Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. desember 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 Oluffa raknar við aftur og fer á dyr hvørja ferð. Eg vóni, at Niels Juul ikki fer at spæla hetta oftari, tí so endar hetta galið. Eg mátti geva Miu mostur rætt í hesum, tí køtturin hjá mær var sum Dunga Oluffa. Hann tosaði ikki um heimsins undirgang, men rúmdardansurin, hann hevði fyri, minti nógv um tann dansin, sum omma og Mia høvdu sæð Dunga Oluffu gera. Nei, best var at fara undir rekkjuvágina og hylja upp um høvur og lata kettu vera kettu, og Dunga Oluffu vera Dunga Oluffu. Vit vóru náttlagdir í Oyndar- firði. Faðir og eg svóvu niðri á Kamarinum, sum tað eitur á Ansastovu málinum. Kettan lá undir komfýrinum og spann. Hon droymdi um sínar dagar í útlegd á Hellunum, og skilti ikki rættiliga, hví hon var endað í Oyndarfirði, um hetta var partur av útlegdini, ella hon skuldi vera her alla ævi sína. Undir hesum bitum var mikil skaldskapur. Kvistarnir undir væðingini vóru teir somu, sum høvdu talað til móðir í hennara barna- og ungdómsárum. Teir vóru ikki broyttir, og ikki kundu orð setast á Dunga Oluffu, at hon var broytt. Fólk í bygdini søgdu, at hon var bara fongd við einum illum anda eftir at Sputnikk var farin at mala um jarðarknøttin. Hon var so prestatrúgv, at tað fór prestur at vinda úr henni. Niðri á Kamarinum var sera svøvnligt. Kvistarnir hugdu at tær við blíðmæltum eygum, lótu seg ikki ávirka av tíðarandanum, men høvdu ein frumanda í sær í kropp og sál, sum gyklaði fyri tær í tí myrka rúminum. Bert ein lítil gluggi var í hesum skalda- rúmi. Eitt takvindeyga var á ovaru síðu, og lá eg undir vind- eyganum og hugdi upp í ta bláu rúmd. Meðan eg liggi og stari upp í loft, fer ein glóðkúla eftir himmalhválvinum. Leyp upp í takvindeygað at skimast. Jú, rætt var tað. Tað var Sputnikk, ið fór í náttarmyrkrinum eftir himinum. Aldri hevði eg sæð hann bjartari enn nú. Stór er verðin í smáum gluggum. Kvøldið var so sera vakurt. Líðirnar hvítar, reinar, og fjallagreinirnar peiggjaðu upp í loft, sum um tær vildu røkka upp til fylgissveinin. Hetta var túnatosið kring oyggjarnar í hesum døgum, men í Oyndar- firði var ikki alt rætt vorðið. Eg gloppaði takvindeyganum fyri at síggja yvir á lítlu, fittu húsini hjá Dunga Oluffu. Har var ljós í hvørjum glugga, og Dunga Oluffa var farin út í Tún í sínum svørtu klæðum og sínum snjó- hvíta fyriklæði. Stóð og vaggaði frá síðu til síðu, hevði hondina upp fyri pannuna og eygleiddi sputnikk. Hvat í Guðs garði var hetta fyri nakað? Við síðuna av henni, stóð mín Sputnikk og gjørdi júst tað sama sum hon. Rørslurnar blivu títtari og títtari - sum høna pikkar korn og líktist hetta einum fløktum dansi. Hurðin fór upp í Hoyriksstovu og Móritsarstovu, og eg hoyrdi eisini fólk í durinum í Ansa- stovu. Øll stóðu stumm og hugdu at. Skúmið dreiv úr munnvikun- um á Dunga Oluffu, og við eitt stóð køtturin steinrunnin á tveimum beinum og klóraði upp í tóman heim í tí Sputnikk legði Fram í Skarð og hvarv í tí bláu rúmd. Dunga Oluffa fór sjólk- andi at durinum, vendi sær á, glattaði fyriklæði, hugdi yvir at hinum, sum stóðu lamsligin og málleys í durunum. Dunga Oluffa tók í klinkuna, trein inn um gátt og hjánaði burtur í tí myrka skotinum. Kettan leitaði sær so smoykin inn aftur í Ansastovu, sum um einki var hent. Eg hoyrdi bert Miu siga: - Theodor, tit mugu fáa hesa kettuna yvir aftur til Fugla- fjarðar, tí eg kann liva við Dunga Oluffu og hennara lótum, men ikki við einum køtti, ið hevur mannavit! Nú hoyrdi eg Miu mostur siga tað, at kettan hevði mannavit! Tók meg niður úr takvindeyganum og legði meg undir fjarðarnar og segði fram fyri meg - Kettan hevur mannavit, kettan hevur, kettan... Mia var altíð tíðliga á fótum. Eg hoyrdi hana siga. - Dunga Oluffa talar um heimsins undir- gang??? Tað er sjón fyri søgn. Hetta er tann rámi undirgangur við hesi kettu, Dunga Oluffu og teirra náttarfimleiki. Nei, ikki nýtist at fara í skriftina fyri at seta orð á ragnarrokið. Tú kanst bara fara út í Tún, so sært tú. Hon hevði lovað kettuni út. Vit skuldu yvir aftur við Polarisi um tíggjutíðina, so tað var ikki nógv út at geva. Eskjan stóð klár at pota kettuna í, og pápi var farin at skøða seg. Eg fór út at kiska eftir kettuni, men hon var onga- staðni at finna. Pikkaði upp á hjá Dunga Oluffu og spurdi eftir henni. - Nei, lukka, hon visti ikki um nakra kettu at siga. Hetta var spell at fara yvir aftur til Fugla- fjarðar so nakkalangur við ongari kettu. Mia lovaði, at fann hon kettuna, skuldi hon fáa hana yvir onkun dagin við Polarisi, tí Jaki var so lagaligur. Ein dagin ringir Mia, at hon hevði funnið kettuna og hon skuldi fáa Jaki á Polaris at taka hana við um Fuglafjarðar Boðar. Eg spurdi hana, um Dunga Oluffa dansaði enn og um ketta mín var uppí. - Ja, tey bæði! Hon var inniliga troytt av dupulta reynlendaranum oman og niðan eftir Túni, men nú vóru teir linari. - Eg svaraði henni, tað var tí, at Sputnikk fór skjótt at kolast upp úti í rúmdini. - Fór hann tað? - Ja, tað fór hann, og tá var dansurin hjá Dunga Oluffu at enda komin. Tað var farið at taka av mánaðinum, og 4. januar 1958 upprann. Polaris var farin norð- urum, og gjørdi meg til reiðar at fara oman á kaiina, tá ið hann kom suður aftur. Útvarpið spældi ljóðini frá Sputnikki henda dag og greiddi frá, um skamma stund fór hann inn í jarðarkervið og kolaðist upp. Tað var hálvaskýmt, tá ið Polaris legði at aftur í Fuglafirði. Jú, hann náði tú meg, hevði Jaki pappeskjuna við til mín. Eg var hjartans fegin at fáa kettuna aftur. Jaki var ikki álvuligur, í tí hann rætti mær kettuna. - Hon hevur mannavit, segði Jaki. - Bið pápa tín skjóta hana bæði skjótt og brátt! Hugdi upp á Jaki og rætti honum eina tvíkrónu. - Far niðan beinanvegin, heilsa mammu tíni. Tú skalt eiga tvíkrónuna, men minst so til at skjóta kettuna... Eg svaraði aftur - at man skjýtur ikki eina kettu, sum hevur mannavit. - Rætt hevur tú hin ´gavli! Kalla hana fyri Sputnikk! Ein oyndfirðingur, sum var við Polaris henda dagin, stakk inn á gólvið hjá okkum, greiddi frá um standin umborð. Tá ið Polaris nærkaðist Boðunum, var sjógvurin sum blóð. Sigatindur oman fyri Leirvíkina skein sum eitt tempul, og loftið skygdi í øllum litum úr øllum ættum. Jaki legði stilt. Uppi í rúmdini fóru neistar um Kalsoynna, Borð- oynna, Leirvíksfjall, Húsoy, Tyrlarnar og Borgina. Kettan var sloppin úr eskjuni og var farin sum ein pílur upp í mastrina og stóð á toppinum og vaggaði aftur og fram og klóraði í tí tómu rúmd. Øll um borð stóðu hjartkipt og hugdu at. Eingin segði nakað, men onkur visti at siga, at í hesi løtu fór fylgis- sveinurin hjá russum at kolast upp í rúmdini. So var. Eitt bjart ljós fór um øll Djúpini og allan Leirvíksfjørð í tí Sputnikk andaðist. Tá ið hetta var liðugt, var alt sum vanligt Var hetta ein hvørvisjón, ella var hetta eitt tekin. Eingin sum inni var dugdi at siga, men eg visti, at kettan hevði mannavit, og hon dugdi meir enn at mata sær. Hon fekk navnið Sputnikk. ∆ BH 280,- G-strong ella Trussur 158,- Náttklæðir frá 262,- Kimono frá 572,- Gávan til hennara fæst í Línbúðini Vit ynskja øllum viðskiftafólkum okkara eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár Framhald av síðu 7 HUNDAVØRÐUR Jákup Mørk Sum fleirfaldur føroyameistari í bæði fótbólti, kappróðri og ikki minst hondbólti hevur havnar- maðurin Jónleif Sólsker verið eitt væl kent navn innan føroysk- an ítrótt seinastu knappliga 20 árini. Sum ein av royndastu leikarunum í landinum var tí heldur ikki annað enn natúrligt, at hann eisini fór at royna seg sum venjara, og heldur ikki her lá hansara partur eftir. Eitt meistaraheiti við StÍF umframt tvær ferðir at verða kosin sum ársins venjari, benda í øllum førum rætta vegin, og tá hann so fyri góðum ári síðani varð settur sum landsliðsvenjari hjá kvinnunum, tóktist alt ganga rætta vegin í so máta. Men við eitt steðgaði alt upp. Orsøkin til hetta var einfalt tann, at Jónleif heldur fór at passa hund. Eitt dreymastarv Hetta ljóðar kanska løgið, men nú er tað ikki nakar heilt van- ligur hundur, sum Jónleif Sólsker tekur sær av, men hasj-hundurin hjá tollvaldinum, Jet. Jet er ein blandingur millum spaniel- og labradorslagið, og tað er ikki bara sum at siga tað, at keypa ein slíkan. Prísurin er einar 250.000 kr., men tá er so øll uppvenjingin fyrsta hálva árið íroknað. Sjálvur sigur Jónleif, at honum altíð hevur dámt hundar sera væl, og at hann tí ikki ivaðist, tá hesin møguleikin stóð sær í boði. - Eg havi havt hund síðani eg var eini átta ára gamal. Hesir hava alla tíðina verið border- collies, og so við og við gjørdist hetta til eitt veruligt ítriv. Ikki minst eftir at BBC kom við nøkrum sendingum um seyða- hundar, og hvussu væl hesir kundu venjast, greiðir hunda- vørðurin frá. - Akkurát, hvat tað er, sum mær dámar so væl við hundum, er kanska ikki so lætt at siga. Kanska fyrst og fremst at teir eru trúfastir og stabilir, men yvir- høvur er hundur eitt djór, sum mær altíð hevur dámt væl. - Tí ivaðist eg ikki í at søkja starvið hjá Tollvaldinum, tá hetta varð lýst leyst, og tí ivaðist eg heldur ikki í at taka av. Heldur ikki hóast eg visti av, at hetta eisini innibar eitt farvæl til venjarastørvini. At verða løntur fyri at taka sær av einum hundi er ein fantastiskur møguleiki, og hendan vildi eg ikki missa, sigur hann. Servandur Tá talan er um at hava ein hasj- hund, er tað ikki bara sum at siga tað. Hóas Jónleif hevur fingist við hundar ígjøgnum nógv ár, so var hann fyrst á einum vikulang- um skeiði í Danmark, áðrenn hann yvirhøvur slapp at síggja Jet, og áðrenn teir báðir kundu fara til Føroya, vóru teir í fýra vikur á skúlabeinki í Svøríki. Her hevði Jet tá longu verið í hálvt ár í einum serstøkum hundabýlingi í Sollefteå. Hetta er eitt stað, har hundar av alskyns slag verða servandir. Førara- hundar læra at steðga við telefonboksir, ferðsluljós v.m.. Rehabiliteringshundar læra at ganga rørslutarnaðum fólki til handa o.s.fr. Her hevur Jet so sjálvandi eisini lært seg at leita eftir ymsum narkotiskum evnum, og millum annað hevur Jónleif til uppgávu at halda henda egin- leika við líka. - Vit eru eina ferð um vikuna við løgregluni og venja. Tá verður farið í ymsar bygningar her í Havn, sum vit hava avtalu um at leiga, og har narkotisk evni av ymsum slag eru goymd. Uppgávan hjá hundunum og okkum er so at finna fram til hesi, og eg haldi í hvussu so er, at vit hava funnið alt hvørja ferð. Og tað er sjálvandi snoddið hjá hundunum, sum ger, at teir eru førir fyri at finna fram til ólógligu evnini. Hundar tevja 800.000 ferðir betri, enn vit menniskju gera, og tí skal sera lítið til, áðrenn teir kenna roykin av t.d. hasji. At teir so gerast ídnir, tá teir kenna roykin av júst ólógligu evnunum, kemst heilt einfalt av, at tað er tað, sum teir eru vandir til, sigur Jónleif. Og hann avlívar samstundis mytuna um, at hesir hundarnir eru gjørdist til narko- manar, so teir finna evnini av neyð. - Nei. Hatta er bara ein íspunnin søga. Aftur fyri at finna tað, sum vit leita eftir, fáa hundarnir eitt slag av virðisløn. Í mínum føri er tað ein plastik- kubbi. Og teir eru vandir við, at hetta er nakað, sum er vert at stríðast fyri. Tú kanst kanska siga, at vit snýta hundarnar, men tað er so tað. Kanna so nógv sum gjørligt Um sjálvan arbeiðsdagin sigur Jónleif, at teir eru sera skiftandi. - Tað er mest soleiðis, at vit kanna tað, sum kemur inn í landið. Nakrar fastar vaktir hava vit ikki, tí fólk skulu jú ikki vita, nær vit eru hvar, men tað snýr seg um flogfør og skip, sum koma til Føroya úr útlandinum, og so plaga vit eisini at vera á Posthúsinum og leita. - Mín leiklutur í hesum er einamest at fylgja við, hvat hundurin fær tevið av, og tá eg síggi, at okkurt er áfatt, skal eg so antin fáa hann at kanna málið nærri, ella fáa hann víðari, um tað t.d. er matur av onkrum slag, sum hann hevur fingið hug á. Slíkt skal hann nevnliga ikki lata seg órógva av, hóast tað kann vera trupult. Og so má eg eisini koma við eini áheitan til ferða- fólk og onnur. Tað órógvar nevnliga eisini hundin, tá fólk vilja klappa og kína honum, men hann er til arbeiðis, tá vit eru úti, og so skal hann ikki órógvast. Tað er júst sum hjá okkum øðrum, ið helst vilja hava frið, tá vit royna at savna tankarnar um okkurt. Og at hann er fittur, er einki at ivast í. Meðan vit soleiðis sita og práta, og myndamaðurin skal hava sínar myndir, er Jet ovur- fegin um, at hann hevur fingið sætið á briksini í køkinum, heldur enn í kurv sínari. Og at myndatólið sendir bjart ljós út við jøvnum millumbili, tykist heldur ikki at nerva. Heldur tvørtur ímóti setur hann seg fleiri ferðir í nýggjar støður, soleiðis at júst rætta myndin kann fáast í kassan. Tað er heldur ikki nakað at ivast í, at eigarin er góður við hundin. Ein hundur, sum kanska heldur eini 6-8 ár í yrkinum, men fyri tað tykist Jónleif ikki hava nakrar ætlanir um at sleppa sær av við Jet, tá arvtakari hansara eina ferð í framtíðini kemur til landið. - Nei. Tað rokni eg so avgjørt ikki við. Tá má eg so bara hava tveir hundar. Ein pensiónist og so ein vinnurføran, heldur toll- arin at enda. Jet. Ja hann tykist bara trívast heilt væl í nýggja sessinum við køksborðið, so eftir vitjanina fær Jónleif helst úr at gera við at læra hann, at tað hóast alt er á gólvinum ella í kurvini, at hans- ara pláss er. Hundalív fram um ítróttina Fyri ein ídnan hondbóltsleikara og –venjara man starvið sum landsliðsvenjari vera eitt hitt besta, tú kanst hugsa tær, men hjá Jónleif Sólsker varð hetta skúgvað til viks, tá tollvaldið lýsti starvið sum hundavørður leyst Hóast tað gekk við flúgvandi ferð sum hondbóltsvenjari, so valdi Jónleif Sólsker heldur at siga hetta frá sær, tá honum stóð í boði at taka sær Jet. Hasjhundinum hjá Tollvaldinum Mynd: Álvur Haraldsen C M