Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. desember 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 245 - 20. desember 2002 Nr. 245 - 20. desember 2002 11 – Vit fara helst at ar- beiða leygardagin eisini fyri at fáa fiskin undan fyri jólahalg- una, siga tey á Sandi FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Á báðum fiskavirkjunum hjá Sandoy Seafood hava tey úr at gera nú uppundir jólahalguna. Partrolararnir, Norna- gestur og Kolumbus, land- aðu tilsamans 260.000 pund á Sandi mikudagin. Teir royndu bara í seks dagar. So, her hevur fiski- skapurin verið ógvuliga góður. Meginparturin av veiðini var upsi. Útróðurin hjá bátunum á Sandi er eisini góður, tá ið roynandi er; teir liggja millum 200 og 300 pund á stapin. Umframt veiðina hjá Nornagesti og Kolumbus og útróðrarfiskin, sum komin er uppá land hesa vikuna, hevur Sandoy Sea- food eisini keypt nakað av fiski á uppboðssølu. Eisini leygardagin – Vit hava ríkiligt at gera tað, ið eftir er av hesi vikuni, bæði á Sandi og í Skopun, siga tey á Sandi. Væntandi er, at neyðugt verður at arbeiða á báðum virkjunum leygardagin fyri at fáa fiskin unda fyri jólahalguna. - Tað kann ikki vera rætt, at eg skal brúka ein stóran part av míni arbeiðsorku til at útvega kassar og kør, sigur Kristian Fríðrik Olsen, leiðari á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Nógvi fiskurin, sum skip og bátar hava fingið sein- astu tíðina, hevur trýst fiskaprísirnar niður, og serliga er tað hýsan, sum hevur havt stórt prísfall. Lági prísirnir seinastu tíðina hava ført til, at skip og bátar hava verið í Skot- landi og landað og sum skilst, hava summi skip havt góðar sølur. Av skipunum, sum hava selt í Skotlandi seinastu dagarnar, kunnu nevnast línuskipini, Jákup B, sum hevði umleið 150.000 pund, Kvikk, sum hevði 150-160.000 pund og trol- báturin, Varðin, sum hevði góðar 400 kassar. Jákup B fekk í miðal einar 13 kr. fyri kg. í Skot- landi, og tað er munandi meira, enn teir høvdu fing- ið fyri lastina í Føroyum. Nógvar landingar Á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík sigur Kristian Fríðrik Olsen, at rættiliga nógvur fiskur hevur verið á marknaðinum í seinastuni - og ikki minst nú uppundir jólahalguna. – Seinastu dagarnar hava vit landað Pison, sum hevði 160.000 pund, Polarstjørn- una, sum hevði 130.000, Núp, sum hevði 130.000 og Klakk, sum hevði stívliga 170.000 pund. Hann sigur, at Fiska- marknaðurin eisini hevur landað línubátin, Fiski- varða, sum hevði 40.000 pund og trobátarnar, Sæ- borg og Fríðborg, sum høvdi eini 30.000 pund í part. – Aftrat hesum, hava ein hópur av útróðrarbátum selt um Fiskamarknaðin. Bæði her og á Toftum hava vit selt eini 100-150 tons av út- róðrarfiski um dagin teir dagarnar, tað hevur viðrað. Kristian Fríðrik sigur, at allur flotin hevur fingið nógvan fisk, og fiskurin er yvirhøvur smáttfallandi. Kassar og kør – Í alt ár hava vit havt ein stóran trupulleika við kass- um og kørum, og tá ið fisk- urin er smáur, er ógjørligt at skilja allan fiskin so væl, sum ynskiligt er. Hann vísir á, at hetta í seinasta enda kann ganga útyvir fiskaprísirnar. – Tað kann ikki vera rætt, at eg skal brúka ein stóran part av míni arbeiðsorku til at útvega kassar og kør, sig- ur Kristian Fríðrik Olsen. Hann vísir á, at var hetta bert ein trupulleiki, tá ið trýstið er størst, hevði trotið á kassum og kørum kanska verið at livað við, men í ár hevur hetta verið ein stórur trupulleiki. Hann fýlist á, at hesi viðurskifti ikki koma uppá pláss, sum tíðir líður. Lægri fiskaprísur Leiðarin á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík sigur, at prísfallið fyrst og fremst stendst av, at so nógvur fiskur er á marknaðinum, og at virkini ikki megna at arbeiða fiskin undan. – Tað er serliga hýsan, sum er fallin í prísi, men toskaprísurin hevur eisini verið lækkandi í seinastuni. Hann vísir á, at tað er ikki óvanligt, at fiskaprís- irnir fella undan jólum, tí hetta er ein tíð, har so nógv- ur fiskur kemur uppá land í senn. – Og tá ið fiskiskapurin hjá bæði skipum og bátum er so góður, sum hann hev- ur verið í seinastuni, kann væntast, at prísfallið verður uppaftur størri, sigur Kristian Fríðrik Olsen. Seinastu tíðina er rættiliga nógvur fiskur komin uppá land, bæði í Klaksvík og á Toftum. – Hesar seinastu dagarnar hava vit landað eini 100-150 tons av út- róðrarfiski um dagin, sigur Kristian Fríðrik Olsen. Undir liðini á honum stendur stjóri í Fiskamarkn- aði Føroya, John Nielsen. Mynd: Vilmund Jacobsen Útróðurin hevur ongantíð áður verið so góður sum seinastu tíðina, siga menn. Mynd: Vilmund Jacobsen Long vika á Sandoy Seafood Væntandi sleppa fiskafólk í Sandoynni ikki í jólafrí fyrr enn leygardagin. Nógvur fiskur og lágir fiskaprísir Fyrst í fimmtiárunum var Andreas Frederik Fuglø, vanliga nevnd- ur Andras í Suður- stovu, á Patreksfirði á Vesturlandinum í Íslandi. Hann var við sluppini Sigurðfarin- um, og vóru teir farn- ir í land. Við sær hevði Andras bræv til konuna Sofíu, sum sat heima í Hattarvík. Brævið bleiv burtur í Íslandi, men nú um dagarnar kom tað loksins við jólapost- inum JÓLAPOSTUR Jón Brian Hvidtfeldt Um dagarnar kom eitt held- ur sjáldsamt bræv á post- húsið á Óðinshædd í Havn. Talan var um eitt bræv, ið helst hevur verið hálva øld ávegis av Vesturlandinum í Íslandi til Hattarvíkar. Brævið var frá Andreas Frederik Fuglø, vanliga nevndur Andras í Suður- stovu, til konuna Sufíu. Andras og Sufía eru bæði deyð, og tí var tað sonurin Leivur, ið skuldi taka ímóti brævinum á høvuðsdeildini hjá postverkinum í Havn. Einki poststempul er á brævinum, og tí er tað helst blivið burtur áðrenn tað er komið á posthúsið. Einki árstal er nevnt í brævinum, sum bara er dagfest 1. august. Men sjálvur heldur Leivur Fuglø, at brævið er frá fyrst í fimmtiárunum, helst 1952. - Pápi var við Sigurð- farinum frá 1947 til síðst í fimmtiárunum. Í brævinum skrivar pápi, at hann hevur sent telegram heim til eldra beiggja mín, sum hevði føðingardag. Hann fór til skips í 1955, so tað er áðrenn tá. Í brævinum spyr Andras eisini, um tað er gott lag og gleði í granna- lagnum. Eg minnist, at ein lítil smádrongur varð borin í heim í grannalagnum hjá okkum í Hattarvík í juni 1952, so tað kann hava verið tá, greiðir Leivur Fuglø frá. Hann var ovfarin, tá tey á posthúsinum ringdu og greiddu frá um brævið frá pápanum til mammuna, ið ongantíð kom fram. Spurdu seg fyri úr Íslandi Søgan um brævið byrjar, tá fólk frá einum savni á Patreksfirði á Vesturland- inum í Íslandi vóru í holt við at umvæla eitt av eldru húsunum í bygdini. Savns- vørurin á Vesturlandinum spurdi seg síðan fyri hjá Postverki Føroya, hvørt tað var møguligt at finna fram til eigaran av brævinum. Mortan Rasmussen, ið starvast á posthúsinum í Havn, er sjálvur ættaður úr Fugloy, og hann kendist beinan vegin við tey bæði Andras og Sufíu. Harum- framt hevur Leivur, sonur teirra, postin um hendi í Hattarvík. Tí vóru boð send til Hattarvíkar um brævið úr Íslandi, og Leivur varð boðin suður til Havnar eftir tí. - Eg minnist ongantíð mammu og pápa hava tosað um hetta brævið, og tí visti eg einki um tað, greiðir Leivur Fuglø frá. Í brævinum til konuna skrivar Andras í Suður- stovu, at tað hevur viðrað illa síðstu tíðina, men at teir hava umleið 250 skippund inni (Eitt skippund er 160 kilo, blm.).Hann væntar, at teir fara at sigla heim um 20.august. Eisini skrivar Andras, at hann ivast í, hvørt hann fer viðaftur, tá Sigurðfarið seinni fer í sildina. Í brævinum nevnir pápin eisini onnur føroysk skip har á leiðini, millum annað Fimm Systrar og Esther. Leivur Fuglø heldur seg minnast, at Sigurðfarið tók umleið 300 skippund, og teir plagdu vanliga at gera tríggjar túrar til Ísland um árið. Umframt pápan vóru fleiri aðrir mans úr Fugloy við Sigurðfarinum, og hann minnist, at Urbanus Olsen var skipari. Av tí at fleiri fugloyingar vóru við, kom tað fyri, at Sigurðfarið legði inn á Hattarvík at seta fólk av. Í góðum standi Hóast brævið er gamalt, er tað framvegis í góðum standi og væl ber til at lesa tað. So helst hevur tað ligið turt aftan fyri onkra hyll ella reol í húsunum á Patreksfirði. Leivur Fuglø veit enn ikki, hvat hann fer at gera við brævið, men tað er stuttligt at eiga, leggur hann afturat. So hóast brævið av Vest- urlandinum í Íslandi hevur verið leingi ávegis, so endaði tað kortini loksins í Hattarvík. So kom brævið frá Andrasi Brævið, ið Andras í Suðurstovu í Hattarvík sendi heim til konuna Sofíu av Vesturlandinum í Íslandi fyri hálvthundrað árum síðan, kom um dagarnar afturíaftur. Hvørki Andras ella konan eru á lívi, og tí var tað sonurin Leivur, ið kom til Havnar eftir brævinum, ið postverksstjórin Bergur í Garði handaði honum. Mynd: Jón Brian Hvidtfeldt Helst er brævið blivið burtur, áðrenn tað kom á posthúsið, tí einki stempul er á tí. Einki árstal er nevnt í brævinum, men út frá skrivingini er tað helst frá 1952, heldur Leivur Fuglø. Mynd: Jón Brian Hvidtfeldt Handverkarar funnu brævið í hesum húsinum í Patreksfirði á Vesturlandinum í Íslandi, tá húsini skuldu setast í upprunastand C M Y K 11 10