fríggjadagur 20. desember 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
REPORTASJA
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jens Kr. Vang (myndir)
- Eg búgvi so norðarlaga, at eg
havi ikki so nógv samband við
umheimin, annað enn bygdar-
fólkið her á Viðareiði. Akkurát
nú havi eg einki lørift eftir. Eg
havi einki lørift havt nú í tríggjar
vikur, so eg má heldur fara til
Klaksvíkar eftir lørifti, sigur
Arnhold Vegghamar, ið er 65 ára
gamal og listamaður. Hann er
miðalmaður í útsjónd, yvirvørrin
prýdd við einum dámligum
yvirskeggi, og hann er fegin um
vitjanina.
Hann hevur málað málningar,
síðan hann var blaðungur.
Málningarnir eru sermerktir.
Íblásturin er mangan tey høgu
fjøllini kring Viðareiði, grýtuta
lendið og velduga náttúran. Og
hyggur tú bara eftir motivinum,
so eru málningarnir hjá Arnoldi
kanska ikki so serstakir. Tað eru
litirnir, sum lyfta teir upp, og
gera teir til eina serliga
uppliving.
- Eg máli tað eg síggi, sigur
Arnold Vegghamar og ressar sær
á sofuni, ið stendur undir einum
sera máttmiklum málningi. Ein
vetrarmynd av mølini í Eiðsvík
við Fugloynni úti í havsbrúnni.
Teir draga bát niðan gjøgnum
mølina, ið hevur eina sterka
grøna farvu. Malargrótið sær út
sum bomm, eiturbomm. Steinar-
nir broyta skap allatíðina, meðan
tú hyggur at teimum.
- Hatta er malargrót, tað liggur
ongantíð stilt, í næsta uppgangi
sær heilt øðrvísi út á Mølini,
sigur Arnhold.
Fugloyggin sær so ísakøld út,
har hon liggur sum eitt stórt
ísfjall langt burturi.
- Men hóast kuldan, so lívir
hon nakað hjá okkum og nakað
fjálgt er við henni, sjálvt á
vetrardegi, sigur listarmaðurin og
vil líkasum verja Fugoynna, tá eg
greiði frá tí kulda, ið kemur yvir
meg, tá eg hyggi eftir myndini.
- Hesin málningurin er ikki til
sølu, sigur Arnhold, tá hann sær,
at grádigheitin kemur í meg. Tað
sum er í stovuni, selji eg ikki. Tú
veit, tað er líkasum man blívur
góður við málningarnar. Eg dugi
ikki at mála ein slíkan málning
aftur. Tað hevur nakað við
sinnisstøðuna, tú er í, tá tú málar.
Gamal drongur
Á stovubróstinum hanga tveir
vakrir bringumálningar av tveim-
um ungum kvinnum. Tær eru
ógvuliga stílreinar og hóast
smáar í vavi, so fylla tær væl á
bróstinum. Onnur er reyðhærd.
Tú málar kvinnur, vakrar
kvinnur, men eg síggi onga
kvinnu her í húsinum?
- Nú eri eg 65, so nú verður
tað av ongum. Handan reyð-
hærda, hatta var ein, sum eg
einaferð sá í Havn. Eg helt, at
reyði hárliturin stóð so væl til
bláa blusulitin, og eg tók hesa
sjón við mær norður til Viðar-
eiðis og málaði hana. Mær hevur
altíð dámt so væl hasa myndina.
sigur Arnold Vegghamar.
- Nú eri eg 65, so nú verður
tað av ongum við konufólki. Ikki
tí, eg havi kent kvinnur. Nútíðar
konufólkið er so grenjut, tað
tekur mótið frá mannfólki og eg
trívist væl einsamallur, sigur
Arnold og vil sleppa burtur úr
evninum.
Listin ikki einføld
- Mín list er ikki einføld. Lívið
er heldur ikki einfalt og eg máli
veruleikan, sum heldur ikki er
einfaldur. Lívið er ikki bara
nøkur strok og mín gongd í
listini er ikki einføld. Málningar
Eg máli sum eg síggi tað
– Eg máli tað eg síggi, sigur Arnhold Vegghamar
eru ikki í slekt við hvønn annan.
Eg hoyri ikki til nakað listarligt
rák, og tí má eg vera einsamallur,
sigur hann.
Ein pastellmynd av Victor
Danielsen hongur á vegginum og
lekur um hvønn andaligan
heimstað heimið hjá Arnold
hevur. Myndin sýnir, at Arnold
dugir handverkið og hann kann
avmynda við fotografiskum
hegni, um hann leggur í tað.
- Hann arbeiddi seg í hel,
Victor, sigur Arnold og skeinkir
kaffi. Tað er sterkt og svart og
tjúkkar flísar av brúnukøku
liggja lokkandi á einum talerki
miðskeiðis á sofaborðinum, vit
sita kring.
- Pastellin er so taknemmilig
at arbeiða við, munandi lættari
enn við oljumáling.
- Tær eru sukurfríar, sigur
hann og bjóðar mær brúnukøku.
Hann dregist sjálvur við sukur-
sjúkuna, so vit hava nógv at tosa
um, annað enn list.
- Eg havi teknað, síðan eg var
smádrongur. Tað byrjaði í skúl-
anum. Fyrst mest við blýanti,
sigur Arnold.
Á vegginum hongur ein
blýantstekning av abbanum. Hon
er meistaraliga teknað. Minnir
ikki sørt um skitsurnar hjá
Leonardo Da Vinci av apostlun-
um. Abbin kallaðist Júst Justesen
og hevur verið deyður seinastu
47 árini. Abbin hevði týdning
fyri Arnold. Ein onnur pastell
hongur á vegginum. Hon er av
Jógvan Heinesen, bónda í Óna-
gerði, hann doyði fyri nøkrum
árum síðan.
Óslætti hagin
Kaffi kølnar, meðan Arnold
prátar, og eg skrivi. Yvir av mær
hongur ein hagamynd. Hon
hevur okkurt dragandi við sær.
Tríggjar reyðar sólir daga undan
fjallatromini og eg lati vera við
at spyrja hví. Myndin er málað
við stuttum penslastrokum og
minnir ikki sørt um stílin hjá
einoyraða hálendinginum Van
Gogh.
- Hagin her hjá okkum er so
óslættur og tí má eg viðhvørt
brúka tey stuttu penslastrokini
fyri at endurgeva tað eg síggi.
Mær dámar eisini væl flatur,
men stuttu penslastrokini eru góð
í haganum, fer tú nær. Nú máli
eg sjáldan úti longur. Tað eru
hugamyndir eg máli. Eg máli tað
eg havi sæð, taki tað innan úr
heilanum og út á løriftið.
- Tá eg máli, havi eg bara
ábyrgd av mær sjálvum. Øll
kunnu fáa tað at líkjast, tað
hevur ikki so stóran týdning fyri
meg. Eg vil vera frælsur í míni
list, tað hevur ómetaliga stóran
týdning fyri meg. Eg hangi ikki
fastur í nøkrum stíli, eg vil hava
fríar hendur til at eksperi-
mentera. Mínar myndir eru ikki í
slekt við hvørja aðra. Eg máli
skjótt, men eg orki ikki so væl
longur, sum tá eg var yngri, sigur
hann og fer upp at ganga fyri at
rista tankarnar upp á pláss aftur.
Hvat skilir tú við at vera
frælsur?
- At vera frælsur merkir, at
ongin skal kunna leggja seg út í
mína list. Tað er málið, tað sum
eg síggi inni í høvdinum á mær.
Tað er mín sannleiki. Torførast er
at ganga frá eini mynd. Mínar
royndir eru, at ein altíð skal
royna at ganga frá eini mynd í
góðari tíð, annars er vandi fyri at
spilla hana. Eg royni ofta at
bjarga málningum og tað er ikki
lætt. Málningurin er sum eitt
instrument, sum skal stemmast,
sigur Arnold og hyggur ørkyml-
aður eftir myndamanninum Jens
Kristian Vang, ið hevur sama
trupulleika, stundum uppi undir
loftinum og aðru løtuna niðri á
gólvinum, fyri at finna røttu
myndina av Arnoldi.
- Har sær tú hvussu argandi
ein mynd kann vera. Hann hevur
longu tikið 100 hesa løtuna, og
tit skulu bara brúka eina.
Eina í búri
Arnold vísir okkum niður í
ateliérið, sum er í eystara enda-
num í kjallaranum. Vit fara niður
gjøgnum trappurnar og niður í
ein heilt vanligan kjallara, við tí
óruddi sum har hoyrir til. Kjall-
arin er ikki innrættaður, uttan eitt
rúm, rúmið har Arnold málar.
Og vit koma inn í ein heilt
annan heim. Inni í ateliérinum er
einki annað enn lutir, sum
beinleiðis hava við málningalist
at gera. Mitt á gólvinum er ein
sáta av tómum málingatubum.
Allastaðni er storknað máling og
litspælið av henni er eitt listar-
verk í sær sjálvum. Rundanum
eru málningar at síggja. Litfagrar
myndir. Veldug landsløg og stór
list.
- Mínir málningar eru ikki í
slekt við hvønn annan, segði
Arnold, meðan vit sótu í stovuni
í áðni. »Eg vil vera fullkomiliga
frælsur. Eg hangi ikki fastur í
einum stíli, eg vil hava frælsi til
at eksperimentera, segði hann
eisini.
Og inni í ateliérinum er prógv-
ið. Hesir málingarnir eru slett
ikki í slekt við málningarnar
uppi í stovuni. Fyri okkum daga
tær stóru flaturnar og summar-
litirnir. Nógv gult og ljóst og ein
gerst heilt heitur um hjartað
hendan kalda, vindmikla og
ruskuta hósdagin í november.
Ein hómar eina velduga virðing
fyri skapanarverkinum og eina
deiliga ósnobbuta medferð, sum
tykist við frælsari rødd at rópa út
í rúmið: »Eg eri eg og bara eg«.
Í einum horni standa tveir
málningar við baksíðuni úteftir.
Eg spyrji og fái at vita, at hatta
eru tveir miseydnaðir. Spyrji
aftur, um eg kann sleppa at
síggja, og hann játtar. Ein
stórfingin málningur. Nakrir
bátar og skip liggja hjá eini grind
eystur av á Eiðsvík. Teir eru
klárir at fara inn í Hvannasund
við henni, og ongin veit, um hon
leggur beinini. Tað er ein
sovorðin spenningur í myndini.
Nøkur viðareiðisfólk standa á
bakkanum og hyggja. Onkur
kikar og øll vóna. Tey eru Alen
Viderø í Miðstovuni, Jógvan
Heinesen, Eysturi á Grømma,
Óluva við einum barni, Janus og
Hans Pauli Nybo og so er ein
ókend.
- Eg máli, tað eg síggi, og
hetta er ein hugamynd, sum eg
havi tikið við mær heim av
bakkanum. Eg var nøgdur, tá eg
gekk frá myndini fyri 20 árum
síðan, men ongin hevur skoytt
um hana. Kanska skuldi eg pynta
eitt sindur upp á hana, men tað
er vandamikið, sigur Arnold. Vit
tingast eina løtu og nú hongur
málningurin, við grindafrøðini, í
forstovuni hjá okkum við
baksíðuni inni móti vegginum.
Hvussu hevur tú tað, tá ein
mynd ikki lukkast?
- Eg nussi sjáldan við eina
mynd. Ein má læra at vera
djarvur, hørð penslastrok, eins og
Mikines. Mikines málaði eisini
vánaligar málningar. Men tá tað
ikki eydnast, so gerist eg keddur
og hopi.
Abstrakt list
Arnold flytir seg nógv listarliga,
og hann ferðast eisini innanfyri
tað surrealistiska, men hann
roknar ikki við at hann fer at
mála abstrakta list.
- Abstrakt list er góð, tá hon
kemur í lag, men talan er nokk
meira um litsamanseting enn um
mynd, soleiðis sum eg skilji eina
mynd.
- Einføld list er ikki einsbetýð-
andi við góða list. Summar yrk-
ingar eru so einfaldar, at ein veit
ikki hvat tað er. Nøkur orð og so
tøgn. Lívið er ikki einfalt, einki
er einfalt. Eg havi eitt sindur
torført við at skilja, at vaksnir
menn sita og gera barnatekn-
ingar, sum fýra ára gomul børn
tekna. Eg veit ikki rættuliga, hvat
teir vilja. Tað tykist mær eitt
sindur undarligt, at vaksnir menn
vilja endurskapa tað, sum børn
gera við gleði. Men listafólk
skulu hava frælsi, og tí ber ikki
til at siga hvat er rætt. Tað skal
verða teimum væl unt, sum dáma
abstrakta list. Listin verður altíð
ein stór avbjóðing. Ein maður,
sum eg haldi ógvuliga nógv av
persónliga, er Ingálvur av Reyni,
men eg skilji ikki hansara list,
sigur Arnold Vegghamar.
- Í mínum hugaheimi var listin
í hæddini, tá impressionistarnir
vóru í velmaktini niðri á
evropeiska meginlandinum,
serliga í Fraklandi.
Avbyrgt atelier
Pasiennur eru fyri teimum báð-
um vindeygunum í arbeiðsrúm-
inum hjá Arnoldi, og tey venda
suðureftir og stikk øvugt av
norðurvendu vindeygunum hjá
øðrum listamonnum hesu megin
ekvator. Men ljósið uttan í frá
hevur ikki so nógv at siga
longur. Tað er ljósið innan úr
Arnoldi, sum endar á løriftinum.
Inni í rúminum eru seks neon-
ljósrør, sum vinna á myrkrinum
og sum sýna honum litleikin á
løriftinum.
- Fyrr kundi eg ikki mála eina
mynd um heystið, nú máli eg alt
árið. Eg kann finna upp á ein
sólríkan og ljósan dag at mála
eina døkka mynd, og tað kemur
eisini fyri myrkar dagar, at eg
máli ljósar og heitar myndir. Tað
lívgar upp í sinninum.
Arnold er útbúgvin gull- og
silvursmiðjur. Sum heilt ungur
fór hann til skips, men hann
hevði ikki sjónáttúr og ringt
svøvnlag, so hann legist uppi
longu 20 ára gamal. Tað var tá
hann byrjaði at mála. Hann fór
til Danmarkar sum 24 ára gamal
í 1957 at læra silvursmíð og
hann málaði eisini niðri. Síðan
eru nógvir málningar málaðir, og
hann heldur nokk fram við at
mála, so leingi hann orkar. Hann
smíðar av og á prýðislutir til
heimavirkini.
- Eg orki ikki so væl longur,
sum fyrr. Eg eri eisini 65. Eg
havi einki lørift í løtuni. Eg má
fara at ringja til Havnar og
bestilla. Tvey stór og tvey miðal,
sigur hann.
Málningur Arnolds, málning-
urin, haðani allir málningar
stava, heimbygdin Viðareiði,
rembir sær spjødd og dovin, nú
døgurðapottarnir eru komnir
undir kók.
Heim Arnolds er violett og
inni í teimum eru málningar við
violettum litum. Violett er
broytingarliturin og hann broytir
eisini døkka november, nú
Vegghamar aftur fer at keypa
lørift, ið altíð er ein avbjóðing, er
tú nærlagdur listamaður.
– Pastellin er so deiliga takknemmilig. Victor, abbin og onnur hanga á vegginum í stovuni
Arnhold í atelierinum. Virkin er hann, tá góða lagið er á honum
C
M
0