Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. desember 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 • fríggjadagur • 20. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Mjølnir-SÍ 0-3 (19-25, 28-30, 9-25) Sørvingar vunnu stórt á Mjølni Útsetti dysturin mill- um Mjølnir og SÍ varð leiktur miku- kvøldið, og púra óvæntað endaði tað við 3-0 sigri til gest- irnar MANSFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Hóast einki sjálvandi er avgjørt á pappírinum, so mundu fleiri klaksvíkingar rokna við, at talan mest av øllum var um avgreiðslu- spurningin, tá sørvingar vóru á vitjan mikukvøldið. Fyrst og fremst skuldi dysturin nýtast til at økja um leiðsluna mótvegis Fram, sum Mjølir legði tvey stig aftur um seg um vikuskiftið, men tað var tó nakað langt ífrá, at tað lag- aði seg soleiðis. Sørvingarnir løgdu alt fyri eitt bragdliga fyri, og tað stóð hampuliga skjótt, at her skuldi Mjølnir veru- liga gera nakað við tað, um teir skuldu fáa nakað sum helst. Tað royndu teir so eisini at gera í næsta settin- um, og tað var eisini um reppið, at teir fingu koppað tí til sín fyrimun, men eftir fleiri spennandi bóltar á rað, eydnaðist loksins sør- vingum at toga hetta settið heim. Hevði Mjølnir javnað til 1-1, so kundi talan helst verið um ein heilt øðrvísi dyst. Men tað gjørdu teir ikki, og úrslitið av hesum var sjónligt í seinasta sett- inum. Heimamenninir høvdu nú mest sum upp- givið, meðan gestirnir hin- vegin høvdu fingið meira enn tevið av sigrinum, og uttan stórvegis hóvasták trumlaðu teir seinastu 25 bóltarnar ígjøgnum., Sigurin hjá SÍ inniber, at tað nú bert verða tvey stig frá nummar tvey til fýra, tá farið verður undir enda- spælið.Oddasessinum sita fuglfirðingarnir meira enn tungt á, og tó at okkurt av hinum liðunum møguliga kann skala teir nakað, so skal hampuliga nógv ganga galið, um teir ikki skulu halda sessinum alt kapp- ingarárið, men hinvegin, so sýndi kappingin í fjør, at einki er avgjørt, so leingi sum teoretiski møguleikin fyri broytingum er til stað- ar, so sjálvir eru fuglfirð- ingarnir helst varnir við at kanna sær bitan, nú bert helmingurin av árinum er liðin. Sørvingar gjørdu púra óvæntað bart, tá teir mikukvøldið vóru í Klaksvík, har útsetti dysturin móti Mjølni skuldi avgreiðast Aftur eitt fram Føroyar fluttu seg enn eitt stig upp á styrkis- listanum hjá FIFA í desember, og við árs- lok eru Føroyar fýra pláss hægri enn við ársbyrjan FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Eins og vanligt, so hevur altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, latið ein styrkislista gera í desember mánaði, og fyri Føroyingar má sigast, at hetta er so hampuliga hugnaligur lesnaður. Føroyska landsliðið hev- ur í ár havt sítt besta lands- liðsár yvirhøvur, og hetta hevur eisini speglað seg aft- ur á listanum, har vit nú eru á einum 113. plássi. Tað eru fýra pláss høgri, enn vit vóru á við ársbyrjan. Og skal hyggjast at stiga- talvuni, so eru útlitini held- ur ikki eingi, fyri at Føroyar kunnu flyta seg enn longur upp. Saman við Aserbadjan og Tahiti hava Føroyar 383 stig, og tað er stutt upp til tey bæði næstu loindini, sum eru St. Lucia og Mol- dova. Hvørt tað so fer at eydnast at taka hesi í kom- andi ári, fer tíðin so at vísa. Annars sýnir oddurin á listanum fyri tað mesta at avspegla tað, sum gekk fyri seg í HM-kappingini í summar. Brasil gjørdist heimsmeistari, og tók við hesum oddasessin frá Frak- landi. Eisini Spania, Týsk- land, Turkaland og USA hava gjørt hampulig lop á listanum, meðan tað hin- vegin gekst illa hjá Argent- ina, sum fall av øðrum niður á fimta pláss. Hol- land er annars einasta land í top-10, sum ikki tók lut í HM-kappingini í summar. Av norðanlondum vóru tað avgjørt danir, sum stóðu seg best. Danmark hevði hampuliga góð úrslit í HM, og hetta varð lønt soleiðis, at teir gingu fimm pláss fram í árinum, meðan norð- menn og serliga sviar gingu aftur í árinum. Finnland hevði hinvegin eina fram- gongd, meðan Ísland fall seks poláss á listanum. At enda skal nevnast, at heitið sum ársins hædda- leypari fekk Senegal. Fyri fyrstu ferð nakran tíð tóku teir lut í einum HM-enda- spæli, og serstakliga grund- að á góðu úrslitini í hesari, tók landið seg fram frá 65. til 38. pláss. Niðanfyri verður partur av listanum endurgivin. Tølini í klombrum sýna, hvørja styrkismeting liðini høvdu við ársbyrjan. 1 (3) Brasil 2 (1) Frakland 3 (7) Spania 4 (12) Týskland 5 (2) Argentina 6 (8) Holland 7 (10) Ongland 8 (9) Mexico 9 (23) Turkaland 10 (24) USA 12 (17) Danmark 24 (16) Svøríki 26 (25) Noreg 43 (46) Finnland 58 (52) Ísland 113(117) Føroyar Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 8 8 - 0 24 2 22 16 2 Mjølnir 8 5 - 3 15 12 3 10 3 Fram 8 4 - 4 16 13 3 8 4 SÍ 8 3 - 5 8 18 -10 6 5 Fleyr 8 0 - 8 0 24 -24 0 21 20 Nr. 245 - 20. desember 2002 C M Y K 20