fríggjadagur 20. desember 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FORKUNNUG
FRAMFØRSLA
Heri á Rógvi
Í døgunum frá 10. september til
1. oktober var Katrin Dahl
Jakobsen, løgtingskvinna fyri
Javnaðarflokkin, í New York.
Ørindini vóru at umboða Føroyar
á ST-aðalfundinum, ið hildin
verður um heystið á hvørjum ári.
Við sær hevði Katrin 15 ára
gomlu dóttir sína Edith.
Ein vitjan í einum tílíkum býi
sum New York bjóðar mangan
fleiri spennandi, forkunnugar og
hugvekjandi upplivingar. Hesar
fingu tær báðar eisini ríkiligt av.
Sum partur av ST-aðalfundinum,
kunnu fleiri spennandi hurðar
lata seg upp. Tað restar ikki við
almennum vitjanum til forvitnis-
lig støð.
Men á túrinum gjørdist ein
mestsum tilvildarlig vitjan á
einum lítlum djass (jú, soleiðis
eitur tað á føroyskum) klubbi
nógv tann mest forkunnuga og
ógloymandi upplivingin.
Á djassklubb
Alt byrjar við, at danska sendi-
stovan í New York, ið varðaði av
teimum ymsu gestunum í donsku
sendinevndini, vísir teimum á ein
djassklubba í Harlem, sum er í
norðara endanum av Manhattan
hálvoynni, har fyri tað nógva
svørt og fólk av øðrum uppruna
enn amerikonskum búgva. Hesin
klubburin kallaðist fyri Jimmy’s
Downtown, og var hann ein lítil
klubbur, har ein fastur skari av
fólki vanliga savnaðist.
– Vit fóru har eitt hóskvøld, tí
tá var steppdansur vanliga á
skránni. Har komu vit í samband
við ein 79 ára gamlan stepp-
dansara og djasstónleikaran Joey
Morant. Joey bjóðaði okkum at
koma lurta eftir honum aftur,
greiðir Katrin frá.
Katrin sigur, at hansara tón-
leikur var ógvuliga góður, og
fólkini á hesum klubbanum vóru
avbæra blíð. Tey settu sær so fyri
at fara aftur at hoyra hendan
Joey Morant. Tey fóru umleið
eina viku seinni.
Hesin seinni klubburin kallast
fyri Showmans. Eins og við tí
fyrra var talan um ein lítlan
klubba, har eini sekstan fólk
vóru savnað hetta kvøldið.
Við í ferðalagnum vóru Katrin
og Edith og fýra onnur fólk, ið
eisini vóru í New York í
sambandi við ST-aðalfundin.
McCartney
Tey komu til Showmans um
hálvgum tíggju tíðina, og hetta er
rættiliga seint til tílík høvi.
– Fyri at gera greitt, at vit vóru
komin, settu vit okkum fremst.
Har vóru ikki nógv fólk, og vit
sótu beint við pallin – so tætt,
sum tað bar til á lítla djassklubb-
anum í New York.
Joey Morant gjørdist ógvuliga
fegin um at síggja tey aftur. Við
sær hetta kvøldið – sum tann
einasta – hevði Katrin sítt
myndatól.
– Eg tók tað við, tí eg helt, at
tað kundi verið stuttligt, at fingið
eina mynd av tónleikarunum,
sigur Katrin.
Lítið visti hon, hvussu gott
myndatólið skuldi gerast.
– Tá eg standi og práti við hin
79 ára gamlan steppdansaran, fer
eitt par framvið okkum. Ein av
dønunum kemur yvir og sigur
við okkum, at hetta vóru Paul
McCartney og konan(Heather
Mills,blðm.). Hvørgin okkara
trúði hesum. Men tá tey so settu
seg við borðið beint við síðuna
av okkum, fingu vit vissu fyri, at
hetta veruliga var Paul
McCartney, sigur Katrin.
Tað er ikki sørt tað kennist
Til spontana framførslu
við Paul McCartney
Ein vitjan á einum lítlum djassklubbi í New York skuldi vísa seg at gerast til eina forkunnuga
framførsla við ongum minni enn fyrrverandi beatlinum Paul McCartney, tá Katrin Dahl
Jakobsen og dótturin Edith vóru í New York herfyri
Paul McCartney kom á lítla djass klubbin í New York sum gestur, men endaði vit at undirhalda. Harvið geva
gestunum eitt ógloymandi upplivilsi
24
25
4
løgið, tá ein av heimsins mest
viðurkendu tónleikarum sita
beint undir liðini á einum, greiða
Edith og Katrin frá. Eisini øll
onnur – ikki minst tónleikararnir
– gjørdust bilsin av at síggja
fyrrverandi beatlin í lítla klubb-
anum á 125th Street í New York.
- Vit høvdu ringt við at tosa
við hann. Tað tóktist sum um, at
tey bæði vóru komin higar fyri at
fáa frið og hugna sær, og eingin
tosaði við tey, meðan tey sótu og
hugnaðu sær.
Tá Paul McCartney fer frá
borðinum og út úr hølunum byrj-
ar orkestrið við Joey Morant at
spæla beatlesløg.
– Hann kemur so aftur og
varnast, at orkestrið hevur lagt
um til at spæla tónleik, hann
hevur gjørt. Hann brosar, steðgar
á eina løtu og ger so ikki mætari
enn at fara upp á pallin. Hann
syngur fyrst eitt lag til konu sína,
ið vit ikki kendu, greiða tær
báðar frá.
Hann sessast so aftur, men
orkestrið heldur áfram við at
spæla løg hjá Beatles. Paul
McCartney var heldur ikki
liðugur at syngja og spæla hetta
kvøldið.
- Hann fer av og á pallinum
fleiri ferðir teir næstu 45-60 min.
Hann syngur kend beatles løg,
meðan orkestrið spælir afturvið.
Einaferð tekur hann eisini
trompetina hjá Joey Morant og
spælir lagið "When the saints go
marching in".
Paul McCartney syngur kend
løg sum Hey Jude, Yesterday, A
hard day’s night og onnur løg hjá
The Beatles.
– Vit fingu eina privata spon-
tana framførslu frá Paul
McCartney. Tað var eitt heilt
ótrúliga gott upplivilsi. Vit vóru
bara nøkur fá fólk, ið lurtaðu,
men øll fingu eitt ógloymandi
upplivilsi, og stemningurin var
sjálvandi frálíka góður, greiða
tær báðar frá.
Katrin setti tað í seg at siga
okkurt við hann, og hon gav so
til kennar, at hon helt framførsl-
una vera óføra, og hann takkaði
fyri.
Meðan Paul McCartney stend-
ur á pallinum gevur konan hon-
um tekin um, at hon ynskir, at
tey fara, og tey so gera.
Bæði áskoðarar og tónleikarar
kundu illa trúgva tí, ið júst var
hent á tí lítla klubbanum í New
York.
Skuldi nakar ikki kent Paul
McCartney, kunnu vit í stuttum
siga, at hann var partur av helst
kendasta tónleikabólkinum
nakrantíð – The Beatles. Saman
við John Lennon skrivaði hann
nógv tann størsta partin av
løgunum hjá bólkinum, m.a.
Yesterday, Ticket to ride og
mong, mong onnur.
Paul McCartney er í skrivandi
stund 60 ár, og síðani Beatles
fóru hvør til sítt hevur hann m.a.
givið nakrar útgávur út sum
einstaklingur. Hann er saman við
Ringo Starr einastu beatlarnir á
lívi. Hann er hávirdur fyri sín
tónleik kring allan heim.
Mest spennandi
Hóast túrurin annars hýsti eini
røð av upplivingum, millum
teirra til fundar og til døgurða
við krúnprinsinum, so er hetta
fyrsta søgan, ið Edith og Katrin
siga frá, tá spurt verður um túrin.
Donsku og grønlendsku sendi-
umboðini, sum ikki hættaðu sær
við hetta kvøldið á djassklubban,
gjørdust garvandi ørg, tá tey
frættu um upplivilsið, ið skuldi
gleppa av teimum av hendi.
Pia Kiersgaard hevði hesa
hending á orði fyri krúnprins-
inum, tá hon skuldi siga frá
sínum upplivingum, hóast hon
var ein teirra, ið noyddist at
enduruppliva hendingina í
minninum einans.
Katrin var tann einasta, ið tók
myndir, og tær hava fleiri
trákkast eftir. Eingin minni enn
Joey Morant, ið fyri alt í verðini
mátti hava myndirnar við sær og
Paul McCartney. Serliga spenn-
andi var tað eisini fyri hann, at
fyrrverandi beatlin nýtti hansara
trompet, og hetta vil ein sjálv-
andi eiga myndir av.
– Dagin eftir, at vit vóru
komin heim, eini tíggju dagar
eftir framførsluna, ringdi Joey til
okkara fyri at fregnast um mynd-
irnar. Eg mátti lova honum hetta
kvøldið, at eg sendi honum
myndir, og tað havi eg so eisini
gjørt, sigur Katrin.
Saman við myndunum sendi
hon eisini eitt sindur av tilfari
um Føroyar, og hvør veit, um
tónleikarin úr New York einaferð
kemur henda vegin.
Eisini á Christiansborg var
áhugin stórur fyri myndunum.
Soleiðis kann ein tilvildarlig
vitjan á klubba gerast eitt upp-
livilsi, bert fáur fær møguleikan
at uppliva.
Skuldi nakar ikki kent Paul
McCartney og fyri tey, sum
ikki kunnu fáa nokk ella
bara vilja vita, kunnu vit í
stuttum siga, at hann var
partur av helst kendasta
tónleikabólkinum nakrantíð
— The Beatles.
Hann varð borin í heim í
Liverpool hin 18. juni 1942,
og hann er sostatt 60 ára
gamal í skrivandi stund.
Eftir upptraðkanir í yms-
um øðrum bólkum og við
øðrum tónleikarum í bólkin-
um, kom endaliga manningin
í the Beatles saman í 1960.
Eftir eina skuffandi tíð í
Týskland fyrst í seksti-
árunum kemur vend í 1962,
tá fyrsta lagið hjá bólkinum
kemur innum bretska
tónatindin.
Og í 1963 byrjar stórheits-
tíðin hjá bólkinum rættiliga
við løgum sum Please Please
Me og She Loves You.
Øll sekstiárini liggur heim-
urin fyri føturnar á The
Beatles. Manningin í
bólkinum taldi umframt Paul
McCartney John Lennon,
George Harrison og Ringo
Starr.
Saman við John Lennon
skrivaði Paul McCartney
nógv tann størsta partin av
løgunum hjá bólkinum, m.a.
Yesterday, Ticket to ride og
mong, mong onnur.
Bólkurin vinnur sær upp
gjøgnum sekstiárini eitt ótal
av fjepparum, sum eisini
vóru — og eru — sera
nógvir í Føroyum.
The Beatles fara frá hvørj-
um øðrum í 1970, og ein
stórur partur av heiminum
syrgdi.
Hóast Paul McCartney
longu í 1970 kemur við
sínari fyrstu soluútgáva, so
klárar hann ongantíð at
nærkast teimum tindum,
hann vitjaði saman við
Beatles.
Paul hevur hildið áfram
við at spæla allatíðina, m.a.
við bólkinum Wings, ið hann
stóð á odda fyri. Og hann
spælir enn. Eftir øllum at
døma eisini spontanar
framførslur í smáum
klubbum í New York.
Hann giftist í 1969 Linda
Eastman — seinni Linda
McCartney. Hon doyði í
1998, og hon var serliga
kend fyri sín leiklut í
umhvørvisarbeiði. Eisini
tóku tey bæði lut í
arbeiðinum hjá Greenpeace,
og Paul McCartney er ein
harður mótstøðumaður móti
føroyska grindadrápinum.
Seinni giftist Paul aftur við
Heather Mills.
Kring allan heim er Sir
Paul McCartney hávirdur
fyri síni tónleikaligu avrik.
Paul
McCartney
Ferðin í USA tók tær
báðar, Edith og Katrin, til
nógv forkunnug og
spennandi støð - bæði í
New York og í
Washington. Kortini
gjørdist ein tilvildarlig
vitjan á einum
djassklubbi mest
spennandi upplivingin av
øllum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyri roynda djasstónleikaran Joey Morant var hetta kvøldið kanska
tað størsta í hansara tónleikalívi. Tað er ikki hvønn dag, at Paul
McCartney er undir liðini á einum á palli