fríggjadagur 20. desember 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
anlondum innan byggilist,
innbúgv og vísir Skand-
inavisku lívs- og samfel-
agsfatanina sum heilt til
okkara tíð hevur verið tann
mest modernaða í Europa,
onkur meinar í heiminum.
Finland hevur aðra søgu
enn hini londini, har Russ-
land hevur tarnað hesum
landi at ment seg . Men ser-
liga finnar liva í dag við
eini stórari framgongd, og
nógv hyggja eftir hesum
lítla landi í dag, og royna at
skilja finsku gátuna. Hví
kemur so nógv framgongd
haðani? Teir hava eisini í
søguni verið frammalaga
innan design og byggilist.
Eftir at Múrurin fall
komu Baltisku londini aftur
við eisini í Norðurlenska
flokkin, men enn er tað
sum um at Baltisku londini
eru eitt slag av stjúkbørnum
í norðurlenska samstarvin-
um í dag. Hetta er eitt tað
stórsta problemið, sum í
mong ár hevur hótt við at
skræða Norðurlenska sam-
starvið sundur í bitar,
meðan Útnorður nærum
hevur silgt sín egna sjógv.
Hetta er hitt stórsta probl-
emið innan alt Norður-
lenskt samstarv í dag, eisini
nú í hesum døgum tá Norð-
urlenska Ráðið møtist í
Finnlandi, t.e. viðurskiftini
til Baltisku londini og
menningin av Útnorði.
Norðanlond og
Europa
Norðbúgvar eru partar av
Europa,
mangan
hava
eyguni hjá hinum vent sær
hendan vegin til Føroya,
sum vit hava sæð við lækn-
anum P.L. Panum, sum í
1846 ferðaðist í Føroyum
og grøddi eini 900 fólk frá
lívshættisligum mesling-
um. Seinni komu aðrar
læknaferðir hendan vegin.
Um tað eru íslendingar ella
føroyingar, ið kunnu krevja
tann heiður at tosa um
Niels Finsen, men her var
lækni við familju úr Føroy-
um (og Íslandi), ið fekk
Nobelsvirðislønina.
Í 20 unum sendi Rokke-
feller Fondurin og The Ford
Fundation granskarar til
Keypmannahavnar at út-
búgva seg hjá Niels Bohr,
men hetta er ikki soleiðis
longur langtfrá, nú er nógv
vald endað í USA, Ong-
landi og í stóru londunum í
Evropa.
Folklorisma og
Útnorður
Gjøgnum
søguna
hava
Føroyar havt áhuga fyri
týskar, enskar og franskar
ferðandi. Mangan eru vit tí
gjørd til okkurt eksotiskt,
okkurt, ið minnir um ein
miðsummer idyl. Nógvar
av teim ferðum, sum út-
lendingar komu at gera til
Føroya, skuldu koma at
staðfesta ein fordóm tey
komu við her til lands, tí
hesi vildu síggja okkurt
upprunaligt, okkurt mergj-
að, og føroyingar hava
spælt við. Mangan tosar
man um, at antropologar
fyrr komu at skapa tað teir
fóru út at granska. Tey, sum
hava folkloriserað Føroyar,
hava gjørt stóran skaða, tí
enn er tað sum um hetta
hevur ov stóran týdning.
Tosar man við íslendingar,
so hava teir ikki nógv gott
at bera tíðini frá t.d. 1800
til 1940. Tað er sum um teir
hava gjørt av at ikki er tað
vert at hálova hesi tíð,
heldur hinvegin. Men her
hjá okkum kann einki vera
nóg gamalt, nóg fólksligt
og mangan folkloristiskt.
Í Útnorði finst ótti um, at
Europa skal koma at integr-
era alla mentan, politiskt og
økonomikst
vald,
har
Ísland, Noreg, Grønland og
Føroyar enda sum miðal-
hampa ES borgarar. Søgu-
ligur anti-kolonialur ótti er
fyri øllum yvirtøkum. Men
í dag er tað sum at møti við
aðrar mentanir setir nýggj-
an dagsordan, leiðir til
sjálvsrannsakan og alnógva
hugsan um egnan samleika
í øllum Norðanlondum.
Noreg, Svøríki og Danmark
hava fingið flokkar, sum
leggja á gamlan tjóðskapar-
retorik og pathos, ið bein-
leiðis er elvdur av ótta fyri
broytingum og av óttanum
fyri at missa ein mentanar-
ligan homogenitet. Tað er
ikki av ongum, at jantelóg-
in sigst stava frá Norðan-
londum. Granskarar meina,
at gomul bóndasamfeløg,
har bert eitt fólk livir, ið
hevur somu mentan, mál og
siðir, at har fáa vit eitt
mentanarligt støðufesti og
ein fastleika, ið verjir slíkt
samfelag og slíkan felags-
skap frá at fella sundur. Í
hjartanum á hesum trygga
og haldgóða felagsskapi
sær alt út sum um tað er
trygt og fjálgt, og tað er tað
eisini fyri tey, sum eru lík
hinum, men mótatgerðin,
afturløning ella revsiat-
gerðin lúrir frá slíkum
sterkum og homogenum
felagsskapi, er at sláa og
berja tey, sum ikki er sum
hini (hetrogen) uppá pláss,
við orðum sum: tú skalt
ikki halda, at tú ert betur
enn vit. Slík lemjan hevur
til endamáls at verja borg,
men feilurin er, at her er
einki drívandi ágrýtni og
her er eingin dynamikkur, tí
eitt slíkt samfelag hevur
ikki evni til at broyta seg.
Samfelagsg ranskarar
meina, at jantelógin í Norð-
anlondum
kom
serliga
fram, í eini tíð, har alt sam-
felagið broyttist frá einum
feudalum eindarsamfelag
og bóndasamfelag og til eitt
ídnaðarsamfelag. Hetta sær
man í tí fantastisku bókini:
"Feðgar á ferð", har tey
eldru eru um at fara í grøv-
ina av skomm um at skylda
eitt sindur av peningi. Hesi
skilja ikki nýggjar siðir og
eru tragikomiskt afturúr-
silgd av tíðini. Synirnir allir
uttan hin eini, eru farnir
uppí modernaðan ídnað og
bróta tí eisini við støðufesti
og samanhangandi heildina
í samfelagnum tá.
Bøkur
Nostalgi og Sensationer
–Folkloristisk perspektiv på
Mediekulturen. (red. Tor-
unn Selberg). 1995.
Kultur
på
Färöarna.
Notiser, Bidragsfördeling.
Statens kulturråd. Tids-
skrift. Nr. 1-2 1991.
Nationella identiteter i
Norden – ett fullbordat
projekt?
(red.
Anders
Linde-Laursen & Jan Oluf
Nilsson. 1991.
Samarbebete
Nordisk
Styrka. Nordisk Minsier-
råd. 2002. (faldari).
Oppet
för
världens
vindar. Nordisk Minister-
råd. 2002.
Nordisk Samarbjdsorgan
– Institutions of Nordic
Cooperation.
2002
(www.norden.org)
Frihetens Källa – Nord-
ens betydelse för Europa.
en antologi (red. Svenolof
Karlsson). Nordisk Råd,
1992.
Zygmunt
Baumann:
Globalisering – De menn-
eskelige
konsekvenser.
1999.
Ein danskur víkingaherur, ið
fer á land í Onglandi í 865.
18
Nr. 245 - 20. desember 2002
Nr. 245 - 20. desember 2002
19
Norðurlond og Europa
Nakrar visiónir fyri
norðurlenskum sam-
starvi í framtíðini í
samband við at Norð-
urlandaráðið fyllir
fimti ár
- Um viðurskifti
millum størru lond-
ini og Útnorður í ein-
um altjóðagjørdum
heimi, sæð í sosiolog-
iskum høpi.
Fyrilestur hildin í
fyri Nørróna felagn-
um í Norðurlanda-
húsinum 20. oktobur
2002.
FYRILESTUR
Kim Simonsen
Fyrsti partur av trimum
Fyri 30.000 árum síðani
gingu gongur av mammut-
um víða um tað, sum skuldi
koma at eita Norðanlond.
Seinni komu ymisk fólk til,
ið vit ikki vita so nógv um
altíð. Ríkar steinaldarleivd-
ir eru at finna, henda ment-
an var seinfør og ikki kom
hon at skapa veruligt stór-
ríki sum t.d. rómverjar.
Mangar fólkaferðingar –
skytar, hunnar, avarar, sar-
matar, tartarar komu seinni
at ávirka okkum.
Kendur er Altala kongur
(doyði í 453) og blámenn-
inir, t.v.s. arabar, ið Karl hin
Stóri basti í Ronsevalles í
778. Turkurin var óndur, og
fólk áðrenn hetta ræddust
hunnarnar. Seinni komu
gýðingar og sigøjnarar til
sum reikfólk, nakað vit í
Norðanlondum aftur síggja
í dag, har flóttafólk og til-
flytarar koma til okkara úr
øllum ættum, kanska ser-
liga úr Miðeystri og Afrika.
Í øllum hesum síggja vit
støðu okkara í Europa,
men vit endaðu ikki sum
reikfólk, týskarar ella sum
útdeyð gotisk stamma. Ikki
kom bert ófriður við øllum
hesum fólkum, eisini rúnur
komu við hesum fólkum í
ár 200 ca.
Í Víkingatíð høvdu vit
øki til Spaniu, Ongland,
Írland, Russland, 700-1000.
Hesa tíð glorifisera vit
helst. Áhugavert er at
hyggja eftir kortinum hjá
Olaus
Magnus,
kallað
Carta Marina frá 1539, har
kortið yvir Føroyar er ovur-
honds stórt lutfalsvís.
Norðurlond hava gjøgn-
um søgu okkara havt týdn-
ing. Longu Niebuhr ferðin í
1761-67 til Miðasiu og
arabisku ríkini vakti ans, og
stovnaði gransking av arab-
isku londunum. Hetta er
serliga væl skrivað hjá
Thorkild Hansen í bókini:
"Det lykkelige Arabien".
Um 1800 byrjar áhugi at
festa seg við Norðurlond,
við yrkingunum hjá James
Macpherson um Ossian
skapti áhuga fyri fornnørr-
ønum søgum. Henda versi-
ón av Norðurlondum var
ikki, hvat tað var tá men
púra merkt av mytu. Svø-
ríki skuldi koma langt inn-
an evnafrøði við Berzelius.
Danmark við Ørsted , áðr-
enn tað var tað Tycho
Brahe, Ole Worm og Ole
Rømer. Linné úr Svøríki
við plantugranskingini. Og
við dananum Grundtvík
komu Norðanlond at spæla
ein týðandi leiklut í heimin-
um. Brøðurnir Robert og
Alfred Nobel eru enn kend-
ir, har serliga hin seinni
kom at stovna Nobelvirðis-
lønina.
Romantiska tilverufatan-
in var eisini uppgerð við
latínskúlarnar, har alt ljós lá
í Hellas og í Rom. Hjá
Grundtvík eru fleiri "gull-
aldrar", m.a. ein hjá for-
fedrum okkara í víkingatíð.
Seinni
komu
Grieg,
Munch, Strindberg, Ibsen
og Sibelius at spæla ein
stóran leiklut um alt Eur-
opa.
Pólfararar
sum
Amundsen
og
Nansen
gjørdust kendir um allan
heim, hin seinni sum pól-
farari og politikari. Amund-
sen sum hin fyrsti at koma
fram at Suðurpólinum, eftir
at Scott og áðrenn tað End-
urance ekspeditiónin við
Ernest Schacleton úr Ong-
landi endaði so syrgiliga.
Norðanlond spældu við í
"heimssymponiorkestr-in-
um", nakað vit í dag ikki
longur gera í so stóran
mun.
Norðurlenskt sam-
starv í søguni
Norðurlenskt samstarv var
altíð darvað av kríggi, tí
mangan var blóðugt kríggj
millum Danska Ríkið og
Svøríki. Men ikki minst
kríggini hjá Danmark við
Týskland í 1840 unum
komu at skapa ynski um at
verja seg móti Preussen og
at skapa ein savnaðan her í
Norðanlondum. Longu í
1864 brast henda ætlan, tá
Danmark tapti i Suðurjút-
landi. Nordisman gjørdist
politisk
hugmyndafrøði,
hetta at savna brøðratjóðir
og tað rundan um Týskland
sum fígginda. Longu her
sóu vit eitt brá við nordism-
uni, har hon kroyst av um-
heiminum setur seg aftur.
Myndin av fólkunum í
Norðanlondum, serliga í
Útnorði var í 1800´talinum
brúkt sum stuðul um, at
germanska fólkið er yvir-
legið, hugsið bert um
Wagnersa verk um Niebe-
lung ringin. Henda eksot-
iska víkinga folklorisma
skuldi fylgja okkum langt
inn í modenaða tíð, har t.d.
javnaðarhugsjónin hevur
verið sterk og hevur vent
hesum á. Men hví hava vit
einki Norðurlenskt "NS", í
staðin fyri ES? Valdsteor-
etikarar og sosiologar sum
Giddens definera valdið hjá
nationalstatinum, sum t.d. í
bókum sum The Nation-
State and Violence frá
1985, at slíkur statur hevur
valdsmonopol.
Okkum
eydnaðist ikki at savna
Norðanlond og at skapa eitt
felags valdsmonopol, og
hetta er tí eisini svarið.
Folkhemmet og Svø-
ríki sum heimsins
samvitska
Seinni kom menningin av
Norðanlondum at ganga
nakað eins. Svøríki royndi
seg við Folkhemmet, og
vildi vera eitt modell fyri
allan heimin, sum heimsins
samvitska, tá tað kom til
fólkaræði, líkheit, pasif-
ismu og stuðul til triðja
heimin. Vit fáa funktional-
ismuna, ið kemur frá Týsk-
landi, men mennist í Norð-
Olaus´Magnus´Carta
marina prenta í Venedig í
1539. Leggið merki til at
Føroyar eru serliga stórar.
Hernaðarsamgongan, ið
ongantíð kom í lag!
C
M
Y
K
19
18