fríggjadagur 20. desember 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
29
CAUSERÍ
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Í dag er mikudagur og eg siti og
hugsi um, hvat eg skal gera. Tað
stendur eitt sindur fast við tí,
sum eg dagliga takist við, og eg
kundi altíð koyrt ein túr vestur á
flogvøllin, tað tekur bara eina
lítla løtu, nú aftan á at undir-
sjóvartunnilin lat upp í gjár. Men
so hugsi eg, mark má tá vera fyri
heimføðisskapi. Eg var jú heilar
tveir túrar í gjár í Vágum, so ofta
havi eg ongantíð verið fyrr, síðan
eg fyrstu ferð var í Vágum á eini
Vestanstevnu fyri 30 árum síð-
ani. Og hon var hildin í Sørvági.
Vit búðu í telti og vóru vátir
bæði innan og uttan.
Tvær reisur vesturi í Vágum
ein dag, av berum forvitni og
ongum øðrum. Týsdagurin 10.
desember gjørdist, uttan at eg
hevði grunað tað frammanundan,
ein stórur dagur í mínum lívi.
Ein dagur við spenningi, ein
dagur, har eg var errin av land-
inum, eg búgvi í og tí vælstandi
her er.
Men also tvær reisur í Vágum
ein dag. Álvaratos.
Tað heila byrjaði so óskyldugt.
Týsdagurin vaknaði akkurát sum
allir aðrir týsdagar, og hann er jú
linur hesa ársins tíð, so sól sá tú
onga fyrr enn út móti middegi.
Bilurin stóð pakkaður, eg hevði
avtalur norðanfyri í samband við
tað arbeiði, eg geri nú, men har
kom okkurt í vegin, og so verður
tað ikki av nøkrum fyrr enn í
næstu viku.
Útvarpið um middagsleitið
vakti undirsjóvarstunnilsspenn-
ingin í mær. Framman undan
høvdu tankarnir verið 60 ár aftur
í tíðini, afturi við krígsbyrjan og
hjá nøkrum manningarlistum,
sum ein troyttur sýslumaður
hevði skrivað, helst á náttartíð og
so óskilliga, at teir næstan vóru
ólesiligir.
Men fepurin undir Vestmanna-
sundi dró meg fram í nútíðina.
Tað var røddin á Dánjal Høj-
gaard, útvarpsmanni, sum var
staddur umborð á seinasta túri
Ternunar, ið rættuliga vaktu
kenslur í mær. Týðuliga rørdur
ljóðaði hann á málinum, ella var
nú tað vánaliga telesambandið,
broytti røddina, greiddi hann frá
hesum allarseinasta túri. Teir
høvdu longu loyst úr Vestmanna,
og eg ergraði meg, at eg ikki
hoyrdi byrjanina av innslagnum,
tá teir tveir Deutzmotorarnir á
Ternuni sleptu teimum 740
hestunum leysum á hesi seinastu
ferðini og bjóðaðu eystfallinum í
Vestmannasundi av. Ternan er 22
og motorarnir eru bara tvey ára
gamlir, hvat skulu teir nú nýtast
til?
Vit eru nostalgisk, føroyingar
eru afturtráandi, vit leingjast eftir
farnum tíðum. Ongantíð aftur
um Vestmannasund. Og vit eru
afturtráandi, hóast tey vaksnu alt
mítt lív hava fortalt mær, hvussu
nógv verri ella betri alt var fyrr,
alt eftir hvussu tað passar inn í
tað tey vilja siga, við tí eina
endamáli at fáa meg at ásanna, at
eg skal ikki halda meg vera
nakað sum helst. Ongantíð aftur
um hetta stórbara sund, hesin
ólukku undirsjóvartunnilin, eg
gerist heilt tungur í huga. Men so
komi eg at hugsa um, hvussu
irriterandi hetta sjóvegis sam-
band mangan hevur verið. Havi
staðið og trippað á Oyragjógv,
spentur at koma heim og tað
gekk ikki fyri seið hjá ferjuni at
koma um Sundið. Hon kom bara
ikki undan Egilsnesi, eg haldi tað
eitur soleiðis, eri ikki staðkendur,
so haldi mær til góðar. Nú hevur
tað verið so flott seinastu árini,
at eitt ordiligt skip hevur siglt
um sundið, men áðrenn, við
opna Sam, tað var ikki bara
gamansleikur. At skotra seg
millum skitnar bilar, niður í alt
ov trong uppihaldsrúm, har tú
onkuntíð var tvangsinnlagdur at
sita millum fyrilitarleysar
roykjarar og anda ball niður í
teg.
Og so koma tær stórbæru
løturnar fram fyri meg, ferðirnar
um Sundið, tá heimurin lá
víðopin fyri meg. Ferðirnar niður
lestrarárini, ferðirnar út í heim
sum fjølmiðlamaður, ferðirnar at
halda frí. Og meðan eg smílist í
hesum sælu minnum, sníkir
knappliga eitt døkkari minni
fram í huganum. Tað var á
Vestmannakaj við ferjuleguna,
júst í land komin av Ternuni,
eftir ár í útlandinum, at eg sá
pápa fyri fyrstu ferð, eftir at
hann var vorðin sjúkur. Hann var
sum eitt hím, og eg visti beinan-
vegin, at eg átti hann ikki leingi
afturat. Hann doyði stutt eftir.
Tey flestu munnu hava fjálg og
kaldligari minnir um Vestmanna-
sund.
Og so tendraði eg sjónvarpið
og fekk svanatúrin hjá Ternuni
einaferð afturat við myndum og
tí heila. Burtursæð frá konuni, so
komi eg ikki so nær nøkrum
øðrum persóni í verðini enn
toftamanninum Tóra í sjónvarp-
inum. Og makan til sorgblídni
skal mann leita leingi eftir. Har
sótu vágafólk við tárum í eygum,
fólk, sum vit einki annað hava
hoyrt frá enn grenj yvir vánaliga
sambandið um sundið. Tey vóru
møtt mannsterk fyri at sleppa at
við hendan seinasta túrin. Var
hetta reint sjálvpínarí, ella ram-
asta álvara? Og onkur vága-
maður var vorðin so góður við
stamborðið umborð í Ternuni,
hann í ramasta álvara ætlaði at
fáa borðið í land og harvið gera
seg inn á landsins ognir. Tí
hvussu hann ætlaði at fáa borðið
í land, meldaði søgan einki um.
Eg seti meg aftur á í lenistól-
inum at fylgja við beinleiðis
reportasjuni. Sleppi øllum sum
eitur søguligum journalistikki,
eri aftur í nútíðini, og farið
ótilvitað til arbeiðis aftur sum
journalistur. Sjónvarpsmenninir
eru væl fyrireikaðir og eg føli
við teimum, tá teknikkurin
svíkir. Eitt nú síggja vit í nakkan
á eini vágakvinnu, sum heldur
røðu og tað gongur leingi,
áðrenn ein kameramaður gerst
varugur við hetta og fyllir hana
út á sjónvarpsskíggjan frá rættari
síðu.
Og so síggja vit Marius Dam,
løgtingsmann, ovurfegnan á
motorsúklu, sum ein av teimum
fyrstu gjøgnum tunnilin. Hann
hevur verið av ídnastu stríðs-
monnum fyri at vágamenn skulu
sleppa undan at gjalda fyri at
koyra undir Sundinum. Hendan
dystin tapti hann, men hann er
ikki ráðaleysur. Hevur hann hug,
so sleppur hann ókeypis undir
Sundið. Motorsúkklur skulu ikki
gjalda bummpengar, og tað
hjálpir so vælsignað og væl til í
húsarhaldinum, hvør spardur
túrur, og hetta hóast ein er full-
tíðar kommunulækni og fulltíðar
tingmaður og hevur eina inntøku
langt omanfyri 100.000 krónur
um mánaðin. Mange bække små,
ella alt ger mun, sum sambands-
menn plaga at taka til. Eg verði
drigin við í showið og kenni meg
næstan líka, sum tá vegurin kom
til Oyndarfjarðar fyri 34 árum
síðan.
Eg má vestur og tað beinan-
vegin. Yngri sonurin kom við.
Inni í Kalbaksbotni skýmir og
halin av bilum suðurgangandi og
norðurgangandi strekkir seg sum
ein jólaketa heilt niðan í tunnils-
munnan. Hetta er myrkasta vega-
strekkið í heiminum, og nú
Havnin er komin upp í Kolla-
fjørð, skuldi tað ikki undrað, um
teir ikki fara lýsa hetta vanda-
mikla strekkið við gøtuljósum.
Tað er ikki bara eg sum havi
fingið hugskotið at koyra undir
Vestmannasund. Frammanfyri
mær er ein eldri kvinna, sum
antin hevur júst hevur fingið
koyrikoyrt, ella er ein sum hevur
sett sær fyri at koyra so spaku-
liga, at ein konstantur streymur
av yvirhálandi bilum koyra fram
um hana. Hon er týðuliga
skelkað av hesum eirindaleysu
fartdjevlunum og eg síggi,
hvussu hon skákar við høvdinum
og skeldar. Og hon hevur so ilt
við at halda seg sínumegin
miðlinjuna og eg tori ikki at
yvirhála. Eg hugsi, at hóast hon í
bestu meining ikki vil koyra
skjótari enn 60, so setur hon
nógv onnur í ferðsluni í bein-
leiðis vága, tí slík spøk ferð
gevur nógvar óneyðugar yvir-
hálingar. Hon veit tað bara ikki,
ger alt í bestu meining, hugsar, at
tað eru hini, sum ikki duga sær
hógv í ferðsluni, royni eg at ugga
meg sjálvan við, so eg ikki eisini
loypi fram av í sinni.
Kvinnan fór tíbetur ikki í
Undirsjóvartunnilin. Hon blunk-
aði til høgru í rundkoyringini í
Kollfjarðardali og tað lætnaði
fyri framman. Men bert eina lítla
løtu, tí úr Kollafirði kemur bilur
ið hevur skund. Hann steðgar
slett ikki á, men koyrir beint út
um hávatanngarðin, og vit
mundu brostið saman. Ein
ordiligur: Her komi eg! Eg
hvakk við, spurdi meg sjálvan,
hví eg absolutt skuldi vestur nú
øll skuldu tað sama. Undir-
sjóvartunninlin verður væl opin í
framtíðini eisini, ikki bara í dag.
Miðskeiðis í Leynatunnlinum
rendu vit okkum í eina bíðirøð
av bilum. Hetta kom so knapp-
liga á, at eg kláraði akkurát at
steðga, áðrenn eg bresti í bilin,
sum var frammanfyri, tann reyði,
sum mundi rent á meg í rund-
koyringini. Teir aftanfyri vóru
ikki so hepnir. Ein øgiligur
brestur og bilar stoyttu saman.
Onkur mátti koyra út í mótsætta
síðu, fyri ikki at renna í tann sum
var fyri framman. Og lukkutíð
var ongin mótgangandi hesa
løtuna, øll vildu vestur. Eg hevði
upplivað fyrsta ferðsluóhappið
síðan undirsjóvartunnilin lat upp
og tað var ikki eingang í honum.
Frætti aftaná, at tann eini bilurin
var so illa farin, at brandbilur
mátti koma eftir honum. Eitt
sindur óttafullur hugsaði eg
eisini um eld, nú vit stóðu fastir
inni í tunnlinum. Tað hevði ikki
verið meira enn næstbest, fóru
besintangar at bresta, nú hesin
stutti tunnil var fullur av bensin-
bilum. Og hvussu við tilbúgv-
ingini, um slíkt skuldi borið á.
So eru vit inni í tunnlinum. Tí
nýggja also. Eitt fantastiskt
fornemmilsi. Við beinari leið
undir Kvívík, niður í undir-
grundina, undir sundið, nakað
sum okkara forfedrar ikki í
sínum villasta fantasi kundu
hugsað sær var møguligt. Hann
er víður, turrur, nossligur, snøgt
sprongdur, behagiligur og
deiligur. Hetta er nakað av tí og
eg eri so ovurfegin. So nógv
ferðsla, sum í dag, verður ikki í
framtíðini.
Vit koma uppaftur turrskøddir
og koyra á Vágalandinum,
meðan mánin júst er komin upp
um Malingstind fyri vestan, og
sum vit síggja silouettirnar av
og eg skilji Jens Paula, tá hann
við skaldaorðum lýsir hetta
prúða og vakra fjall. Og eg síggi
bara ranguna av tí nú.
Og hvat nú, ein er komin
vestur. Sosialurin hevur latið upp
blaðstovu í Sandavági, so hví
ikki hyggja inn á gólvið. Sum
sagt so gjørt og løtu seinni vóru
vit aftur undir Sundinum og eg
hugsaði um vestfallið mundi
hoyrast, um ein fór út og lurtaði
ordiliga.
Nakrar tímar seinni var eg
aftur nakrar metrar frá rund-
koyringini í Kollfjarðardali,
hevði verið norðanfyri eftir
ketilosti frá Líggjas bónda á
Húsgarði, bónda í Syrðugøtu,
sum hevur fenaðin Millum
Fjarða —Tunnilin var nú lekkur
at koyra í, og áðrenn eg visti av
var eg aftur undir Sundinum og
sá, Vágamegin, Skælingsfjall
dusa sær mektugt í mánalýsinum
Eg havi enn ikki verið í Vág-
um í dag.
Á dett vælsignaða hol
9
C
M
8