hevur skrivað
ÚTGÁVA
Ingrid Bjarnastein
Annað yrkingasavnið hjá
Jónley á Løgmansbø er
nú komið í handlarnar.
Tað ber heitið Fløktir
føtur.
Jónley, ið lesur til lær-
ara, gav fyri trimum ár-
um síðani út fyrsta
yrkingarsavn
sítt
»Á
dreymaferð«. Hon sigur í
tíðindaskrivi, at henni
hevur altíð dámað væl at
skriva.
Kápumyndina
hevur
Jónley sjálv gjørt, og
yrkingarsavnið er prent-
að hjá Hestprent.
Í bókhandlunum kostar
40 síður langa savnið 100
krónur.
Yrkingasavn
útgivið
Jónley á Løgmansbø hevur
útgivið yrkingasavnið
Fløktir føtur
50. bók av Fróðskap-
arritum er nú komin.
Í ár hevur Føroya
Fróðskaparfelag 50 ár
á baki, og í sambandi
við 50 ára haldið, er
eisini 50. bókin av
Fróðskaparritum
komin
ÚTGÁVA
Ingrid Bjarnastein
Fróðskaparrit royna eftir
besta førimuni at fylgja við
nýggju tíðini, og frá bók
nummar 50 kunnu høvund-
arnir taka serprent teirra
niður um alnetið og senda
greinarnar runt knøttin.
Samstundis er ein gáva frá
Føroya Landsbókasavni til
Føroya Fróðskaparfelag á
50 ára degnum talgilding
av øllum 50 bókunum, og
verður arbeiðið ætlandi
liðugt summarið 2003.
Fróðskaparrit 1-50 hava
verið fíggjað av Mentunar-
grunni Føroya Løgtings, og
hevur
Maud
Heinesen,
skrivari í Føroya Fróðskap-
arfelag síðani 1963, skrivað
søguna aftanfyri og sam-
starvi við grunnin.
Fróðskaparrit 50. bók er
169 blaðsíð-
ur. Haldara-
gjaldið
er
165 krónur
um árið. Í
l ey s a s ø l u
kostar ritið
195 krónur.
JÓL
Ingrid Bjarnastein
Í Hæddini í Runavík lat upp
í gjár jólacafé. Henda ca-
féin fer at hava opið fram til
22. desember frá klokkan
16 – 22. Her ber til at keypa
sær rís a la mande og
holukøkur við einum heit-
um kaffimunni.
Hvørt kvøld frá klokkan
19 verður livandi tónleikur
á
skránni.
Hóskvøldið
undirhalda Søren, Hjalti og
aðrir, Fríggjakvøldið Mo-
rid, Maria, Joan og fleiri.
Leygarkvøldið syngur ein
gentubólkur við Duritu,
Drós og Ester, og sunnu-
kvøldið verða Søren, Hjalti
og hinir aftur at hoyra.
Tað eru Mentanarhúsfe-
lagið og Pensionistafelagi,
sum í ár bjóða øllum inn á
gólvið til ein heitan kaffi-
munn og livandi tónleik
eftir ein huglaligan inn-
keypstúr í Handilsmiðdepl-
inum í Runavík.
Í Álandi hava tey gjørt
eina tónleikaverkætlan
við 20 unglingum, sum
hava gjørt teirra egnu
sangir. Nú vilja tey
hava føroyskar næm-
ingar at atkvøða um,
hvør sangur, sum
gjørdur er, er bestur
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Stjórin í Norðurlandahúsin-
um í Álandi, Stefan Simon-
sen, sóknast eftir før-
oyskum skúlanæmingum.
– Eg vil fegin hava sam-
band við nakrar føroyskar
skúlaflokkar við næming-
um sum eru 13-16 ára
gamlir. Vit hava gjørt eina
lítla tónleikaverkætlan her í
Álandi, har umleið 20 ung
hava gjørt teirra egnu
sangir við hjálp av einum
íslendskum rokktónleikara,
sigur Stefan Simonsen.
Sangirnir eru lagdir út á
alnetið. Stjórin í álendska
norðurlandahúsinum
vil
fegin hava, at teir næming-
ar ella flokkar, sum vilja
vera við, fara inn á heima-
síðuna
www.radiotv.aland.fi fram
til 22. desember, lurta eftir
teimum ymsu sanginum, og
atkvøða um, hvønn sangin
tey halda er bestur.
Heimasíðan hjá
popp-stjørnuni
Brandur Enni verður
nú javnan dagførd, og
gevur hetta
møguleika til øll tey,
ið ynskja tað at fylgja
við tí, sum hendir
INTERNET
Ingrid Bjarnastein
Øllum teimum, ið dámar
tónleikin hjá unglinginum
Brandur Enni, kunnu nú
fylgja við øllum, sum fer at
henda í næstu framtíð.
Heimasíðan
www.brandurenni.com
verður nú javnan dagførd,
og til ber at síggja, hvat fer
at henda.
Til dømis fer Brandur
skjótt til Íslands at syngja
saman við Jóhonnu Gúðr-
un, sum fyri stuttum var í
Føroyum, og Waiting in the
Moonlight kemur fyrst í
næsta ári eisini út sum
stakfløga í Danmark.
Skipað verður eisini fyri
kappingum, har til ber at
vinna eina ferð til Íslands,
tá Brandur og Jóhanna
Gúðrun skulu syngja. Og
eisini er møguleiki fyri at
sleppa út at eta við Brandi.
Harumframt er eisini bio-
grafi, internethandil og
nógv, nógv annað. Ein
brævakassi er eisini til
tann, ið hevur hug at seta
seg í samband við unga
tvørámannin.
NÝGGJÁR
Ingrid Bjarnastein
Aftur í ár skipar nýggj-
ársnevndin í Runavíkar
Kommunu fyri felags
nýggjárshaldi fyri íbúgv-
unum
í
kommununi.
Byrjað verður klokkan
23.00 við kyndlagongu
frá Rókini og inn á
nýggja
havnarøkið.
Nýggjársrøðan
verður
hildin á miðnátt, og stóra
bálið verður tendrað.
Harafturat verður skipað
fyri felagssangi og fólk
fáa høvi til at skjóta sítt
egna fýrverkarí. Nevndin
heitir á fólk um at brúka
trygdarbrillur og stativ-
ini, ið verða sett upp til
endamálið.
Orkestrið Brak, sum er
sett saman av lokalum
tónleikarum, sælir til
nýggjársdans í høllini
klokkan eitt. Ætlanin er
eisini at gera eitt sindur
burturúr, fyri at fáa
høllina so hugnaliga sum
møguligt.
Nýggjárið hátíðarhildið
í Runavík
Fylg við
Brandi Enni
Føroysk skúlabørn skulu atkvøða
Jólacafé í Hæddini
Fimmti ár við
Fróðskaparritum
50. bók av Fróðskaparritum er nú komin
C
M
Y
K
8