Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-04-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 1988síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

+ ge % á Nr. 47 26. apríl 1988 finna sín egna tjóðskaparliga identitet, hevur onkuntíð verið tosað um vandan fyri heimfeði skapi — at tað er ein vandi fyri at vit enda við at dyrka tað provinsiella. Og vit kenna øll søgur um slíkt trongskygni og láturliga hugmóð. Men so undarligt tað ljóðar: í dag eru tað í veruleikanum risaveldini, tey sterku og ríku, sum í síni framferð á tí politiska pallinum eru trongskygd og provinsi- ell. Har tað lítla og fámenta samfelagið noyðist at hyggja alla havsbrúnna runt og noyðist at taka steðu til alt, ið kemur uttanífrá — har síggja stór- veldini, alvápnað og einvís, bert síni egnu av markaðu áhugamál. Hetta er eitt trongskygni, ið hóttir við at gera okkara verð mentunarliga fátæk ari enn hon er Flaggið hevur við sjálvræði og frælsi at gera Tað sigur at her vil eitt frítt fólk liva. At tað ikki eigur at vera tann sterkasti, teir stóru hernaðar blokkarnir, sum skulu avgera okkara lívslag og lagnu. Og tað eigur at siga okkum, at eisini tá tað kemur til skarpskeringar mugu vit taka tev grundleggjandi humanistsiku virðini í álvara Hvussu duga vit at liva í hesum heimi, spyr tann gamli og klóki yrkjarin. Er hetta nakað, sum kann lærast? Sjálvandi kann tað tað! Tíbetur: tí tað kann vera og eigur at vera gott og vakurt at liva í hesum heimi Hesi fáu og stillu orð vóru mitt ikast til flagg dagin í Havn í 1988 Takk fyri roi patursson Nogv folk var savnað á Vaglinum til flaggdags haldið í gjar SE S0Sialurin til alla Síða 15 Skotar og ulvungar settu sin serliga dam a flagg dagshaldið