fríggjadagur 20. desember 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
17
GRÓTLAÐING
Ingi Rasmussen
Møguleikarnir eru nógvir. Tú
skalt bara finna teir.
Orðini eigur havnarmaðurin
Eyðun Dal Christiansen, sum
sipar til sítt arbeiði. Í fleiri
týdningum skal tað vísa seg.
Eyðun hevur nýliga lagt síðstu
hondina á eitt stórverk úr gróti
hjá einum privatum húseigara í
Havn.
Talan er um einar snúðtrappur
og ein garð úr føroyskum gróti,
sum víkur fullkomiliga frá tí, vit
vanliga síggja laðað.
Kantarnir eru skornir, so lað-
ingin líkist einum putlispæl.
Flatan úteftir er náttúrlig, hvørki
brotin ella sagað, og tað gevur
eitt serligt spæl í grótinum, sum
sjáldan sæst í slíkari samanset-
ing.
Handtiknir steinar
Ein grundleggjandi partur av
arbeiðnum er at velja grótið.
Eyðun hevur verið sjey ferðir í
Porkeri og hevur gingið frá steini
til stein og pilkað út.
- Hvør einasti steinur er
handtikin, og eg havi gjørt mær
stóran ómak at velja út. Tað er
best, tá teir akkurát hava skotið í
grótbrotinum. Menninir har
suðuri hava verið ótrúliga hjálp-
samir og hava eisini rist mær
grótið út, tá eg eri komin, so tað
hevur verið lagamanni hjá mær
at valt burturúr, sigur Eyðun.
Tað hevur verið eitt upplivilsi í
sær sjálvum at gingið fyri sjálv-
an í Suðuroy. Vakra náttúran
gevur íblástur, og grótið í Porkeri
heldur hann vera nakað heilt
serligt.
- Grótið liggur í fláum, og tú
sært, hvussu tað er stadnað. Tú
fært næstan eina kenslu av,
hvussu grótbræðingin er tornað,
alt eftir hvussu veðrið hevur
verið. Onkrastaðni hómast, at tað
hevur verið nógvur vindur, tí
bræðingin líkasum rennur eftir
steininum, og aðrastaðni er tað
sum bleytir ringar í einum vatni,
ið er órógvað av einum lítlum
fleyri. Yvirflaturnar eru so
ymiskar, og tað hóskar væl til
tankan aftan fyri mína laðing.
Steinarnir ráða fyri ein stóran
part sjálvir, hvussu endaliga
úrslitið kemur at síggja út, sigur
Eyðun Dal Christiansen.
Tað sæst aftur, nú trappan og
garðurin standa liðug. Tað er
mest álíkt einum listaverki. Lit-
spælið er fantastiskt, og vinklar-
nir á steinunum eru sera ymiskir.
Sum eitt slag av litfagrari
kubismu. Onkur steinur er bláur
og svartur, onkur annar grøn-
brúnur og innímillum eru teir
rustreyðir. Leystliga mett eru
einir 3000 steinar, og at síggja til
er ikki ein eins.
Hart arbeiði
Hvaðani áhugin fyri gróti og
laðing kemur, veit Eyðun ikki at
siga. Hann er sjálvlærdur og
byrjaði við at laða garðin heima
hjá sær sjálvum í frítíðini.
- Eg arbeiddi á Elektron, men
fekk hug at royna okkurt heilt
annað. Eg leyp bara útí tað, og
eg havi ongantíð angrað síðan.
Hvaðani tað kemur frá, veit eg
ikki. Abbi mín hevði góðar
hendur, so kanska tað er íborið.
Tað er eisini ein spurningur um,
hvat tú setir teg føran fyri, og um
tú torir at bjóða tær sjálvum av,
sigur Eyðun.
Hann royndi ymiskar hættir,
byrjaði við meitli og fór yvir til
borimaskinu men knústi leið-
irnar. Onkur viðmælti honum at
brúka vinkulslípara at skera við,
og síðani menti tað seg so
líðandi. Fyri at samansetingin
ikki skal vera ov bein, slær hann
kantarnar, og tað hevur eisini víst
seg at geva eitt ásýnt árin, við
tað at steinarnir torna ymiskt, tá
tað hevur regnað.
Onkur man hava sagt onkrum,
hvat hann tókst við heima við
hús, tí ein dagin kom ein fyri-
spurningur. Og nú tað er liðugt,
hevur hann arbeitt tað mesta av
einum ári við hesum listarliga
grótverkinum.
Eyðun Dal Christiansen hevur
eisini fingist nakað við at máln-
ingar, men tað er lítið komið á
lørifti, síðan hann fór at laða av
álvara.
- Eg eri ofta troyttur, tá
dagurin er liðugur, so ongar
kreftir eru eftir til at fara undir
nakað annað. Hinvegin so sleppi
eg at vera kreativur nærum
hvønn dag nú, og tað er eg
lukkuligur fyri, sigur Eyðun.
Óendaligir møguleikar
Tá hann arbeiddi á skrivstovuni
ein góðveðursdag, bíðaði hann
bara eftir, at arbeiðsdagurin varð
liðugur, so hann kundi sleppa út
at putlast og stressa av á tann
hátt.
- Nógv sita á einari skrivstovu,
tí tey noyðast fyri at fáa tað at
hanga saman. Eg hevði góða løn,
men treivst ikki. So fór spurn-
ingurin at troka seg á: Hvat gerst
tú her? So segði eg upp, uttan eg
rættiliga visti, hvat eg kastaði
meg út í. Men eg trúði uppá, at
okkurt fór at koma. Tað er sum
við grótinum: Møguleikarnir eru
óendaligir, tú skalt bara finna
teir røttu, sigur Eyðun Dal
Christiansen.
Hansara fyrsta stóra uppgáva
er liðug. Hvat tað næsta verður,
veit hann ikki. Men hann stúrir
ikki fyri, at hann onki fær at
gera.
- Eg vil gjarna gera fleiri slík
arbeiði, men tað skal helst vera
soleiðis, at tað liggur ein avbjóð-
ing í tí. Eg vil vera við til at
sniðgeva og skapa verkið saman
við rátilfarinum, sum hevur so
nógv at siga.
Gróthørð list
Grótgarðurin og -trappan líkjast einum listaverki. Hvør steinur er handtikin, og spælið í litum og skapi er
margbroytt. Teknikkurin er heilt sjáldsamur, tí grótlaðarin hevur brúkt vinkulsslípara at skera kantarnar við, so
garðurin er bygdur sum eitt putlispæl. Vit hava tosað við Eyðun Dal Christiansen um hansara fyrsta stóra
grótverk
- Eg vil gjarna gera fleiri slík arbeiði, men tað skal helst vera soleiðis, at tað liggur ein avbjóðing í tí, sigur Eyðun Dahl
Mynd: Jens Kristian Vang
HUGLEIÐINGAR
Rúnar Reistrup, Siena
Jólini eru eitt tað mest konserva-
tiva fyribrigdið, sum vit hava til
felags. Ung sum gomul hava
somu ímynd av hvussu jólini
skulu vera. Tey skulu vera júst
sum seinast.
Alt skal vera júst sum tað var
— sum tá vit vóru børn, og helst
eisini sum tá foreldur okkara
vóru børn — jú meira er tað
sama, jú betur.
Vit eta tann sama matin hvørt
jólaaftanskvøld, vit keypa tað
sama slagið av jólatræ og brúka
tað sama jólapyntið, sum gjarna
skal hanga í sama stað sum í fjør.
Og vit elska tað.
Dunnuluktur
Og meðan tað fyri útleingjandi
føroyskar sálir kann vera herligt
at vera burtur úr Føroyum í
dagar og ár, so seta jólini hvørt
ár gongd á eina landaflýggjan úr
útlondum til Føroya. Bara tankin
um at sita og kúra á einum
kollegiekamari jólaaftan, meðan
gásin ella dunnan har heima
sendir sín heita anga út úr
ovninum og inn í nasarnar á
jólahýrsmerktu familjuni, fær
sjálvt tann mest harðføra
studentin at leingjast heim tá tað
líður inn í desember mánað, og
barnafamiljur uttanlands vilja
ofta hava børnini at halda jól,
júst sum tey sjálvi hildu jól — í
Føroyum.
Heimkomur hjá útisetum, og
heimlongslulsmerktu
jólaheilsanirnar frá teimum, sum
ikki venda heim hesuferð, men
lova, at tey koma ein túr í
summar, eru soleiðis vorðnar ein
partur av føroyskari jólamentan.
Ikki fitt
Sjálvur havi eg nú í nøkur ár
havt ta afturvendandi gleði at
verið partur av skaranum, sum
við eini imponerandi luftbrúgv
millum Føroyar og Danmark
verða flutt 1500 kilometrar
norðureftir av Atlantic og
Maersk í døgunum undan jólum.
Men í ár verður øðrvísi. Havi
sett mær fyri ikki at vera so
góður við meg sjálvan í ár. Skal
ístaðin halda jól, ella rættari, eitt
slag av jólum undir italienskum
himmalhválvi. Tí verulig jól
kann tað jú ongantíð verða talan
um, tí tey verða jú ikki akkurát
sum tey plaga, og tað skulu tey
fyri at vera eini verulig jól. Men
jólini eru ikki til at umganga, og
24. desember skulu tey nokk
fanga meg, hvar eg so eri.
So fyri at fyrireika meg eitt
sindur uppá hvat treytaleyst er í
væntu, havi eg sett meg eitt
sindur inn í hvussu jól í Italia
fara fram.
Eingin jólafrokostur
Tað fyrsta, sum italiensku jólini
vanta samanborið við føroysku
jólini eru jólafrokostarnir undan
jólum. Hesin hugnaligi og ofta
ikki sørt stuttligi siður, ið danir
hava ment, og sum føroyingar
adopterað við húð og hár og
donskum livurpostei, verður ikki
brúktur her. Og hevði ein jóla-
frokostur verið fyriskipaður í
Italia, hevði hann helst verið
nakað turrisligur eftir føroyskum
mátistokki, tí flestu italienarum
dámar einki at drekka sær eina
kenning.
24. uttan hóvasták
Jólaaftan í Italia er lítið meira
enn ein vanligur desemberdagur.
Handlar hava opið sum vanligt
til klokkan átta ella níggju, og
fólk eru til arbeiðis. Í summum
familjum er traditión fyri einum
góðum døgurða um kvøldið,
men júst hvat verður sett á
borðið er ikki so siðbundið.
Italiensku jólini byrja soleiðis
ikki jólaaftan sum føroysk jól.
Tey byrja harafturímóti beint
eftir. Tá kirkjuklokkurnar ljóða á
miðnátt og boða frá at jóladagur
byrjar, eru kirkjurnar fullar, og
tær katólsku miðnáttarmessurnar
byrja í øllum kirkjum í landin-
um.
Hóast pávasætið er mitt í
høvuðsstaðnum, og landið hevur
sterkar katólskar traditiónir, hava
italienarar sum heild ein rættiliga
avslappaðan hugburð til sína
religon og eru ikki kendir sum so
trúgvir kirkjugangarar. Men á
miðnátt 24. desember fer alt,
sum kann flyta seg, í kirkju.
Havi onkuntíð roynt at fylgt
við miðnáttarmessuni úr
Pæturskirkjuni úr Rom, sum
Sjónvarp Føroya trúliga serverar
hvørt jólaaftan, og havi altíð
hildið hana verið eins spennandi
og veðurtíðindini ein føroyskan
januardag. Men "skik følge eller
land fly" plaga danir og føroy-
ingar at taka til, og nú eg havi
valt ikki at flýggja um jólini, má
eg heldur gera tað fyrra og møta
upp til miðnáttarmessuna í
dómkirkjuni í Siena.
Gávur, heks og kol
At geva hvørjum øðrum jóla-
gávur á jólum er eins og nógva
aðrastaðni rættiliga nýtt í Italia.
Gamal italienskur siður er, at
náttina til trettanda kom ein heks
og fylti hosurnar hjá børnunum,
og hetta vóru einastu jólagávur,
sum børn fingu. Høvdu børnini
skikkað sær væl, fingu tey góð-
gæti, men høvdu tey skikkað sær
minni væl, fylti heksin hosurnar
við kolstykkjum. Í nútímans
útgávuni av hesum siði koyrir
heksin góðgæti, ið líkist kol-
stykkjum, niður í hosurnar
trettanda.
Men hvat eru eini modernað
jól uttan stóra árliga jólagávu-
skiftið og jóladøgurðan? Í Italia
fer hetta fram jólamorgun. Tað
fyrsta børnini gera, tá tey vakna,
er at lata allar jólagávurnar upp,
og um miðdagsleitið fara øll til
jólaborðs, har borðreitt verður
við størsta døgurðanum á
árinum, sum sambært italiensk-
um matsiði er samansettur av
einum ótali av ymiskum verðum.
Krubbur
At jólini upprunaliga snúgva seg
um at minnast Jesu føðing og
ikki bara um jólamenn, jólamat,
gávur og jólatrø, verður ikki
gloymt herniðri. Ikki tí, jólatrø
verða eisini seld til flest øll
italiensk húsarhald, men jóla-
træið fær ikki fremsta pláss í
heiminum. Tað fáa harafturímóti
pallmyndir av føðing Jesusar,
sum einki italienskt húsarhald
kann vera fyri uttan í
jólamánaðinum.
Tað er ein elligamal italienskur
jólasiður at byggja landsløg við
fjósi, krubbu, Jesusbarni, Mariu,
Jósef og øllum hinum, sum
hoyrir til eina mynd av tí, sum
hendi jólanátt fyri 2002 árum
síðan.
Hvør einasta av teimum fleiri
túsund kirkjunum í landinum
hava eisini eina slíka jólakrubbu
standandi frammi í desember
mánað, og tað er ikki óvanligt; at
tær hava bæði vatn- og
elektrisitetveiting, soleiðis at lív
kann koma í ljós, brunnar og alt
møguligt annað í jólakrubb-un-
um, sum kunnu vera rættiliga
umfatandi og tøkniliga fram-
komnar.
Jólakrubburnar til heimabrúk
kunnu keypast heimagjørdar á
marknaðum og serhandlum ella
hópframleiddar í handilskjarn-
um, og eisini hesar hava í besta
føri allar møguligar tøkniligar
hentleikar.
So eina slíka má eg heldur
minnast til at keypa mær, nú
jólini nærkast í hvørjum, hóast
allarbest mær hugnar í Føroyum.
Jól á italienskum
Jólini eru upprunaliga ein heiðran av Jesu føðing. Tað vita vit. Men í stóran mun eru jólini eisini ein staðfestan
av okkara felags samleika, sum vit hava brúk fyri við jøvnum millumbilum. Við føstum ritualum minna vit
hvønn annan og okkum sjálvi á, at vit sum føroyingar eru felags um nøkur grundleggjandi viðurskifti. Tí verða
jól undir fremmandum himmalhválvi millum fremmand fólk og siðir ongantíð tað sama sum jól heima
Hvør einasta av teimum fleiri túsund kirkjunum í landinum hava eina slíka jólakrubbu standandi frammi í desember mánað, og tað er ikki
óvanligt; at tær hava bæði vatn- og elektrisitetveiting
7
C
M
6