Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. desember 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 245 - 20. desember 2002 Nr. 245 - 20. desember 2002 13 Ein syngjandi lúsingur til Føroya fólk Mikudagin samtykti Løgtingið fíggjarlógina. Saman- umtikið verður tað trengri hjá føroyinginum at húsast. Samgongutingmenninir samtyktu øll upp- skotini hjá meirilutanumn í Fíggjarnevndini, hóast arbeiðsgevarar, fakfeløg hjá tímaløntum og bøndur mótmæltu. Samstundis feldu samgongutinglimir øll broytingar- uppskot hjá minnilutanum. M.a. uppskot at skerja miðfyrisitingina, sum er bólgnað upp undir hesum landsstýrinum, og hevur fingið heili trý nýggj aðalráð. Andstøðan á tingi helt, at her kundi sparast. Sparingar sum ikki raktu vanliga fólkið. Men Fólkaflokkurin, sum hevur talað og skrivað ímóti stóra almenna sektorinum seinastu 25 árini, gongur ímóti sínum egna politikki, vælsignar henda vøkstur, og atkvøður ímóti. Tí kunnu vit staðfesta: - Tað verður dýrari at sigla við strandfaraskip- unum, tí SL fær lægri játtan. Hetta rakar fyrst og fremst útjaðaran, serliga Suðuroynna! - Mjólkin verður dýrari, tí brúkarastuðulin til bøndur verður skerdur. Hetta rakar fyrst og fremst barnafamiljurnar! - Barsilsskipanin skal broytast. Hetta fær fyrst og fremst avleiðingar fyri tímalønt, m.a. flaka- konur. Avleiðingin rakar ungu familjurnar og bygdirnar, har virkini eru! - Endurgjaldið til meistarar fyri skúlatíðina hjá lærlingum lækkar. Vandi er fyri, at lærlingatalið lækkar. Meistarar skulu hava fleiri pengar inn og handverksarbeiði verður helst dýrari! - Dagpeningaskipanin skal ikki gjalda fyrsta sjúkradagin.Tað skulu arbeiðsgevarar.Teir hava longu sagt, at hetta fær avleiðingar fyri tey veiku, sum hava flest sjúkradagar. Peningur fyri sjúkraendurgjald skal fáast inn og tí verða arbeiði dýrari, og kappingarførið versnar! - Inntøkutrygdin hjá fiski- og útróðrarmonnum lækkar. - Ítrótturin fær minni pening til ferðing. Tað rakar fyrst og fremst útjaðaran. - Pápar missa endurgjald fyri barnapening og uppihaldspening fyri fyrrverandi hjúnafelaga. Tað rakar eisini børnini! - Sjúkrahúsini fáa minni pening. Tað fær sjálv- andi avleiðingar fyri røktina og bíðilistarnir leingjast. - Stuðul til vinnuframa og gransking lækkar. Tað fær avleiðingar fyri strembanina at skapa størri virðisøking og fleiri arbeiðspláss. Umframt henda syngjandi lúsingin hækkar sjónvarps- gjaldið heilar 500 kr. árliga, so strembanin ímóti einum sjálvberandi búskapi er ein dyggur smeitur fyri privata búskapin – fyri vanliga føroyingin! DAGSINS MEINING Sosialurin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hygg ikki at veruleikanum, sum hann er og spyr ‘hví’? Hygg hvussu veruleikin kundi verið og spyr‘hví ikki’? Nelson Mandela Vegna Javnstøðu- nevndina: Annika W. Joensen, forkvinna 12. desember 2002 hittust limirnir í nýsettu Javn- støðunevndina. Hesir eru Jan Mortensen fyri ar- beiðsgevararnar, Jákup Páll Mohr Mortensen fyri arbeiðstakararnar Jancy Olsen fyri Kvinnufelags- samskipan Føroya, Hanna Ziskason Hansen fyri Mentamálaráðið og Annika W. Joensen, forkvinna, fyri Landsstýrið. Á skránni var prát um javnstøðu og ynskir fyri hesum arbeiði komandi trý árini. Nevndin fylgir sum kunnugt landstýrinum og skal setast av nýggjum eftir næsta løgtingsval. Avgjørt var at arbeiða sambært hugsanini í citat- inum hjá Nelson Mandela, og fara vit í ætlanum okk- ara at miðja eftir stjørnun- um. Vit fara at seta okkum høg mál og arbeiða miðvíst við at fremja tey. Lykla- orðið verður semja og styrkin verður, at vit lyfta í felag. Tað er okkara sannføring, at javnstøða millum kynini í stóran mun snýr seg um, at vit virða okkum sjálvi. Bert soleiðis kunnu vit sýna næsta okkara virðing. Javnstøðan millum kynini byggir harnæst á ábyrgdar- kensluni hjá hvørjum ein- stakum. Vit lóggeva fyri javn- støðu, tí tað er neyðugt, men tað eru okkara gerðir í gerandisdegnum, sum skulu gera lógina livandi. Spurningurin, vit kunnu seta, er: Hvussu kann eg virka fyri, at menn og kvinnur í Føroyum hava somu møguleikar til per- sónligt frælsi? Og minnast til, at alt ger mun - ‘Smáar løkir gera stórar áir’. Tað er ikki eitt ‘politiskt korrekt’ citat, sum ger munin, men tey smáu sann- førdu fetini. Broytingar skulu fremjast. Ikki bert tosast um. Tað er okkara vón fyri ár 2003, at føroyingar taka undir við útsøgnini "kvinn- ur og menn eiga rætt til somu møguleikar" og at vit kunnu semjast um nøkur átøk, sum hava til endamáls at fáa forðingar av vegnum, sum í løtuni geva øðrum kyninum framíhjárættindi, sum ikki eru í samsvar við javnstøðulógina. Fyri árini, sum koma er tað okkara vón, at føroying- ar vilja siga sína hugsan og virka fyri, at javnstøða verður náttúrligur partur av nútíðar føroysku mentanini og samfelagsskipanini. Málið er ein hugburðs- broyting, sum sæst aftur í einum broyttum samfelagi, har kvinnur og menn ikki skulu ‘passast inn’, men sjálvi vera við til at laga samfelagið soleiðis, sum tað passar okkum. Við orðunum hjá Nelson Mandela í huga fer nevndin til verka at virka fyri einum betri samfelagi, har øll hava somu møguleikar og harvið eiga rættindini til persón- ligt og økonomiskt frælsi. Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Ynskir fyri javnstøðuarbeiðinum í 2003-2006 TÍÐINDASKRIV Føroya Arbeiðarafelag Í tíðindinum í Útvarpinum segði fíggjarmálaráðharrin, at vinnan átti at bera part av kostnaðinum at sparing- unum á fíggjarlógini. Hetta tí at partafelagsskatturin varð lækkað-ur fyri nøkr- um árum síðani. Føroya Arbeiðsgevara- felag heldur, at Karstin Hansen sleppur sær undan at tosa um veruliga trupul- leikan. Tað, sum vit løgdu dent á, var, at talan als ikki er um sparingar av al- mennum rakstrarkostn- aðum, men at útreiðslur verða lagdar yvir á onnur at gjalda. Talan er tí ikki um spar- ingar, men tvørtur ímóti, at samfelag okkara enn eina- ferð verður dýrari at reka. Og tað er hesa skeivu gongd, sum vit vilja vísa á. Um tað er so, at vit eru farnir skeivir í metingum okkara, vilja vit loyva okk- um at spyrja Karstin Han- sen, hvussu mong alment lønt ársverk eru spard á fíggjarlógini fyri 2003. Viðmerking til Karsten Hansen viðv. fíggjarlógini Varp og Jólablað Tað eru nakrir tungvektarar av bløðum, sum Sosialurin kemur út við hesar báðar seinastu útgávudagarnar fyri jól. Í blaðnum í dag er 40 síður stóra eykablaðið Varpið. Her finnast flestu av sjónvarpsskráunum, sum føroyingar síggja umframt útvarpsskráir og fevna tær um alla jólahalguna og fram til nýggja árið. Vón- andi taka lesarar okkara væl undir við hesum okk- ara nýggja tiltakinum VARPINUM, sum tí eisini vónandi er komið fyri at verða. Heimurin verður alsamt minni og meira viðkomandi við tí tøkniligu menning, sum fer fram, og hetta ger eisini, at áhugin fyri at fylgja við í tí, sum hendir aðrstaðni á øllum økjum, veksur Tí meta vit at Varpið er ein sera hent tænasta fyri allar føroy- ingar, sum brúka part av síni livitíð at síggja út- lendskar sjónvarpsrásir. Hava lesarar hugskot um, hvussu vit kunnu gera hetta blað uppaftur betri, so haldið tykkum imkki aftur at gera vart við tykkum. Vit geva so eisini út til jóla stórt eykablað, JÓLA- BLAÐIÐ við nógvum og fjølbroyttum tilfari. Vón- andi kunnu vit við hesum báðum eykabløðum vera eitt gott íkast til eina frið- sæla og óstrongda jólahá- tíð. Sosialurin Tórshavn, 17. desember 2002 Annika W. Joensen, forkvinna Til uppskotið til broytingar í løgtingslógina um barsils- skipanina og til aðru viðgerðina í Løgtinginum hevur Javnstøðunevndin fylgjandi viðmerkingar: Avtøka av 6 mánaðar- regluni Arbeiðarafeløgini og ting- limir hava víst á, at tær tímaløntu kvinnurnar kunnu gerast verri fyri fíggjarliga, meðan tær eru í farloyvi, um útgjaldið ikki kann roknast útfrá 6 teim- um bestu inntøkumánað- unum í árinum, áðrenn tær eiga. Orsøkirnar eru, at tær hava skiftandi tímatal og m.a. at tær orsaka av graviditetinum ikki megna at arbeiða so nógv. Sigast kann, at tímaløntu kvinnurnar eru fyri mis- muni, um vit samanbera teirra støðu við støðuna hjá kvinnum í føstum starvi. Útgjaldið hjá kvinnum í føstum starvi ávirkast ikki av, at tær arbeiða minni enn vanligt - t.d. meðan tær eru við barni - tí tær kunnu sjúkrameldast. Um endamálið við barsilsskipanini er at geva endurgjald fyri mista inn- tøku, og soleiðis javnstilla kynini á arbeiðsmarknað- inum, er broytingarupp- skotið ikki í tráð við Javnstøðulógina, tá tað stillar summar kvinnur verri fyri enn tær vóru frammanundan barnsburð- inum. Tað eigur at bera til at orða lógina soleiðis, at endamál lógarins verður varðveitt og fyribyrgja, at nakrar kvinnur verða fyri mismuni. Longd farloyvistíð uttan lønarendurgjald Avleiðingarnar av broyt- ingaruppskotinum kunnu væntast at gerast fleiri. Her verða viðgjørdar avleið- ingar fyri kvinnuna, mann- in og barnið. Avleiðingar fyri kvinnuna Av økonomiskum avleið- ingum kunnu nevnast inn- tøkumiss hjá kvinnuni or- sakað av fráveru á arbeiðs- marknaðinum og harvið eisini missur í pensiónini. Ein avleid avleiðing av hesum er, at kvinnan verður fyri vanbýti, tá størri á- byrgd og betri sømdir skulu forhandlast við arbeiðs- gevaran. Hesin vil í flestu førum velja eitt fólk, sum er tøkt. At tað verður kvinnan, sum verður heima hjá barninum longdu tíðina, er mest sannlíkt, tí í dag er tað inntøkan, sum avgerð, hvør ansar børnunum. Hóast tað møguliga kennist so hjá nógvum, so er hetta val í allarflestu førum ikki frælst, men knýtt at kapital- tørvinum hjá einstaka húskinum. Tann, sum for- vinnur mest, verður verandi á arbeiðsmarknaðinum, meðan hin ansar børnum. Í Danmark sæst hetta ‘ar- beiðsbýtið’ m.a. eisini aftur í hvør tekur fyrsta sjúkra- dagin hjá barninum. Viðvíkjandi muninum í inntøkuna hjá kvinnuni og manninum er støðan í Danmark, sambært eini ný- liga kunngjørdari kanning tann, at hesin veksur, tá børnini koma, tí maðurin arbeiðir meiri enn áður og kvinnan arbeiðir minni. Tað er vanligt, at kvinnan arbeiðir minni enn fulla tíð, tá hon fer til arbeiðis aftur eftir farloyvistíðina og tí verður hennara lutur sum nakað sjálvsagt at ansa húsi og heimi. Og tá hon leggur meiri orku í hetta, verður minni tíð til at arbeiða og forvinna sær pening. Tað er ein ónd ringrás, sum kann koma illa við, um kvinnan t.d. ein dag verður høv- uðsforsyrgjari. Hetta er ikki í tráð við javnstøðuhugs- anina, tí húsarhaldsarbeiðið er ólønt, og eiga vit í Føroyum at byrgja upp fyri, at lógarbroytingin, sum er til viðgerð í hesum vikum, ikki kemur at medvirka til mismun í arbeiðsmøguleik- unum hjá kynunum. Hetta kann m.a. gerast við, at pápinum verður tryggjað serliga farloyv- istíð, sum bert hann kann nýta. Hetta var viðgjørt av tinglimum undir tí fyrstu viðgerðini, men undirtøka sýntist ikki at vera fyri at lóggeva á hesum økinum. Ei heldur sýnist undirtøka at vera fyri hesum millum arbeiðsgevarar. At enda skal nevnast, at um illa vil til, minkar lógar- uppskotið trýstið á komm- unurnar at fáa ansingar- pláss til børnini til vega, og ein avleiðing kann gerast, at kvinnan, sum longu hevur verið heima eitt ár, verður noydd at útseta lønta arbeiðslívið enn longur. Hetta ger støðuna hjá kvinnuni á arbeiðsmarkn- aðinum enn verri, og verður mett at vera ein álvarsligur trupulleiki, sum meiri enn so kann gerast aktuellur. Avleiðingar fyri barnið Fyri barnið kunnu avleið- ingarnar væntast at vera, at møguleikarnir at fáa tætt tilknýtið til pápan gerast verri, tí fáar familjur hava ráð at vera inntøkuna hjá manninum fyriuttan. Ein nýggj donsk kanning vísur, at pápar í dag eru eins góðir umsorganarpersónar sum mamman, um teir taka lut í umsorganini frá fyrsta degi. Tað er ikki bara bróstagev- ing, sum kann skapa til- knýti til barnið, men ansing og spæl sum heild. Dagsins danskir pápar hava mammu sína sum rollumodel, tí pápar teirra tóku ikki lut í umsorganini á jøvnum føti við mammuna og tí hava teir ikki eina fyrimynd í pápa teirra. Ein psykologur metir, at hetta fer at hava stóra ávirkan í framtíðini, tí menn, sum hava ansað børnum, hava størri inn- følingsevnir, gerast meiri tolnir og hava minni lyndi til at gerðast harðligir yvir- fyri eitt nú kvinnum. Avleiðingar fyri mannin Fyri mannin kunnu avleið- ingarnar væntast at vera, at hann ikki fær møguleika at vera saman við barni sínum og gerast umsorganarper- sónur á jøvnum føti við mammuna. Eisini verður hann einsamallur um at forsyrgja familjuna. Hetta kann gerast ein tung byrða, tí mett verður, at tað eru ikki nógv føoysk húski við smáum børnum, sum klára seg við einari inntøku. Um maðurin skal tryggjast somu rættindi sum før- oyska kvinnan í dag sam- bært lógini hevur, er ein loysn sum nevnt at hann fær serliga farloyvistíð, sum bert hann kann nýta. Um tað ikki ber til at lóg- geva fyri hesum ella um ynskið ikki er fyri lóg- geving, má onnur loysn finnast, so maðurin ikki verður fyri vanbýti í mun til at taka lut í umsorganini av sínum egnum børnum. Hetta mugu tinglimir tryggja. Uppsøgn vegna vantandi ansing Fjølmiðlarnir hava seinasta árið lýst støður, har kvinnur eru vorðnar sagdar úr starvi, tí tær ikki kundu møta til arbeiðis eftir far- loyvistíðina, og hevur verið nevnt, at hesin trupulleikin verður loystur, um far- loyvistíðin verður longd. Um endamálið við at broyta lógina er at forða fyri, at kvinnur verða sagd- ar úr starvi, tá ansing vant- ar, er ikki neyðugt at leingja farloyvistíðina. Í lógini kann standa, at tað er ikki loyvt at siga fólki úr starvi, um tey orsaka av vantandi ansing ikki møta til arbeiðis, tá farloyvið er av. Og kann farloyvistíðin verða longd, tá peningur fylgir við longdu tíðini. At enda skal vera nevnt, at hendan viðmerking frá Javnstøðunevndini umrøð- ur støðuna hjá kvinnuni á arbeiðsmarknaðinum - og ikki støðuna hjá kvinnuni, sum eftir farloyvistíðina velur at vera heima heldur enn at fara út aftur á arbeiðsmarknaðin. VIÐMERKINGAR Frá Javnstøðunevndini Ljómur hevur jóla- konsert sunnu- dagin og Stóra Pakkhús skipar fyri café sunnukvøldið. Brandur Enni og Guðrun Jacobsen luttaka í báðum tiltøkunum TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Fleiri tónleikatiltøk eru í Suðuroynni fyri jól. Leygarkvøldið eru dansitiltøk og sunnu- dagurin hevur ymiskt áhugavert at bjóða. Sunnudagin klokkan 16 hevur Kirkjukórið Ljómur jólakonsert í Vágs kirkju. Brandur Enni og Guðrun Jacob- sen taka lut við sangi. Stóra Pakkhús skipar sunnukvøldið fyri jóla- café. Har fáast gløgg og holukøkur. Góður tón- leikur verður at hoyra, tá Klaus Telling setist við klaverið og Brandur Enni og Guðrun Jacob- sen syngja. Konsert og café í Vági fyri jól Fyrsta fiskavirkið í Føroyum fingið góðkenning av innan- eftirlitsskipanini á virkinum FISKIVINNA East Salmon Fuglafjørður bjóðar til handanina av góðkenningini av innan- eftirlitinum á virkinum í Fuglafirði kl. 10. Tað verður Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvs- stovuni, sum handar góð- kenningarskjalið. Í dag, hósdagin hin 19. desember 2002, veitir Heilsufrøðiliga starvsstov- an ta fyrstu góðkenningina av eini innaneftirlitsskipan á einum fiskavirki í Før- oyum. Góðkenningin verð- ur veitt til East Salmon Fuglafjørður, sum fram- leiðir portiónir úr alilaksi. Vørurnar verða seldar beinleiðis til detailsølu og catering/stórkøkar. Góðkenningin er gjøg- numførd sum skoðan av innaneftirlitsskipanin og við uppfylgingum. Teir manglar, sum vóru stað- festir í innaneftirlits-skip- anini, eru fingnir í rættlag. Góðkenningin er ein álitis- váttan til East Salmon Fuglafjørður, um at virkið er ført fyri at skipa arbeiðið og loysa trupulleikarnar í framleiðsluni viðvíkjandi matvørutrygd. Góðkenn- ingin verður veitt eftir gott og mennandi samstarv við leiðsluna á virkinum. Heilsufrøðiliga starvs- stovan hevur skrivað góð- kenningarskjalið bæði á føroyskum og á enskum, soleiðis at virkið kann nýta tað beinleiðis í sínum sam- skifti við kundarnar. Innaneftirlitsskipanir eru krav til matvøruframleið- andi virkir í Føroyum sam- bært kunngerð 114/2001. Krøvini eru í samsvari við galdandi ES direktiv á økinum. Skipanin skal vera við til at tryggja, at fram- leidda vøran ikki er heilsuskaðilig, og at virkið hevur gott heilsufrøðiligt arbeiðslag. Samstundis skal skipanin eisini skjalprógva arbeiðið á virkinum. T.d. skal virkið kunna fara aftur til ávísar arbeiðsdagar og vísa á, hvussu viðurskiftini vóru. Fyri einstaka virki, her- undir East Salmon Fugla- fjørður, merkir ein góðkend innaneftirlitsskipan, at virkið yvirfyri Heilsu- frøðiligu starvsstovuni hev- ur prógvað, at virkið inn- anfyri sínar egnu karmar klárar at stýra sínari fram- leiðslu innanfyri gott heilsufrøðiligt arbeiðslag. East Salmon Fuglafjørð- ur sigur, at góðkenningin hevur alstóran týdning fyri virkið og fer at nýta hetta í sølufremjandi tiltøkum. Hetta er ein viðurkenning av tí arbeiði, vit hava gjørt á virkinum, samstundis sum at hetta eisini stillar krøv til okkara. Hendan fyrsta góðkenn- ingin er ein liður í, at innaneftirlitsskipanirnar á øllum matvøruframleiðandi virkum, skulu góðkennast av Heilsufrøðiligu starvs- stovuni. Talan er um umleið 50 fiskavirkir; 18 verk- smiðjuskip; og 10 virkir, sum framleiða til heima- marknaðin. Heilsufrøðiliga starvs- stovan og East Salmon Fuglafjørður. East Salmon fingið góðkenning C M Y K 13 12