fríggjadagur 20. desember 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
23
FJAKKARASØGAN
Ragnhild Ellingsgaard
Niðanfyri standandi orð eigur
Kári Sólstein, sum saman við
Katrini Nolsøe Joensen er vertur
í Barnaútvarpi Føroya. Umtalaða
søgan hevur einki sum helst við
veruleikan at gera, men hóast
hetta hevur hon gingið sum heitt
breyð kring alt landið. Flest
okkara hava óivað fingið fortalt
søguna av onkrum, sum sigur
seg kenna onkran, sum hoyrdi
hana í útvarpinum. Men til
teirra, sum enn ikki hava lagt
oyru til søguna, seta vit hana her
fyri fyrstu ferð á prent.
Her kemur søgan um søguna,
sum eingin vil kennast við. . .
Berur íspuni
Kári Sólstein fór sær ein dagin
oman í SMS í høvuðsstaðnum.
Her hittir hann ein annan kendan
mann, og teir báðir steðga á til
eitt lítið prát. Eftir eina løtu spyr
maðurin, um søgan veruliga er
sonn. Kári veit einki um nakra
søgu, og biður mannin fortelja
sær meira. Tá hoyrir Kári fyri
fyrstu ferð um søguna, sum hann
seinni skuldi hoyra so nógv um.
- Sambært manninum skuldi
eitt barn hava ringt inn til Barna-
útvarpið, har eg sjálvur sat sum
vertur. Eg skal síðani hava tosað
um leyst og fast við hetta barn,
og einaferð fortelur barnið, at
pápin er úti og siglir. Sambært
søguni sigi eg nú, at so skuldi
verið gott pláss at balla seg hjá
mammuni. Men til hetta svarar
barnið, at tað fer illa at bera til.
Tí har ballar gubbin seg!, greiðir
Kári frá.
- Eg visti beinanvegin, at
søgan var tann beri íspuni. Men
hóast tað kundi eg flenna eitt
sindur við manninum, tí søgan
var jú skemtilig og fitt. Tað
áhugaverda var, at maðurin helt
fast við, at onkur av hansara
kenningum hevði hoyrt søguna í
Barnaútvarpinum. Og tað gjørdi
hann, hóast eg greiddi honum
frá, at søgan ongantíð hevði
verið at hoyrt í okkara sending-
um, sigur Kári.
Næsta dagin, tá Kári kemur
aftur til arbeiðis, fortelur hann
Katrini um søguna. Men tá hevur
hon longu hoyrt hana frá onkrum
øðrum, sum segði seg kenna
onkran, sum hevði hoyrt hana.
Teir komandi dagarnar gekk
søgan síðani frá manni til mann,
og stutt eftir var hon at hoyra
kring alt landið.
Nøvn sett á fólkini
- Í fyrstani hugsaðu vit, at søgan
mátti fara at doyggja út av sær
sjálvari. Tí ynsktu vit heldur ikki
at geva henni stórvegis gætur.
Talan var jú um eina skemtiliga
søgu, har øll kundu kenna seg
aftur, greiðir Kári frá.
Í tíðini eftir løtuna í SMS, har
Kári fyri fyrstu ferð hoyrdu um
søguna, vóru fleiri og fleiri fólk,
sum steðgaðu vertunum í barna-
sendingunum og spurdu tey
nærri um søguna.
- Vit avsannaðu hana sjálvandi,
tí vit eru heilt vís í, at søgan ong-
antíð hevur verið at hoyrt hjá okk-
um. Men hóast tað hildu fólk fast
við, at onkur av teirra kenningum
veruliga hevði hoyrt hetta smá-
barnið í einari sending, sigur Kári.
Tann eina dagin hoyra vertirnir
aftur um søguna, men hesuferð
varð navn sett á fólkini, sum
søgan snúði seg um.
- Áðrenn vit vistu, vóru ávís
nøvn sett á fólkini. Tað ræðandi
var bara, at talan var um ymisk
nøvn ymsastaðnis í landinum.
Tvs. ávísar at mammur ymsa-
staðni í landinum vóru lagdar
undir, at barnið í søguni skuldi
verið teirra barn, greiðir kendi
barnaverturin frá.
Og sama dag gjørdu barna-
vertirnir av, at nú kundi Barna-
útvarpið ikki longur standa
modell til søguna. Komandi
leygardag fór Kári tískil bein-
leiðis í luftina við einum boðum
til Føroya fólk, har hann stutt og
greitt avnoktaði allan slaturin.
- Tað stuttliga var, at eftir av-
sannanina í útvarpinum ringdu
fleiri fólk til okkara. Talan var
um fólk um alt landið, sum
takkaðu okkum fyri, at vit høvdu
tikið søguna so mikið álvarsamt,
at vit valdu at fara í luftina at
avsanna hana, sigur Kári.
Fjakkarasøga
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
ósannar søgur hava gingið runt í
Føroyum, og eisini Útvarp
Føroya hevur roynt hetta nakrar
ferðir gjøgnum árini.
- Vit liva jú í einum lítlum
samfelag, har illa slepst undan
slatri. Hetta kenna vit eisini frá
okkum sjálvum. Tað ræðandi er
bara, tá ávís fólk verða knýtt at
eini søgu, sum als einki hevur
við veruleikan at gera. Tí valdu
vit eisini at avsanna hana í eini
av okkara sendingum, greiðir
Kári frá.
Sjálvur hevur hann verið vertur í
barnasendingum gjøgnum fleiri ár,
og enn hevur hann ongantíð upp-
livað, at børn hava sett hann í
nakra stórvegis pínliga støðu.
- Onkur hevur sagt, at handan
søgan jú lættliga kundi komið fyri
í sendingum. Men sjálvur haldi
eg ikki, at eitt barn hevði sagt
soleiðis við meg. Vit hava ofta
lyndi til at undirmeta børn, men
tey vita væl, hvat er rætt og
skeivt. Onkuntíð kunnu tey tó
siga okkurt skemtilig, sum vit
vaksnu síðani tillaga til okkara
vaksna lív, soleiðis at vit kunnu
flenna at tí. Men tað er ikki ætl-
anin hjá børnunum, heldur Kári.
Og við teimum orðum endar
fjakkarasøgan, sum flestu av
okkum hava undirhildið okkum
við hendan kalda jólamánaðin.
Ein søga, sum óivað fyrst
einans var tankar hjá onkrum,
sum ímyndaði sær, at søgan
kundi hent. Hesir tankar fóru
víðari, og til seinast varð søgan
søgd víðari sum veruleiki. Hetta,
hóast hon einki hevði við nakran
veruleika at gera.
Fjøðurin, sum varð til fimm høsn
-
Tað áhugaverda við søguni er, at fólk halda fast við, at tey hava hoyrt hana í Barnaútvarpinum. Og
tað gera tey, hóast vit eru heilt vís í, at søgan ongantíð hevur verið at hoyrt í nakrari av okkara sendingum. Men
hetta er jú eisini ein søga, sum er stuttlig at fortelja víðari, og av tí sama hevur hon verið fortald víðari um alt
Føroya land. Men hon hevur einki sum helst við veruleikan at gera
– Hetta er ikki fyrstu ferð, at ósannar søgur hava gingið runt í Føroyum, sigur Kári Sólstein, vertur í Barnaútvarpi Føroya
Mynd: Jens Kristian Vang
FÓLK Á LEIÐINI
Rúna Sivertsen
- Vit gleða okkum at halda jól í
Føroyum, sigur Birgit Kleis, sum
í eitt gott ár hevur røkt starvið
sum ríkisumboðsmaður.
Verforeldur hennara koma
heim at halda jól saman við
teimum, og millum jólanna
kemur pápi Birgit úr Danmark til
Føroya at halda nýggjár.
- Vit fara, sum vit eru von, at
eta gás ella dunnu; tað er ikki
heilt avgjørt enn, sigur hon.
Ræstur fiskur og sperðil
verður ikki á matarskránni í
ríkisumboðshúsinum, tí tað er
tað einasta, Birgit so avgjørd
svarar nei til, tá hon verður
spurd, hvat henni dámar av
føroyskum mati.
Bara búð í tveimum býum
Birgit Kleis er fødd og uppvaks-
in í Keypmannahavn, har hon
hevur búð og starvast, til hon í
1986 fyrstu ferð kom til Føroya.
Ta ferðina arbeiddi hon á
ríkisumboðsskrivstovuni í tvey
ár, so hvørki landið ella starvið
vóru henni ókent, tá hon í fjør
varð sett í starv sum ríkis-
umboðsmaður.
- Eg havi bara búð í tveimum
býum, Keypmannahavn og
Tórshavn, sigur Birgit smílandi.
- Vit vórðu væl móttikin, tá vit
komu til Føroyar, og vit hava
fingið vinir og kenningar
gjøgnum børnini, sigur hon.
Børnini, Thomas og Maria,
trívast væl í Føroyum. Tey skilja
bæði føroyskt, men tosa fyri tað
mesta danskt.
Thomas, sum er 8 ár, gongur í
2. flokki í Kommunuskúlanum,
og 4 ára gamla Maria er í
dagrøkt.
Jantulógin ikki so týðilig
Birgit hevur altíð dámt Føroyar
og føroyingar. Serstakliga er tað
avslappaði livihátturin hjá føroy-
ingum, sum tiltalar hana.
- Fólk eru ikki so stressað her,
og alt gongur meira róliga fyri
seg, sigur hon.
Hon heldur eisini, at fólk eru
sera vinarlig, og tað er nakað,
sum útlendingar bíta merki í.
- Her nýtist tær ikki at halda
teg aftur at seta fólki spurningar
av ótta fyri at fáa eitt óvinarligt
svar.
Birgit sigur eisini, at í Føroy-
um er jantulógin ikki so týðilig
sum aðrastaðir.
- Her verða fólk vird fyri tað,
tey eru og verða sett til. Her
duga fólk at gleðast, tá tað
gongst øðrum væl, sigur hon.
- Tað merkist, at gudstrúgvin
hevur størri týdning her enn
haðani, eg komi. Tað kemur
millum annað fram í lesara-
brøvum — og her ganga nógv
fleiri í kirkju og á møti.
Ikki alt er lætt at venja seg
við
- At búgva og arbeiða í einum
fremmandum landi er gevandi.
Her hitti eg menniskju, eg annars
ongantíð hevði havt møguleika at
kent, sigur Birgit.
- Men sjálvsagt eru ting, ið eru
trupul at venja seg við, t.d. at
fara inn til fólk uttan at verða
boðin. Hóast fólk ferð eftir ferð
biðja okkum koma inn á gólvið,
sum siður er hjá tykkum, so er
tað nærum ógjørligt hjá okkum
at fara, uttan at hava sagt frá
fyrst, sigur hon.
Við ríkisumboðsmannastarv-
inum fylgja nógvar uppgávur,
m.a. at fylgja almennum út-
lendskum gestum, sum koma
higar á vitjan. Ikki er óvanligt at
bjóða slíkum gestum í útoyggj-
arnar.
Tá veðrið ikki er til vildar og
neyðugt er at fara í lítla bát,
stendur ikki væl til hjá Birgit.
- Tað er nakað av tí ringasta,
eg veit. Eg man hava fingið
skelk, tí nú tori eg enn ikki at
rógva kano á stillum vatni, uttan
at koma at hugsa um stóru
atlantarhavsbylgjurnar, sigur
hon.
Kettan, Freja, ger nú týðiliga
vart við sína ónøgd. Hon varð
koyrd út, tá samrøðan byrjaði,
men nú er tolið uppi hjá henni,
og hon leypur uppá hurðalásið
fyri at sleppa inn til okkara.
Eg havi eisini tikið alt ov
mikið av tíðini hjá Birgit - og
haraftrat mátti hon bíða eftir
mær, tá eg var eitt korter ov sein.
Men tað er júst tað, Birgit
dámar so væl við okkum
føroyingum...
Halda jól í Føroyum fyri fyrstu ferð
Birgit Kleis og maður hennara, Brian Grunemann, skulu í ár halda jól í Føroyum saman við børnum sínum,
Thomas og Mariu. Tey fluttu til Føroya í november í fjør, tá Birgit varð sett í starv sum ríkisumboð. Birgit og
Brian komu at kennast í 1987, tá tey bæði eitt skifti arbeiddu í Føroyum
Birgit, Brian, Thomas og Maria — og kettan, Freja, savnað um borðið í borðstovuni í amtmanshúsunum, sum
húsini vanliga verða rópt.
Mynd: Jens Kr. Vang
3
C
M
2