fríggjadagur 20. desember 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
dreinginum langt burturi.
Nakrar mánaðir seinni sleppur
Marianna útaftur. Hon hevur ikki
gloymt og ikki angrað, tí kær-
leikin til Díðrik er ikki mink-
aður. Tá ið hon so eisini finnur
út av, at hon er við barn, elskar
hon hann uppaftur meira enn
áður. Tey leggja saman ráð um at
flýggja burtur og altíð vera
saman. Alt, sum prinsessan
hevur bundið uppi í torninum,
verður koyrt í eina kistu, og
Marianna hentar upp í fleiri
kurvar av súreplum og øðrum
fruktum. Díðrikur keypir sær eitt
hóskandi skip fyri sínar spari-
pengar, og tá ið alt er klárt,
leggja tey í loyndum frá landi og
stevna norðureftir.
Fimm dagar seinni eru tey á
Nólsoyarvík.
...
Vit flyta nú tíðina nøkur hundrað
ár aftur - til tíðarskeiðið stutt
eftir seinna heimsbardaga.
Bygdin, sum upprunaliga var í
Korndali, er eisini flutt heim fyri
nøkrum hundrað árum síðan.
Nærri er til sjógvin. Úti í bønum,
á einum slætta uttanfyri Kráku-
húsini og heimanfyri Korndal,
stendur ein 13-14 ára gamal
drongur og saksar eina hippi-
veltu. Hann stingur hakan djúpt,
og við eitt sær hann ein heldur
forvitnisligan moldklump, sum
hann tekur uppí hondina. Skjótt
sær hann, at hetta er meira enn
ein vanligur moldklumpur og fer
at skava moldina burtur av. Tað
vísir seg, at luturin, sum liggur
goymdur í moldini, er ein sera
vøkur træbrosja, meistarliga
skorin sum ein rósa. Aftanfyri á
brosjuni sær hann festini til eina
nál, men nálin er burtur. Hann
stingur brosjuna í lumman og
heldur fram at velta.
- Tá ið eg kom til hús hendan
dagin, vaskaði eg træbrosjuna,
sum gjørdist rein og ógvuliga
vøkur. Í mógvinum goymist alt
væl og
ógvuliga
leingi og til-
farið, hon er
evnað burtur
úr, er hart træ,
helst bukken-
holt. Heppið, at
hakin ikki hevði
rakt brosjuna.
Drongurin, vit
tosa um, er nólsoy-
ingurin, Otto Frits
Hansen, sum í dag er 69
ára gamalur og
pensjóneraður sum
skúlatænari í skúlunum í
Runavíkar kommunu.
Søgan um brosjuna er ongan-
tíð skrivað áður, men hann hevur
goymt hana sum reyðagull øll
árini. Tá ið hann flutti úr Nólsoy,
hevði hann hana við sær, bæði til
Havnar og inn á Skálafjørðin.
Eingin sleppur at lána brosjuna
út úr húsinum, og skal hon
síggjast, verður tað bara, meðan
Otto sjálvur er til staðar.
- Eg vísi heldur ikki hvørjum
sum helst brosjuna, sigur hann.
Otto, sum sjálvur er útbúgvin
snikkari, undrast yvir, hvørji
amboð teir gomlu hava nýtt til
skurin, so serstakliga vakur og
snøggur hann er.
Brosjan hjá prinsessuni!
Eina tíð eftir, at nólsoyingurin
hevði funnið forngripin, var
Sverri Dahl, fornfrøðingur, úti í
Nólsoy og vitjaði.
- Tá ið eg hevði fortalt honum,
hvar eg hevði funnið brosjuna,
og hann hevði hugt at henni,
segði hann beinanvegin, at "hetta
er brosjan hjá skotsku prinsess-
uni, sum búði í Korndali". Tá
gjørdist eg ovurfegin, sigur Otto.
Fyri nøkrum árum síðan tók
kortini ein ávísur ivi seg upp, um
brosjan nú veruliga stavar frá
prinsessutíðini.
- Ein systursonur mín í Havn
ringdi
meg upp ein dagin. Hann hevði
vitjan av tveimum skotskum
forn- ella jarðfrøðingum og eini
íslendskari kvinnu. Tey vildu
fegin síggja brosjuna. Jú, tey
komu so øll heim til mín eitt
kvøldið. Gestirnir kannaðu brosj-
una við sjóneyku og komu eftir,
at hon hevur sín uppruna í 1600-
1700-talinum.
Otto livir tó í teirri trúgv, at
træbrosjan stavar frá prinsessuni
í Korndali - ella í minsta lagi frá
teirri tíðini, tá ið hon búleikaðist
í Nólsoy.
- So leingi, sum tað, ið Sverri
Dahl á sinni segði, ikki er mót-
prógvað, havi eg valt at trúgva
honum.
Fornfrøðingurin, Sverri Dahl,
var annars ein stórur kapasitetur
í sínari tíð, og hann og Jóannes
Rasmussen, jarðfrøðingur, høvdu
nógv samstarv.
Martin V. Heinesen, jarðfrøð-
ingur, sigur, orsøkin til, at træ-
lutir og annað goymist so væl og
leingi í mógvi, er, at eingin luft
sleppur til, og harvið eru heldur
ongar niðurbrótandi bakteriur.
Spurdur, um hann kundi
hugsað sær, at brosjan var í
varðveitslu á einum savni heldur
enn heima hjá honum sjálvum,
sigur Otto, at
hetta kundi
komið uppá
tal, um eitt
slíkt savn var í
Nólsoy.
Men sum
skilst, er hann
ikki serliga
glaður fyri at geva
hana frá sær aftur.
Vit spurdu eisini
Otto, um hann hevði
selt brosjuna, um ein
ávísur persónur kom og
bjóðaði honum 100.000
krónur fyri hana.
- Nei, tað trúgvi eg ikki, at eg
hevði gjørt - í hvussu er ikki til
tann persónin, er Otto skjótur at
leggja aftrat.
Valdi millum ríkidømi og
kærleika
At enda kunnu vit tríva í aftur
søguna í prinsessuna, sum
noyddist at velja ímillum ríki-
dømi og kærleika.
Meðan prinsessan, Marianna,
ein dagin situr og mjólkar kúnni
úti í Nólsoy, sær hon eitt skotskt
skip koma inn í Nólsoyarfjørð.
Hon kennir skipið; fer innar og
snøggar sær eitt sindur, letur seg
í reyða floyalskjólan og flættar
gula hárið í ein krans um høvdið.
Nú væntar hon tað ringasta, tí
kongur, sum sjálvur stendur til
róðurs, vil ivaleyst gera enda á
skommini og beina fyri teimum
øllum.
Saman við Díðriki og tvey ára
gomlu dóttrini, fer hon oman at
taka ímóti.
- Ver væl komin, pápi, eg eri
dóttir tín, rópar hon.
Jákup kongur reiggjar tí
blanka svørðinum ógvusliga. Nú
skal hann fyrst høgga høvdið av
Díðriki og síðan drepa bæði
Mariannu og barnið. Men Mari-
anna stillar seg frammanfyri
sínum elskaða Díriki og rópar:
- Drepur tú Díðrik, verður tú
noyddur at drepa meg fyrst.
Tá hopar Jákup kongur aftur
eftir hæli og fer at ivast. Lítla
smágentan hyggur inn í eyguni á
kongi, smílist og hálar í ein
leysan gulltráð í kortinum hjá
honum.
Jákup himprast uppaftur meira
og hugsar: "Áh, den skomm fyri
ein kong ikki at tora..." Allir
hansara menn standa og hyggja
at honum, hvør við sínum blanka
svørði - og teir koyra undir hann:
"Høgg nú til tey bæði, harra
kongur, hoyrir tú...!"
Men hvussu í verðini kann
hann orka at drepa sítt einasta
abbabarn...
Hann rópar á sínar menn og
biðir teir allar stinga svørðini
aftur í slíðran. Síðan lyftir hann
ta lítlu gentuna upp til sín, og
samstundis leypir Marianna um
hálsin á pápanum, kyssir hann og
grætur av gleði.
Tríggjar dagar seinni fara
kongur og hansara menn avstað
aftur, men Marianna og Díðrikur
vera búgvandi í Nólsoy allar
sínar dagar.
...
Fert tú til Nólsoyar, kanst tú vitja
húsatoftirnar úti í Korndali, har
gamla bygdin var áður. Tær eru
sjónligar og lættar at finna. Enn
tann dag í dag rennur Prinsessu-
keldan har úti - tutlandi eina
hendingaríka søgu um kærleikan
sum vann á ríkidøminum.
Og hvør veit: Kanska ein dag
verður staðfest um brosjan, sum
Otto Frits Hansen fann í mógv-
inum heimanfyri Korndal fyri
mongum árum síðan, stavar frá
skotsku prinsessuni í Korndali.
Otto Frits Hansen, sum sjálvur er útbúgvin
snikkari, undrast yvir, hvørji amboð teir gomlu
hava nýtt til skurin, so serstakliga vakur og
snøggur hann er.
Mynd: Vilmund Jacobsen
26
27
FORNLUTUR
Vilmund Jacobsen
Flestu munnu hava hoyrt søguna
um skotsku kongsdóttrina,
Mariannu, sum í gomlum døgum
búði úti í Korndali í Nólsoy. Hon
var dóttir skotska kongin, Jákup
II.
Í søguni "Kongsdóttirin í
Nólsoy" skrivar Oddvør Jo-
hansen, at døturnar hjá Jákupi
kongi vóru tríggjar í tali.
Ein góðan dag, tá ið Mari-
anna, sum var elst av prinsess-
unum, fylti 14 ár, sendi kokkurin
hana út at henta blommur til
søtsúpan. Har ber hon eyga við
ein ungan, reyðhærdan drong,
sum stendur og gevur hesti
sínum at drekka. Aldrin hevði
hon sæð ein so vakran drong
áður. Marianna stendur púra býtt
og gløðir at dreinginum, tá ið
hesin vendir sær á. Tá ið hann
sær prinsessuna og hennara gula
hár, hevði hann ongantíð áður
sæð eina so fitta gentu. Tá ið
tveir dagar eru farnir, ivast
hvørgin teirra í, at tað skulu vera
tey bæði. Teir næstu dagarnar
ríða tey bæði á hestinum og
stuttleika sær saman.
Men ikki gongur long tíð, til
Jákup kongur fær snevilin av, at
dóttir hansara gongur og beistast
úti í haganum saman við einum
vanligum dreingi. Hann gerst
ógvuliga illur og sigur, at so
leingi hann livir, sleppur Mari-
anna ikki at fáa sær Díðrik, sum
drongurin eitur í søguni hjá
Oddvør. Dóttirin skal giftast
einum prinsi, greiva ella baróni.
Tí steingir hann Mariannu inni,
so hon kann sita og angra og
gloyma. Men tað ger hon kortini
ikki. Hon setir seg at karða,
spinna og syngja, og onkuntíð
sær hon reyða knokkin á
- Sum 13-14 ára gamal
smádrongur stóð eg og saksaði
eina hippiveltu nakað
heimanfyri Korndal í Nólsoy,
har søgan sigur, at skotska
prinsessan búði. Niðri í
mógvinum sá eg ein
forvitnisligan moldklump, sum
eg tók upp í hondina. Tá ið eg
hevði turkað moldina av, sá eg,
at hetta var ein sera vøkur
træbrosja. Nakað eftir hetta var
Sverri Dahl, fornfrøðingur, úti í
Nólsoy, og tá ið hann sá
fornlutin, segði hann
beinanvegin, at hetta var
brosjan hjá skotsku prinsessuni,
sigur tann skjótt sjeyti ára
gamli, Otto Frits Hansen
Sum 13-14 ára gamal fann hann eina sera vakra træbrosju í mógvinum uttanfyri Krákuhúsini og heimanfyri Korndal. – Eftir at hava
sæð brosjuna, segði Sverri Dahl, fornfrøðingur, at hetta er brosjan hjá skotsku prinsessuni, sigur Otto Frits Hansen við Nólsoynni
høgrumegin í bakgrundini.
Mynd: Vilmund Jacobsen
7
C
M
6
Otto fann brosjuna hjá prinsessuni