fríggjadagur 20. desember 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
REPORTASJA
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jens Kr. Vang (myndir)
– Hjá okkum hevur akkordegning
altíð verið vanlig. Tað hevur verið
vanligt, at menn sum einki hava at
gera taka ein stamp. Serliga eldri
og uppilagstir menn. Men Karstin
er ov grammur. (Tað er fíggjar-
málaráðharrin Karsten Hansen, teir
tosa um.red) Pensiónistar missa
fyrimunir og verða hart skattaðir,
um teir egna nakrar stampar og tað
er ein trupulleiki fyri útróðurin í
Klaksvík, sigur landformaðurin hjá
útróðrarbátinum, Havsbrún,
Magnus Peturson.
Her luktar av ræstari goggu.
Gogguknúsarin knúsar eina spann
av goggu, skeljarnar enda á
gólvinum. Goggan er mest nýtta
agn hjá útróðrarflotanum í dag.
Hon er feit og fiskar nógv longri
enn annað agn. Tað bráar leingi frá
henni. Og so tekur toskur serliga
væl í hana.
Av handahógvi
Nakrir manns standa og egna. Teir
eru so vanir, at fingrarnir hugsa
ikki um, hvat teir gera. Tað gongur
sum av handahógvi. Høgra hond
tekur línu upp, vinstra tekur inn og
høgra er kvik niðri aftur á línuni
og loysir húkin. Vinstra fer upp í
agnabakkan, høgra rættar húkin,
krøkir í, og so liggur húkurin niðri
í stampinum við agnhaldinum
uppeftir og bíðar eftir næsta
toskinum úti á grunninum. Teir
leggja pappír í millum fyri at línan
skal fara greiðari út.
Vit eru í skúrinum hjá einum tí
fremsta útróðrarbátinum í land-
inum. Og vit banka beinanvegin
upp undir borðið fyri ikki at hava
orðið á bátinum. Spurstungan er
arvalig sigst. Havsbrún hevur
fiskað av grimd alt heystið. Vikur
upp á 72.000 pund, 62.000 pund,
52.000 pund, ja tær hava ikki verið
óvanligar í heyst.
Og í skúrinum verður prátað um
fisk og alt møguligt annað og mest
um fisk. Sam hjá Ginnu-Palla,
Sam Bjartalíð er komin inn at
vitja. Hann hevur tikist við fisk alt
lívið, arbeitt nógv ár á Kósini og
fylgir væl við, hvat hendir í okkara
høvuðsvinnu.
- Ongin núlivandi minnist so-
vorðið fiskarí alt árið. Fyrr var tað
soleiðs, at fekk tú ikki nakrar
brosmur um summarið, so fekk tú
einki. Kom bátar aftur í kreppuni
ein dagin við 6000 pundum, so
varð spurt, hvar teir høvdu verið. Í
dag er ikki óvanligt, at bátar koma
aftur við 12-14.000 pundum av
eini setu, sigur Sam Bjartalíð.
Goggiknúsarin knúsar eirinda-
leyst goggurnar, sum fyri nøkrum
døgum síðan skriðu eftir botninum
í firðunum norðanfyri, uttan at
gruna, at tær skuldu enda sínar
dagar soleiðis.
Viscount og frítt kaffi
Bert ein maður er fast knýttur at
bátinum í landi, hinir sum egna,
egna fyri akkord og fáa frítt kaffi,
verður lagt afturat. Blíðskapurin í
egningarskúrinum á Havsbrún er
stórur. Vit eru bodnir upp á loft,
har niðari endin er innrættaður
sum kaffistova. Krúss litað av
kaffi standa á borðinum og hugnin
minnir ikki sørt um eina messu
umborð á skipi, eitt sindur
óruddiligt, men har er alt sum tað
skal vera. Tvey rein krúss úr
einum skápi koma á borðið, tey
eru til myndamann og undirritaða,
og landformaðurin, Magnus fer
eftir køku afturvið. Viscount mint,
ensk smákøka, sum er líka kend í
Føroyum sum vanligt skapilsi.
- Eg haldi tað er harmiligt, at
pensiónistarnir verða so hart
skattaðir. Tað førir við sær, at fleiri
halda seg burtur frá egn-
ingarskúrunum og tað gongur so
aftur útyvir útróðurin. Vinna teir
meira enn 20.000 krónur, so
hvørva fyrimunirnir sum teir
annars hava. Tilleggini hvørva, eitt
nú oljustudningurin. Hetta ger, at
nakrir vilja ikki egna meira enn
upp til markið. Hetta er ein keðilig
støða hjá útróðrinum av vera í, tí
tað hevur altíð verið soleiðis, at
akkortegningin hevur verið álitið.
Tað hevur eisini týdning fyri
trivnaðin hjá eldri monnum, at teir
hava møguleikan at taka nakrar
stampar. Og egning er fittligt
arbeiði, er tú komin upp í árini,
sigur Magnus Peturson.
- Eg haldi eisini, at tað er
harmiligt, at teir ikki skulu tora at
egna fyri skattamyndugleikunum.
Karsten er also for grammur,
alvorliga grammur. Men tað eru
summir sum einki leggja í, at teir
missa rættindi við at egna. Tað eru
menn, sum eru so glaðir fyri
samveruna í egningarskúrinum, at
teir egna, hóast hetta gongur út
yvir teirra fíggjarliga úrslit seinni,
sigur Magnus.
- Tað mest harmiliga er, at her
ganga menn sum kunnu egna, men
sum ikki fáa, tí teir so verða
knokkroyttir av skatti.
- Eg fari at heita á politikkar-
arnar um at gera nakað við hetta
málið, sigur Magnus og uttan at
siga tað við orðum, so sipar hann
serliga til Karsten Hansen, fíggj-
armálaráðharra, Anfinn Kallsberg,
løgmann, Heina O. Heinesen,
tingmann og Jógvan við Keldu,
tingmann og so Vilhelm
Johannesen, tingmann eisini.
»Okkara menn, tit vita«. Tað er
ikki bara at biðja um at sleppa á
ting og so føgur orð upp undir val.
Og hann, egningarformaðurin
skal tala, heldur ein fyri, hann fær
fleiri 1000 krónur um dagin,
meðan vit egna upp á akkord, 100
krónur fyri stampin, so er tað sagt.
45 setur
Vit koma uttan nakra stýring inn
aftur á fiskivinnuprát, tað er
sjálvsagt annað orðið í hesum
sambandi. Vit eru stødd seinastu
dagarnar í november og tað er
sjálvandi eitt lottaríspæl, hvussu
restin av árinum fer at vignast, um
viðrar, ella um desember verður
allur ein uppiløgumánaði ella ikki.
Í egningarskúrinum hjá Havsbrún
eru teir nøgdir við tað sum higartil
er farið av árinum.
- Serdeilis gott ár, Onkur bátur
hevur longu havt 45 setur síðan
kvotuárið byrjaði í september og
tað er óhoyrt, sigur Kjartan
Joensen, meðan hann egnir av
grimd. Og knappliga havi eg eina
keldu til eitt annað projekt, eg eri í
gongd við. Kjartan er royndur
trolaramaður eisini.
- Eg var við fyrsta túrin við
týska Skálaberg. Vit kastaðu 1.
januar 1957 undir Íslandi. Eg var
við Kaj í fleiri ár, sigur hann og
okkara prát glíður beinanvegin
langt út um tey evni, sum skuldu
verða viðgjørd í hesi greinini. Vit
avtalaðu at hittast aftur.
Vánalig føroysk bløð
Føroysku bløðini fáa ring viðmæli
í egningarskúrinum hjá Havsbrún
og onki blað fær so vánaligt
skoðsmál sum Sosialurin.
- Sosialurin og Dimma kunnu
slett ikki brúkast her hjá okkum.
Tak tá heldur tey donsku viku-
bløðini, har veit man hvat man
fær, sigur eini egnarin. Eg gerist
eitt sindur harmur og skal til at
verja, áðrenn eg síggi hvat hann
meinar við.
Í egningarskúrinum hjá
Havsbrún verða vikubløðini skorin
niður í álar, sum verða lagdar út
móti síðuni í stampinum.
Gogguagnið verður síðan lagt á
pappírið og á hendan hátt fer línan
greiðari út. Dimma og Sosialurin
hava lyndi at upploysast, tá váta
agnið verður lagt niður á, tí
vánaliga skoðsmálið.
Uttanfyri ganga svøvnpískutir
menn, stundir at fara avstað aftur,
so goggan og stamparnir hjá
egningarmonnunum kunnu standa
sína roynd.
- Men eru tit ikki rættuliga
gammeldags her á Havsbrún,
framvegis at egna upp í stampar,
meðan meginparturin av flotan-um
nú hevur egningarmaskinu, spyrji
eg.
- Eg trúgvi einki uppá, at tú
hevði fingið fólk her hjá okkum til
at liggja úti við egningar-maskinu.
Og teir sum nýta trakt, teir skulu
eisini hava fólk at rekja línuna, og
tað kostar eisini pengar, sigur
Magnus Petursson, útróðrar-
formaður.
Egning knokkroytir eldri menn
Miðjurúm eftir miðjurúm verður egnt og gongdin í samfelagnum verður vend og prátað verður um alt millum himmal og jørð og mest jørð í egningarskúrinum hjá Havsbrún í Klaksvík
Kjartan Joensen er gamal trolaramaður, men hann fírir ikki fyri at taka ein stamp
Í kaffistovuni uppi á loft. Sjálvt tá tú fær tær ein kaffimunn, eru tankarnir hjá útróðri og
útsýnið er útróðrarbátar
21
20
C
M
0