fríggjadagur 20. desember 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 245 - 20. desember 2002
Nr. 245 - 20. desember 2002
15
Í dagstovninum,
Mylnuhúsið, hugnaðu
foreldur og børn sær
mikudagin, tá
jólahald var á stovn-
inum. Opið hús var
fyri foreldrum og
systkjum hjá børn-
unum
JÓLAHALD
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Stovnurin hevði
opið hús og nógv fólk var
komið á gátt. Foreldur og
børn sótu í teimum trimum
stovunum og hugnaðu sær,
meðan tey gjørdu ymiskt
jólaprýði. Í Miðstovu sótu
tey og málaðu krukkur, í
Innistovu gjørdu tey jóla-
dekoratiónir, meðan tey í
Niðristovu, sum er vøggu-
stovan, sótu og kliptu nissur
og annað jólaprýði.
Í køkinum var te, kaffi,
saft
og
smákøkur
og
mandarinir afturvið.
Stuttligt var at síggja,
hvussu høgt børnini gingu
upp í tað, sum tey sótu og
gjørdu. Og nógv vakurt
prýði varð gjørt.
Hanna Thøgersen, leiðari
á stovninum, sigur, at hesin
hátturin at skipa fyri jóla-
haldið er skipaður í samráð
við foreldrini.
- Vit løgdu tað út til for-
eldrini á einum foreldra-
fundi, har vit spurdu tey,
hvussu tey kundu hugsað
sær, at okkara jólahald
skuldi verða. Og útfrá teirra
svarum, komu vit so til
hetta, at foreldur og børn
gera jólaprýði, meðan ym-
iskt annað sjálvandi eisini
fer fram, greiðir hon frá.
Jólini á stovninum byrja
av álvara Luciadagin, tann
13. desember, og so er
ymiskt hugnaligt á skránni
ta seinastu vikuna áðrenn
jól. Stovnurin gevur eisini
eitt blað út, sum eitur
Mylnujól, og har kunna
foreldur lesa, hvat er á
skránni til jóla.
Meðan øll sótu og hugn-
aðu sær, bleiv ljósið sløkt
og inn komu børnini í Úti-
stovu, sum er frítíðarskúlin.
Hesi børnini gingu Lucia,
og tey sungu so eisini fyrsta
ørindi av Gleðilig jól fyri
hinum. Frítíðarskúlin hjá
Mylnuhúsinum húsast ikki
í sama húsi sum vøggu-
stovan og barnagarðurin,
men tá jólahald er, eru øll
saman.
Tá jólahald er, verður
eisini sungið nógv. Og her
sluppu onkrir pápar at
royna
seg.
Pápin
hjá
Nathaliu og pápin hjá
Fróða settust vit gittarum,
og børnini sungu av hjarta
allar teir kendastu jólasang-
irnar.
Jólahaldið í Mylnuhús-
inum endaði so við at øll
slóu ring og dansaðu um
jólatræið.
Onnur hava hug at undr-
ast á, at ongin jólamaður
kemur til hetta jólahaldið,
men
hósdagin
hevur
Mylnuhúsið jólafrokost við
børnunum, og tá kemur
maðurin í koti og svørtum
knæbuksum at vitja tey.
Veðrið boðar ikki frá, at
jólini eru komin, men inni í
Mylnuhúsinum mikudagin
var onki at ivast í, at jólini
eru í hondum.
Mylnujól
Børn og foreldur fingu rættiligt høvi at hugna sær, meðan tey hjálptust at við at gera ymiskt jólaprýði
Ein fitt og errin
genta við eini
vakrari
dekoratión
Í Innistovu gjørdu tey jóladekoratiónir
Í Miðstovu sótu børnini og foreldrini og málaðu krukkur
UTTAN ÚR HEIMI
Oljuprísurin hækkar
Vandi fyri verkføllum
Skeivur heilivágur
krevur nógv mannalív
Fekk 14 mia. krónur
Vandin fyri kríggi millum
USA og Irak og áhald-
andi ófriðurin í Venesuela
gera,
at
oljuprísurin
hækkar.
Tann seinasta mánaðin
er prísurin á ráolju hækk-
aður umleið 20 prosent,
soleiðis at á marknað-
inum í Fjareystri kostar
ein tunna av ráolju nú
beint niðan fyri 31 dollar-
ar, og so høgur hevur
prísurin ikki verið sein-
astu tríggjar mánaðarnar.
Oljuhandilsmenn siga,
at boðini frá amerikansku
stjórnini um, at Irak hevur
brotið ST-samtyktirnar,
og at vápnafrágreiðingin
hjá Bagdad er villleið-
andi, fara uttan iva at
skrúva prísin uppaftur
longur upp. Harafturat
kemur, at áhaldandi verk-
føll og mótmæli í Vene-
suela hava lagt ein stóran
part av landsins oljuvinnu
lamna, so lítil og eingin
olja kemur haðani.
Sáttmálasamráðingarnar
millum almennu arbeiðs-
gevararnar í Týsklandi og
fakfeløgini endaðu úr-
slitaleysar gjáramorgun-
in, og vandi er nú fyri
stórum verkføllum á al-
menna arbeiðsmarknað-
inum.
Fakfelagið hjá sjúkra-
systrum, sløkkiliðsmonn-
um og bussførarum, sum
hevur meiri enn tríggjar
milliónir limir, hevur
kravt trý prosent afturat í
løn, og at lønin hjá teim-
um, sum arbeiða í tí
gamla Eysturtýsklandi,
verður tann sama sum hjá
teimum vestanfyri. Hetta
kravið kann kosta ríkis-
kassanum 45 milliardir
krónur, og hesum krøv-
unum hava almennu ar-
beiðsgevararnir víst frá
sær.
Otto Schilly, innan-
ríkisráðharri, sum sjálvur
tók lut í teimum seinastu
sáttmálasamráðingunum
gjáranáttina, segði aftan á
slitið, at tað er umráðandi
hjá stjórnini at halda løn-
arvøkstrinum niðri. Fak-
felagsumboðini søgdu, at
slakar stjórnin ikki, fara
tey at skipa fyri verkføll-
um tað mesta av januar
mánað.
Ein
frágreiðing
hjá
norsku
heilsumyndug-
leikunum sigur, at umleið
1.000 norðmenn doyggja
á hvørjum ári, tí teir fáa
skeivan heilivág.
Frágreiðingin sigur, at
lítið verður gjørt burtur úr
hesum
veruleikanum,
sjálvt um tølini vísa, at
munandi fleiri norðmenn
doyggja av skeivum heili-
vági enn í ferðsluni. Sagt
verður, at nógvir trupul-
leikar eru, tá avgerast
skal, hvønn heilivág sjúk-
lingar skulu hava, og at
tað er neyðugt at geva
fólki í heilsuverkinum
betri útbúgving.
Ein onnur kanning í
Noregi avdúkaði herfyri,
at fimta hvørt fólk, sum
doyði á sjúkrahúsinum í
Akershus, høvdu fingið
skeivan heilivág, og at tað
var orsøkin til, at tey
doyðu.
Afghanski forsetin, Ha-
mid Karzai, fór í vikuni
heimaftur til Kabul eftir
at hava fingið lyfti um, at
tey sonevndu gevaralond-
ini eru til reiðar at lata
Afghanistan 14 milliardir
krónur í stuðuli næsta ár.
Tað er á leið tað sama,
sum landið hevur fingið í
ár. Tað eru kortini ikki øll
londini, sum hava goldið
tað, sum tey høvdu bund-
ið seg til. Sambært einari
uppgerð høvdu gevara-
londini goldið 73 prosent
av tí lovaða stuðlinum fyri
einum góðum mánað síð-
ani.
Á fundi í Oslo sam-
tyktu gevaralondini, at
næsta ár skal peningurin
fara til at beina fyri fá-
tækradøminum í Afghan-
istan, at útvega bæði gent-
um og dreingjum skúla-
gongd, at bøta um vega-
kervið og at leggja størri
dent á at útvega fólki mat.
Samstundis skal størri
dentur leggjast á at skipa
eina løgreglu og ein her,
almennu umsitingina og
dómsvaldið.
Meiri enn tveir trið-
ingar av amerikanar-
unum vilja hava Bush
forseta at leggja fram
prógv, sum kunnu
rættvísgera eitt álop á
Irak.
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Hóast bæði forsetin, ráð-
harrar og talsmenn hansara
dagliga royna at sannføra
amerikanarar um, at USA
eigur at leypa á Irak, og
hóast teir koma við nýggj-
um grundgevingum at kalla
hvønn dag, er amerikanska
fólkið
framvegis
ikki
sannført um, at USA eigur
at leypa á.
Tað sæst í einari mein-
ingakanning, sum blaðið
Los Angeles Times hevur
gjørt, og sum umfatar fólk
um alt USA. Ein tilsvarandi
kanning í blaðnum Wash-
ington Post vísir sama úr-
slit.
49 prosent av teimum
spurdu siga, at finna vápna-
eftirlitsmenninir hjá ST
eingi hópoyðingarvápn í
Irak, eigur USA ikki at
leypa á landið. 41 prosent
siga harafturímóti, at USA
eigur at leypa á kortini, og
tey seinastu tíggju prosent-
ini vita ikki, hvat so skal
henda.
70 prosent av teimum
spurdu siga seg hava álit á,
at George W. Bush, forseti
rekur tann rætta politikkin í
bardaganum ímóti yvir-
gangi, men 63 prosent
svara, at eftir teirra tykki
hevur forsetin ikki lagt
fram nóg góð prógv fyri, at
USA eigur at leypa á Irak.
Tey siga, at USA eigur ikki
at fara í álop, uttan so at
trygdarráðið hjá ST sam-
tykkir, at Irak hevur gjørt
so álvarssom brot á ST-
samtyktirnar, at tað rætt-
vísger eitt álop.
Kanningin
hjá
Los
Angeles Times vísir eisini,
at amerikanaska fólkið tek-
ur ikki undir við, at USA
eigur at taka Irak-kreppuna
í egnar hendur. Bara 26
prosent siga, at USA eigur
at leypa á Irak, sjálvt um
altjóða samfelagið ikki
tekur undir við tí.
Tað er eisini áhugavert, at
70 prosent av teimum
spurdu siga, at leypa am-
erikanarar á Irak, er USA
bundið at verða verandi í
landinum og at byggja tað
uppaftur.
Amerikanarar krevja
prógv frá Bush
Danskir politikarar
rógva nú uppundir, at
grønlendingar kanska
kunnu fáa ein betri
handilssáttmála við
USA ístaðin fyri.
Amerikanski uttanríkisráð-
harrin, Colin Powell, lat á
einum tíðindafundi ongan
iva vera um, at amerik-
anska stjórnin er ikki sinn-
að at endurskoða ella at
broyta sáttmálan um her-
støðina í Thule.
Á tíðindafundinum, sum
var aftan á fundin millum
Powell, Per Stig Møller,
uttanríkisráðharra og Josef
Motzfeldt,
landsstýris-
mann, segði Powell, at
stjórnin í Washington held-
ur onga orsøk vera til at
samráðast um sáttmálan av
nýggjum ella at broyta
hann.
Sáttmálin, sum USA og
Danmark gjørdu í 1951,
krevur, at bæði londini
skulu vera samd um tað,
skal hann broytast, og her
tykist amerikanska støðan
at vera greið.
Hetta
hevur
fingið
danskar politikarar at tosa
um, at Grønland ístaðin fyri
nýggjan sáttmála kann fáa
betri handilssamstarv við
USA, eins og onnur viður-
skifti eiga at verða umrødd,
sum kunnu geva grønlend-
ingum fleiri fyrimunir.
Josef Motzfeldt segði aft-
an á fundin við Colin Po-
well,
at
grønlendingar
halda enn fast uppá, at
partarnir skulu viðgera sátt-
málan av nýggjum.
USA vil ikki endurskoða
Thule-sáttmálan
Colin Powell: -Tað er eingin orsøk til at endurskoða ella at broyta sáttmálan um støðina í
Thule.
C
M
Y
K
15
14