fríggjadagur 20. desember 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Ilt er at ímynda sær, hvussu tað
hevur verið fyri Simonu at
standa einsamøll við fýra børn-
um, sum 32 ára gomul og hava
mist mannin, sum hon elskaði.
Lítið visti hon, at tá hon tosaði
við Pól Eyðfinn tríggjar dagar
frammanundan yvir satelitt, at
tað seinni vísti seg at vera
seinastu ferð, hon tosaði við
hann.
Allir føroyingar munnu
minnast sorgarbundnu røddirnar
á brøðrunum, Eyðstein og Hjalt-
ur Poulsen, tá teir í útvarpinum
og sjónvarpinum greiddu frá,
hvat var hent umborð á Ågot
dagin fyri sjálvan Allahalg-
annadag í 1999. Mong drýptu
høvur í samkenslu við Simonu
og øll teimum, sum varðaðu av
Pól Eyðfinni. Men hóast alt sær
svart út, hóast lagnan til tíðir
kann vísa seg frá síni beiskastu
síðu, so heldur lívið kortini fram.
Soleiðis er tað bara, og soleiðis
var tað eisini hjá Simonu og
børnunum, sum í dag hava
megnað at vunnið á sorgini og
funnið sær eitt lív aftur, eitt lív
við sakninum eftir Pól Eyðfinni.
Hann sat á brúnni umborð á
Ågot, sum tá var á tunfiskaveiðu,
tá báturin fekk ein sjógv. Hesin
sjógvurin var so mikið ógvus-
ligur, at hurðin aftan fyri Pól
Eyðfinn brast upp í nakkan á
honum. Stoyturin var so
ógvusligur, at Pól Eyðfinn lat lív
av honum.
Ta fyrstu tíðina aftaná, hugsaði
Simona sera nógv um, hvussu
hon skuldi kunna koma víðari,
og hon er sannførd um, at børn-
ini gjørdu sítt til, at tað eydnaðist
henni.
- Eg veit sjálvandi ikki at siga
fyri vissu, hvussu tað hevði verið
uttan børnini, men eg eri vís í, at
tað hevði verið heilt øðrvísi. Tí
tá ein hevur børn og so smá, sum
tey vóru tá, tá noyðist ein at
halda seg í gongd fyri teirra
skuld, sigur hon og leggur
afturat, at hon hevur til tíðir
verið beisk inn á hendingina,
men tað loysir onki, so hon
roynir sum frægast at skapa eitt
lív fyri seg sjálva og børnini í
Klaksvík, hóast pápi teirra er
burtur.
Beint eftir, at hon hevði fingið
boðini, gekk hon bara runt í
húsinum og mól. Simona dugir
ikki so væl at seta orð á júst,
hvussu hon hevði tað, tí hon var
skelkað. Tað vóru eisini so mong
fólk rundan um tey allatíðina, at
tað bar illa til at hugsa so nógv.
Men tað heldur hon, var gott tað
sama.
Henni dámdi ikki at sova
einsamøll ta fyrstu tíðina, hóast
hon var von við tað, tí Pól Eyð-
finn var nógv burtur.
- Systir mín plagdi at sova hjá
mær í fyrstuni, men eg haldi tó
ikki, at tað vardi so øgiliga longi,
so kláraði eg aftur at sova einsa-
møll, sigur hon og leggur afturat,
at songin tyktist tómari enn van-
ligt, hóast okkurt av børnunum
sum oftast lá uppií.
Hon sigur eisini, at hon stúrdi
fyri at fara útaftur. Tað var
serliga tankin um, hvat fólk fóru
at siga um hana, sum hon hugs-
– Mugu ásanna, at vit fáa hann
ikki aftur
31. oktober 1999 stendur klárur í minninum hjá Simonu Bjarnaskor av
Viðareiði. Tann dagin stóð hon brádliga einsamøll við fýra børnum eftir at
Pól Eyðfinn, pápi at børnunum og maðurin, hon livdi saman við, lat lív
umborð á línubátinum Ågot. Í samrøðu við Sosialin greiðir hon frá
skelkinum, tíðini aftaná og hvussu tað var at fáa tílík sorgarboð stutt fyri jól
– Tað gongur ikki ein dagur, at eg ikki hugsi um hann. Og soleiðis fer tað altíð at vera
aði um. Men hon tók sær um
reiggj og byrjaði so spakuliga at
fara útaftur.
- Eg mátti bara fara út, tí inni
kundi eg ikki verða sitandi, so
hevði eg blivið svøk. Soleiðis eri
eg bara.
Men omaná alt kom so óttin
fyri at verða noydd at fara úr
húsunum, sum tey høvdu búð í
eitt gott ár, tá vanlukkan hendi.
- Pól Eyðfinn hevur sjálvur
teknað húsini - bæði innan og
uttan, so hetta eru eini hús eftir
hansara høvdi, men hann fekk nú
ikki gleði av teimum so longi,
sigur Simona við sorgblíðari
rødd.
Simona gekk heima, tá van-
lukkan hendi, so hon stúrdi fyri
framtíðini. Men tað var ógrunda-
ð, tí hon fekk nógva og góða
hjálp frá familjunum báðum og
mongum øðrum eisini.
Eftir vanlukkuna tók Simona
saman við brøðrunum hjá Pól
Eyðfinni, Eyðsteini og Hjalturi,
yvir línubátin Ågot, sum Pól
Eyðfinn átti.
- Tað er púra vist, at var tað
ikki fyri tað, so sat eg ikki í
húsunum í dag, tí eg gekk sum
sagt heima, og hvussu skal tað
kunna bera til við nýggjum
húsum. Vit fingu hjálp frá so
mongum menniskjum, og tað eri
eg sera takksom fyri.
Minnast pápan
Simona og børnini tosa nógv um
Pól Eyðfinn. Og Simona tosar
um hann í nútíð, sum um hann
framvegis er ímillum tey. Tá tey
tosa um hann, er tað næstan, sum
um hann bert er burtur á einum
av sínum túrum við Ågot. Tey
vita tó øll betur. Men tað er ein
stórur uggi fyri tey at kunna
práta so nógv um hendan
mannin, sum hevði alt at siga
fyri teimum øllum ta stuttu tíð,
honum unnaðist at vera millum
tey.
Pól Eyðfinn, sum á pappírin-
um stavaðist Poul Eyðfinn, var
ein fryntiligur og dámligur
maður, sum flest øll kendu. Tað
sást best á tí stóra fylginum, sum
tók ímóti, tá Ågot kom aftur á
Klaksvík og sum fylgdi Pól
Eyðfinni til hansara seinasta
hvíldarstað. Simona minnist
hann best fyri eitt nú hansara
lætta sinn.
- Hann var altíð við upp á fjas
og skemt, og tí var tað altíð
nógvur látur, tá hann var her. Vit
høvdu tað avbera gott saman, og
saknurin eftir honum er sera
stórur. Eg má bara ásanna, at vit
fáa hann ikki aftur. Annars komi
eg ikki víðari, sigur hon
álvarsliga.
- Men tað fer ikki ein dagur
framvið uttan, at eg hugsi um
hann. Og soleiðis fer tað altíð at
verða.
Ísak og Olivia minnast sjálv-
sagt pápa teirra betur enn teir
báðir yngru, men tó so minnist
Petur, sum í dag er 7 ára gamal
framvegis pápan væl. Tað heldur
Simona kemst av, at tey práta so
nógv um hann. Lítli beiggin í
húsinum, tann í dag 4 ára gamli
Bárður, minnist ikka pápa sín,
men um okkurt er, til dømis um
hann ikki fær sín vilja, so kann
hann gott finna upp á at gráta
eftir babba. Og tað kemst óivað
eisini av tí sama, heldur Simona.
Hon greiðir frá, at Pól Eyðfinn
hevði stórar ætlanir fyri framtíð-
ina. Hann var so fyrndarglaður,
tá hann í januar 1993 keypti
egnan bát, línubátin Ågot, sum
er uppkallaður eftir mammu
hansara.
- Eg gekk við Oliviu, tá hann
gjørdi av at keypa bátin, og eg
átti hana í desember í 1992 í
Havn. Og eg minnist, at Pól
Eyðfinn hevði so nógv um at
vera tá, at hann hevði slettis ikki
tíð til at vera har, sigur Simona
og flennir. Láturin ber brá av, at
henni dámar væl at práta um
hendingar og annað, sum hon og
Pól Eyðfinn høvdu í felag.
Okkurt galið
Simona greiðir frá, at hon og trý
tey yngstu børnini sótu og ótu
døgurða, tá hurðin gekk. Í gong-
ini stóð prestur, og Simoa hugs-
aði beinanvegin, at her ruggaði
alt ikki rætt.
- Eg visti beinanvegin, at
okkurt var áfatt, tí hví skuldi
prestur koma á gátt hjá okkum
ein sunnudag á døgurða? Men eg
hugsaði ikki, at tað var Pól
Eyðfinn, sum hann kom at bera
okkum deyðsboðini um, sigur
hon stillisliga. Hóast hon tosar
við róligari rødd, so sást á henni,
at tað framvegis er torført at tosa
um hendingina.
Simona fór út í gongina at tosa
við prest, sum bar henni sorgar-
boðini um Pól Eyðfinn.
Simona sigur, at hon minnist
ikki so væl smálutirnar beint
eftir, at hon hevði fingið deyðs-
boðini. Eitt nú veit hon ikki at
siga fyri vissu, hvør segði
teimum smærri børnunum tað.
Elsti drongurin, Ísak, sum tá var
15 ára gamal, var ikki uppi. Men
Simona tosaði sjálv við hann.
Hann tók tað róligt, men sorgin
var ovurhondsstór. Einasta dótt-
irin hjá Pól Eyðfinni og Simonu,
Olivia, sum tá var seks ára
gomul, var ein ordilig pápasa
didda. Hon var altíð við pápa
sínum allastaðni, tá hann var
heima, og hjá henni var saknurin
eisini sera stórur.
Hinir báðir synirnir, Petur og
Bárður vóru tá ávíkavist 4 og 1
ára gamlir, so teir skiltu ikki so
nógv, men tey bæði eldru skiltu,
hvat tað var, sum var hent.
Nógv fólk hjálptu á ymiskan
hátt familjuni, sum var fyri hesi
vanlagnu. Simona og børnini
fingu hjálp allastaðni frá í
landinum.
- Tað var heilt ófatiligt, vit
fingu hjálp frá øllum møguligum
góðum menniskjum, sum vit nóg
illa kendu. Kort og heilsanir á
ymiskan hátt allastaðni frá, sigur
Simona.
- Tað fløvir at fáa at vita, at so
mong hugsaðu um okkum hasa
tíðina.
Jólini
Vanlukkan hendi 31. oktober -
bert knappar tveir mánaðar fyri
jól. Og tað kann tykjast at vera
mest sum ógjørligt at skapa
jólahugna í slíkari sorgartíð.
Men inni hjá Simonu á Rættar-
gøtu jólaaftan 1999 vóru ikki
minni enn eini 18 - 20 fólk. Øll
hennara familja var har, systkini
við teirra familju og pápi
Simonu.
- Tað var nokk so rokaligt,
men tað var hugnaligt, kortini.
Men saknurin eftir Pól Eyð-
finni var ovurhondsstórur jóla-
dagarnar, tí jólini eru ein serlig
tíð, har øll ynskja at vera saman
við sínum nærmastu.
- Pól Eyðfinn var sera nógv
burtur, og eg eri vís í, at tað
millum annað hevur hjálpt
okkum til at læra okkum at liva
við sakninum. Tí, um hann altíð
var herheima, og so líka brádliga
varð tikin frá okkum, so hevði
tað óivað merkt okkum øll á ein
øðrvísi hátt, heldur Simona, sum
enn ikki hevur avgjørt, hvar og
hvussu jólini verða hildin í ár.
Seinasta summar bleiv Simona
omma, tá Ísak og genta hansara,
Guðrun, fingu ein son. Hann er
um hálvt ára gamal, og hann
eitur Pól Eyðfinn.
- Hann hevði verið nakað
stoltur, um hann var her, sigur
Simona og smílist, meðan hon
hyggur upp á eina av teimum
mongu myndunum av Pól Eyð-
finni, sum hanga uppi á veggun-
um í hugnaliga heiminum á
Rættargøtu.
Ein fær ta fatan av henni, at
her er talan um eina familju, sum
hevur verið fyri eini syrgiligari
vanlagnu, men sum á ein ella
annan hátt hevur megnað at reist
seg aftur, tá tað sá svartast út. Og
tað er ongin ivi um, at Simona er
ein djørv kvinna, sum við góðari
hjálp hevur megnað at fingið eitt
lív upp á beinini fyri seg og
børnini eftir eina tílíka skelkandi
vanlukku, sum hevði við sær, at
teyð mátti verða uttan mann og
uttan pápa.
Her er Simona saman við børnunum, Ísak við lítla Pól Eyðfinni, Olivia, Bárður og Petur
Í mai í ár bleiv Simona omma til ein lítlan drong. Hann fekk navnið Pól
Eyðfinn
5
C
M
4