Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. desember 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 19 MATSIÐIR Edvard Joensen Tað eru tey, sum eru farin at eta fyltan havhestaunga jólaaftan. Ræstur fiskur og dunna verða rættiliga hótt í hesum døgum. Ymsir eru siðirnir til alt. Eisini at eta. Hóast vit mangan halda, at smá frávík eru í tí, sett verður á borðið - føroyingar hava orð fyri at kóka mat í ein tíma, og harvið verður tað- so er hetta koritni ikki bara so, tí gamlir siðir broytast við tíðini. Jólini hava, og hava altíð havt, sínar serligu siðir. Eisini við matinum. Men sum við øllum øðrum stendur hetta heldur ikki í stað, og vit síggja nýggjar siðir, sum hjá mongum munnu tykjast rættiliga undarligir. Fyri ikki at siga óhugsandi. Ymiskt er, hvussu og hvaðani hesir siðir broytast og stava, heldur Jóan Pauli Joensen, fólka- lívsfrøðingur. Í gomlum døgum var tað seyður og fiskur, sum havd vórðu til matna. soleiðis sum heild. Onkur fuglur varð onku- staðni etin kortini, so sum lundi, har hann var at fáa. Men gás og dunna vórðu ikki havd til matna á jólum, soleiðis sum vit kenna í dag. Jólagásin er heilt nýtt fyribrigdi, sigur hann. Gásin varð heldur havd turr í øðrum samanhangi. Jólini vórðu heldur ikki hildin á sama hátt sum í dag. Gamalt var, at jólaaftan var vanligur arbeiðsdagur, og so var jóladagur tann stóri hátíðar- dagurin, meðan annar jóladagur í størri mun var veitsludagur, greiðir Jóan Pauli Joensen frá. Siðirnir hava verið eitt sindur ymiskir frá bygd til bygd, hóast frávikini ikki hava verið so øgiliga stór. Jólaaftan man hava verið rættiliga líkur við mati yvirhøv- ur. Tað hevur verið ræstur fiskur og greytur um kvøldið, sum etin hava verið. Í dag er heilt annað lag. Nú munnu tað vera fá fólk, sum kóka ein ræstan fisk jólaaftan. Tað eru meira útlendskir siðir, komnir eru inn á okkum. Onkunstaðni hevur siður verið, greiðir Jóan Pauli Joensen frá, at hava riv í ovninum jóla- aftan. Og ivaleyst er onkur, sum heldur tað enn. At koyra ein bógv í ovnin og eplir afturvið er ikki heilt ókent í dag heldur. So hendir jú tað at maður og kona koma frá støðum við ymiskum siðum, og tað kann jú gera, at ivi stendst um, hvat nú rætt er. Tað ber sjálvandi til at koma við eini Salomoniskari loysn og kanska hava ræstan fisk og sperðil tollaksmessudag og ein ræstan bógv jólaaftan. Oman á verður sum oftast havt rís a la mande. Tað er eisini útlendskur siður, sum komin er til okkara. Men her er tað stutt- liga hent, at føroyingar hava fingið sær tann vana, eisini at eta hendan rættin aðrar tíðir enn jólaaftan. Og tað er bara í Før- oyum, at tað kemur fyri, greiðir Jóan Puli Joensen frá. Jóladagur var vanliga góður matdagur í gamlari tíð. Tað var tann stóri dagurin á jólum, og byrjaði við einum góðum morgunmatri. Síðan var tað kirkjuna, sum farið var í, og etið var so fleiri ferðir út á dagin. Í dag er tað eisini broytt, sigur Jóan Pauli Joensen. Av tí, at jóalaftan er vorðin halgidagur at kalla, og nógv og væl vanliga verður etið jóalaftan, er jóla- dagur líkasum vorðin ein dagur, har lagt verður bakk, soleiðis meira ella minni. Fólk eru móð av stákinum undan jólum og átinum jólaaftan. So tað endar ofta við, at fólk ikki gera so nógv burtur úr jóladegi, hvat mati viðvíkur. Summi eta kanska onkrar restir frá jólaaftan, meðan onkur hevur okkurt lætt soleiðis. Sjálvandi hava tó ikki øll slept hesum degnum. Tað vil so vera. Men so kemur annar jóla- dagur, og hann er, enn sum fyrr, ballingardagur. Tað er enn soleiðis greiðir Jóan Pauli Joensen frá, at annan jóladag eta føroyingar ræst kjøt. Og ymsir eru mátarnir í dag, hetta verður gjørt uppá. Fyrr hevur verið vanligt, at ræst kjøt varð kókað. Súpan varð so gjørd av soðnum, og tað var so tað. Í dag tykist heldur meira hugflog hóast alt vera yvir mat- gerðini hjá føroyingum. Nú verð- ur kjøtið eisini steikt, og um ikki bæði reyðkál og enntá sós verður havt afturvið onkustaðni, vísir fólkalívsfrøðingurin á. – Sjálvur havi eg fingið ræst kjøt og rabarbusúltutoy, og tað smakkaði bara heilt væl. Men tað má vera rabarbusúltutoy, tí annað nyttar ikki, sigur hann. Maturin, etin hevur verið, hevur sjálvandi verið tað, tey hava havt. Eisini hevur verið avmarkað eftir ogn, hvussu staðið hevur til á borðinum. Ikki øll hava havt so nógv kjøt, og har hevur tað so í størri mun verið fiskur, sum etin hevur verið á jólum eins og aðrar tíðir. Eitt nú hava knettir verið rímiliga vanligur døgurði eisini um jól- tíðir, tá umstøður hava verið at fingið nakað til knettir. Eisini í dag verður etið tað, sum til er, tó at nú eru fleiri møguleikar til at fáa, enn fyrr hevur verið í Føroyum. Vit broyta siðir, sum vit verða ávirkað bæði innan- og uttaneftir. Soleiðis hevur ivaleyst altíð verið, og so fer at vera. Matsiðir og vanar standa heldur ikki í stað. Tað vil so vera. Tað, vit í dag tosa um sum gamal, ella at soleiðis og soleiðis gjørdur tey gomlu, hevur eisini einaferð verið nýtt. Mangt og hvat tey saman vevja – Tað ber sjálvandi til at koma við eini Salomoniskari loysn og kanska hava ræstan fisk og sperðil tollaksmessudag og ein ræstan bógv jólaaftan, sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur Mynd: Edvard Joensen Matvanar eru ymiskir, og sjálvt vanligur hátíðarmatur er ikki vanligur longur. Havhest eru summi farin at eta til jóladøgurða JÓLASTÁKAN Ingrid Bjarnastein Í øllum heimum, har jól verða hildin, er eitt jólatræ. Um tað er úr plasti, aðalgrann ella reyð- grann er so at siga líkamikið, men jólatræið hoyrir jólunum til. At fara at keypa jólatræ er eisini nakað heilt serligt. Serliga eru tað børnini, sum vilja hava eitt stórt jólatræ, sum skal røkka heilt upp undir loftið. Tað er nakað, ið eigur til. Í Niels Finsensgøtu er í dag farið at skýma. Tað er kalt og frostið liggur eftir vegnum. Á einum parkeringsplássi standa nakrar bingjur og nú klokkan nærkast trý verður farið at taka fram. Kiwanis selur hvørt ár jólatrø í Niels Finsensgøtu. Pengarnir, sum koma inn av søluni, fara til vælgerandi endamál. Fastir kundar - Vit eru her á hvørjum ári og selja. Hetta er sjálvboðið arbeiði, og tað eru limir í Kiwanis, sum standa her hvønn dag, sigur Ernst Samuelsen, sum í dag er ein av teimum, sum selur jólatrø. Tað byrjar rættiliga at myrkja og fleiri fólk leita sær framvið. Tey hyggja eina løtu, práta, og so finna tey eitt passandi træ. – Ógvuliga ymiskt er, hvat træ fólkini vilja hava. Tað er mest- sum býtt upp eftir aldri og um fólkini hava børn ella ikki. Um tey hava børn, so skulu tey hava eitt stórt træ, men um tað kanska eru eldri fólk, so vilja tey heldur hava eitt minni træ, sum ikki tekur so nógv pláss, greiðir Ernst víðari frá. Kiwanis selur bæði aðalgrann og reyðgrann. Men meira verður selt av aðalgranninum. Eini 1000 jólatrø koma til landið hvørt ár, sum Kiwanis selur. Ernst sigur, at mestsum øll trøini verða seld. Í ár varð byrjað 9. desember og hildið verður áfram til ongi trø eru eftir. – Nevndin ger seinni av, hvat peningurin skal brúkast til. Kiwanis hevur longu í ár givið fleiri gávur. Í fjør seldu vit eisini jólatrø uppi í gomlu Hoyvíkini í samband við eitt tiltak har uppi. Gott lag Lagið er gott. Fólk heilsa uppá hvønn annan, og veruligur jóla- hýrur er í býnum. Tvær abbadøtur hjá einum, sum selur trø eru eisini her í dag. Tær eru væl ílætnar, so tær ikki gerast kaldar í frostveðrinum. Tær eita Elin og Barba og eru 7 og 9 ára gamlar. – Fólk eru blíð og fryntlig hesa ársins tíð. Ongantíð nakrir trupulleikar, sigur Ernst við einum smíli. – Tað vísir seg, sum fólkini koma í stimum. Júst sum fiska- torvurnar. So eina løtu er onki at gera, men so brádliga koma nógv fólk aftur. Spurdur um, tað ikki kann gerast kalt at standa úti og selja trø ein heilan seinnapart svarar Ernst flennandi: – Nei, tað er ongin trupulleiki. Tá hugurin er til at selja, so er tað ikki kalt. Tey, sum keypa jólatrø í Niels Finsensgøtu, eru ofta tey somu. Nógv hava tey sæð fyrr, og tey somu venda sum oftast eisini aftur. Eitt par kemur og fær eitt jóltræ. Tey fara so aftur í bilin. Ja, líkamikið. Tað kann tykjast løgið at keypa eitt træ fyri at blaka út so stutt eftir tað er komið í húsið, men jólatræið hoyrir jólunum til. So Kiwanis klárar við síni sølu at gera nógv barnahjørtu glað, tá tey sleppa at síggja glógvandi ljósini og allar pakkarnar undir trænum jóla- aftan. Í Niels Finsensgøtu selja tey hjá Kiwanis jólatrø uppundir jól. Pengarnir, sum koma inn fyri jólatrøini, fara til vælgerandi endamál Træið til jóla Hesar báðar fittu genturnar, Elin og Barba, hjálptu til at selja jólatrø. Kiwanis heldur hvørt ár til niðri í Niels Finsensgøtu, har tey selja jólatrø. Peningurin fer til vælgerandi endamál Mynd: Jens Kr. Vang 9 C M 8