fríggjadagur 20. desember 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 245 - 20. desember 2002
Nr. 245 - 20. desember 2002
27
Tomasia var eitt
sindur øðrvísi enn
onnur bygdarfólk.
Hon búði fyri seg
sjálva og var sera
barngóð og fyri-
komandi, háost
orðalagið var eitt
sindur sjáldsamt til
tíðir
JOHN S.MYLLHAMAR
Fyrstu ferð eg minnist meg
hava sæð Tomasiu, var eitt
kvøldið nótakast var. Sum
lítil óviti var eg sloppin
oman í fjøruna í ským-
ingini at hyggja at, meðan
pápi og aðrir bygdarmenn
kastaðu nót. Náttarkuldin
gjørdi vart við seg, og pápi
leiddi meg inn til hennara.
Spurdi hana, um eg kundi
sita eina løtu og verma
meg, meðan hann fór oman
aftur í fjøruna til hinar; teir
skuldu gera seg lidnar við
seiðin og fáa nótina til
høldar aftur.
Saman við manninum og
einum ógiftum soni, búði
hon í býlinginum niðri við
sjógvin. Umframt sonin,
áttu tey eina dóttir gifta í
útlondunum. Tey tjøraðu
húsini, sum einaferðí tíðini
høvdu verið handil, stóðu
kroyst millum neyst og
pakkhús einar hálvthundr-
að metrar niðan frá støðni.
Eisini stóðu tey heldur
árent; trappan stakk nakað
út á vegin, sum gekk norð
til bryggjuna og handilin.
Ferðslan var tí nógv tætt
fram við teimum, bæði
akfør og fólk. Útnyrings-
hornið, har vegurin lá, var
byrjað at sjúnka, tí móru-
lendi var undir. Við árunum
gjørdist hallið størri og
sjónskari, so tað sást ein
lítil mótbrekka á gólvinum
frá køkshurðini yvir móti
komfýrinum.
Maðurin og sonurin vóru
sjómenn. Hin eldri var tó
longu uppilagstur, fyrst eg
minnist hann. Hann tókst
við vanligt heimaarbeiði.
Umframt gæs, dunnur og
høsn, høvdu tey kúgv, ross
og seyð; tí fitt av jørð var í
húsinum. Teir vóru eisini
ánarar í báti saman við
øðrum bygdarmonnum.
Tomasia sjálv var eitt
satt konubrot, greflig í
andlitið við mannligari
rødd, og fell henni mann-
fólkaarbeiði líka lætt og
náttúrligt sum konufólka-
arbeiði. Ikki var óvanligt tá
ið fólk komu upp um
morgnarnar, at síggja hana
standa við kvísl undir knø
ytst við sjóvarmálan og
fylla tara uppí vognin, með-
an aldurnar skolaðu niðan
móti henni. Fleiri vóru teir
menn, ið ikki heftu fyri
henni.
Annars ambætaði hon
kríatúrum, gekk til neytar,
setti niður og tók upp eplir
og var úti í hoyggj. Burturi
í torv var fast at hon kyndi
eld og kókaði drekka. Onn-
ur, sum eisini vóru á heið-
ini, leitaðu sær onkuntíð
yvir til hennara at fáa ein
heitan munn. Hon hevði
ríkiligt við sær av øllum.
Eitt skiftið bakaði hon
breyð at selja. Nøkur hús í
bygdini keyptu fast frá
henni. Ikki vóru breyðini
altíð bakað, tá ið óvitarnir
komu eftir teimum. Teir
máttu tí bíða uttanfyri,
inntil hon lat vindeyga upp
og rópti: Nú er bakað!
Síðan fóru teir, hvør við
sínum breyði undir armin-
um til hús.
Tá ið árini komu, helt
hon tað vera heldur ófriða-
ligt fyri seg at búgva niðri
við sjógvin, har mesta
virksemið í bygdini var. Tey
ungu flokkaðust ofta niðri
millum neystini um kvøld-
arnar: Har var sovorðin
beistalevnaður út á náttina,
plagdi hon at siga. Nakað
eftir at systir hennara
doyði, keypti hon húsini hjá
henni og flutti niðan hagar.
Hesi lógu í einum býlingi
longri uppi í bygdini. Ein
heldur long flagtakt lon,
við hoyggjhúsi í eystara
enda, og fjósi niðan úr
vestara enda. Stutt var
millum hesi húsini og mítt
barnaheim, og kom hon tí,
at gerast ein av mínum
grannum.
Tað fyrsta, eg hevði við
Tomasiu at gera, eftir at
hon var flutt niðan í bygd-
ina, var eitt kvøldið, eg um
seks-sjey ára aldur kom til
hús, eftir at hava spælt úti.
Mamma var ikki inni, og
sum tann mammudrongur,
eg var, fór eg alt fyri eitt út
at leita. Tá ið eg ikki fann
hana beinanvegin, fór eg
grátandi
runt
býlingin.
Kom eisini í sjóheitum
gráti framv ið húsunum hjá
Tomasiu. Hon bresti vind-
eyga upp á bak og spurdi:
– Hvat er á vási, er nøkur
ólukka hend?
– Ja, mamma er blivin
burtur! svaraði eg.
Snakka nú skilasnakk,
stakkalin, rópti hon, hvar
burtur skal hon vera! hon
sløðist onkustaðni nær-
hendis, kom inn og set teg
eitt eygablikk!
Men eg var ikki til at
troysta.
Í uppvøkstrinum vitjaði
eg tíðum inn til hennara.
Hon visti frá nógvum at
siga. Dugdi eisini væl at
reka fram undir, tá ið okk-
urt slatur gekk í bygdini,
kom við hesum hálvkvødnu
vísunum, fyri at fáa meg at
leggja út. Sjálv latst hon
bara at hava franir av onkr-
um, tað vísti seg kortini at
hon visti alt, tí segði eg
einki, kom hon sjálv fram
við onkrum.
Fólk kundu ikki koma
uttan um, at leggja merki
til, tá ið hon tosaði ella
fekst við eitthvørt. Mál-
burður hennara var egin,
somuleiðis atburður henn-
ara. Hon brúkti sjálvsom
orð og bar tey fram á ser-
stakan hátt. Tók altíð rívan
til, ongantíð við ljótum orð-
um, men við margháttlig-
um orðalagi og vendingum;
og við sínum serligt frá-
bregðandi
eyðkennum,
keipaði hon sær við ørmum
og munni tá ið hon spurdi
ella meðan hon segði frá.
Soleiðis eisini tá iðhon
tókst við eitthvørt arbeiði.
Fekst hon við slakt og tílíkt,
setti hon føt, trog og spann-
ir mitt á roykstovugólvið.
Gjørdi hon blóðpylsu ella
súltaði, fleyt alt inni. Ong-
antíð helti hon passandi í
føt og spannir, nei, íløtini
vóru á tremur ella flutu
yvir. Sjálv gekk hon og vóð
uppií. Vatn var ikki lagt inn
tey fyrstu árini, men ein
krani var úti í fjósinum, og
lakjan, flestu fólk í býling-
inum brúktu, var beint nið-
an fyri húsini.
Onkuntíð sá tú hana
standa uttanfyri og bróta
pinnabrenni sundur, tunnu-
stavar og annan rekavið,
sum komin var uppá land í
onkrum landnyringsbrimi,
og sum sonurin hevði borið
niðan. Legði annan endan á
fjølini upp á einari hellu,
tók so ein tungan stein, lyfti
hann yvir høvd og ripaði
hann niður á fjølina, so hon
kvettist av.
Grannastevna var fyri
henni ein stórhending í
bygdini. Kundi liggja útav
vindeyganum um morgunin
og rópa: Hvussu, fer tú inn?
Man smoyggir sær avstað
einaferð. tá ið gongd er
komin á fólk! Har sat hon
so mitt millum alt mann-
fólkið og gjørdi vart við seg
í málum, sum høvdu henn-
ara áhuga. Meira enn so
kom hon í kjak við onkran.
Hóast sjeyti ára aldurs-
mun, vóru eg og Tomasia
vinir. Sum óviti og í upp-
vøkstrinum, fekk eg mang-
an drekkamunnin frá henni.
Ein stórur ketil, ið skuldi
eitast at vera bláur, plagdi
standa og brima úti á kom-
fýrinum. Tá ið tú kom inn,
sat hon sum hon var von á tí
stóra torvkassanum, sum
rakk heilt oman í veggin.
Komfýrurin var øðrumegin
hana, hinumegin var lagað
ein rúgva av klæðum upp
móti bróstinum. Oftast sat
hon við stokkum, annars
karaði og nappaði hon, ella
hon tøvdi okkurt plaggið.
Aðrar løtur stóð hon við
vinstra armi yvir høvd
frammanfyri
roykstovu-
vindeyganum og spann
viðtí stóra rokkinum. Um
ein mús spældi rundanum
føtur hennara, gav hon tí
ikki gætur, metti hana ikki
ørvísi enn eitt vanligt hús-
djór.
Onkuntíð
kundi
henda, at hon lá og durvaði
niður á klædnarúgvuna við
føtrunum móti komfýrin-
um, tá iðt ú kom inn. Altíð
var hon í hálvhosum og
einum ella tveimum pørum
av skóleistum uttaná. Í
staðin fyri varmadunk,
brúkti
hon
eina
stóra
geneverleirkrukku,
sum
hon fylti við kókandi heit-
um vatni og legði undir
dýnuna, áðrenn hon fór at
leggja seg um kvøldið.
– Hetta heldur sær út á
hálva náttina! segði hon.
Hon hoyrdi til har í
roykstovuni, hevði líkasum
sama lit, sum alt, ið inni
var.
Eftir at tú hevði staðið
eina løtu á gólvinum, lat
hon hurðina á komfýrinum
upp, tveitti nakrar torv-
konglar inn í eldin. Tú visti
at nú fór hon at stákast við
drekka.
Tað hvein í træhongslun-
um, tá ið hon hvarv gjøg-
num hurðina innar í kovan.
Eitt lítið bil gekk, kom so út
aftur viðhálvpottakrússi í
aðrari hondini og pulvur-
mjólk í hinari. Gjørdi
tummulin vátan í munnin-
um og tók hann eftur trom-
uni á krússinum, pískaði
pulvur og vatn saman, setti
tað á komfýrshornið. Við
báðum hondum um honk-
ina lyfti hon ketilin uppúr
eldholinum. Skonkti við
tesílu í krússið. Tók eitt
blikk við melisi niður av
hillini, oysti einar 4 stórar
teskeigir útí, rørdi aftur,
smakkaði á og helt fyri: Nú
er tað passaligt, boyða teg
niður, stakkalur, og hvølv
hendan munnin í teg!
Dúkur, skálir og: ger so
væl! hoyrdi ikki heima inni
hjá henni - hevði heldur
ikki rigga. Reinførið gevur
barnið sær ikki altíð far um.
Soleiðis átti at vera inni hjá
henni, hvørki eg ella hon
høvdu viljað havt tað øðr-
vísi.
Tú kundi ikki lata vera at
leggja merki til eitt sera
stórt vaflujarn, sum stóð á
beinkinum. Tá ið hon bak-
aði og vendi tí á komfýr-
inum, gróv tað seg niður í
eldholið og tók gløður og
øsku við sær uppá ringar-
nar. Á borðinum plagdi at
standa eitt stórt, enskt
karramellublik
fult
av
vaflum, tær vóru sum
manshendur, men sera væl
dámdi mær tær.
Einaferð var ein vinmað-
ur komin viðmær at vitja
hana. Hann var nógv minni
enn eg. Eisini var hann
heldur pjakutur og át seint.
Hon skar okkum hvør sína
breyðflís við rullupylsu
uppi á, og skonkti okkum
hvør sítt krúss við rabarbu-
víni afturvið. Flísarnar
vóru tríggjar ferðir tjykkri
enn vit vóru vanir við, so
vinmaðurin hevði ilt viðat
gapa um tær. Eg sat og
eygleiddi hann, meðan
Vinkonan
Tomasia
Fólk kundu ikki koma uttan um, at leggja merki til, tá ið hon tosaði ella fekst við eitthvørt.
Málburður hennara var egin, somuleiðis atburður hennara. Hon brúkti sjálvsom orð og bar tey
fram á serstakan hátt. Tók altíð rívan til, ongantíð við ljótum orðum, men við margháttligum
orðalagi og vendingum
hann tugdi. Mær tókti synd
í honum, tað sást týðiliga,
at hann troystaði sær ikki,
men tordi heldur ikki at
leiva. Sat og hugsaði í mín-
um óvitasinni
– Hvat um nú kjálka-
beinið fer úr lið, tá ið hann
býtur um flísina, so verður
synd í honum.
Tað eydnaðist mær eina-
ferð, hon hugdi burtur, at
fáa hann at stinga breyð-
flísina í lumman, uttan at
hon varnaðist.
Onkuntíð kom eg inn,
meðan hon var í ferð við at
seta døgverða útá. Hon
hevði eina grýtu, har onnur
honkin var dottin av. Helti
nøkur eplir úr einari spann,
sum stóð undir beinkinum í
hana, oysti heitt vatn úr
ketlinum útyvir, risti síðan
eitt sindur í hana, koyrdi
ein neva av grovum salti í,
og setti út á. Einki við at
vaska eitt og eitt epli. Ikki
var døgurðin serliga fjøl-
broyttur hjá henni, heldur
enn hjá mongum øðrum.
Tað sama hon koyrdi í grýt-
una hvørjaferð, einar tríggj-
ar ræstar seiðir, eina brukn-
aða
brosmu,
ella
ein
grindabiti. Onkuntíð hevði
hon ein bukaðan turran fisk
aftur við heitum eplum og
salttálg.
Tað hendi seg at hon
vísti mær innar í fínustovu,
sum var í vestara enda. Eg
helt at tapetið mundi vera
tað vakrasta í heiminum,
hvítt viðreyðum blomstrum
og grønum bløðum. Rúmið
var umleið 5 alin í fýrkant,
men í míni barnaverð var
tað ein veldig marglætis-
høll. Systir mín plagdi at
rópa hesa stovuna Sorgen-
fri, segði hon og flenti hart.
Úr einari stórari kistu, sum
stóð í einum horni á gólv-
inum, dró hon fram stakkar,
kjólar og frakkar í ymisk-
um litum at vísa mær.
– Hygg, sært tú stásið!
segði hon.
Ja, tað helt eg eisini.
Hetta er svenskt, helt hon
fram. Tá ið man letur seg í
sovorði, sær man út sum
ein dronning. Annars hevði
eg ongantíð sæð hana í
nøkrum øðrum enn til-
pjøssaða í sama dimma
skjúrtinum, einari myrka-
morreyðari troyggju og
stórum
seyðalittum
bundnaturriklæði vavt um
seg.
Hóast hon ikki var av
mínum ættarliði, sum rann
til handils fleiri ferðir um
dagin, undraði tað meg
hvussu lítið, hon keypti inn.
Minnist meg ongantíð vera
ørindi fyri hana. Sjálv kom
hon nærum aldri til handils,
eftir at hon var flutt niðan í
bygdina. Feðgarnir vóru
verandi eftir í hinum hús-
unum. Sonurin var burtur
alt summarið. Maðurin,
hóast hann var fleiri ár
yngri, doyði eini tólv ár
áðrenn hon. Hann var illa
gongdur ta seinastu tíðina,
so tað vóru bara smáting,
hann keypti fyri hana.
Hennara
innkeypsháttur
hevur verið á annan hátt
enn okkara. Kortini var hon
nøgd. Gramdi seg aldri,
hvørki um illsku ella, at
henni tørvaði nakað.
Tók hon, sum áður nevnt,
ógvisliga og ríkiliga til, var
hetta eisini galdandi henn-
ara gávumildni. Hon var
ikki pírin tá iðhon gav tær
okkurt. Var tað eplir, turrur
seiður, tálg ella okkurt
annað, fylti hon uppí
blikkkassar ella posar, so
tað var roki omaná
– Hygg, tak og tveit hetta
smátingið inn til mammu
tína, segði hon.
Mutaði eg ímóti, at hetta
var alt ov nógv, svaraði
hon:
– Skammast, hvat nógv
er hatta, einaferð í munnin.
-
Hon hevði ein garð við
páskaliljum, runnum, grøn-
leyki, rabarbum og ymisk-
um øðrum. Fólk, sum
komu framvið, tá ið hon var
í garðinum, kundu gerast
sera skakk. Uttan at tey
vistu av, kundi hon tveita
eitt bunti av rabarbum beint
á tey: Hygg, tak hetta við
tær til hús!
Ein dagin, eg kom at vitja
hana, skein á hvørjum
spreki. Hon hevði vaskað
upp og niður, tí dótturin,
sum búði í útlondunum,
skuldi koma heim at vitja.
Tað var vorðið so ljóst og
tómligt inni. Øll íløt vóru
tikin av beinkinum. Pottar
og spannir flutt útum, og
klædnarúgvan á torvkass-
anum beind burtur. Tað
sindrið, sum eftir var í
roykstovuni, var sett uppá
pláss. Tvøga og grønsápa
hevði verið á øllum og
tváað tann kenda, serskilda
húsluktin, sum átti at vera
inni, burtur. Eisini var hon
sjálv broytt. Andlitið var
reint og bleikt, ja, tað bar á
líkdæmi; hárið var eisini
øðrvísið enn tað átti at vera.
Einki var um hana hend-
an dagin, sat eins og fuglur,
ið hevur fingið reiður sítt
avoytt, svaraði so dánt
aftur, tá ið eg spurdi um
okkurt. Taðtyktist sum hon
var kedd um, at alt var farið
av lagi inni. Mær dámdi
hetta heldur einki, var eisini
keddur, kendi tað eins og
tjóvar høvdu verið og rænt
alt frá henni. Eg støðaðist
ikki - fór mín veg.
Nakrar vikur seinni vitj-
aði eg aftur inn til hennara.
Dóttirin var longu farin
avstað aftur. Enn var heldur
ruddiligt inni, heldur tómt.
Men sum fráleið byrjaði alt
at koma í rættlag aftur,
soleiðis, sum eg vildi hava
tað at vera, og soleiðis sum
hon vildi hava tað, og
soleiðis sum tað átti at vera
inni hjá henni. Bonkurin
byrjaði at fyllast aftur við
spannum, grýtum og pott-
um. Klædnarúgvan aftan
fyri hana á torvkassanum,
tók so smátt at vaksa aftur.
Grønsápulukturin dovnaði,
og hin kendi húslukturin,
kom aftur. Andlitið fekk
aftur hitt rætta øskulitta
dæmi, sum tað átti, og hon
spurdi og segði frá sum hon
var von. Nú kendi eg meg
aftur, nú var alt komið aftur
í rættlag.
Eftir at eg var fermdur og
fór til skips, gjørdist longri
millum vitjaninar inn til
hennara, kortini royndi eg
hvørja ferð, eg var heima,
at gloppa hurðina hjá
henni.
Tá ið eg fór niður á skúla,
var eg inni á gólvinum og
segði henni farvæl. Hon var
tá úti við 100 ár og lá í
seingini. Framvegis var hon
hin sama og hevði sama
minnið sum altíð. Blandaði
kanska eitt sindur, men
einki av týdningi. Vit prát-
aðu um ymiskt, og hennara
áhugi fyri hvat hendi í
bygdini, var tann sami.
Segði henni, at eg fór niður
til Danmarkar á skúla, og
kom at vera burtur nakað
leingi. Tá vendi hon høvd-
inum á og hugdi uppá meg.
So kom hon inn á nakað,
sum hon ongantíð áður
hevði nevnt øll árini, eg
hevði kent hana og vitjað
hana.
Á hátíðarligan hátt og við
drottningatign, bar hon
fram sín einfalda, men
djúpa og rørandi vitnis-
burð, um sína trúgv á hin
alvalda, at við hansara hjálp
og verju, var hon komin
gjøgnum lívið, hann hevði
fylt henni bæði í góðum og
vándum døgum. Hann var
tann, hon leitaði til hvønn
morgun og hvørt kvøld.
Hóast hon, líka lítið sum eg
sjálvur, hevði eitt lýtaleyst
lív, var slíkur vitnisburður
ikki
hvønndagskostur.
Hann var so sjálvsamur, so
ektaður, so reinur.
Hon taldist millum nakr-
ar av teimum gomlu føroy-
ingunum, sum til dagligt
ikki søgdu frá viðurskift-
inum
við
Guð,
men
goymdu hetta í loynikamar-
inum sum nakað heilagt,
sum ein trúnaður millum
tey og Guð; tó visti tú, at
innast inni í mongum teirra
búði tað, sum vanliga var
nevnt stór guðsfrykt.
Hendan dagin avdúkaði
hon hvussu fast og djúpt
hetta sat í teimum. Hesin
vitnisburður hennara hevði
sera sterkt árin á meg.
Eingin ivi um, at ta løtuna
høvdu vit bæði varhugan
av, at vit sóust ikki aftur her
á foldum.
Á veg út aftur mátti eg
ásanna, at hóast hvørki
telefon, el ella nakrir hent-
leikar, sum annars vóru í
flest øllum húsum tá, funn-
ust undir hennara lágu lon,
var tann heimligi hugnin
yvir hesi smáttu og nøgd-
semi inni har, nógv størri
enn hjá mongum av okkum,
sum høvdu so nógv meira
av tí, sum tíðin hevði við
sær.
Tað var viðsorgblíðni eg
lat ta grønu úthurðina aftur
eftir mær. Á veg oman frá
húsum hennara segði eg
viðmeg sjálvan:
– Ja, nú hevur tú mist
nakað, sum tú avgjørt
kemur at sakna, men sum tú
ikki sær virðið í fyrr enn
tað ikki er longur.
Tá ið eg kom heimaftur
til Føroya, hvíldi hon mil-
lum fedrarnar í kirkjugarð-
inum.
Fyrst búði hon hon her.........
.....men tað gjørdist ov ófriðaligt, so hon flutti í lágu lonina til høgru á myndini
Hús hennara niðri við støðna hómast aftan fyri neystini
C
M
Y
K
27
26