Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. desember 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 33 EIN MANNALAGNA Áki Bertholdsen Pauli Lassen í Vági er ein maður, sum hevur roynt tað mesta: Hann fekk sínar størstu dreymar uppfyltar. Men hann fekk teir eisini lagdar í knús aftur upp á onga tíð. Og hann dylir heldur ikki fyri, at hann er illur um viðferðina, sum summi menniskju hava givið honum. Men at fella í fátt liggur ikki til hann og hvørki skuldsetingar um svik, missurin av dreyma- skipinum, blóðtøppur í hjartan- um ella heilabløðing hava megn- að at taka hann av fótum og enn hongur hann í. Pauli Lassen er í dag 66 ára gamalur. Hann hevur ikki ta stóru skúlagongdina, tað viðgongur hann blankt, eini seks, kanska sjey ár gekk hann í skúla, tí tá ið hann var óviti, var tað teimum fægstu beskorið at fáa nakra serliga av útbúgving. Men afturfyri hevur hann arbeitt og hann heldur, at nú arbeiðslívið er farið at halla, kann hann hyggja hvønn mann í eyguni, tí samvitskuni er hann ikki gingin ov nær og tað er nú ikki tann ringasti førningurin, maður kann hava við sær inn í pensjonistatíðina. Pauli Lassen var maðurin, sum arbeiddi seg upp úr tí smáa, til arbeiðslív hansara kom í hædd- ina tann dagin í 1987, tá ið hann fekk lyklarnar til stásiliga og slóðbrótandi stállínuskipið Saturn 3, sum hann hevði latið byggjað í Strandby í Danmark . Men tá ið hann misti bátin aftur, varð fallið eisini stórt. Sum navnið sipar til, var hesin Saturn 3 ikki tann fyrsti í røðini. Pauli sigldi sum so mangur annar frá tí at hann hevði fingið hondina á høvdið. Í 1951 fór hann til skips við St. Jacques. Tvey ár seinni fór hann við Stanley sum 2. meistari. Seinni fór hann niður at læra til motorpassara. Tá ið hann var liðugur, fór hann út at sigla í eitt ár, áðrenn hann kom heimaftur og fór undir Ísland og á sild. Tá ið honum stóð í boði at verða útróðrarformaður við Albert Victor, tók hann av og onkuntíð var hann eisini við City sum motorpassari og útróðrar- formaður. Eftir tað fór hann við Kúrberg, har hann var motor- passari í hálvt fjórða ár. Tá ið hann kom suður aftur í 1964, varð hann sjúkur í ryggin- um. Tað vísti seg at vera diskus- prolaps og tað var ikki sum at siga tað, at koma burturúr við nýggjum húsum og fullum húsi av børnum. – Tað endaði við, at eg fekk Saturn, til keyps frá Garðamonn- um. Hetta var ein av Garðabátun- um, ella "garðatuflunum", sum teir vanliga vórðu róptir. Báturin var illa farin, men eg gjørdi hann so frægt ístand, at tað bar til at rógva út við honum. Hesir bátar- nir vóru merktir til sjey tons. Men í 1969 slapp hann til Danmarkar at at verða lagdur undir skurð fyri ryggin. – Eg varð spillfrískur av skurð- viðgerðini og síðani havi eg púra onki merkt til rygin, sigur hann. Men nú var lívsleiðin hjá Paula løgd. – Eg var blivin útróðrarmaður við egnum báti og útróður bleiv mítt livibreyð í nógv ár framyvir. Hann hevði Saturn í 16-17 ár, men í 1980 keypti hann ein 20- tonsara av Sandi, sum fekk navn- ið Saturn 2. Tann bátin hevði hann, til hann bygdi stállínubátin Saturn 3 í Strandby í Danmark í 1987. – Tá ið eg fekk Saturn 3, var tað ein stórur dreymur, sum gekk út. – Dreymurin hjá mær var at fáa eitt skip, har vit vóru førir fyri at avreiða fyrsta floks fisk. Og báturin var sanniliga eisini bæði nýskapandi og slóðbrót- andi. – Hugskotið var, at fiskurin, sum kom á dekkið, skuldi Hevur riðið mær sum ein marra í átta ár Søgan um Paula Lassen í Vági er søgan um fiskimannin við seks ára skúlagongd , sum var malin sundur í tí stóra apparatinum, har tey fægstu formáa sær nakað og har onki pláss er fyri kenslum og vanligari mannavirðing Hann byrjaði við einum sjey tonsara, arbeiddi seg upp til at eiga mest framkomna línubát í flotanum. Men fallið var stórt, tí hann misti bátin, varð skuldsettur fyri svik, fekk blóðtøpp og heilabløðing og nú er hann aftur har hann byrjaði- við einum lítlum 27 fót útróðrarbáti arbeiðast beinanvegin og fáast í kassar í lastina og ísast. – Hugskotið til bátin átti John Smith, sáli, og tá var ongin línubátur í føroyska flotanum, sum hevði kassalast. Tað var heldur onki føroyskt skip, sum hevði stabiliseringstangar, so við Saturn 3 brutu vit upp úr nýggj- um. Hann kostaði 22 milliónir at byggja. Torpederaður frá fyrsta degi Pauli Lassen sigur, at tá ið hann fór undir Saturn 3, hevði hann fingið at vita, at hann sjálvsagt skuldi fáa íslandskvotu. – Tí seldi eg 20 tonsaran, sum eg hevði frammanundan og førdi fiskiloyvið yvir á nýggja Saturn 3. – Eg seldi 20 tonsaran til Klaksvíkar fyri eina einastu krónu. Men tá ið vit so komu til Føroyrar við Saturn 3, bar onki til. Serliga illa viðfarnan kennir hann seg av Kjartani Hoydal, sum tá var fiskivinnustjóri, tí hann heldur, at tað var hann, sum lá í buktini. Men nakra serliga politiska vælvild hevði hann heldur ikki, so tað var ikki nógv at gera. – Kvotu undir Íslandi fekk eg ikki. Við bit og slit fingu vit 80 tons undir Íslandi, hóast aðrir bátar høvdu 500 tons. – Annars máttu vit klára okk- um við tí, sum var undir Føroy- um, og tað var ongantíð ætlanin, tí tað var nakað lítið til so stóran bát. – Men eg legði til merkis at sama dag, sum 20 tonsarin, eg seldi fyri eina krónu, kom til Klaksvíkar, fekk hann fiski- loyvið aftur. Tað syrgdi Anfinn Kallsberg fyri. Sig so at øll verða viðfarin eins, sigur Pauli Lassen. Hóast Saturn 3 hevði alt ímóti sær, gekk tað væl við bátinum. Vit fiskaðu væl og seldu væl, so vit kláraðu okkum og fingu lagt til síðis fyri avdráttirnar. Hann sigur, at ímeðan aðrir bátar avreiddu fyri góðar seks og sjey krónur í miðal fyri kilo, avreiddi Saturn 3 fyri góðar 11 krónur í miðal. Ein sniðfundig ætlan – Alt gekk sostatt eftir vild. Til ein dag í oktober í 1990, tá ið eg fái boð um at koma á fund í Føroya Banka. Tá hevði leiðslan í bankanum lagt eina sniðfundiga ætlan fyri, hvussu eg skuldi gera. Og eftir tað gekk tað skjótt afturá hond til Pauli hevði mist bæði bát og pening. – Bankastjórin bjóðaði mær tríggjar milliónir í láni. Eg stúrsaði við, tí eg hevði ikki brúk fyri trimum milliónum og eg skilti ikki meiningina við øllum. Men eg hevði varuhgan av, at okkurt moðið var í umbúna tí eg fekk tað ikki at passa, at bankin skuldi bjóða mær tríggjar milli- ónir í láni soleiðis í óðum verk- um og eg skyldaði teimum ikki eitt oyra. – Men bankastjórin greiddi mær frá: Jú sært tú, tú lænir tríggjar milliónir frá okkum. Men so klárar tú ikki at gjalda rentur og avdrátt bæði av lánin- um og av skipinum. So koyra vit skipið á heysin, tí so noyðist landsstýrið at betala veðhaldið hjá landskassanum, sum var einar 4,8 milliónir. So keypa vit bátin á tvingsilssøluni og selja tær hann aftur. Pauli sigur, at tá varð hann í øðini. – Eg spurdi hann, hvussu eg skuldi hyggja í eyguni á vág- bingum aftur, eftir at hava snýtt landskassan fyri 4,8 milliónir? Hann segði, at tað vildi hann ikki. Men tilboðið frá bankanum gjørdi hann ótryggan, so hann bað um umhugsunartíð meðan hann spurdi seg fyri hjá ráðgevara fyri ikki at taka nøkur óráð fyri. – Eg endaði hjá einum grann- skoðara og tá ið hann hevði hugt ígjøgnum øll skjølini í málinum, mælti hann mær til at lata vera at taka lánið í bankanum, ti eg hevði ikki brúk fyri tí. Tað visti eg væl. Men eg kvakk við, tá ið grannskoðarin samstundis legði mær eina við at fáa sethúsini burturúr bátinum. – Tá varnaðist eg, at bankin eisini hevði tikið sethúsini hjá mær sum trygd fyri bátinum, uttan at siga mær frá tí. Annars vildi grannskoðarin ikki ráðgeva mær so nógv, tí hann meinti, at tilboðið frá bankanum var ikki borðbært, tí eg hevði pening fyri rentur og avdrátt og hevði ikki brúk fyri nøkrum láni. Tóku bókina og noktaði at betala Pauli Lassen sigur, at lánini í Saturn 3 vóru avdráttarfrí í fimm ár. Og so kemur tíðin, at eg skuldi betala avdrøgini, men einaferð eg fór í Bankan eitt ørindi, fór bankin avstað við bankabókini hjá mær við yvir trimum milli- ónum á! Hetta var beint uppundir kreppuna, sum tók seg upp. – Eg betalti 45.000 krónur um fjórðingsárið fyri eina trygd, sum Føroya Banki hevði í bátinum. Tað betalti eg hvønn fjórðing frá fyrsta degi. Men bankin vildi eisini hava bankabókina sum trygd og tí bókstaviliga tóku teir hana úr hondini á mær og vildu ikki lata meg fáa hana aftur. – Tað hendi einaferð, eg var í bankanum og skuldi hava pening út fyri ein eykalut. Tað endaði við, at eg fekk ongan pening, hóast eg átti 3,3 milliónir á bókini og eg fekk heldur ikki bókina aftur. Samstundis misti eg eisini kassakredittin, so nú var heldur onki at arbeiða við. - Hetta var um tað mundið, at tømingarliðið við Tage Benja- minssen á odda, kom til landið við tí endamáli at slúsa so nógv sum gjørligt úr føroyska sam- felagnum niður í Den Danske Bank, tí tað var einasta endamál, teir høvdu í Føroyum. Pauli Lassen sigur, at hetta eru hansara egnu orð og tað stendur hann við..... Hendan ferðin í bankanum endaði við, at hann mátti betala maskinlutin sjálvur fyri at sleppa nýggjan túr. – Eftir loknan túr, fóru vit til Scrabster at avreiða, men eg vildi hava kekk uppá avrokning- ina og setti peningin í Suðuroyar Sparikassa og tað endurtók seg næsta túr. Meðan vit vóru burtur, varð báturin lýstur á tvang, hóast bankin hevði eina bók hjá mær uppá 3,3 milliónir, tí teir vildu ikki betala avdrøgini av bókini. – Men nú varnast Bankin eisini, at skipið er burtur, men ongin peningur kemur inn á bókina. Stjórin í Føroya Banka var skjótur at boðsenda mær til Havnar á fund. – Eg fór á fund og segði teimum, at tá ið eg havi latið eina hurð aftur, verður hon ikki latin uppaftur. Hesuferð eru tað tit, sum hava latið hurðina aftur fyri mær og eg fari ikki ígjøg- num hana aftur. Er bókin steðgað fyri útbetalingum, skal hon eisini verða steðgað fyri innbetaling- um, segði eg bankastjóranum. – Eg spurdi teir so, hví bankin ikki vildi betala rentur og avdráttir av bókini uppá 3,3 millión, sum bankin hevði lagt hald á við teirri avleiðing, at báturin var lýstur at fara á tvingsilssølu. Pauli sigur, at hann fekk onki svar, men tað endaði so við, at bankin segði seg sinnaðan at tosa um støðuna. – Tilboðið eg fekk frá teimum var, at kundi eg betala 400.000 krónur, skuldi tvingsilssølan verða afturkallað. –Tá hugsaði eg nógv, men eg vildi ikki taka støðu, fyrrenn eg hevði spurt sakføraran. Hann ráddi mær staðiliga frá at betala, tí bankin fór bara at taka tað eisini. Hann sigur, at tað stóð nógv á honum hesa løtuna. – Hetta var eitt skip, sum eg hevði bygt sjálvur og sum eg hevði lagt alla mína sál í. Tað var nógv fyri at lata tað fara, so leingi eg hevði ein møguleika. So eg tók kuffertið, eg hevði við mær, taldi bankamanninum 400.000 niður á borðið - tí pening hevði eg við upp á berá. Men nú hækkaði hann kravið 40.000 afturat, so eisini tað taldi eg honum upp. – Eg bað teir so avlýsa tvingsilssøluna og um at lata kontuna aftur. Gav upp og varð skuldsettur Pauli sigur, at so sagt sum gjørt var tvingsilssølan avlýst, men kontan var ongantíð latin upp. Og summarið eftir var báturin aftur lýstur á tvang Tá gav Pauli upp. Hann fór niður at selja og legði so bátin. – Men teir høvdu ikki stundir at bíða, til tvingsilssøludagurin kom. Tvørturímóti seldu Tummas Arabo og Skipskreditt- urin klaksvíkingum bátin úti í Landsstýrinum klokkan sjey um kvøldið 8. desember, sum tvingilssølan skuldi vera morg- unin eftir. Klaksvíkingar fingu bátin fyri 1,5 millión. Fiskiloyvið hjá mær fingu teir eisini í sama viðfangi, so nú hevði eg onki fiskiloyvi heldur, samstundis sum klaksvíkingar høvdu tvey. Men tað var ikki liðugt fyri tað, tí hetta fekk eitt eftirspæl. Og neit tað fast, at skipið varð koyrt undir hamaran, neit tað ikki minni fast, at hann oman á alt varð skuldsettur. – Eg varð eg skuldsettur fyri at vera kriminellur. Teir, sum skuld- settu meg vóru sjálvir krimi- nellir, tí viðferðin eg fekk var ikki tespilig. Pauli Lassen var nevniliga ein av teimum, sum varð skuldsettur í tí tiltikna skipamálinum fyri at svika við eginpeningi og fyri yvirfígging o.s.fr. – Hetta var nógv fyri, tí eg veit ikki, hvussu onnur bóru seg at, men eg legði pengar á borðið, tá ið báturin varð bygdur og hevði eginpeningin í lagi. Hann sigur, at í hesum sam- bandi komu politistar á gátt hjá honum at rannsaka húsini. Teir fóru avstað við fleiri skjølum og lovaðu, at eg skuldi fáa tey aftur 14 dagar seinni. – Tað gingu átta ár til eg fekk tey aftur. Og tá kravdu teir gud hjálpi tú mær kvittan fyri, at eg hevði fingið tey aftur. Tað helt eg vera toppmált og eg bað teir sleppa sær á dyr. Tá ið eg varð skuldsettur, sat eg samfullar fýra tímar til avhoyringar í Havn og tá var tað at eg fekk fyrstu ávaringina um ein blóðtøpp í hjartanum. – Men eg var treiskur og vildi ikki fara á sjúkrahúsið. Pauli Lassen sigur, at hann hevði skuldsetingina hangandi yvir høvdinum í átta ár, áðrenn hann fekk bræv um, at skuld- setingin varð slept. – Tá ið teir so endiliga máttu ásanna, at teir høvdu ongi prógv av nøkrum slag og tí máttu sleppa skuldsetingini, vóru teir ikki so frægir, at teir kunngjørdu, at skuldsetingin varð slept. Men tá ið eg var skuldsettur, varð tað rópt út um allar geilar. – Men tey krøvini, eg ætlaði at leggja ímóti banka og skipsmekl- ara, tey vóru fyrnað, so tað havi eg onki fingið gjørt nakað við enn. Hann sigur, at hann hevur hevur gingið seks ár í skúla. – Skuldi tað eydnast mær, við mínum skúlagangi, at lumpa bæði landsstýrið, Skipskreditt og bankastjóra má eg spyrja um tey vóru nóg skikkað til tey størv, tey høvdu. Men tað var eisini av tí sama, at eg fór til professionellar skipsmeklarar fyri at tryggja mær, at alt skuldi vera í lagi. Pauli Lassen sigur, at nú er alt yvirstaðið. Men hann ætlar fram- vegis ikki at sleppa kravinum ímóti bankanum fyri at hava tikið bankabókina við teimum 3,3 milliónunum á, men tað gongur ongan veg. Hann sigur, at av tí at hann átti hesa bankabókina, sum bankin tók, og noktaði at betala avdrátt- irnar av henni, er tað eisini hans- ara sannføring, at báturin var stolin frá sær. Men heldur ikki tað sær tað út til, at hann fær gjørt nakað við, men hann gevur ikki skarvin yvir. Og Føroya Banka er hann heilt liðugur við. – Eg hevði ikki litið Føroya Banka so mikið upp í hendurnar sum at goymt einar kruvdar gummiskógvar fyri meg aftur, so ringa viðferð, havi eg fingið, sigur Pauli Lassen. Fellur ikki í fátt Pauli Lassen sigur, at tað hevur verið hart at liva við hesi skuld- setingini í so nógv ár. Hann sigur, at hann hevur havt ómetaligt fortreð av hesum. – Hetta hevur riðið mær sum ein marra, bæði nátt og dag í samfull átta ár og tað er ikki tespiligt. – Tað endaði eisini við, at eg fekk blóðtøpp í hjartað og stutt aftaná, eisini heilabløðing. – Men tíbetur kom eg hampi- liga væl fyri meg aftur. Og tað kann ikki sigast, at mótburðurin hevur fingið hann at fella í fátt. – Eg skuldi jú liva, so eftir at eg hevði mist bátin, keypti eg Sundenni frá Landsstýrinum og gjørdi hann ístand. Hann var sami stødd sum Saturn 3. Hendan bátin var Pauli við í eitt gott ár, til hann fekk blóð- tøppin. Hann hevði Sundenni í eini trý, fýra ár, áðrenn hann seldi hann aftur, tí heilsan var farin at bila. Men Pauli er soleiðis av lyndi, at hevur hann ikki okkurt at gera, heldur hann ikki, at hann klárar at liva. So hann byrjaði aftur, heilt í tí smáa, tí nú keyptu hann ein 27 fót AWI bát saman við einum versoni. – Honum havi eg róð út við av og á. Fiskin hevur hann sjálvur keypt og so hevur hann gjørt knetti og frikadellur, eins og hann turkar fisk, sum hann hevur selt í handlunum. – Men tað er ikki so nógv fyri pengarnar at eg geri tað. Tað er mest fyri tað, tey klóku kalla "sosiala samveru". Hann hevur eisini gjørt døg- verðar til onkur lið av arbeiðsfólki, sum hava verið í Vági. Tá ið vit vóru inni á gólvinum, hevði hann í nakrar dagar gjørt nøkrum monnum, sum arbeiddu á SEV verkinum í Botni, døgverða. Hann gjørdi eisini eitt skifti heitan døgverða, sum ein dóttir síðani seldi í eini krambúð, hon hevði í Vági. – Tað hevur gingið væl at gera sleppa við knettini og frikadell- urnar. Men skal tað verða nøkur vinna í tí, skal knettið kosta 20 krónur stykkið, so dýrur er fiskurin at keypa. – Tað er gott at koma út ímillum fólk og at tosa við fólk. Tann, ið setur seg inni á kúra, so er skjótt liðugur. Fyri meg er tað vinningur nokk, at fólk eru nøgd. Hesa síðstu tíðina hevur hann ikki verið so virkin, sum hann vildi verið. Hann hevur skift sær knæið og tað gekk uppá stás. Hann var onkrar dagar á útróðri og hann hevði stórar dagar inn ímillum, einar 20-25 sentnarar. Men so var hann aftur so óheppin fyri stuttum at glíða, so at hann sleit hann eina spong, og tað var aftur eitt bakkast, men nú gongur hann til venjingar á sjúkrahúsinum. - Hóast eitt hendingaríkt lív, har tað hevur gingið upp og niður, eri eg væl nøgdur við meg sjálvan, tí eg kann ganga við høgari pannu og eg kann hyggja hvønn mann í eyguni. Og tað eru tað ikki øll, sum kunnu. Eg angri onki, sigur Pauli Lassen. 3 C M 2