fríggjadagur 20. desember 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 245 - 20. desember 2002
Nr. 245 - 20. desember 2002
17
Hjúnini Elisabeth og
Páll Ellingsgaard hava
á gamalsaldrinum
valt at bróta upp úr
nýggjum og hava
gjørt egið verkstað og
handil, har brúkslist
úr glasi verður
framleidd og seld
SAMRØÐA
Orð:Heri á Rógvi
Myndir:Finnur Justinussen
Eftir at hava búð næstan
hálvtrýss ár í Danmørkini
vendu Páll og Elisabeth
Ellingsgaard
aftur
til
oyggjarnar í august mánaði
í fjør.
Tey fluttu heim til heim-
bygdina hjá honum, Eiði.
Her eru vit á vitjan hendan
fríggjadagin. Nakað uttar-
laga í bygdini við havna-
økið standa eini hús. Uppi á
Grind, sum tað kallast. Her
hava eiðisfólk nú fingið
einki minni enn eitt glas-
verkstað og sølubúð. Ein
snotuligur lítil bygningur,
sum er væl innrættaður til
endamálið. Líka visti eg, at
talan var um tvær um-
bygdar byngjur. Hvussu er
og ikki, so haltar ikki við
hondverkinum.
Sjúkrasystir og
skræddari
Hvørgin teirra hevur fingist
við glas burturav áður.
Elisabeth, ættað úr Klaks-
vík, er útbúgvin sjúkra-
systir og hevur arbeitt á
fleiri økjum og stovnum
innan heilsurøkt í Dan-
mark. Páll er upprunaliga
útlærdur skræddari. Sein-
astu hálvtrýss árini ella so
hevur hann fingist við alt
møguligt. Millum annað
hevur hann starvast hjá
Ilum og á verkstaðnum hjá
SAS. Handverkið at smíða
hevur hann lært frá pápa
sínum.
Seinnu nógvu árini hava
tey búð á Grevestrand í
Greve – einar 25 kilometrar
uttanfyri Keypmannahavn.
Bæði eru tey farin frá við
eftirløn, og hugurin at flyta
aftur til Føroya hevur leingi
verið til staðar.
– Tú verður verandi
Liva lívið gjøgnum glas
Glas er eisini list, tá rætt
verður borið at. Her hevur
Elisabeth fingið íblástur úr
føroyingasøguni um gand
føroyingur líkamikið hvat,
siga tey bæði við ein mun.
Tey eru flutt inn í barn-
dómshúsini hjá Pálli, og tey
bæði stórtrívast.
Okkurt av bygdafólk-
unum hevur eisini borið
upp á mál, at tað er hugaligt
at hoyra gamla eiðismálið
aftur. Hetta mál tosar Páll
enn, hóast hann hevur verið
burturi í 50 ár.
Tey eiga eingi børn, men
hava kortini nokk at síggja
til. Alt í Danmark er nú selt,
og tey eru vorðin eiðisfólk
fulltime.
Elisabeth kunstnarin
Hetta við glasinum er
Elisabeth
upphavið
til.
Elisabeth hevur leingi verið
sera áhuga í list, og hon
byrjaði at arbeiða við ym-
iskum, m.a. glasi.
— Eg royndi ymiskt,
men eg endaði við at vilja
gera glas. Eg fór fyrst niður
í hálva tíð og nýttu nógva
tíð til at arbeiða við glaslist,
sigur Elisabeth.
Hon hevur millum annað
gingið í skúla hjá Else Will-
ungsgaard, ið er kent danskt
listafólk innan glaslist.
Lat tað bara vera sagt
beinanvegi, at hetta ikki er
tað slag av glas, har blást
verður í rør og skaptir verða
lutir og list. Tað er í hesum
førinum nakað heilt annað.
Í hesum førinum verður
koyrt í ovnin. Ein serligur
ovnur, ið brennir glasi. At
fáast við ein tílíka ovn
krevur holla vitan og venj-
ing, tí timingin hevur alt at
siga, og í avgerandi løtun-
um kunnu sjálvt sekundini
hava nógv at siga.
Rávøran er liðugt gjørt
glas, greiðir Elisabeth frá.
Hetta kann vera í ymsum
støddum og litum, og fleiri
sløg eru eisini – ameri-
kanskt glas og vanligt glas.
Hesum greiðir Elisabeth
okkum frá, meðan vit spáka
runt á teimu 63 fermetrun-
um í umgjørdu byngjunum.
Her eru rúm til øll endamál,
og amboðini tróta heldur
ikki.
Bæði dag og nátt
Tey bæði hava nýtt nógva
orku til at fáa alla útgerðina
til vega. Tey hava bæði
máling, ovn, bor og alt
annað, ið krevst av einum
glasverkstaði sum hesum.
Tá vit vitjaðu vóru bæði
dagar og nætur nýttar í
verkstaðnum. Alt skuldi
gerast klárt. Síðani vit vóru
á vitjan hava tey sýnt fram í
SMS, og handilin er eisini
latin upp.
Elisabeth kemur glasið úr
útlondum, og hon skerur og
sniðgevur. Eisini málar hon
við serligari máling, men
ikki á alt glas. Munur er
nevnliga á vanligum glasi
og amerikonskum glasi, og
tað er ikki alt, ið riggar líka
væl saman.
— Tað málaða minnir
kanska eitt sindur um verk
hjá Tróndi Patursyni, men
hetta er meira brúkslist,
sigur Elisabeth.
Og í øllum hurlivasanum
er Páll handverkarin hjá
konuni. Hann hevur riggað
hølini til og ger formar og
annað.
Sum nevnt stríðast tey av
øllum. Tað krevur nógv ar-
beiða at gera list av hesum
slag.
— Eitt nú skal alt fyrst
brennnast flatt og so leggj-
ast í formar. Tað krevur
ótrúliga nógv arbeiði, sigur
Elisabeth.
Henni dámar eisini væl at
kela fyri sínum verkum, og
mangan er okkurt, sum
kanska ikki hepnast so væl,
men tá er einki annað at
gera uttan at royna aftur.
Kostnaðarmikið er at lata
upp verkstað av hesum
slag, men Páll og Elisabeth
halda seg ikki aftur av hesi
orsøk.
Uppi á Grind verður
eisini ein lítil sølubúð, har
lutirnir hjá Elisabeth verða
seldir. Elisabeth roknar ikki
við, at fólk skulu serliga
langt niður í lumman fyri at
keypa – í øllum førum ikki
í mun til arbeiðið.
Fleiri av brúkslist lutun-
um liggja um nakrar hundr-
að krónur. Onkrir størri
lutir liggja upp ímóti teim-
um tveytúsund. Hinvegin
kanst tú vera vísur í, at
eingin eigur ein líka, tí
hesir kunnu ógvuliga illa
hópframleiðast.
Elisabeth hevur eisini
ætlanir um at fara at gera
fleiri listarliga lutir. Nú
jólini liggja fyri durum er
brúksliga glasið heldur ikki
so langt av leið.
Glasið hjá Elisabeth og
Pálli fara tey at selja sjálvi
á Eiði, og tað verður eisini
selt í 3´aranum í Havn.
Allir glaslutir verða sniðgivnir við
hond og síðani framleiddir í
ovninum. Tað krevur serstakliga
góða timing at fáa lutirnar at
hepnast rætt
Elisabeth og Páll Ellingsgaard búðu næstan hálvtrýss ár í Danmark, áðrenn tey fluttu aftur til Danmarkar. Í tveimum
umbygdum byngjum hava tey sett á stovn egið virki til glasframleiðslu
C
M
Y
K
17
16