fríggjadagur 20. desember 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
FÓLK Á LEIÐINI
Jón Brian Hvidtfeldt
Vanligt er at siga, at prestakjólin
heldur sjey ár, áðrenn hann er
útslitin. Er hetta eftirfarandi, so
hevði Sverri Steinhólm tann 1.
desember slitið sín fyrsta presta-
kjóla í starvinum sum prestur í
Suðurstreymoyar eystara presta-
gjaldi. Sverri Steinhólm er ein av
fýra prestum við tilknýti til dóm-
kirkjuna, og hevur eisini til upp-
gávu at prædika í Kaldbak, á
Hvítanesi og í Nólsoy. Tó fevnir
hansara starv fyrst og fremst um
landssjúkrahúsið og varðhaldið í
Havn.
- Umleið ein tíggjundapartur
av míni tíð fer til arbeiðið í dóm-
kirkjuni og kirkjunum í Kaldbak
og í Nólsoy, meðan restin verður
nýtt á landssjúkrahúsinum og í
varðhaldinum, sigur Sverri
Steinhólm. Hann er 39 ára gam-
al, ættaður av Toftum, hevur
konu úr Havn sum eitur Armgarð
og eiga tey fýra børn.
Stutt eftir, at Sverri tók við
prestastarvinum fluttu hann og
familjan inn í aldargamla og
hugnaliga prestagarðin í Sanda-
gerði, haðan hann úr stovuni
hevur útsýni yvir á landssjúkra-
húsið.
- Tá eg tók við prestastarvin-
um visti eg, at hetta starvið helst
fór at vera eitt sindur øðrvísi enn
onnur prestastørv. Eg havi til
dømis einki kirkjulið á sama hátt
sum serliga prestarnir á bygd, har
prestur kennir hvørt mansbarn í
sóknini. Eg komi í samband við
sera nógv fólk millum ár og dag,
men eg má viðganga, at eg so
langt frá kenni tey øll aftur. Men
í mínum starvi havi eg aðrar
avbjóðingar og aðrar uppgávur,
ið eg meti vera áhugaverdar,
greiðir Sverri Steinhólm frá og
leggur afturat:
- Viðhvørt sakni eg at hava eitt
fast kirkjulið, eg sakni "meinig-
heitina" - men tó visti eg frá
fyrsta degi, hvat tað var fyri
starv, ið eg søkti, og hvat tað
innibar.
Gudstænastu á røktar-
deildini
Fyrstu árini sum sjúkrahúsprest-
ur plagdi Sverri Steinhólm at
halda gudstænastu í kapellinum
sunnudagar. Men hann hevur
síðan valt at flyta gudstænastuna
yvir á røktardeildina.Tað vísti
seg nevniliga, at illa bar til hjá
nógvum av teimum, ið sita í
koyristóli, at klára túrin oman á
kapellið einsamøll, og tá lítið var
av starvsfólki at hjálpa teimum
oman, settust nógv aftur. Eisini
vóru tað summi, ið samantvinn-
aðu kapellið við tað dapra og
deyðan, og høvdu lítlan hug at
koma har til vanliga gudstæn-
astu.
- Vanliga eru millum 12 og 20
fólk til gudstænastuna, ið annars
fer fram sum vanlig gudstænasta,
greiðir Sverri frá. Afturat hesi
gudstænastu hevur hann skiftivís
andakt á deildunum B5, B6 og
B7 seinnapart hósdagar, umframt
at hann hevur gudstænastu á
psykiatrisku deild eina til tvær
ferðir um mánaðin á dagdeildini
Varðanum, fyrr D4. Umleið eina
ferð um vikuna er hann til bønar-
hald í kapellinum.
Má duga at vegleiða
og at lurta
Men gudstænasturnar og andakt-
irnar eru bara ein partur av ar-
beiðinum hjá sjúkrahúsprestin-
um. Stórur partur av tíðini á
landssjúkrahúsinum verður nýtt
til at tosa við fólk, at lurta.
- Sum sjúkrahúsprestur komi
eg í nógvar ymiskar støður, har
eg á kristna grundarlagnum skal
royna at hjálpa fólki, ið hava tørv
Við sjúkrasong og handan læstar dyr
- Mítt kirkjulið eru fólk, avskorin ella sett til síðis av sjúku ella brotsgerð. Á sjúkrahúsinum stendst ivin ofta av,
hvørt tey gerast frísk og fara at megna tað sama sum áður, meðan ivin í arrestini sum oftast byggir á, hvørt tey
fara at vera góðtikin av familju og samfelagnum, tá tíðin er sitin. Mín uppgáva er tó tann sama, nevniliga at
lurta og koma við andaligari vegleiðing, og annars hjálpa teimum víðari í lívinum, sigur Sverri Steinhólm,
sjúkrahús- og fongsulsprestur
– Í mínum starvi komi eg ofta tætt inn at fólki, sum hava tað ring, og har ytru rammurnar eru um at sorast. Tá er tað mín uppgáva at hjálpa fólki at síggja lívið í eini størri heild við ljósi úr Guds
orði, sigur Sverri Steinhólm
Mynd: Jens Kr. Vang
á tí. Eg komi ofta tætt inn at
fólki, sum hava tað ringt og har
ytru rammurnar eru um at sorast
- tá er tað mín uppgáva at hjálpa
fólki at síggja lívið í eini størri
heild við ljósi úr Guds orði, at
fáa andaligu rammurnar uppá
pláss. Læknavísindin kann nógv,
men viðhvørt mugu eisini lækn-
arnir geva upp, og tá skal eg
royna at hjálpa fólki víðari í
lívinum, greiðir Sverri Steinhólm
frá.
- Tíðum er tað so, at læknarnir
kanska kunnu leingja tíðina hjá
sjúklinginum nakað, men ikki
bjarga lívinum. Tá gerst mín
leiklutur enn størri, og tá upplivi
eg mangan, at kristindómurin í
hesi støðu gerst meira aktuellur
og viðkomandi hjá teimum enn
alt annað. Tað er helst ikki so
løgið, tí í veruleikanum kanst tú
spyrja teg sjálvan, at tá verðin
hjá tær skramblar saman - hvat
geri eg so, og hvar leiti eg mær
hjálp tá, vísir Sverri á.
Ein partur av arbeiðinum hjá
sjúkrahúsprestinum er at vitja
deyðasjúk fólk. Sverri Steinhólm
greiðir frá, at tað er ymiskt,
hvussu fólk taka tað, tá tey fáa at
vita, at nú skulu tey doyggja.
Summi ynskja sjálvi at sleppa at
tosa við prest eina seinastu ferð,
meðan tað í øðrum føri eru
starvsfólkini á deildini, ið kanska
orða tað við sjúklingin, hvørt
hann ella hon hevur hug at fáa
vitjan av presti. Og tað kemur
eisini fyri, at prestur á síni vitjan
á deildini støkkur inn á gólvið
hjá sjúklinginum at heilsa uppá,
og sjúklingurin síðan fær hug at
tosa um sína støðu.
- Tá fólk fáa at vita, at tey
bara hava stutta tíð eftir, seta tey
sum oftast sær sjálvum nógvar
spurningar. Havi eg trúð nokk?
Havi eg nú livað rætt? Havi eg
nú givið børnunum tað rætta -
trúnna á Jesus Kristus? Hesar og
aðrar spurningar við seta mong
sær sjálvum tá, greiðir Sverri frá.
- Eftir at tey hava fingið tey
ringu boðini, vilja fólk sum
oftast liva ta síðstu tíðina so
"rætt" sum gjørligt. Tey leggja
seg eftir at alt sum tey gera skal
vera í lagi, og nógv viðurskifti
skulu fáast uppá pláss, so einki
liggur eftir tey. Í summum føri
vilja tey fortelja mær eina dapra
søgu, sum tey hava livað við
leingi, men ikki torað at tosa við
nakran um. Men eg upplivi eisini
nógvar positivar samrøður,
samrøður um viðurskifti millum
menniskjað og Jesus Kristus, um
ævinleikan og um takksemi fyri
lívið, leggur Sverri Steinhólm
afturat.
Á føðideildini
Tað kemur fyri, at boð verða
send eftir presti av føðideildini
til bráðfeingis dóp, tí at tað
stendur um lív hjá barninum.
- Tað kann vera tí at læknar og
foreldur ivast í, hvørt barnið fer
at yvirliva, at boð verða send
eftir mær, og ofta skal barnið
sendast niður á Ríkissjúkrahúsið
beinanvegin. Tá hendir tað seg,
at foreldrini ynskja, at barnið
verður doypt, skuldi tað nú hent,
at tað ikki kláraði tað. Sum oftast
batnar støðan, so við og við, og
barnið yvirlivur, tíbetur. Men
tíverri kemur eisini fyri, at
barnið ikki klárar tað, greiðir
Sverri frá.
Vanliga fer dópurin fram mill-
um tólini á intensivu stovuni. Er
støðan sera hættislig hjá barnin-
um verður borið skjótt at, og
Sverri minnist, at tað er komið
fyri, at hann ikki so mikið sum
hevur havt stundir at lata seg í
prestakjólan áðrenn dópin. Men
er tíð til tað, verður roynt at fáa
løtuna so hugnaliga sum gjørligt.
- Vit hava vanliga eitt pent
lítið borð við hvítum dúki til
dópsfatið. Vanliga eru foreldur
og kanska onkur onnur av teim-
um nærmastu til staðar, umframt
nøkur av starvsfólkunum á deild-
ini, ið samtíðis skulu halda vakið
eyga við barninum. Eisini verður
sálmur sungin áðrenn og eftir
dóp, greiðir Sverri frá. Prestur
skal tryggja, at formellu viður-
skiftini eru í lagt, t.d. at barnið
hevur eftirnavnið hjá mammuni,
eru foreldrini ikki gift. Hetta er
rættuliga vanligt, tí í Føroyum
verður annað hvørt barn føtt
uttanfyri hjúnarbandið. Eru for-
eldrini ikki gift eigur mamman
barnið, til annað er formliga
staðfest. Harumframt skal
prestur tryggja, at navnið, ið
foreldrini geva barninum, er í
samsvari við navnalógina.
Men tað kemur eisini fyri, at
barnið ikki megnar lívið, og
antin er deyðføtt ella doyr beint
eftir føðing.
- Tá er mín uppgáva fyrst og
fremst at vera um tey avvarð-
andi. Vit hava vanliga eitt bønar-
hald á føðideildini ella á seks-
tímastovuni, áðrenn tey fara
heim. Annars royni eg fyrst og
fremst at tosa við foreldrini,
greiðir Sverri frá, og leggur
afturat, at hóast tað ikki ber til at
doypa eitt deyðføtt barn, kann
tað tó fáa eitt navn allíkavæl - tú
kanst kanska kalla tað fyri eitt
"brúksnavn" ella eitt kallinavn.
Hetta navn kann seinni skrivast í
kirkjubókina sum ein viðmerk-
ing.
- Eftir míni meting hevur tað
ein sálarrøktarligan týdning, at
foreldrini kunnu geva deyðfødda
barninum eitt navn, tí so sleppa
tey undan at siga "barnið" ella
"tað" um barnið, tey mistu. Tað
kann eisini hjálpa teimum til ikki
at flýggja frá veruleikanum -
sorgini. Tómleikin og kuldin, ið
kemur við deyðanum, má ikki
fortreingjast - tað er jú ein partur
av veruleikanum, heldur eiga vit
at tala um tað, vísir Sverri á.
Sverri Steinhólm greiðir frá, at
í flestu førum ynskja foreldur at
jarða deyðfødda barnið, eisini
um tað bert verður skrásett sum
eitt fostur, ið verður gjørt til viku
28. Orsøkin er millum annað fyri
at gera seg sjálvan og nærum-
hvørvið kunnug um, at tað er
veruligt. Hann metir, at eisini er
týdningarmikið at fortelja
systkjunum hjá barninum um,
hvat er farið fram. Tí systkini
hava jú glett seg til at fáa ein
lítlabeiggja ella lítlasystur, og tey
duga eisini at síggja, hvussu
foreldrini hava tað, hóast for-
eldrini royna at goyma tað fyri
børnunum, vísir hann á.
Hava tey fingið nakað
burturúr
Ein partur av arbeiðinum hjá
Sverra er at vitja á psykiatrisku
deild. Umframt at vitja og hava
gudstænastu fyri sjúklingunum,
hendir tíðum, at fólk á deildini
sjálvi koma og biðja um at tosa
við prest.
- Eg merki mangan, at fólk á
hesum deildunum eru sera opin
fyri at tosa við meg um teirra
trupulleikar. Talan kann vera um
sera ymiskar trupulleikar, ið tey
dragast við, alt eftir hvat fyri
sjúku tey líða av. Mín uppgáva er
tá fyrst og fremst at lurta eftir
teirra søgu.
- Eg eri ikki sálarfrøðingur, og
vil heldur ikki koma inn á tað
økið, men royni heldur at lurta
meg inn í støðu teirra sálarliga
sjúku og vita eftir, í hvønn mun
eg kann hjálpa teimum á anda-
liga økinum. Við hvørt haldi eg,
at samrøðan eydnaðist væl og
aðrar tíðir minni væl, greiðir
Sverri Steinhólm frá, og leggur
afturat:
- Eftir at hava vitjað á psyki-
atrisku deild kann eg onkuntíð
sita eftir við spurninginum, hvørt
nakað kom burturúr samrøðu
millum meg og onkran av sjúk-
lingunum. Men tá noyðist eg at
hugsa sum so, at hóast eg sjálvur
ikki helt tað eydnaðist so væl,
kann okkara samrøða hava verið
til gagns fyri viðkomandi. Við-
komandi bað um hjálp, eg kom,
og eg lurtaði. Eg plagi at siga, at
eg má heldur lurta einaferð ella
kanska tríggjar ferðir ov nógv,
heldur enn einaferð ov lítið, vísir
Sverri á.
Sverri Steinhólm sigur, at eftir
hansara tykki kann tað vera til
gagns bara at seta seg niður eina
løtu og tosa við sjúklingarnar -
bara tosa um veður og vind og
hvat annars fyriferst í samfelag-
num.
- Undir slíkum samrøðum fái
eg eisini eina hóming av, hvar
viðkomandi er staddur á andaliga
økinum, - um brúk er fyri hjálp
ella ikki. Og mangan endar ein
slík samrøða við einum bíbliu-
orði ella bøn, leggur Sverri
afturat.
Handan rimar
Mánadagur er vitjunardagur hjá
presti í varðhaldinum í Jónas
Broncksgøtu í Havn. Sverri
Steinhólm sigur, at hann plagar
at vitja seinnapartin, tá fangarnir
annars eru innilæstir. Men tá
prestur kemur, sleppa teir, ið
hava hug til tess, út í felags-
rúmið.
- Vanliga sita vit bara og práta
saman, men ofta royni eg at fáa
prátið inn á tilveruspurningar, til
dømis um rættvísi og frælsi, ið jú
upptaka nógvar av fangunum.
Eitt er verðsliga frælsið, ið teir
hava mist, tíðina í varðhaldinum.
Nakað annað er so andaliga
frælsið og frælsið í trúnni á Jesus
Kristus. Nógvir av fangunum
hava tað jú ringt við seg sjálvan,
eftir tað, teir hava gjørt. Eg royni
so at tosa við teir um andaliga
frælsið, um frelsuna, og at biðja
Harran um fyrigeving - í stuttum
at kunngera Kristus inn í ta
støðu, fangin er komin í. Vit
kunnu hava ilt við at fyrigeva
hvørjum øðrum, men Jesus fyri-
gevur treytaleyst, vísir Sverri á.
Sverri Steinhólm greiðir frá, at
eftir hansara meting eru fangar-
nir ofta í verjustøðu, fyrstu tíðina
í varðhaldinum, og halda fast
við, at teir eru órættvíst dømdir.
Men sum frálíður, og kanska ser-
liga eftir, at dómur er sagdur, er
støðan hjá teimum, at hetta er ov
langt úti og má fáast út av verð-
ini sum skjótast. Sverri vísir á, at
hansara uppgáva er tó ikki at
taka støðu til, hvørt teir eru sekir
ella ósekir. Hansara uppgáva er
at royna at hjálpa teimum víðari í
lívinum.
- Sum heild verði eg væl mót-
tikin í varðhaldinum. Eg veit, at
onkur kanska ikki ynskir at tosa
við prest, og tað er eisini í lagi -
hetta er jú bara eitt tilboð til
fangarnar. Talan er ikki um, at eg
skal sita og tala, meðan teir lurta.
Heldur skulu vit tosa saman, og
teir skulu kunna tosa við meg,
ynskja teir tað. Men tó má eg
kortini hava í huga, at eg hóast
alt komi á gátt í varðhaldinum
sum prestur, og eitt nú plagi eg
altíð at enda við eini andakt, um
eg haldi tað er møguligt, greiðir
Sverri Steinhólm frá. Av og á
sleppa teir fangar, ið ynskja tað,
eisini í kirkju. Sverri greiðir frá,
at vanliga verður onkur av kirkj-
unum í Suðurstreymi lænt til
endamálið okkurt kvøld mitt í
viku, og so verður farið avstað
við bussi.
- Tað hevur stóran týdning í
øllum mínum samskifti við fang-
arnar, at eg sum prestur havi
tagnarskyldu. Tí kunnu fangarnir
tosa við meg um alt, teir hava
hug til, uttan at tað fer víðari.
Bar eg nakað víðari, vildi álitið
millum meg og tey innsettu
farið, og so kundi eg spart mær
ómakin at komið har, vísir Sverri
á.
Brúkar seg sjálvan sum
amboð
Í sínum arbeiði sum prestur í
varðhaldinum og á landssjúkra-
húsinum kemur Sverri Steinhólm
tíðum í støður, ið kunnu vera
slítandi fyri eitt menniskja, og
meira enn tey flestu kemur hann
í samband við døpru síður
lívsins. Tá ræður um hjá honum
at duga at siga frá yvir fyri sær
sjálvum, tá tað er við at vera
ovmikið.
- Eg royni at geva tí gætur,
hvussu eg sjálvur reageri, tá eg
komi í tílíkar støður. Á henda
hátt kann eg læra meg at liva við
tí. Mín uppgáva er at vera so
nærverandi, men samtíðis so
"neutralur" sum gjørligt. Sjálv-
andi verði eg ávirkaður av ymsu
støðunum, ið eg komi í, millum
annað tá foreldur missa sítt lítla
barn, ella tá børn missa sína
mammu ella sín pápa. Vit menn-
iskju hava trupult við at skilja
deyðan, serliga tá hann rakar
fólk í yngri árum, og ikki slepst
undan, at tað tekur hart uppá tey
avvarðandi. Sum prestur skal eg
hjálpa teimum í hesi støðuni. Og
tá slepst ikki undan, at summar
dagar eri eg meira niðurslitin enn
aðrar. Tá má eg sjálvur duga at
siga frá, og so kanska halda meg
burtur frá landssjúkrahúsinum
nakrar dagar. So eg ikki brenni
út, leggur Sverri Steinhólm
afturat.
- Men løturnar í starvinum
sum sjúkrahús- og fongsulsprest-
ur eru ikki bara daprar. Til dømis
at síggja fólk, sum eru illa fyri
av eini og hvørjari orsøk, fáa
hjálp og gerast frísk, ella tá
menniskju vegna trúnna á Jesus
fáa mót og kraft til at liva lívið -
tað er jú at gleðast um, hvørja
einastu ferð, tað hendir, vísir
Sverri á.
Tá Sverri Steinhólm tók við starvinum sum sjúkrahús- og fongsulsprestur, fluttu hann og familjan inn í aldargamla
prestagarðin í Sandagerði
Mynd: Jens Kr. Vang
3
C
M
2